Skip to main content

Posts

Showing posts from October, 2005

Valdømini – eru tey so galin hóast alt?

Ein støðugt afturvendandi spurningur, ið ferð verður havdur á lofti, er trupulleikin við teimum sjey føroysku valdømunum og øllum teimum vansunum tey føra við sær. Minni verður tosað um ta grundleggjandi funktiónina, ið valdømini hava, og sjáldan verður nomið við teir veruligu trupulleikarnar, ið standast av valdømunum. Heldur verður ferð aftaná ferð trivið í meiri at kalla útvatnað argumentir um avlagaða umboðan flokkana millum og ”bíligar” tingmenn úr minstu valdømunum. Í hesi kronikkini ætli eg at viðgera partar av kjakinum um valdømini, men samstundis at vísa á nakrar av teimum veruligu – og álvarsligu – trupulleikinum, ið gera eina ávísa broyting av valskipanini so átroðkandi.

Sámal Matras Kristiansen

· Í 1998 gjørdist Javnaðarflokkurin næststørsti flokkurin við 6.063 atkvøðum, meðan Fólkaflokkurin gjørdist triðstørsti flokkurin við 5.886 atkvøðum. Tó fekk Javnaðarflokkurin einans 7 tingmenn, meðan Fólkaflokkurin fekk 8, og kundi havt fingið ein afturat, um betri hevði hepna…