Thursday, May 23, 2019

Prinsar, prinsessur og pandabjørnir



Prentað sum tíðargrein í Norðlýsinum 21. mai 2019

Flestu tykkara hava helst sæð tær: pandabjørnirnar Xing Er og Mao Sun í djóragarðinum á Frederiksberg. Bert fá tykkara hava tó hoyrt um hugtakið ”Soft power”. Pandabjørnir eru eitt frálíkt dømi um ”Soft power” ella ”bleytt vald”. Men tað hevur ikki nakað við teirra bleyta pels at gera...

Vald merkir vanliga, at A kann ávirka B til at gera nakað, ið B annars ikki hevði gjørt. Vald kann eisini vendast við, soleiðis at A kann ávirka B til ikki at gera nakað, ið B annars hevði gjørt.

Til dømis kann Kina (A) ávirka Danmark (B) til ikki at finnast at mannarættindabrotum í Tibet, tí um Danmark ger tað, missir tað kanska sínar pandabjørnir. Tað hevði ikki verið gott fyri Zoologiska havan ella danska ferðavinnu sum heild. Kina kann eisini ávirka Danmark til at vera vinarliga sinnað mótvegis kinesiskum fyritøkum sum Huawei.

Pandabjørnir hava øgiligt vald!

Ymisk lond hava ymisk sløg av bleytum valdi. Amerikanarar hava Hollywood, onglendingar Premier League, Noreg hevur nobelheiðurslønir o.s.fr. Sjálvt ófrælsa Tibet hevur sín Dalai Lama í útlegd í Norðurindia. Hann ferðast runt kring heimin og útinnir sítt bleyta, buddhistiska vald.

Tó eisini Kina roynir at tøla síni grannalond við buddhismu. Andsøgnin er, at Kina sostatt brúkar tibetansk ikon sum buddhismu og pandabjørnir í sínum stríði móti Tibet. Sera gott spinn, má sigast.

Bleytt vald kann vera so mangt og kann brúkast á ymiskan hátt. Hóast øll lond hava nakað av ”bleytum valdstilfeingi”, er hetta valdið tó sera ójavnt býtt. USA er t.d. bæði eitt militert og mentanarligt stórveldi. Yvirvøldin hjá enska málinum gevur annars øllum ensktalandi londum eitt risastórt valdstilfeingi, ið ger teirra mentan lættari atkomuliga enn t.d. russiska, turkiska ella kinesiska mentan.

Lond sum Kina, Russland og Qatar royna tó at keypa seg til meiri bleytt vald við at vera vertir fyri stórar, altjóða ítróttarstevnur ella við at hava enskmæltar, altjóða miðlar.

Sambært uppgerðini ”Soft Power 30” * hjá bretsku samskiftisfyritøkuni ”Portland” høvdu Stórabretland, Frankaríki, Týskland, USA og Japan mest bleytt vald í 2018. Eisini eru tey fýra norðurlondini Svøríki, Danmark, Noreg og Finnland við á topp 15, serliga tí londini hava sera vælvirkandi stjórnir og samfelagsbygnaðir. Tað sigur seg sjálvt, at Norðurlond ongan møguleika hava at fylgja við kapprenningini um ”hart vald” (m.a. vápnamegi), men verður hugt eftir bleyta valdinum, eru Norðurlond sum heild at meta sum stórveldi! Sviar hava leingi erpað sær av at vera ein ”humanitär stormakt”, tó at hendan fasadan av álvara hevur fingið skøvur í lakkið seinastu árini.


Prinsar og prinsessur sum bleytt vald

Danska ríkið hevur ymiskt bleytt valdstilfeingi. Eitt gott dømi er Kongshúsið. Kongshúsið noyðist at útinna sítt bleyta vald, tí hetta er júst høvuðsgrundgevingin fyri at hava eitt Kongshús. Nýggjárstalurnar hjá Drotningini eru ikki tilvildarliga orðaðar. Drotningin ynskir tilvitað at føra bleytt vald gjøgnum sín symbolikk og sín ”vísdóm”. Hon megnar við sínum bleyta valdi at savna saman Danska ríkið og skapa eina kenslu av at hoyra til. Hetta eydnast framúr væl. Danska kongshúsið er serstakliga vælumtókt, og hetta gevur enn betri møguleikar at fremja bleytt vald í verki. Bleyta valdið hjá Kongshúsinum strekkir seg enntá út um landoddarnar og ikki minst út til smærru londini í Ríkisfelagsskapinum: Grønland og Føroyar.

Tað er neyvan nøkur tilvild, at Lars Løkke Rasmussen valdi at skriva út val sjálvan Grundlógardagin. Tað er heldur ikki nøkur tilvild, at Krúnprinsurin kemur á vitjan stutt áðrenn valið. Tað er heldur ikki nøkur tilvild, at Krúnprinsurin leggur Royal Run júst í Klaksvík, har nógvar sjálvræðisatkvøður eru. Øll hesi viðurskifti eru sósað væl og virðiliga inn í hvørt annað.

Magni Arge, fólkatingsmaður, hevur speiskliga víst á, at sjálvur sjálvstýrishøvdingin eisini er vorðin sósaður inn í bleyta valdið hjá Kongshúsinum: ”Sum kortini eru blandað nú, fer borgarstjórin í Klaksvík at pynta seg við prinsavitjan til Royal Run og fjálga um kommunukassan við donskum avlátspengum - um somu tíð, sum formaðurin í Sjálvstýri agiterar harðliga ímóti hvørjari krónu frá Løkke.” **

Danska Kongshúsið er tað sama fyri Danmark, sum pandabjørnir eru fyri Kina. Talan er um diplomatiskt snildi, ið knýtir sambond millum ríki. Bæði prinsar, prinsessur og pandabjørnir eru ”bleytt vald”. Bæði Mao Sun og Isabella prinsessa hava eisini ein greiðan ”cute-faktor”. Danska ríkið hevur gaman í eisini ísbjørnir, men munurin er, at Kina hevur einaræði upp á pandabjørnir, meðan nógv ymisk lond hava ísbjørnir. Kinesarar gera sjálvandi sítt fyri at tryggja, at eingin annar fær atgongd til pandabjørnir av slagnum Giant Panda. Sostatt eru allar pandabjørnir kinesisk ogn og verða bert læntar út til kinavinarlig lond.

Summi vilja vera við, at danir hava lagt seg skerflatar fyri at fáa hesar fittu bamsurnar. Aftanfyri liggja ein rúgva av peningaligum áhugamálum. Sjálvandi hava tær fyritøkur, ið hava sponsorerað stásiliga pandabúrið, eisini fingið nakrar góðar kinesiskar handilssáttmálar afturfyri. Gaman í eru pandabjørnirnar kærkomnar fyri danska ferðavinnu, men búskaparligu sambondini, ið pandadiplomatiið knýtir, eru enn meiri kærkomin. 

Tað sama kann sigast um danska Kongshúsið. Summi síggja hetta sum eina óneyðuga og órættvísa útreiðslu. Veruleikin er tó, at Kongshúsið skaffar dønum framúr handilssambond við nógv onnur lond, har monarkiskur symbolikkur framvegis er í hásæti, m.a. rík, arabisk lond.

Gaman í hevur danska Kongshúsið nærum einki stjórnarskipanarligt vald, men hinvegin hevur tað upp í rúgvur av ”symbolskum valdi”. Hetta valdið kann vekslast til alskyns fyrimunir, bæði í mun til onnur lond, men eisini innlendis og í ríkisfelagsskapinum. Symbolska valdið er í høvuðsheitum immaterielt, men kemur eisini til sjóndar sum elefantordanir, riddarakrossar, fortjenstmedaljur og annað kongsligt bringuprýði. Kostnaðurin fyri hetta er piparnøtur í mun til tey sambond, ið kongshúsið fær knýtt afturfyri.

Kongshúsið er snøgt sagt ein framúr íløga fyri Danska ríkið.



Kongsveldi eru mest demokratisk

Í Føroyum hava vit ymisk sløg av sjálvræðisfólkum. Nøkur teirra eru sonevndir ”republikanarar”, ið hava ideologiskt ilt av kongshúsum. Onnur ynskja bara meiri sjálvræði, líkamikið hvussu barnið eitur. Neyvan eru øll tjóðveldisfólk republikanarar, men kundu væl livað við einum slagi av ”commonwealth”, eins og t.d. Nýsæland ella Canada. Republikanarar føra hinvegin fram, at republikkir eru besti háttur at skipa eitt samfelag, millum annað tí at republikkir eru meiri fólkaræðisligar enn kongsveldi. Hetta sær gott út í teoriini, men hevur ikki hald í veruleikanum.  

Economist Intelligence Unit *** ger á hvørjum ári ein lista yvir hvussu demokratisk ymisk lond eru. Verður hugt eftir hesum lista, sæst at av teimum 15 mest demokratisku londunum (Full democracies) eru 9 monarki. Hesi eru:
1. Noreg
3. Svøríki
4. Ný Sæland
5. Danmark
6. Canada
9. Australia
11. Niðurlond
12. Luxembourg
14. Stórabretland

(Nummar 2, 7, 8, 10, 13 og 15 eru Ísland, Írland, Finnland, Schweiz, Týskland og Uruguay.)

Tað er sostatt ein sannroynd, at nógv av teimum mest demokratisku samfeløgunum eru konstitutinell monarki – antin kongsveldi ella hertogveldi. Hetta merkir sjálvandi ikki, at lond uttan monark gerast minni demokratisk, men tað merkir í hvussu er, at kongsveldi ikki er ein forðing fyri eitt høgt demokratiskt støði – tvørt ímóti. Møguliga skapa kongshúsini í grundini eina symbolska savning, ið ger tað lættari hjá tjóðini at kenna seg sum eina eind? Tað er í hvussu er ein hypotesa.

Í hinum endanum síggja vit tað tragikomiska: at nøkur av teimum minst demokratisku londunum: Norðurkorea og Congo kalla seg demokratisk, nevniliga: ”Democratic People's Republic of Korea” og ”Democratic Republic of the Congo”. Tó teljast eisini nøkur monarki millum minst demokratisku lond, mest eyðsýniliga Saudi Arabia.

Hevur tú eina mammu ella ommu, ið gongur høgt upp í Kongshúsið og trúføst lesur Billed-Bladet ella Se og Hør, skalt tú sostatt ikki óttast, at hon hevur totaliterar tendensir. Slíkur lesnaður er eingin hóttan móti hennara demokratiska sinnalagi, beint tvørt ímóti.

Ofta eru tað tey, ið rópa harðast um ”frælsi”, ið ynskja at skerja tað mest møguligt. Alskyns kollveltingar eru framdar undir slagorðinum ”frælsi”. Ofta førdu hesar kollveltingar heldur til ófrælsi, sum t.d. á Cuba. Hinvegin mentu nógv europeisk kongsveldi seg trygt og spakuliga frá einaveldum til fólkaræði.

Heldur enn at ynskja kongshúsið niður og norður, eiga vit kanska heldur at ynskja okkum meiri royalan akivitet her á Klettunum. Tað hevði í hvussu er verið gagnligt fyri ferðavinnuna.


Sámal Matras Kristiansen,
samfelagsfrøðingur


* The Soft Power 30. A Global Ranking of Soft Power 2018. Portland PR Ltd. og The USC Center on Public Diplomacy
** Tá kloyvdar tungur tala um pengar. Magni Arge, nordlysid.fo, 9. mai 2019
*** Democracy Index 2018. The Economist Intelligence Unit. (eiu.com)

Tuesday, May 21, 2019

Hol í vegunum – hol í høvdið!


(Prentað sum tíðargrein í Norðlýsinum 21. mai 2019)

Seinastu tíðina hevur verið ein ørgrynna av uppskotum um tunnilsverkætlanir. Fámijningar, hvalbingar, dalbingar, vestmenningar, tjørnuvíkingar, gjáarfólk, borðoyingar, viðoyingar – ja, hvør vil ikki gjarna hava ein nýggjan, fínan tunnil at loysa sínar samferðsluligu avbjóðingar?

At vit hava stóran tørv á nýíløgum og dagføringum av vegakervinum, er rætt. Hendan tíðargrein skal tó ikki snúgva seg um nýggjar íløgur, men um røkt av verandi íløgum.

At koyra á føroysku vegunum verður alsamt truplari. Holini á vegunum gerast alsamt størri og alsamt títtari. Á summum strekkjum mást tú veruliga ansa tær. Summir teinar eru á veg at gerast beinleiðis vandamiklir. Nøkur hol verða tipt eftir tørvi, so trupulleikin verður í ávísan mun "sópaður inn undir gólvteppið".

Gongdin er tó greið. Fyri hvønn mánað gerast vegirnir í alsamt verri standi. Verandi hol gerast djúpari og nýggj hol leggjast afturat. Slitlagið er nógvastaðni so illa slitið, at tað bert er spurningur um stutta tíð, áðrenn fleiri nýggj hol koma.

Landsverk veit av hesum og skrivar soleiðis um eftirsleip á síni heimasíðu*: "Verður holið ikki fylt upp, og fleiri hol síggjast við tíðini, verður úrslitið eitt eftirsleip, har virðið og standurin á vegnum kann fella so mikið, at tað ikki er nøktandi bert at fylla í holini, men neyðugt verður at asfaltera allan vegin av nýggjum."

Á somu síðu skrivar Landsverk, at "samlaða eftirsleipið á landsvegakervinum er 375 mió. kr." Eftirsleipið snýr seg sjálvandi ikki bert um vegabreytir, men eisini ymiskt annað slit á vegakervinum.


Áralangt mislíkahald

“Føroyska vegakervið er í spønum. Í nógv ár hava landsins myndugleikar niðurraðfest viðlíkahald av vegunum, og úrslitið er vanlukkuligt. (...) Talan er ikki bert um einstøk strekki, ið eru illa hildin. Trupulleikin er sera umfatandi, helst landsumfatandi.

Umframt hetta hoyra vit ofta søgur um hvussu Landsverk mislíkaheldur brúgvar, bygningar v.m. Eftirsleipið er risastórt og veksur fyri hvønn dag sum gongur. Trupulleikin við at lata holini í vegunum vaksa seg fleiri og størri er harumframt, at umvælingarnar gerast alsamt kostnaðarmiklari. Jú djypri holini verða, tess dýrari verður tað at umvæla teinarnar.

At landsins myndugleikar áhaldandi krevja inn pening frá okkum, ið brúka vegirnar, men ikki leggja í at brúka hesar pengarnar til viðlílkahald, er hol í høvdið. Vit kunnu illa kalla okkum eitt framkomið samfelag við so vánaligum vegakervi.”

Soleiðis stendur skrivað í innganginum í einum Facebook-bólkinum “Hol í vegnum – hol í høvdið!” , ið varð stovnaður 29. apríl 2019; sama dag sum "Uppskot til løgtingslóg um at dagføra vegir og tunlar" endaði við javnleiki 15-15 og sostatt ikki gjørdist til veruleika. Tað var kanska líka frægt, tí uppskotið var ikki serliga ambitøst í mun til hvussu stórt eftirsleipið er.

Limirnir í bólkinum kunnu siga sínar søgur um standin av føroyska vegakervinum. Her eru m.a. myndir, ið greiða frá støðuni á ymiskum vegateinum og leinkjur til viðkomandi greinar og heimasíður inn á bólkin.

Endamálið við bólkinum er at leggja trýst á landsins myndugleikar at játta fleiri pengar til føroyska vegakervið. Við hesum bólki kunnu politikarar síggja, hvussu umfatandi trupulleikin er. Hetta kann ikki vera eitt stríð millum andstøðu og samgongu. Hetta er eitt so grundleggjandi mál, at allir landspolitikarar eiga og mugu taka undir við tí.


Infrakervi og bygningar forfella

Ússaligi standurin á landsvegunum er ikki virðiligur fyri eitt samfelag sum Føroyar, ið annars erpar sær av at vera so ríkt og framkomið. Ein fær stundum eina kenslu av at koyra runt í onkrum illa skipaðum menningarlandi. Hetta er í grovari andsøgn við politikarar í fjálgu kontórunum í Havn, ið erpa sær av góðu búskaparligu og fíggjarligu støðuni í landinum. Hesir politikarar hava eyðsýniliga ikki sítt dagliga virki á føroysku vegunum. Stórur partur av føroyingum brúka annars landsvegirnar dagliga, antin beinleiðis í sínum arbeiði, á veg til og frá arbeiði ella í síni frítíð.

Landsvegirnir eru sjálv lívsæðrin hjá tíggjutúsundtals føroyingum.

Tað skerst ikki burtur, at fittur partur av yvirskotinum í landskassanum stendst av vantandi røkt av verandi infrakervi og almennum bygningum. Samstundis verður munandi meiri kravt inn í vegskatti enn brúkt verður til nýgerð og umvælingar.

Hetta sum at míga í brøkurnar. Verða vegirnir ikki áhaldandi viðlíkahildnir, verður upptakið nógvar ferðir størri, tá ábøturnar loksins skulu gerast. Gerast holini nóg stór, gongur hetta út yvir sjálvt undirlagið undir vegunum. Trupulleikarnir fara tí at spøkja aftur í framtíðini, tí vegirnir verða minni slitsterkir enn teir annars høvdu verið.


Reali búskapurin kann ikki sminkast

Búskapur er bæði fíggjarligur og realur. Tað er eitt øvilsi at fáa tøl at síggja gott út á einum Excel-arki. Tað er tó munandi størri avbjóðing av fáast við reala partin av búskapinum. Her ber ikki til at gera millumrokningar og flyta pengar millum konti. Realkapitalurin verður niðurslitin, um hann ikki verður viðlíkahildin. Bygningar tærast, tól rusta, vegir máast. Niðurslítingin er eirindarleys. Hon kann fjalast stuttskygt við einum tunnum lagi av máling ella asfalti. Vantandi viðlíkahaldið vil tó stinga sína ljóta grímu fram ferð eftir ferð, um viðlíkahaldi ikki er støðugt og miðvíst.

Tað gongur sera væl í Føroyum, siga politikararnir. Tað er yvirskipað rætt, men nógv øki í landinum merkja ikki stórvegis til hendan framburð; heldur tvørt ímóti. Støðan á vegakervinum hevur ikki verið vánaligari í nógv harrans ár.

Norðlýsið endurgav í fjør** Landsverk fyri at siga, at "játtanin hjá Landsverki til asfalt er sera lítil, og tí noyðist stovnurin at raðfesta vegir við nógvari ferðslu, framum vegir við lítið av ferðslu. Hetta gongur sjálvsagt út yvir smáplássini, t.d Elduvík." Hetta er tó ikki heilt rætt. Eisini týðandi teinar í Eysturoynni og Streymoynni - sjálvt Hvítanesvegurin í Havn - eru sera illa farnir. Nógv er versnað bara seinasta árið.

Tá sjálvt høvuðsferðsluæðrar eru við at fara í hundarnar, er átroðkandi tørvur á at gera nakað við støðuna!

Í staðin kappbjóða politikarar og valevni um nýggjar tunlar. Nýbygging er uttan iva ein betri, politisk søluvøra. Umvæling er nakað keðiligt, ið vit bara vænta, hendir av sær sjálvum. Vit vita, at so er ikki, og tí eiga vit at rópa politikararnar upp fyri at fáa teir at játta fleiri pengar til viðlíkahald.

Tað kanst tú m.a. gera við at leggja tína søgu út á Facebook-bólkin “Hol í vegnum – hol í høvdið!” 

Sámal Matras Kristiansen, 
samfelagsfrøðingur

Keldur
* Landsverk.fo > Hvat er eftirsleip? Seinast dagført 8. feb. 2019.
**Jóhann Lützen. Landafrøðiligi stættarmunurin í Føroyum. Norðlýsið 4. mai 2018. 

Wednesday, April 17, 2019

Alt meginøkið er høvuðsstaður



(Prentað sum tíðargrein í Norðlýsinum 17. apríl 2019) 

Tað er líka langt frá A til B sum frá B til A. Hetta er ein einfaldur, matematiskur sannleiki, ið ikki átti at verið neyðugt at víst á. Førka vit hetta roknistykki yvir á onnur fakøki, er svarið tó ikki so eintýðugt.

Tað er geografiskt líka langt úr Hoyvík til Runavíkar sum úr Runavík til Hoyvíkar. Psykologiskt er munurin tó fleirfaldur. Tað tykist nógv longri úr Suðurstreymoy í Eysturoynna enn úr Eysturoynni til Suðurstreymoyar. Ilt er at staðfesta orsøkina, men tað hevur helst nakað at gera við hvussu nógva vitan fólk úr ávísum økjum hava um um onnur øki.

Ein grundleggjandi treyt í samfelagnum er, at miðstaðir vita sera lítið um útjaðarar, meðan útjaðarar vita sera nógv um miðstaðir. Londonbúgvar vita lítið um København, men københavnarar vita nógv um London. Københavnarar vita lítið um Tórshavn, men havnarfólk vita nógv um København. Havnarfólk vita lítið um Runavík, men runavíkingar vita nógv um Havnina. Runavíkingar vita lítið um Funning, men funningsfólk vita nógv um Runavík.

Útjaðari og miðstaður eru sostatt relativ hugtøk. Havnin er miðstaður í mun til føroysk øki, men útjaðari í mun til útlendskar metropolar.

Boðskapurin er helst, at jú meiri tú veitst um eitt stað, tess størri er atdráttarmegin og tess stytri kennist psykologiski teinurin hagar. Veitst tú hinvegin lítið um eitt stað, er atdráttarmegin minni og tess longri kennist psykologiski teinurin hagar.


Nú eru Føroyar samanknýttar

Nógvar ábøtur eru gjørdar av føroyska vegakervinum seinastu øldina. Fyrst vórðu bygdir tengdar saman, men síðani eru eisini øki vorðin knýtt saman. Oyggjarvegurin – og seinni Kollafjarðartunnilin – knýttu Suður- og Norðurstreymoy saman. Brúgvin um Streymin og Norðskálatunnilin knýttu Streymoy og Eysturoy saman. Vágatunnilin knýtti Vágarnar saman við Streymoynna. Norðoyatunnilin knýtti Borð-, Kun-  og Viðoy saman við Eysturoynna. Við Skálafjarðartunlinum verða Suðurstreymoy, Eysturoy og Norðoyggjar allar tengdar munandi nærri saman, og við Sandoyartunlinum verður eisini Sandoyggin partur av stóra føroyska Meginlandinum.

Um skamma stund er alt strekkið av Argjum til Klaksvíkar ein long røð av  býlingum, ið koma at virka sum ein felags "konurbatión". Geografiska miðjan í hesi konurbatión kemur at vera framvið Skálafjørðin.

Ásannast má tó, at geografiin broytist skjótari enn psykologiin. Hóast bygdir og øki eru knýtt saman, er lokali samleikin sera trekur. Siðbundnu bygdarsamleikarnir standa framvegis sterkir, og nógv lokaløki royna tilvitað at verja sínar samleikar. Vit kenna hetta úr Klaksvík,  av Eiði o.s.fr.

Minni verður tó tosað um, at júst havnarfólk munnu vera tey mest lokalu í landinum. Í hvussu er tykist vera trupult hjá havnarfólkum at flyta seg út á bygd til tiltøk. Tað er longri úr Havnini enn til Havnina.


Tjóðleikhúsið kundi ligið í Eysturoynni

Nógv havnarfólk kunnu illa ímynda sær at fara til nakað tiltak úti á bygd. Í hvussu er má tað planleggjast væl og leingi áðrenn. Hinvegin er tað púra sjálvsagt hjá bygdarfólki at fara til Havnar til tey tiltøk, ið Havnin bjóðar. Tað er sum vera man eitt størri útboð av tiltøkum í Havn enn aðrastaðni í landinum, men fylgir man væl við á mentanarøkinum, síggjast óteljandi dygdartiltøk av alskyns slagi í ymiskum økjum í landinum. Man skal veruliga gera sær ómak fyri at keða seg í Føroyum. Sjálvt uttan Havnina høvdu Føroyar havt ein sera livandi mentanarpall.

Trupulleikin er, at "summi" halda, at alt skal liggja so miðskeiðis sum gjørligt. Ongantíð betri enn um alt kundi ligið á Vaglinum. Hetta ber av geografiskum orsøkum ikki til, tí tað endar við plásstroti.

Feskasta dømið um óhepna staðseting er ynskið um at leggja ein Tjóðpall á Skálatrøð. Harvið ger man inntriv í tey alt ov fáu parkeringsplássini, ið longu eru í mun til virksemið í miðbýnum í Havn. Harumframt skapar man tørv á enn fleiri parkeringsplássum. Vit kenna parkeringstrupulleikan frá Norðurlandahúsinum, og við Tjóðleikhúsinum verður hesin trupulleikin enn størri.

Heldur enn at tvinga alt inn í mittastu miðjuna í Havnini, kann Tjóðpallurin leggjast aðrastaðni, har hann er lættari atkomiligur hjá øðrum enn íbúgvum í miðbýnum. Ein tjóðpallur skal jú eisini vera fyri føroyingar uttanfyri Havnina. Tað er órættvíst, at bygdarfólk skulu vera við til at fíggja eina tænastu, tey sjálvi illa fáa atgongd til.
Nú Skálafjarðartunnilin kemur, er vert at umhugsa møguleikan at byggja hendan savnandi bygning uttast á Skálafjørðinum. Tað búgva hóast alt næstan 18.000 fólk í Eysturoy og Norðoyggjum - næstan líka nógv sum í Suðurstreymoy.

Ein staðseting uttast á Skálafjørðinum hevði givið góða meining í mun til tey vitjandi, hevði loyst parkeringstrupulleikarnar, hevði ment mentanarlívið í Eysturoynni og fingið norðurøkini at kent seg betri vird av føroyska "felagsskapinum".

Harumframt hevði tað verið við til at brotið niður nakrar mentalar forðingar hjá havnarfólki, so tey skilja, at "høvuðsstaðurin" ikki bert er Havnin, men alt samanbunda "Meginlandið" við øllum sínum mongu "forstøðum". 

Sámal Matras Kristiansen,
samfelagsfrøðingur



Saturday, March 30, 2019

Bókmenta- og søgugranskarar um Hammershaimb

Í sambandi við 200 ára føðingardagin hjá V. U. Hammershaimb hevur mikið kjak stungið seg upp. Millum annað eru fleiri dygdargóðar greinar skrivaðar á Facebook av bókmenta- og søgufrøðingum. Eg havi valt at citera nakrar teirra á hesum bloggi. 


Bergur Djurhuus Hansen skrivar 27. mars:

Hetta er mest fyri at minna á málgranskaran og yrkjaran Christian Matras, nú øll í kjakinum um Hammershaimb nevna Christer Lindqvist. Kjakið kann minna eitt sindur um staðfestingina hjá Nietzsche: gud er deyður. Fyri flestu vísindafólk (harímillum heimspekingar) var staðfestingin hjá Nietzsche irrelevant og “old news”, men ein almenn, mentanarlig reaktión tók seg upp.

Lindqvist verður í kjakinum um Hammershaimb gjørdur til boðbera og “avdúkara”, og fólk reagera. Men ein av teimum, sum Lindqvist hevur bygt sína gransking á, er Chr. Matras, ið sum kunnugt skrivaði fleiri greinir um føroyskt mál. Sumt av tí, sum Matras skrivaði, var meiri leysligt og hevði onnur endamál enn tey vísindaligu, annað var vísindaligar greinir. Í vísindaligari grein í Scripta Islandica í 1951, “Det færøske skriftsprog af 1846”, skrivaði Chr. Matras um tekstirnar, sum vóru komnir til Keypmannahavnar úr Føroyum í 1845 og skuldu prentast: “Den unge teologiske student fik nu af Rafn stillet den opgave: på grundlag af Jón Sigurðssons “islandificerede” tekst, N.M. Petersens bemærkninger til denne samt – selvfølgelig – Pløyens “svaboske” manuskript at finde frem til en ortografi, der kunde godkendes af den færøske sagkundskab. Det var således en bunden opgave, der blev stillet Hammershaimb, og i det store og hele blev det Jón Sigurðssons forslag, der blev fulgt”. Chr. Matras endar: ”Det væsentligste for os har været at vise, hvordan man i 1846 fandt frem til en færøsk normalortografi efter N.M. Petersens principper”.

Chr. Matras vísir í greinini frá 1951 á, at hugsanirnar handan føroyska skriftmálið komu frá N. M. Petersen, professara á universitetinum í Keypmannahavn, og at ein íslendingur, eingin minni enn Jón Sigurðsson, fekk til uppgávu at gera eitt uppskot, sum ein føroyingur síðani góðkendi við nøkrum viðmerkingum. Lindqvist fer í sínari bók í gjøgnum skjølini og vísir á, hvør hevur gjørt hvat, og tað er neyvt og væl gjørt. Kjarnin í søguni hjá Lindqvist er ikki nýggjur, men granskingin hjá Lindqvist er dømi um neyvleika og hvussu granskarar arbeiða við at byggja á hvønn annan, og m.a. tí bjóðaði Føroyamálsdeildin honum til Føroya at halda fyrilestur. Vilja fólk vita meiri, kunnu tey lesa Chr. Matras, hann er verdur at lesa, og greinirnar er lætt atkomuligar í bókum og tíðarritum.

Hans Andrias Sølvará skrivar 29. mars:


Mytur finnast í øllum samfeløgum, bæði uttanfyri og innanfyri akademia, so tað er kanska ikki so løgið, at tær eisini finnast í Føroyum, har granskingarumhvørvið er veikt og viðbrekið í mun til í størri londum. Tað undrar meg kortini, at ein nýklaktur akademikari ikki tykist hava lagt merki til hvussu leingi og ofta søgan um tann stóra leiklutin hjá Jón Sigurðsson og Niels M. Petersen er fortald ella víst til í viðkomandi bókmentum – fyri lærd eins og leik – fyrr enn Føroyamálsdeildin, ið sami akademikari leggur undir at hava misrøkt sína uppgávu, bjóðar einum svenskum granskara til Føroya at halda fyrilestur um nýggju bók sína um upprunan til føroyska skriftmálið. Føroyamálsdeildin hevur gjørt akkurát tað, sum nýklakti akademikarin leggur deildina undir at hava forsømt – t.e. leggur á ráðstevnu í Føroyum í 2019 ta nýggjastu granskingina um føroyska skriftmálið fram fyri føroyingar.
Søgan um stóra leiklutin hjá Jón Sigurðsson (og Niels M. Petersen og øðrum útlendingum) í tilevnanini av føroyska skriftmálinum er annars fortald ella víst til í m.a. hesum bókmentum.
- Matras, Christian: Det færøske skriftsprog af 1846. Scripta Islandica 2. Uppsala, 1951- Rasmussen, Petur Martin: Den Færøske Sprogrejsning – med særligt henblik på Kampen om Færøsk som Kirkesprog – i national og partipolitisk belysning. Hestprent, Tórshavn, 1987- Rasmussen, Petur Martin: Mangt er í brøgdum vunnið. Um politisku gongdina í málstríðnum. Sprotin, Vestmanna, 1997- Marnersdóttir, Malan and Sigurðardóttir, Turið: Føroysk bókmentasøga 1. NÁM, Tórshavn, 2011- Madsen, Heini: Færøernes hvornår skete det. Skúvanes 1999.- Simonsen, Kim: Literature, imagining and memory in the formation of a nation. Travel writing, canonisation and the formation of a national self-image in the Faroe Islands. Department of Culture and Identity. Roskilde University 2012- Sølvará, Hans Andrias: The Rise of Faroese Separatism. Faroe University Press 2016.- Christer Lindqvist: Untersuchungen Zu Den Gründungsdokumenten Der Färöischen RechtschreibungJohn. Benjamins Pub Co 2018. 
Eivind Weyhe hevur eisini í fleiri framúr góðum útvarpssamrøðum við Jógvan Arge í KVF greitt allari søguni um føroyska skriftmálið og tað gjørdi hann eisini í sjónvarpssendingini O, Móðurmál í KVF . 
Á Føroyamálsdeildini hevur sum starvsfólk á deildina hava greitt frá verið undirvíst í hesum í áravís.



Kim Simonsen skrivar 30. mars: 

Kanska man kann læra okkurt nú! Her er meiri uppá spæl enn Hammershaimb. T.d. at ein verulig umsiting av fortíðar minni og mentanararvinum skal vilja meiri enn »føðingardagsheilsu«-gransking. Verulig gransking opnar eyguni frá tí politisering sum farin ættarlið hava staðið fyri, har tey hava gjørt t.d. Hammershaimb til ein politiskan galliónsfigur fyri teirra egnu rørslu.
Føroyskur minnis- og samleikapolitikkur er soleiðis settur saman, at hann (ofta) ikki vil kreditera: - Útlendingar sum hjálptu okkum (samleikahjálp);- Yvirkommunikera ein og hvønn føroying heldur enn t.d. danir t.d. Díðrik á Skarvanesi fær loyvi at standa sum hin einasti málarin sum var í Føroyum í 19indu øld vegna ein sjovinistiskan tanka um føroyskt DNA;- Útskriva og minka um alt útlenskt.  
Fortíðin er ikki nakað sum vit einaferð kunnu endaliga ásteta. Og eingin eigur patent uppá hesa ella okkara mentanararv. Samtíðin hjá t.d. Hammershaimb var soleiðis, at alt var umstrítt og rok var um alt, hví skulu vit nú øll vera samd um hvussu vit skulu fata tað sum hann gjørdi? Hann var mangan bæði frekur og djarvur, skrivaði t.d. í donsk bløð og skapti rok.  
Nýggj ættarlið koma at endurmeta søguna hjá tjóðini og tá er umráðandi, at tað er loyvt at viðgerða okkara mentan við at víðka og skapa fleiri litir og ikki við at minka hana niður við afturlítandi nostalgi ella grótharðari nationalistiska romantiska hugmyndafrøði. Tey sum seta sær fyri at arbeiða við at umsita fortíðina (á søvnum, innan gransking, skúlum, lærdum háskúlum, tey sum skriva lærubøkurnar, gera tilfar sum t.d. frímerkir og annað) skulu ikki sakralisera hana, tí so drepa tey hana - ella læsa hana fasta - og mentanararvur okkara missur relevansin og kann følna til eina nationalistiska og politiskt korrekta fortíðartulking. Umráðandi er at hesi ikki síggja seg sum eitt slag av savnsvørðum, ið turka støv av verkunum hjá teim “heilagu” deyðu. 
Eitt annað er meiri banalt og snýr seg um fólksliga miðling, at granskarar mangan vita ymiskt sum tey ikki - av einari ella aðrari orsøk - hava fingið miðlað til almenningin enn. Tað krevur eitt gallróp mangan, at fáa kollektiva tilvitið ella minnismentanina millum manna at skilja hvat granskarar eru komnir fram til nú. Ofta dámar fólkum eisini betur mytuna enn nýggja gransking. T.d. tey sum byggja húsini hjá Nólsoyar Pálli byggja ikki á annað enn mytologi og romantik. Eg haldi meg sjálvan hava nýtulka føroyskan tjóðskap munandi og t.d. flutt søguna hjá tjóðini aftur til 1820ini-1850ini, men enn skal eg hoyra um jólafundin sum tann ultimativa byrjanin til føroysku nationalismuna. Tað er eitt sindur sum at siga at áðrenn Elvis var einki. Tað er frekt, tí tey svørtu høvdu t.d. uppfunnið jassin, rokkin, bebop og onnur bluegrass, country so áðrenn Elvis var alt. Áðrenn jólafundin var ikki alt uppá pláss, men nógv, entá Antologiin hjá VUH.





Føroyska umhvørvisliga fótatraðkið

Útgivið á In.fo, Vágaportalinum v.fl.

Meðan eg skrivi hesi orð, siti eg og memoriseri tekst og tónleik til eina framførslu hjá Tórshavnar Kamarkóri á Earth Hour tiltakinum í Havn í kvøld (30. mars). Vit mugu duga alt uttanat, tí øll ljós verða sløkt og ikki er loyvi at brúka telefonir ella líknandi at skeita í. Alt gott um tað: tað er eisini nógv stuttligari og frælsari at syngja uttan nótar.

Havi hugt inn á Facebook-síðuna hjá Earth Hour tiltakinum. Har standa nøkur merkisverd boð, t.d. hesi:

- Tórshavnar Kommuna bjóðar heitt kakao til Earth Hour, og aftur í ár verður heitt á fólk um at taka sín egna kopp við. Hetta fyri at broyta vanan við at brúka einnýtiskoppar. Vit gera eina “koppvelting”!

- Ljós í miðbýnum verða sløkt frá kl. 20.30 til 21.30. Tá fara vit at tendra kertiljós úr føroyskari seyðatálg og hava eina hugnaliga løtu við m.a. røðu, hugleiðingum og kórsangi.

Koppvelting”, ”kertiljós” og ”kórsangur” (unplugged) eru eftir øllum at døma hættirnir vit skulu bjarga jørðini. Alt gott um hetta; hetta er bæði hugnaligt og autentiskt. Tó skerst ikki burtur, at hetta eru sera ”symbolsk” átøk, ið ikki broyta nógv í heildarmyndini.


Føroyska dálkingin í stóran mun útflutt

Eg skrivaði 11. januar í ár eina kronikk í Dimmalætting, har eg vísti á, at føroysku umhvørvishagtølini als ikki er fullfíggjað. Stórur partur av flutnings- og ferðavinnuni, ið er aktiv í føroyskum øki, bunkrar í útlendskum havnum og floghavnum. Føroysku brennievnistølini – og harvið eisini CO2-hagtølini – eru als ikki nøktandi. Reingjaðu tølini leggja grund undir eina misfatan av føroysku dálkingini og harvið eisini undir skeiklaðum politiskum avgerðum á umhvørvisøkinum.

Støðan er tó nógv verri enn so. Umhvørvisliga fótatraðkið (1) hjá føroyingum steðgar ikki við bunkring av brennievni. Føroyingar, ið millumlenda í t.d. Kastrup ella Keflavík, halda fram at dálka, hóast teir sita í útlendskum flogfelagi ávegis til New York ella Dubai. Hetta er í grundini útflutningur av dálking. Hon telur við í búskaparligum og umhvørvisligum uppgerðum hjá øðrum londum, men er í síðsta enda føroysk dálking – framd av ferðarhugaðum føroyingum. Eisini alt føroyska brúkið í fremmanda landinum er í síðsta enda føroysk dálking. Tað krevur tvey at dansa tango. Framleiðsla er treytað av brúki. Hesi eru tvær síður av somu søk!

Tað sama ger seg galdandi, tá føroyingar fara inn í onkran handil í Føroyum. Javnan fáa vit lýsingarspamm sendandi í postkassan, har Elding, Power, Skemman, IDEmøblar, SMS, Vøruhúsið á Hjalla o.s.fr. bjóða okkum nýggjar glæsiligar vørur. Tað sama hendir, tá vit fara út á Youtube alla Facebook. Vit verða støðugt mint á, at vit mugu keypa, keypa, keypa... sumt uttan iva mest til húsaskorð.

Hetta spamm-virksemi er andlitið hjá brúkarismuni. Vit eiga tó at minnast til, at nógv tað mesta, vit brúka í Føroyum – frá stórum til smátt – eru innfluttar vørur. Næstan øll okkara vælferð er innflutt! Hesar vørur hava eisini kravt dálking og CO2-útlát at framleiða og flyta til Føroyar. Hvørja ferð, vit keypa eina nýggja telefon, gerast vit sek í einari langari røð av dálking og menniskjaligum vanlagnum. Onkur congolesiskur unglingi er kanska deyður í einum rapaðum coboltnámi, fyri at tú skuldi sleppa at taka eina festliga Sangría-selfie í Sevilla.

Hvørja ferð vit innflyta eina vøru úr útlondum, útflyta vit eisini dálking til eitt annað land. Brúk er ein medalja við eini skínandi forsíðu og eini myrkari baksíðu. Her skal sjálvandi viðmerkjast, at framleiðsla kann vera meiri ella minni umhvørvisvinarlig og burðardygg. Í sær sjálvum er tað skilagott at framleiða skynsamt heldur enn at dálka fyrilitarleyst. Tað ger eisini mun, hvørjar vørur, vit velja.

Vilja vit veruliga gera nakað við umhvørvið, skulu vit tó eisini hyggja eftir samlaða brúkinum. Okkara umhvørvisliga fótatraðk stavar ikki bert frá okkara egnu framleiðslu, men eisini frá útlendingum í Føroyum, frá føroyingum í útlondum og frá okkara risastóra innflutningi av vørum.


Vendið materialismu og brúkarismu bakið!

Í váða fyri at ljóða sum ein umhvørvisprædikantur fari eg at seta upp nøkur dømi um, hvat vit kunnu gera fyri veruliga at gera mun á umhvørvisøkinum. Í høvuðsheitum mugu vit gera upp við ”materialismuna” og ”brúkarismuna” (2), ið hevur eyðkent búnu ”mongdarbrúkssamfeløgini” (3) seinastu nógvu áratíggjuni. Eisini eiga vit at fara burtur frá lineeru ”brúka og blaka burtur”-mentanini og flyta okkum yvir í eina meiri cirkulera ”endurbrúks”-mentan.

1) Keyp helvtina færri klæði. Lat teg ikki lokka av lýsingum, men brúka heldur gomul klæði, ið tú longu eigur. Lær teg at umvæla klæði, ið skrædna. Lat klæði ganga í arv, tá børnini vaksa úr teimum. Skalt tú keypa klæði, far so heldur í Reyða Kross enn í SMS. (Bonuságóði: tá koma pengarnir eisini fátøkum børnum í Afrika til góðar!)

2) Keyp varandi vørur heldur enn skrambul. Heldur enn at skula keypa nýggjar møblar og húsbúnað í heilum, kanst tú keypa ting við betri góðsku, ið eisini kunnu umvælast, um tey fáa smærri snuddir. Hóast tað kann tykjast ”giggut” at keypa brúktar vørur, er tað ein sannroynd, at gomul ting ofta eru dygdargóð (tað er tí, tey eru gomul). Heldur enn altíð at hoppa upp á tann nýggjasta mótan, eigur tað at gerast cool at hava ”ommuting” í sínum køki.

3) Keyp tænastur heldur enn vørur. Heldur enn at brúka túsundtals krónur upp á at keypa nýggjar telefonir, sjónvørp o.s.fr. kanst tú fara til sjónleikir, konsertir og annað spennandi, ið fyriferst í lokalumhvørvinum. Heldur enn at útflyta dálking til fátøk menningarlond, kanst tú gerast ein aktivur partur av tínum umhvørvi. Kanska byrjar tú sjálvur at spæla sjónleik ella syngja í kóri? Tað er ikki ósannlíkt, at ein minni materialistiskur lívsstílur kann geva tær størri eydnusemi, tá tú hevur vant teg av við materialistiska ”rúsin”.

4) Avtak MVG á tænastur, varðveit MVG á gerandisvørur og hækka MVG á luksusvørur. Fyri at skunda undir transitiónina frá einum brúkarasamfelagi til eitt tænastusamfelag, ber til at differentiera MVG-byrðuna. Til dømis ber til at avtaka MVG á tænastur, so tað fer at loysa seg betri at undirhalda, undirvísa, sýna umsorgan o.s.fr. heldur enn at selja materiellar vørur. Minkandi MVG-inntøkan kann vinnast innaftur við at leggja hægri MVG á luksusvørur sum sjónvørp, teldur, telefonir o.s.fr.

5) Ferðast meiri lokalt og minni globalt. Heldur enn at leggja teg á strondina í Gran Canaria, kundi tú farið at vitja systur tína í Porkeri, so systkinabørnini læra hvønn annan betri at kenna. Heldur enn at fara á skíferð til Alpurnar, kundi tú farið á flot við pápa tínum og lært børnini hjá tær at fiska. Heldur enn at fara á námsferð til Amsterdam, kundu tit farið ein túr til Suðuroynna og soleiðis lært Føroyar betri at kenna.

Ein annar fyrimunur við at minka um brúkarismuna er, at vit í staðin fyri at keypa nýtt heldur velja at endurbrúka og umvæla vørurnar. Hetta skapar eina rúgvu av nýggjum tænastustørvum í Føroyum. Vit halda á tann hátt meiri arbeiði í Føroyum og fáa harumframt minni rusk at burturbeina. Tað skal sigast, at hetta sjálvandi fer at merkja, at vit flyta okkum frá verandi detailhandli yviri til ein størri umvælandi sektor. Fleiri av brúkaristisku glæstriborgunum mugu lata aftur og heldur skapa rúm fyri meiri burðardyggum tænastubúðum.

Sámal Matras Kristiansen,

samfelagsfrøðingur, ritstjóri

1) Við hesum meinast ikki heilt tað sama sum Ecological Footprint. Tað hevði tó eisini verið áhugavert at fingið at fingið eina føroyska uppgerð av hesum. Tað krevur tó munabetri hagtalsgrundarlag.
2) Consumerism
3) Mass Consumption Societies. Sí t.d. klassisku búskaparmenningarmodellina hjá W. W. Rostow.


---

Tíðindamaðurin Áki Bertholdsen skrivaði stutt eftir hetta lesarabrævið hesa grein á In.fo.


Í Havnini verða øll ljós í miðbýnum í Havn sløkt í ein tíma. Hetta er symbolsk tiltøk, sum ikki broyta nógv men tað ber til at gera mun, heldur samfelagsfrøðingur, sum sjálvur hevur nøkur góð ráð um, hvat hvør einstakur av okkum kann gera fyri at gera mun av álvara
Í kvøld er »Earth Hour”, har vit sløkkja ljósið í ein tíma fyri at minna okkum á at fara væl við náttúruni og jørðini.
Fleiri staðni í Føroyum verður eisini skipað fyri tiltøkum í hesum sambandi, eisini í Havnini, har kommunan bjóðar heitt kakao, har heitt verður á fólk um at hava sín egna kopp við. Hetta fyri at broyta vanan við at brúka einnýtiskoppar. Tey fara eisini at tendra kertiljós úr føroyskari seyðatálg og hava eina hugnaliga løtu við røðu, hugleiðingum og kórsangi.
– Alt gott um hetta, tí hetta er bæði hugnaligt og autentiskt. Tó skerst ikki burtur, at hetta eru sera ”symbolsk” átøk, ið ikki broyta nógv í heildarmyndini. 
Tað heldur Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur, ritstjóri. Hann er virkin í almenna kjalinum.
Hann heldur, at vilja vit av álvara gera mun, skulu vit hyggja eftir øllum tí, vit brúka Okkara umhvørvisliga fótatraðk stavar ikki bert frá okkara egnu framleiðslu, men eisini frá útlendingum í Føroyum, frá føroyingum í útlondum og frá okkara risastóra innflutningi av vørum, sigur hann. 
Í váða fyri at ljóða sum ein umhvørvisprædikantur nevnir hann kortini nøkur dømi um, hvat vit kunnu gera fyri at gera mun á umhvørvisøkinum av álvara.
– Í høvuðsheitum mugu vit gera upp við materialismuna og brúkarismuna. ið hevur eyðkent samfeløgini seinastu nógvu áratíggjuni. 
Eisini eiga vit at fara burtur frá ”brúka og blaka burtur”-mentanini og flyta okkum yvir í eina meiri endurbrúksmentan, heldur hann.

Friday, January 11, 2019

Ferðavinnan og burðardygd eru mótsetningar


Vit upplivdu stutt fyri jól eitt øðrvísi mótmælistiltak uttanfyri Løgtingið. Ungfólk høvdu skipað fyri ein um “veðurlagsverkfalli”. Hóast tiltakið ikki var stórt, so er hetta bert enn eitt dømi um, at umhvørvistilvitskan er í vøkstri, serliga millum yngra ættarliðið – tey, ið sum kunnugt skulu liva við langtíðaravleiðingunum av umhvørvisdálkingini.

Føroyingar eru seinnu árini vorðnir alsamt meiri tilvitaðir um dálking av ymiskum slagi. Fyrr varð umhvørvi í stóran mun skúgvað til viks sum ein óviðkomandi partur av samfelagnum. Búskaparvøkstur og arbeiðspláss vóru tað, ið taldi í okkara “ídnaðarsamfelagi”. Vit eru í løtuni við at førka okkum inn í eitt “post-ídnaðarsamfelag”, tvs. eitt samfelag, har ídnaður fær minni týdning og m.a. umhvørvi fær størri týdning.

Vit síggja eina rúgvu av rákum, ið eru avleidd av hesi yvirskipaðu samfelagsbroyting. Burðardygg stovnsrøkt er vorðin eitt óundansleppiligt argument í kjakinum um føroyska fiskivinnu. Skiftið frá svartari til grøna elframleiðslu hevur fingið fastatøkur. Elbilar koyra á vegunum. Húsarhald velja sær grønari orkuloysnir. Alsamt meiri rusk verður endurnýtt ella endurvunnið. Fólk mótmæla larmi og royki frá stórum skipum á havnarløgunum. Seinastu tíðina er trupulleikin við skaðiligum árininum frá alivinnuni eisini komin á dagsskrá.


Umhvørvi og vøkstur kunnu ganga hond í hond

Grundleggjandi merkir hendan hugburðsbroyting, at vit eru farin at síggja vøkstur og dálking sum tvær síður av somu søk. “Koyr á vestfallið” er ei longur ein góðtikin hugburður. Tá vit skapa búskaparlig virði, nýta vit eisini tilfeingi og dálka umhvørvið. Tørvur er á at lofta hesum spilli og hesi dálking, soleiðis at tað kann endurnýtast, endurvinnast ella beinast burtur á ein minni skaðiligan hátt. Nógv ber til, um bara man vil - og hevur ráð. Sjálvandi er tað kostnaðarmikið at umstilla føroyska samfelagið til grønari orkunýtslu, men ein slík transitión førir eisini við sær nógvar hátøkniligar vinnumenningarmøguleikar.

Føroyar eiga at flyta seg mótvegis fleiri “grønum vinnugreinum”. Hetta merkir, at umhvørvisdálkandi vinnur sum fiskivinna, ídnaður, flutningur, aling og landbúnaður mugu umskipast. Tað kann ei longur vera eitt mál í sær sjálvum at økja búskaparligu úrtøkuna frá hesum vinnum. Summi droyma um størri landbúnað í Føroyum, men vit mugu gera okkum greitt, at hetta eisini førir við sær meiri slit á umhvørvið. Vilja vit tað?

18. oktober í ár stóð tó soleiðis at lesa á Kringvapinum: “Útlátið av vakstrarhúsgassi frá ídnaði á landi í Føroyum hevur ongantíð verið so stórt sum nú. Útlátið av koltvísúrni frá ídnaði á landi er nú næstan 90.000 tons, og tað er ein tvífalding síðani 2012.” Sum er mugu vit bara staðfesta, at í praksis raðfesta vit vøkstur fram um umhvørvi. Tað fara at ganga nøkur á, áðrenn umhvørvistankagongdini veruliga slær ígjøgnum í Føroyum.


Ferðavinnan – eitt umhvørvsiligt columbusegg... ella hvussu?

Ein av skjótt vaksandi vinnunum í Føroyum í løtuni er ferðavinnan. Í mun til so nógvar aðrar vinnur, ið hava fingið vánaliga umtalu seinastu árini, stendur ferðavinnan sum ein reinlætin og eintýðugt góð vinna, ið einans ríkar okkara land uttan nakrar avleiðingar.

Men er tað so einfalt? Eitt eru tær avleiðingar, ið lokalsamfeløg og natúrperlur í landinum uppliva vegna stóra ferðafólkatrýstið. Niðurtraðkaðar lundaholur í Mykinesi og “This is not Disneyland”-mótmælisskilti í Saksun eru nakrar av ímyndunum, vit hava fingið av ferðavinnuni seinasta árið. Ein onnur avleiðing er útleigingin av bústøðum til ferðafólk, ið ger bygdir og býlingar hálvgum manntómar fyri fastbúgvandi fólki. Annars verður ferðavinnan ofta hildin at vera ein “rein” vinna, ið ikki plágar okkara umhvørvissamvitsku stórvegis. Men so einfalt er tað ikki.

Ein vinkul, ið sjáldan verður havdur á lofti er CO2-útlátið frá ferðavinnuni. Ferðavinnan er í grundini ein rættiliga stórur syndari á hesum økinum. Tíverri eru vit blind fyri hesum tølunum, tí vit einans fokusera á okkara innlendis dálking. Tó skal vísast á, at tað eru tríggjar stórar keldur til CO2-útlát (og aðra dálking), ið eiga at takast við, tá ferðavinnan verður viðgjørd.

1) Sjóflutningurin til og frá Føroyum.
Nógv ferðafólk koma til Føroya við Norrønu ella við stórum ferðamannaskipum. Hesi skip nýta nógva orku og hava sostatt stórt útlát. Hóast oljan í stóran mun er keypt í øðrum londum, er nýtslan rættað móti Føroyum. Tá ferðafólkaskip sigla millum Føroyar og útlond, er talan um eitt CO2-útlát hjá føroysku ferðavinnuni. Umframt hetta kemur økti vørutørvurin og byggitørvurin vegna ferðavinnuna, ið  eisini er við til at økja um flutningin til og frá Føroyum. Vit kenna ikki hesi tølini – og vilja helst ikki kenna tey. Men í einari meting av føroyskari ferðavinnu, eiga slík roknistykki at verða framd.

2) Flogflutningurin til og frá Føroyum.
Loftvegis ferðafólkaflutningurin er alsamt vaksandi. Í 2017 komu 341.388 fólk um floghavnina, og í ár verður talið enn hægri. Hesin flutningur er í alsamt størri mun rættaður móti ferðavinnu í Føroyum. Tískil eiga eisini hesi tøl at verða tikin við í eini meting av føroyskari ferðavinnu. Verður hugt inn á heimasíðuna hjá Umhvørvisstovuna er annars lætt at fáa ta fatan, at tað gongur rætta vegin við útláti av vakstrarhúsgassi hjá flogferðslu, men sum tey sjálvi skriva, so er hetta tí, at nýggju flogførini hjá Atlantic bunkra størsta partin av oljuni uttanlanda. Hetta er tó at sminka føroyska veðurlagsroknskapin, tí tað er líkamikið fyri CO2-útlátið, um oljan er bunkrað í Føroyum ella aðrastaðni.

3) Øktur innlendis flutningur í Føroyum.
Ferðafólkini, ið koma til Føroyar, skulu í stóran mun flytast runt í landinum. Hetta kann til dømis gerast í ferðafólkabussum ella við at ferðafólk leiga sær bilar. Alt hetta er eisini avleitt av ferðavinnuni og eigur at takast við, tá ferðavinnan verður mett umhvørvisliga.


Fleiri onnur viðurskifti kundu verið tikin við, men hesar trýggjar dálkingarkeldur áttu at verið nóg mikið til at vísa á, at ferðavinna als ikki er nøkur grøn vinna, tvørt ímóti.

Gransking hevur víst, at ferðavinna í dag telur heili 8% av globala CO2-útlátinum. Hetta er tríggjar ferðir meiri enn man upprunaliga helt. Spennandi hevði verið at sæð eina greining av hvussu stórt CO2-útlátið hjá samlaðu føroysku ferðavinnuni í grundini er.


Spoiled! Exploited! Unbelievable!

Vit vita ikki neyvt hvussu stórur partur av føroyska CO2-útlátinum er ferðavinnurelateraður, men talið er uttan iva nógv hægri enn vit gera okkum far um. Landsstýrið ynskir at gera sítt fyri at røkka sonevndu Heimsmálunum fyri Burðardygd hjá ST. Tá tað kemur til el-framleiðslu eru vit sum vera man á rættari kós, men á nógvum øðrum økjum hava vit stórar trupulleikar. Meðan pílarnir venda rættan veg á orkuøkinum, venda pílarnir púrt skeivan veg á ferðavinnuøkinum.

Skulu vit taka intentiónirnar hjá Landsstýrinum seriøst, má ferðavinnutengt útlát eisini takast við í roknistykkið. Síðani mugu átøk gerast, so ferðavinnan verður so grøn sum gjørligt. Kanska ber tað til at minka um ferðafólkamongdina, men hinvegin økja um ferðafólkagóðskuna? Kanska kunnu vit fáa færri ferðafólk til Føroya, men vinna munandi meiri pening burtur úr hvørjum einstakum ferðafólki? Kanska kunnu Føroyar gerast eitt “grønt ferðamál”, ið fær tey ríkastu ferðafólkini at koma hendan vegin, júst tí vit eru grøn?

“Unspoiled, Unexplored, Unbelievable” er í dag at meta sum “vánaligt skemt” og í grundini beinleiðis følsk vørulýsing. Men kanska ber til at førka føroyska ferðavinnu á eina meiri burðardygga leið. Enn so leingi hevði meiri hóskandi slagorð verið: “Spoiled! Exploited! Unbelievable!”


Stórur tørvur á fullfíggjaðum CO2-hagtøl

Í áhugaverdari grein í Dimmalætting 19. Oktober skrivaðu Anna Sofía Lava og Annika Mouritsen soleiðis “Arktisku siglingarleiðirnar, ið liggja kring Føroyar, eru áhugaverdar, tí at tað verður bíligari at flyta vørur tvørturum heimin; fer at minka um CO2-útlátið; minka um siglingartíðina; og knýta fýra teir størstu búskapirnar í heiminum saman.” Hetta er tó ein nakað mótsigandi útsøgn, tí við hesum verður jú óbeinleiðis sagt, at við at økja um CO2-útlátið, fer meiri ísur at bráðna, soleiðis at vit minka um CO2-útlátið... Hatta lata vit líka standa ein løtu.

Flutningvinnurnar koma uttan iva at fáa enn størri týdning fyri Føroyar framyvir, men tá víst verður til, at hetta kann minka um samlaða flutningstengda CO2-útlátið, merkir tað hinvegin, at størri partur av CO2-útlátinum fer fram í føroyskum øki. Eg valdi at spyrja Umhvørvisstovuna um hvørji tøl eru tøk á hesum økinum. Tey svaraðu, at føroysk tøl ikki umfata før, ið bunkra uttanlands. Sambært altjóða vegleiðing er ein høvuðsregla er, at bunkringar uttanlands ikki telja við. Eisini liggja útlát frá handilsskipum, sum bunkra í Føroyum uttanfyri føroysku uppgerðirnar, tí tað verður bólkað í “International bunkers”. Alt hetta gevur eina púrt skeiva mynd av føroyska CO2-útlátinum.

Eitt er hvørji tøl altjóða stovnar krevja av okkum, eitt annað er hvørji tøl vit framleiða til okkara egnu nýtslu. Vit eiga eisini at telja tað útlát við, ið stendst av farma- og fólkaflutningi til og frá Føroyum – og umvegis Føroyar sum transitland. Hetta er alt ein partur av samlaða umhvørvisroknskapinum hjá Føroyum. Hetta er okkara svarta umhvørvissamvitska.

Tá samlaða CO2-útlátið fyri samlaða Føroyska búskapin er gjørt upp, fáa vit eina rættvísari mynd av trupulleikanum og kunnu harvið eisini velja røttu loysnirnar. Eg misteinki tó, at politiska skipanin helst ikki vilja síggja hesa myndina, tí hon krevur nakrar rættiliga ógvusligar avgerðir, ið kosta búskaparliga. Góðu tíðindini eru hinvegin, at Umhørvisstovan hevur ætlanir um at fáa tøl til vega um hesi viðurskifti. Vit sleppa neyvan at liva í "eydnusamari óvitsku" leingi afturat.

Vónandi verða vit klókari um ikki so langa tið, so vit kunnu kjakast á meiri kunnaðum støði um CO2-trupulleikan hjá Føroyum. Landsstýrið sigur seg í hvussu er vilja taka Heimsmál 13 um veðurlagsátøk seriøst. Løgmaður segði m.a. soleiðis á ráðstevnu um Heimsmálini 23. Februar í ár: “Sum ein ábyrgdarfullur partur í altjóða samfelagnum eiga Føroyar, á sama hátt sum onnur lond, at taka menningarmálini hjá ST til sín og eftir førimuni royna at røkka teimum. Og tað hava vit í landsstýrinum eisini valt at gera.”

Sámal Matras Kristiansen,
samfelagsfrøðingur og geografur (síðugrein)

Wednesday, January 9, 2019

Hví skulu vit hava kommunur?

Prentað sum tíðargrein í Sosialinum 9. januar 2019

Tá Skálafjørðurin er boraður ígjøgnum, eru fólkatungu økini í Vágum, Streymoy, Eysturoy og Borðoy at meta sum forstaðir í “Stór-Tórshavn”. Vágaleiðin, Vestmannaleiðin, Sundaleiðin, Skálafjarðarleiðin og Eysturleiðin eru tá “fingrar” í hesum býi. 

Áhugavert kjak hevur í seinastuni verið um kommunusamanlegging. Kári Egholm Jacobsen, býráðslimur í Runavíkar kommunu skeyt triðja jóladag upp at leggja kommunurnar kring Skálafjørðin saman í eina kommunu, ið kundi virka sum ein mótvekt móti Tórshavnar kommunu. “Tann nýggja kommunan við meira enn 10.000 borgarum um 10 ár ella??” var fangandi yvirskriftin hjá vinnulívsmanninum.

Mótmæli hoyrdist síðani frá borgarstjóranum í Eiðis kommunu, Jógvan í Skorini, ið vísti á, at smáar kommunur saktans kunnu hava skynsamari rakstur enn størri kommunur. Hann vísti m.a. á, at Runavíkar kommuna hevur hægri skattatrýst enn Nes og Sjóvar kommunur. (Eiðis kommuna hevur enntá enn lægri skattatrýst).

Meiningin hjá Kára Egholm Jacobsen er sera relevant og í grundini proaktiv, tí hann setur hol á eitt kjak, ið fer at gerast enn meiri átrokandi um nøkur ár, tá Skálafjarðartunnilin er vorðin veruleiki og Sandoyartunnilin er í gerð. Meiningin hjá Jógvani í Skorini ber hinvegin brá av einum reaktivum borgarstjóra, ið óttast, at Eiðis fer at missa sítt sjálvræði. Hetta er eisini eitt relevant sjónarmið, tí við størri kommununum vil rákið móti økisligari (regionalari) miðsavning styrkjast. Ein Skálafjarðarkommuna vil natúrliga miðsavnast kring Runavíkina, ein Norðoyakommuna vil natúrliga miðsavnast kring Klaksvík o.s.fr. Eiðis kommuna hevur somuleiðis rætt í, at ein samanløgd Sunda- og Eiðis kommuna hevði ført við sær ávísa miðsavning kring Streymin.



Kommunur fatast aftureftir, men lívið má livast frameftir

“Livet forstås baglæns, men må leves forlæns”, segði heimspekingurin Kierkegaard á sinni.

Mær tykist sum kommunali geirin í stóran mun er vorðin ein anakronisma, í hvussu er í verandi líki. Samfelagið er ikki tað sama í dag sum í farnu øld. Føroyar eru í dag eitt heilt annað samfelag, enn vit vóru í 1900 ella í 1950. Ja, Føroyar eru enntá munandi broyttar bara síðani kreppuna í 1990’unum. Í dag eru Føroyar samanbundnar við tunlum, undirsjóvartunlum og góðum, breiðum vegum.

Meginparturin av landinum er í dag at meta sum ein stórur, samanhangandi býur. Verða Føroyar samanbornar við økið kring Keypmannahavn, sæst at Vágar, Streymoy, Eysturoy og Borðoy ikki strekkja seg longur út enn fingrarnir í “Storkøbenhavn”, har Sandavágur er sambærligur við Ishøj, Vestmanna við Høje Taastrup, Hósvík við Ballerup, Toftir við Gentofte og Klaksvík við Humlebæk. Tá Sandoyartunnilin kemur, er strekkið úr Havn til Skopunar ikki meiri enn ein túrur av Ráðhúsplássinum út á Dragør.

Veruleikin anno 2019 er, at meginparturin av føroyingum búgva í einum rættiliga avmarkaðum øki. Veruleikin er tískil eisini, at okkara praktiski gerandisdagur er samanbundin tvørtur um tey kommunumørk, ið avmarka okkum. Kommunurnar høvdu eitt endamál, tá samfelagið framvegis var sundurpettað í spjaddar bygdir og oyggjar. Í hundraðáraskeiðnum 1866 til 1967 høvdu vit kommunusundurspjaðingar, ið góvu góða meining í mun til táverandi samfelagsbygnaðin. Síðani hava vit upplivað eina stóra infrakervis- og tøknibroyting av samfelagnum. Longu tá Nes og Runavíkar kommunur fóru sundur í 1967, var samfelagsrákið vent. Vit hava síðani upplivað kommunusamanleggingar og kommunal samstørv, ásannandi, at gamli kommunali bygnaðurin als ikki er tíðarhóskandi longur.



Kommunurnar eru ein borgaratænasta, ikki eitt mál í sær sjálvum

Enn eru gaman í orsøkir til at varðveita smáu kommunurnar. Serliga síðani valdømini vórðu avtikin, tykjast kommunurnar sum ein síðsti skansi hjá bygdunum at verja seg móti miðsavningini av samfelagnum. Jógvan í Skorini er gott dømi um borgarstjóra, ið roynir at verja borg. Men ein onnur orsøk hjá borgarstjórum og bygdaráðslimum at varðveita sínar kommunur er sjálvandi teirra egna valdspositión. Ein bygdaráðslimur í lítlari kommunu veit, at hann fær trupult at verða valdur í einari samanlagdari kommunu. Í staðin noyðist hann at søkja ávirkan í einari staðbundnari nevnd. Ein borgarstjóri í lítlari kommunu veit, at hann helst bert verður meinigur býráðslimur í samanløgdu kommununi, tí fleiri onnur eru eru um boðið at gerast borgarstjórar.

Við øðrum orðum hava kommunurnar eitt ynski um at varðveita seg sjálvar fyri sína egnu skuld.

Í øllum hesum mugu vit tó ikki gloyma, at kommunur ikki eru smá “kongsríki”, men almennir stovnar, ið skulu veita sínum borgarum tænastur og vælferð. Neyðugt er at fasthalda, at kommunurnar eru til fyri at tæna borgarunum, ikki umvent! Gaman í eru kommunurnar framvegis “lokalir felagsskapir”, men hesin leiklutur er vorðin so minimalur, at hann í sjálvum sær er ein ov veik grundgeving fyri kommunala sjálvræðinum.

Kommunurnar í dag hava heilt onnur málsøki enn tær høvdu fyri hundrað árum síðani, ja bara fyri 50 og 25 árum síðani. Nú á døgum eru kommunurnar vorðar sonevndar “vælferðarkommunur”. Heldur enn at loysa lokalar, tekniskar uppgávur, er kjarnuuppgávan flutt til at veita borgarunum vælferð, t.d. barnaansing, skúla, kvøldskúla, eldrarøkt o.s.fr. Nógvar av teknisku uppgávunum eru vegna stórrakstrarfyrimunir fluttar í landsumfatandi felagsskapir (IRF, SEV). Men eisini vælferðaruppgávurnar eru vorðnar so umfatandi, at tær ikki kunnu loysast av smáu kommununum. Neyðugt hevur tí verið at stovnseta økissamstørv, ið kunnu lyfta eldrarøkt, barnavernd, skúla o.s.fr. Bert fáar kommunur eru nóg stórar til at lyfta hesar uppgávur einsamallar.

Umframt hetta eru nógvar av skrivstovutænastunum hjá kommununum avlastaðar gjøgnum vælvirkandi heimasíður og teldupostskipanir, har borgarin kann fáa ta kunning og ta hjálp, honum tørvar. Heldur ikki umsitingarligi nærleikin er longur ein grundgeving fyri kommunala sjálvræðinum, kanska tvørt ímóti. Smáu korini gera jú váðan størri fyri vina- og kenningapolitikki.



Hví ikki avtaka kommunurnar?

Tað er kærkomið, at Kári Egholm Jacobsen hevur sett hol á tabuevnið kommunusamanleggingar. Við fólkaatkvøðuni um nýggjan kommunubygnað í 2012 fingu vit eitt haldkjaft-bomm, ið effektivt køvdi kommunusamanleggingargongdina, ið annars var komin væl áleiðis um tað mundið.

Nú er tíð at koma víðari, serliga eftir at vit nú uppliva eina stóra infrakervisliga kollvelting við Skálafjarðar- og Sandoyartunlunum, ið knýta enn fleiri borgarar enn nærri saman. Hesir tunlar eru game-change’arar. Teir binda ikki bert Føroyar saman, men broyta fullkomiliga hvat Føroyar eru. Føroyar eru ei longur eitt spjatt oyggjaland, men í høvuðsheitum ein samanhangandi býur við nøkrum einstøkum bygdum/oyggjum, ið fella uttanfyri felagsskapin á “Meginlandinum”.

Sum tíðin gongur fara kommunurnar í størri mun at kennast sum ein spennitroyggja hjá hvørjum einstøkum borgara. Ymiskar kommunur hava ymiskt skattatrýst, ymiskar frádráttarskipanir og ymiskt tænastustøði. Við øðrum orðum kann ikki longur sigast, at kommunurnar eru ein garantur fyri einum jøvnum vælferðarstøði millum føroyingar. Heldur eru tær ein hóttan móti einum jøvnum vælferðarstøði. Nakrar kommunur eru ríkar og kunnu bjóða høgt tænastustøði umframt lágt skattatrýst og høgan barnafrádrátt. Aðrar kommunur eru fátækar og mugu lækka tænastustøði og barnafrádrátt, umframt at tær mugu hava eitt høgt skattatrýst. Borgarar í ávísum kommunum verða tískil revsaðir fyri nøkur viðurskifti, teir ikki hava stórvegis møguleika at ávirka – annað enn við at flyta. Hetta er institutionaliserað órættvísi.

Ein loysn er sum vera man at skipa eina holla kommunala útjavning, til dømis við innlendis blokkstuðli ella felags skattainnkrevjing. Við at avtaka kommurnar sleppa vit tó undan hesum kjaki, tí tá verður møguligt at skipa vælferðartænasturnar í Føroyum eftir einum felags, samhaldsfastum leisti.

Eisini loysir hetta trupulleikan við, at borgarar verða stavnsbundnir í eini kommunu. Tá Skálafjarðartunnilin kemur, kann saktans hugsast, at tað er skilagott hjá toftakonu, ið arbeiðir í Havn, at koyra børn síni í barnagarð í Hoyvík. Tað kann eisini hugsast, at ein arbeiðsmaður úr Argjum, ið arbeiðir á Glyvrum, hevur fyrimun av at hava kommunulækna í Runavík. Vit kunnu eisini ímynda okkum, at ein gomul illgongd heimasandskona verður koyrd á røktarheim á Sandi, tó at dótturin er flutt til Klaksvíkar at búgva. Tá hevði helst verið lættari, um gamla konan slapp á røktarheim í Klaksvík, so dótturin kundi vitja hana javnan. Nógv onnur slík dømi er um hvussu okkara vælferð ei longur passar í trongu smáu kommunalu kassarnar.

Eisini kann nevnast, at við kommunusamanlegging kunnu vit eisini fáa eina skilabetri økisplanlegging. Sum nú er royna kommunur hvør í sínum lagi at finna loysnir til at staðseta ídnað. Nógvar av hesum loysnum eru sera óhepnar og gera seg inn á bústaðarøki ella umhvørvisperlur. Eisini eru dømi um, at kommunur kappast móti hvørjum øðrum í royndini at fáa fyritøkur at staðseta seg røttu megin kommumarkið. Við færri ella ongum kommunum kundu vit hinvegin staðsett mest dálkandi ídnaðin á nøkrum fáum, úrvaldum økjum, soleiðis at bústaðarøki og umhvørvisperlur sleppa undan royki, larmi og aðrari dálking.

Fyri hvønn einstakan borgara hevur tað minni at siga, um koyrast skal eina løtu til arbeiðsplássið. Men fyri kommunukassarnar hevur tað alstóran týdning, at virksemið er staðsett røttumegin kommunumark. Av hesi orsøk hava vit seinnu árini sæð nógva ídnaðarmenning fara fram á sera óhóskandi støðum og á sera óhóskandi hátt.

Vónandi fáa vit skjótt eina uppferð við sera óhóskandi kommunubygnaðin innan alt ov langa tíð.

Sámal Matras Kristiansen,
samfelagsfrøðingur,
3. januar 2019

Prinsar, prinsessur og pandabjørnir

Prentað sum tíðargrein í Norðlýsinum 21. mai 2019 Flestu tykkara hava helst sæð tær: pandabjørnirnar Xing Er og Mao Sun í djóraga...