Wednesday, October 5, 2005

Valdømini – eru tey so galin hóast alt?

Ein støðugt afturvendandi spurningur, ið ferð verður havdur á lofti, er trupulleikin við teimum sjey føroysku valdømunum og øllum teimum vansunum tey føra við sær. Minni verður tosað um ta grundleggjandi funktiónina, ið valdømini hava, og sjáldan verður nomið við teir veruligu trupulleikarnar, ið standast av valdømunum. Heldur verður ferð aftaná ferð trivið í meiri at kalla útvatnað argumentir um avlagaða umboðan flokkana millum og ”bíligar” tingmenn úr minstu valdømunum. Í hesi kronikkini ætli eg at viðgera partar av kjakinum um valdømini, men samstundis at vísa á nakrar av teimum veruligu – og álvarsligu – trupulleikinum, ið gera eina ávísa broyting av valskipanini so átroðkandi.

Sámal Matras Kristiansen

· Í 1998 gjørdist Javnaðarflokkurin næststørsti flokkurin við 6.063 atkvøðum, meðan Fólkaflokkurin gjørdist triðstørsti flokkurin við 5.886 atkvøðum. Tó fekk Javnaðarflokkurin einans 7 tingmenn, meðan Fólkaflokkurin fekk 8, og kundi havt fingið ein afturat, um betri hevði hepnast í Suðuroynni, har einans 6 atkvøður restaðu í at Fólkaflokkurin fekk tann níggjunda tingmannin.

· Í 2004 gjørdist Sambandsflokkurin størsti flokkurin við 7.501 atkvøðum, meðan Javnaðarflokkurin gjørdist næststørstur við 6.921 atkvøðum og Tjóðveldisflokkurin gjørdist triðstørstur við 6.890 atkvøðum. Tó fingu Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin einans 7 tingmenn, meðan Tjóðveldisflokkurin fór avstað við 8 tingmonnum.

· Í 2004 slapp Páll á Reynatúgvu inn á ting fyri Tjóðveldisflokkin við einans 173 atkvøðum, meðan ein rúgva av valevnum úr øðrum valdømum fingu nógv fleiri atkvøður, tó uttan at sleppa á ting.

Slíkt verður mangan havt á lofti, tá ið borið verður fram, at núverandi valskipanin er ”órættvís”, og at valskipanin tískil eigur at broytast – helst soleiðis at einans eitt valdømi er, tí á hendan hátt ber til at røkka matematiskum rættvísi í øllum førum. Hetta kundi tó eisini verið loyst, um færri vórðu valdømisvald, og sostatt fleiri eykavald. Um talið á eykavaldum var tað tvífalda, høvdu hesi mandatini útjavnað avlagingina, ið stendst av um onkur flokkur er dekan ov ”heppin” í fleiri valdømum (Fólkaflokkurin í 1998 og Tjóðveldisflokkurin í 2004). Ein annar møguleiki er at avtaka loftið fyri eykavaldum, soleiðis at hesir verða roknaðir út til eingin skeivleiki longur er í umboðanini. Hetta er tó neyvan eitt frálíkt uppskot, tí at hetta hevði kravt fígging til fleiri tingmannalønir, umframt at tinghúsini skjótt kundu gjørst ov smá, um illa vildi til. Men undir øllum umstøðum má mýtan um at eitt rættvíst tingmannabýti ikki er gjørligt vegna valdømini roknast sum følsk. Talan er helst meiri um analytiskt snævurskygni ella illvilja móti at síggja tey positivu tingini í valdømaskipanini. Tað ber væl til at tryggja eitt rættvíst býti og at varðveita valdømini. Hetta verður t.d. gjørt í Danmørk, tey tó hava lutfalsliga nógv fleiri eykavald enn í Føroyum. Í Føroyum eru 5/32 (15,6 %) eykavald og í Danmørk eru 40/179 (22,3 %) eykavald.

Ein annar møguleiki er at varðveita valdømini, men at avtaka allar valdømisvaldar tingmenn, soleiðis at allir tingmenn verða roknaðir út eftir prinsippunum um eykavaldar tingmenn. Hetta kann tó í ringasta føri merkja, at smæstu valdømini als onga umboðan fáa, tí lokalu listarnir hvør sær gerast ov smáir, so hetta er neyvan heldur eitt gott hugskot. Hinvegin kundi vallógin tryggjað øllum valdømum minst 2 tingmenn, meðan restin sosatt skuldi roknast út sum eykavaldir tingmenn. Um so onkur flokkur var dekan ov heppin í nøkrum valdømum, høvdu tá verið ovmikið av eykavaldum til at javna avlagingina út. Nógvir aðrir tekniskir møguleikar eru at tryggja umboðanina og at javna hesa út, men tað hevði verið ov langdrigið at farið út í æsir við tí.

Harumframt verður mangan ført fram, at valskipanin við 7 valdømum hevur við sær, at politikararnir fáa lyndi at føra lokalpolitikk, heldur enn landspolitikk. Hetta má sigast at vera rætt, hóast lokalpolitikkur so sanniliga eisini kann síggjast sum ein partur av landspolitikkinum. Men er hetta ikki eisini ein av grundunum til at vit hava valdømir? Valdømini eru vælsaktans fyrst og fremst til fyri at verja bygdirnar frá høvuðsstaðnum og at tryggja eina rímiliga miðspjaðing av samfelagnum. Uttan valdømini vildu nógvu tunnlarnir og ferjurnar neyvan fingið so breiða undirtøku sum vit hava sæð gjøgnum tíðirnar. Uttan vága- og norðoyapolitikkarar høvdu neyvan nakrir undirsjóvartunlar verið, og uttan suðuroyarpolitikarar hevði neyvan heldur nakar nýggjur Smyril komið, tíansheldur tann gamli í 1970’unum (sum Atli Dam, sáli, plagdi at vísa á). Nakað heilt annað er sjálvandi, at tað í nógvum førum má sigast at vera spell, at so stórur partur av lokalpolitikkinum verður førdur gjøgnum løgtingið, heldur enn gjøgnum ta meiri sjálvsøgdu miðspjaðingarmekanismuna, nevniliga kommunurnar. Men so leingi kommunurnar enn eru so smáar, so er neyvan hugsingur um at lokalpolitikkurin fer at finna sær aðrar karmar at virka undir enn løgtingið, hóast vit síggja, at tær størstu kommunurnar longu nú eru farnar at føra ein meiri aktivan politikk innanfyri kommunalu karmarnar. Hetta er uttan iva ein gongd leið fyri føroyska samfelagið, men skal ein víðfevnd kommunusamanlegging ganga hond í hond við eina avtøku av valdømunum? Tað tykist sera ivasamt.

Tann størsti trupulleikin við einari avtøku av valdømunum vildi verið, at vandin fyri politiskari miðsavnan vildi verið til staðar, og at vit harvið kundu komið til at skapt eina alt ov djúpa politiska gjógv millum politikkin, sum hann sæst av Tinganesi og meiri fólksliga (og óformella) politikkin, sum hann verður praktiseraður úti á bygdunum – eisini í teimum nýggjum stórkommununum, ið gerast alsamt fleiri í tali. Samanhangurin í samfelagnum má tryggjast, ikki bara geografiska undirstøðukervið, men somuleiðis tað ”andaliga undirstøðukervið”, t.v.s. tann nøkulunda einsháttaða fatanin av menningini av demokratisku tjóðini Føroyar.


Veruligu trupulleikarnir við valdømunum

Allir hesir trupulleikar, ið eg havi viðgjørt higartil í hesi greinini, mugu takast í álvara, men tað er spell um hesir trupulleikar, ið ikki eru átroðkandi, skulu kasta skuggar á teir veruligu trupulleikarnar við valdømisskipanini.

Fyrsti avgerandi trupulleikin er, at kvinnur at kalla ongan møguleika hava fyri at sleppa á ting, um tær ikki stilla upp í Suðurstreymi ella í Norðurstreymi. Í Suðurstreymi er møguleikin til staðar, tí at nóg nógv pláss eru at taka av til at kvinnurnar eisini kunnu sleppa uppí part, umframt at patriarkalska mentanin ikki er so sterk í høvuðsstaðnum sum flest aðrastaðni. Í Norðurstreymi er møguleikin eisini til staðar, tí at størsta bygdin í valdøminum, Vestmanna, hevur ta sera óvanliga siðvenju at loyva konufólki framat á politiska pallinum, bæði kommunalpolitiskt og landspolitiskt. Í flestu øðrum bygdum eru tað mannfólkini, ið dominera, hóast kvinnurnar byrja at banka uppá í nógvum øðrum bygdum eisini. Trupulleikin er tó, at so leingi sum kvinnurnar einans standa í aðru ella í triðju røð, so verða tað mannfólkini, ið verða vald inn, tí at tað sum vera man hevur stóran týdning at fáa ein bygdamann (ella fleiri) inn á ting, so hesir vónandi kunnu gera okkurt gott fyri bygdina.

Um allar Føroyar vórðu lagdar saman í eitt valdømi, hevði tað uttan iva verið pláss fyri fleiri kvinnum í løgtinginum, men hesar kvinnur høvdu neyvan verið valdar inn í heimbygdini. Heldur vildu tær verið noyddar at gjørt sum Annita á Fríðriksmørk, ið noyddist at stilla upp í Suðurstreymi fyri at sleppa inn á ting. Um allar Føroyar vóru eitt valdømi, og tingmanningin (eftir øllum at døma) hevði miðsavnast kring høvuðsstaðin, so hevði tað bara verið enn truplari hjá kvinnunum at sloppið inn á ting við heimbygdaatkvøðum, um tann patriarkalska mentanin í bygdunum væl at merkja heldur fram sum higartil. Hinvegin vildu tær sjálvandi havt møguleikan at profilera seg á øðrum økjum enn tí lokalpolitiska, og kundu møguliga skapt ein heilt annan politiska basa enn heimbygdina. Men so leingi sum nógvar kvinnur bert meta seg sjálvar sum bakland og stuðul hjá monnunum, vil hetta vera eitt sera ivasamt perspektiv hjá bygdakvinnunum.

Ein annar týðandi trupulleiki við valdømunum er, at tað ikki altíð eru teir mest flokstrúgvu persónarnir, ið valdir verða á ting. Í summum valdømunum eru dømi um tingmenn, ið ein ikki skuldi trúð hoyrdu heima í flokkinum. Besta dømið er Gerhard Lognberg úr Skopun, ið ein nærum ikki skuldi trúð kundi verið limur í Javnaðarflokkinum, men sum í grundini minnir mest um ein Fólka- ella Miðfloksmann. Av tí at maðurin eftir øllum at døma er væl dámdur í Skopun (av religiøsum ávum), er hann tó gull verdur fyri Javnaðarflokkin, ið gjarna vil tryggja sær ein ”bíligan” tingmann í Sandoynni. Eisini man tað hava talt til fyrimuns fyri Tórbjørn Jacobsen, at hann er ein rimmar atkvøðuslúkur, soleiðis at hann ikki varð blakaður úr Tjóðveldisflokkinum eftir ógvusligu álopini á floksformannin á vetri 2004. Eingin vil vera ein atkvøðuslúk fyri uttan, og tá ger minni hvat slúkurin stendur fyri politiskt.


Einstaklingar ella sosialir bólkar?

Stóri spurningurin, ið má avgreiðast áðrenn farið verður ov ógvusliga til verka við føroysku valskipanini, er um man vil tryggja ávísar bólkar politiska luttøku, ella um tað er í lagi bert at síggja hvønn einstakan føroying sum eitt ”individ”: sum ein einstakling, ið ikki er bundin at nøkrum sosialum, kynsligum ella geografiskum baklandi. Hetta er ein grundleggjandi samfelagsligur spurningur, ið føroyski almenningurin væl kundi tolt eitt kjak um.

Um føroyingar eru støk individir, merkir hetta jú samstundis, at tað ikki er nakar trupulleiki, um vit avtaka valdømini, tí tá er tað ið telur einans at hesir einstaklingar eru politiskt áhugaðir, og at teir eru frælsir til ”fríviljað” at sjóða seg saman í politiskar eindir, t.v.s. flokkar. Um vit hinvegin síggja samfelagið sum eina størri samansjóðing av ymiskum (samfelags)bólkum, t.d. geografiskum eindum (m.a. valdømum), kynum (maður ella kvinna), aldrum (børn, ung, eldri og fólk í besta aldri), trúarjáttanum (m.a. kirkjufólki, baptistum, ateistum) ella klassum (m.a. arbeiðarar, fiskimenn, akademikarar, stjórar), so gerst tað samstundis týdningarmikið at hesir sosialu bólkar eru umboðaðir, fyri at vit kunnu tosa um eitt rættvíst fólkaræði. Um hvør føroyingur hinvegin er ein einstaklingur, er tað ”matematiska rættvísið” hinvegin at meta sum tað rættasta.

Helst er neyðugt at fara pragmatiskt til verka, heldur enn at velja annað av hesum báðum ekstremu idealum. At velja millum ”Føroyar sum eitt valdømi” og eina valskipan, har allir sosialir bólkar eru tryggjaðir, og samfelagsliga javnvágin sostatt er definerað frammanundan (predefinerað), og sostatt avmarkar demokratiska dynamikkin, er helst ein álvarsom misfatan. Hóast liberala einstaklingafatanin helst er tann meiri sympatiska, so hevur hendan fatan tó eftir øllum at døma við sær, at valdið savnast kring tey, ið rópa harðast. Harumframt gerast møguleikarnir fyri eini landsumfatandi populismu eisini ótespiliga stórir, meðan populisman í núverandi skipan er nøkulunda avmarkað til valdømini hvør sær, alt eftir hvør fæst at stilla upp og hvussu sterkur flokkurin søguliga er í valdøminum. Hetta er kanska í grundini besta grundin til at varðveita valdømini (ella aðrar predefineraðar eindir), tí at hetta forðar fyri einari valdsmiðsavnan, sum vit t.d. síggja í Grønlandi, har næstan allir politikararnir búgva í høvuðsstaðnum, og har tey nú av álvara eru farin at tosa um at niðurleggja ytstu bygdirnar.

Ein valdsmiðsavning er neyvan áhugaverd so leingi sum so stórir partar av føroyingum búgva á bygd, tí hetta kundi í ringasta føri elvt til, at bygdirnar byrjaðu at leiðast av fólkaræðinum og fóru heldur at týða til ”sisilianskar metodur”, har familjan og ættin koma í fremstu røð. Føroyska valskipanin noyðist at taka fyrilit fyri stóra mismuninum millum miðstað og útjaðara í Føroyum, og tí má moderata broytingaruppskotið hjá Sjálvstýrisflokkinum metast at vera á rættari leið, hóast tað eftir mínum tykki áttu at verið færri valdømisvald og fleiri eykavald. T.d. soleiðis: Norðoyggjar 3, Eysturoy 4, Vágar/Norðstr. 3, Suðurstr. 6 og Sandoy/Suðuroy 4. Soleiðis vóru 12 sæti eftir til tey eykavaldu, soleiðis at skeivleikin, ið stendst av valdømisumboðanini væl og virðiliga vildi verið útjavnaður.

No comments:

Valið millum arbeiði og frítíð

Prentað sum kronikk í Dimmalætting 4. august 2017 Í løtuni hava nógvir føroyingar summarfrí. Dagligu pliktirnar eru lagdar til síðis na...