Sunday, November 6, 2005

Undirstøðukervið og umskapanin av føroyska samfelagsstrukturinum


Sæð í ljósinum av nógva kjakinum, ið hevur staðist av, at Norðoyatunnilin eftir øllum at døma fer at hava við sær, at partar av (almenna) tænastuvirkseminum í Klaksvík fara at flyta vestur um fjørð, vil eg í hesi kronikk royna at seta hetta fyribrigdi í eitt størri høpi. Vanligt er at lýsa hetta málið sum eitt ”politiskt” mál, t.v.s. eitt mál, har politikkurin beinleiðis stýrir og fastsetur hvar ymiskar tænastur skulu vera. Eg vil við hesi grein vísa á, at talan er um nógv meiri grundleggjandi strukturell viðurskifti, og at politikkurin í besta føri antin kann skumpa undir ella – øvugt – tálma gongdini. Leikluturin hjá politikarunum er ikki absoluttur; politikarin hvørki kann ella skal spæla Gud. Politikarin kann hinvegin vera við til at vísa veg (vera framsíggin; visionerur), men tíverri eisini vera við til at halda menningini aftur. 

Eg havi fylgt væl við í kjakinum, og tað tykist mær heldur hugstoytt at síggja hvussu politikararnir í Klaksvík royna at fáa tað til at síggja út sum um at eysturoyingar og streymoyingar (havnafólk) tilvitað royna at avtofta Norðoyggjar. Sjálvur borgarstjórin í Klaksvík, Steinbjørn Jacobsen, var úti við slíkum høpisleysum, populistiskum svassi, har hann í viðtali við Sosialin 28 oktobur 2005 segði soleiðis: ”Hetta er bara enn eitt dømi um miðvísu royndina hjá landsstýrinum at avtofta Klaksvíkina”. Tað er hugstoytt, at politikararnir í Klaksvík sum nakað sjálvsagt royna at ákæra onnur fyri egna miseru, heldur enn at taka í egnan barm og ásanna, at tíðirnar eru broyttar, og at teir strukturarnir, ið bygdu Klaksvík upp gjøgnum tjúgundu øld, eru um at fánast. Hetta sama fyribrigdið kenna vit tíverri eisini úr Suðuroynni, har politikararnir mangan royna at finna ein felags fígginda, heldur enn at líta inneftir og ásanna strukturellu trupulleikarnar hjá Suðuroynni. Klaksvíkingar tykjast hesar seinastu dagarnar at vera vaknaðir við kaldan dreym, nú teir hava funnið út av, at teir helst hava sovið í tímanum og als ikki hava megnaða at ”geara” Klaksvík til nýggju tíðirnar, t.d. við at umskipa handilsstrukturarnar í býnum, t.d. við einum lokkandi handilsmiðdepli.

Klaksvík vaks í sínari tíð av strukturellum ávum. Føroyingar sum heild eiga at vera meiri tilvitaðir um tær grundleggjandi treytirnar fyri trivnað á Føroya landi, og tað er mangan misvísandi einans at fokusera uppá ”menniskjuliga handling”, uttan at reflektera yvir tað høpi, handlingin ger seg galdandi í. Sjálvandi hevði tað týdning, at mætir menn sum J. F. Kjølbro stóðu handan róðrið og stýrdu vinnulívið við hepnari hond. Men einki hevði verið gjørligt, um ikki Klaksvík reint geografiskt var sum skræddaraseymað til fiskivinnuídnaðin.

Klaksvík var upprunaliga fýra smáar landbúnaðarbygdir, Uppsalar, Gerðar, í Vági og Biskupstøð (áður Myrkjanoyri). Sum Føroyar broyttust frá einum landbúnaðarsamfelagi til eitt fiskivinnusamfelag, vaks búsetingin fram sum eitt úrslit av einari vinnuligari miðsavning kring vágna; sjálvandi orsakað av at handilsfilial hjá einahandlinum kom í bygdina, eins og eisini í Vestmanna og á Tvøroyri. Tá einahandilin varð niðurlagdur, tok menningin dik á seg, og um aldarskiftið varð býurin Klaksvík veruleiki, og gjørdist hann einki minni enn Føroya fiskivinnuhøvuðsstaður. Fiskivinnuøldin er nú farin at kámast, ella er í broyting. Føroyar eru á veg inn í vitanar- ella netverkssamfelagið, og vinnulívið verður alsamt fjølbroyttari – hóast útflutningurin tíverri ikki broytist samsvarandi skjótt.


Strukturbroytingar í samfelagnum í dag


Gjøgnum seinastu nógvu áratíggjuni hava íløgur í undirstøðukervið verið ein týðandi táttur í samfelagsmenningini í Føroyum. Samanbindingin av bygdum og oyggjum hevur verið ein aðaltáttur í moderniseringini av Føroyum, og hevur hetta hepnast í ávísan mun. Fólk eru farin at ferðast meiri millum bygdir, og so líðandi er samfelagsstruktururin tískil broyttur. Vit liva ikki longur bert í bygdini, men í heilum økjum, ja um alt Meginlandið. Alt ov seint valdu vit at fara frá miseyðnaðu (anakronistisku) bygdamenningini til eina meiri framskoðandi økismenning. Tað skuldi ein lemjandi samfelagskreppa til, áður enn føroyingar raknaðu við. Í kjalarvørrinum av kreppuni skuldu kommunurnar endiliga leggjast saman (Kommununevndin 1997-8), men uttan stórvegis hepni. Ikki fyrr enn nú – tíggju ár seinni – byrja økini so smátt at tóna fram. Ikki fyrr enn nú byrja fyrisitingarligu strukturarnir so nøkulunda at laga seg til veruleikan. Og kanska er veruleikin í øllum meldrinum aftur svomin undan okkum, meðan vit royna at fanga hann við okkara sera ójøvnu og slitnu strukturellu meskum.

Taka vit Landnyrðingsføroyar sum dømi, so verða tær væntandi umskapaðar til tríggjar ella fýra stórkommunur í næstum: Norðoya kommuna og antin ein ella tvær kommunur í Eysturoynni, umframt sjálvandi kommununa í Sundalagnum. Hetta er sjálvandi ein bati. Men er veruleikin ikki tann, at alt hetta økið er um at vera funktionelt integrerað? Ungdómar úr øllum hesum risastóra økinum ganga í skúla á Kambsdali. Fólk kunnu búgva í Sundalagnum, men arbeiða í Runavík ella í Klaksvík – ella, sjálvandi, í Tórshavn. Serliga nú Norðoyatunnilin kemur, verður alt hetta økið knýtt saman í eitt stórt, dynamiskt øki. Sæð í hesum ljósinum er tað als eingin býttur tanki at miðsavna HF á Kambsdali, um vit – væl at merkja – góðtaka fatanina um, at ein samansjóðing av miðnámsútbúgvingum skapar eitt betri lestrarumhvørvi. Hinvegin – kann man so eisini argumentera – kann HF av somu orsøk sjálvandi eisini miðsavnast í Klaksvík.  Nú er knappliga so stutt millum Klaksvík og Kambsdal, at eingin trupulleiki er at koyra í millum.

Og tó: Har er framvegis tunnilsgjaldið. Hóast ein ávís strukturell forðing verður brotin niður, tá norðoyingar kunnu koyra, heldur enn sigla um Leirvíksfjørð, so eru hesar 100-200 krónurnar (hvussu nógv tað verður er ilt at vita, men helst verður tað nakað tað sama sum um Vestmannasund) framvegis ein forðing, ikki minst mentalt. Men hóast hetta, mugu Norðoyggjar sigast at verða nærri knýttar at Meginlandinum, tá tunnilin letur upp í vár. Bróðurparturin av Norðoyggjum verður tá at meta sum ein partur av Meginlandinum, eins og Vágarnar eru vorðnar tað hesi seinastu tvey árini.


Meginlandið sum allokeringsmarknaður


Við øðrum orðum skulu norðoyingar nú kappast við eysturoyingar, streymoyingar og vágafólk um alt millum himmal og jørð. Eg síggi føroyska Meginlandið sum ein stóran ”allokeringsmarknað”, t.v.s. eina útbjóðing av ”støðum”, ið kappast um at verða útfylt við samfelagsligum funktiónum. Samfelagið kan býtast upp í nógvar ymiskar tættir: íðnaður, handil, tænastustovnar, útbúgvingarstovnar, sjúkrarøktarstovnar, ítróttarhentleikar, bústaðarøki o.s.fr. Samfelagið hevur tørv á øllum hesum tættum, men spurningurin er hvar hesir samfelagstættir skulu ”allokerast”. Eg nevndi fyrr í hesi kronikk, at Klaksvík hevur havt eyðnuna við sær sum ”stað” hesi seinastu hundrað árini, tí at vágin kanska er tann besta av øllum í landinum til fiskivinnuvirksemi. Klaksvík er eitt úrslit av, at einahandilsfilialið varð allokerað hagar. Klaksvík er sostatt eitt úrslit av at staðið hevur verið serstakliga væl egnað sum fiskivinnu og handilspláss. Í dag er samfelagið tó broytt, og fiskivinnan er ikki longur so dominerandi sum hon einaferð var. Enn er tørvur á góðum havnum sum í Klaksvík, í Fuglafirði og í Runavík, men afturat er komið virksemi, ið ikki krevur kaikant, men heldur hevur tørv á góðum vegasambandi. Kring allar Føroyar eru nú ídnaðarøki, ið als ikki hava tørv á kaikanti, sum t.d. Kambsdalur, Klingrugarður (við Borðoyavík), Rituvíkshálsur, Gøtudalur, á Sandvíkarhjalla, á Hjalla og á Hálsi (hesi trý seinastu í Tórshavn). Somuleiðis er ikki longur neyðugt at búgva nær við havnina, fyri at til skal bera at ganga oman á fiskastykkið, sildavirkið ella oman í egningarskúrin. Grundin til at Klaksvík gjørdist so stór, var, at verkafólkið noyddist at búseta seg á staðnum fyri at kunna útbjóða sína arbeiðsmegi á arbeiðsplássunum kring vágna. Nú ber tó knappliga til at búgva á Eiði og arbeiða á Kósini, ella umvent: búgva í Klaksvík og arbeiða t.d. í umsitingini í Tórshavn. Í samsvari við hetta rationalið eru nøkur av best umtóktu bústøðunum hesi seinnu árini (mátað í relativum fólkavøkstri), bygdir, ið hava gott vegasamband, sum t.d. Hósvík, Hvalvík og Gøta. Tað er t.d. bert eitt hanagleiv úr Gøtu til Runavíkar og Fuglafjarðar – og skjótt eisini til Klaksvíkar. Tískil hevur Gøtu kommuna eisini valt at lata vera við at gera ov stórar íløgur í havnina, men heldur at nýta pengarnar uppá skúla, barnaansing og annað slíkt. Við nógv øktu pendlingini aftur og fram á Meginlandinum, er gjørligt at ”koyra seg” til ymiskar tænastur í øðrum bygdum og býum, og tískil eru bygdirnar á ein grundleggjandi hátt funktionelt samantvinnaðar, og landið verður sum kunnugt støðugt meiri samantvinnað sum árini ganga.

Hetta fyribrigdið plagi eg at nevna ”hin føroyski netverksbýurin”. Hugleiddur av m.a. hugtakinum um netverkssamfelagið, ið spanski samfelagsfrøðingurin Manuel Castells (The Rise of the Network Society: 1996) legði fram í nítiárunum, síggi eg Føroyar – ella rættari: føroyska Meginlandið – sum ein stóran netverksbý. Hesin býur er serliga samskipaður kring høvuðsvegin millum Tórshavn, Klaksvík og Runavík – og partvíst Vágarnar. Føroyski netverksbýurin er ein stórur býur, har øll í prinsippinum kunnu arbeiða allastaðni, um tey væl at merkja hava bil. Ein bygd hevur ikki longur tørv á hvørki ídnaði, tænastuvirksemi – tíansheldur kirkju – fyri at vera bygd. Og hinvegin hevur ein handil ikki tørv á einari bygd, tí at fólk bara kunnu koyra til handilin úr øðrum bygdum og býum – um tilboðini væl at merkja eru nóg góð. Soleiðis verður hugsað um at seta á stovn ein handilsmiðdepil í Gøtudali, t.v.s. uttanfyri Norðragøtu, heldur enn at byggja handilsmiðdepilin á fúla grótkastinum í Klaksvík, ið var ætlað til hetta endamál – ella kanska eitt mentanarhús. Fólk – og serliga eysturoyingar – eru von við at koyra aftur og fram millum bygdir, og ungdómurin verður eisini væl og virðiliga fløskaður upp við einari ”mobilari mentan”, har skúlabørn í Runavíkar kommunu verða fartaði aftur og fram inn á Glyvra skúla, eins og børn í Leirvík og Gøtu verða koyrd inn í Fuglafjarðar skúla. Seinni skulu hesir somu ungdómar koyra inn á Kambsdal at nema sær miðnámsútbúgving. Hetta er eingin stórur trupulleiki, tí bussarnir koyra støðugt, og tey flestu hava sum kunnugt bil.


Meginlandið sum savnandi eind?

Tað er tí áhugavert, at miðfyrisitingin og landsstýrið so smátt byrja at lufta tankar um at fremja tað føroyska Meginlandið sum eina savnandi eind. Mentamálaráðharrin, Jógvan á Lakjuni, tosaði í 5’aranum 2.novembur 2005 um at almennu Føroyar heldur enn at hava somu funktiónirnar á nógvum ymiskum plássum í landinum (sum planleggingin frá fimti- og sekstitalinum og frameftir legði upp til) skulu fremja eitt funktionelt arbeiðsbýti, soleiðis at Klaksvík t.d. spesialiserar seg innanfyri matvøruútbúgvingar o.l., meðan HF flytir inn á Kambsdal til hinar miðnámsútbúgvingarnar. Hetta er ivaleyst ein fruktagóð tankagongd, tí í einum so lítlum landi sum Føroyum er neyvan ráðiligt at spjaða resursurnar. Eisini er tað frískt, at miðfyrisitingin byrjar at síggja, at líka langt er úr Havn til Klaksvíkar sum úr Klaksvík til Havnar, soleiðis at einki forgjørt er í, at havnarfólk fara til Klaksvíkar at taka eina útbúgving. Við undirsjóvartunlinum er jú einans ein tími millum báðar býirnar.

Rationalið um at fremja Meginlandið sum eina dynamiska, savnandi eind, soleiðis at alt Meginlandið sum frá líður verður at meta sum eitt stórt, mobilt øki, er av sonnum ein skilagóð nýhugsan. Men hetta er ein stórur kontrastur til bygdamenningarrationalið, ið framvegis hevur fastatøkur í nógvum føroyingum, og – ikki minst – politikarum. Um alt Meginlandið skal regionaliserast, so eru tað nøkur strukturell viðurskifti, ið eru við til at forða fyri hesi menning. Tað fyrsta havi eg nevnt, og tað er sjálvandi tunnilsgjaldið. Men harumframt eru Føroyar býttar upp í bæði kommunur og valdømir, ið tilelva ávikavíst lokalar og regionalar politikkir. So leingi sum Eysturoy og Norðoyggjar eru tvinni valdømi, so fer at verða ringt at samskipa politikkirnar fyri hetta økið. Væntandi verður trupult bara at skapa eitt nøkulunda vælvirkandi øki, tá hetta mark skal sáa split millum økini bæði. Tað er enntá ein spurningur um vit ikki longu nú eiga at venja okkum við tankan um at leggja Norðoyggjar og allar Eysturoynna saman í eina kommunu um ikki alt ov nógv ár (ella áratíggju). Um talan skal vera um eitt øki, skal talan so ikki eisini vera um eina kommunu, ella hvussu? Eiga vit ikki at laga okkum til ta strukturellu broytingina, ið fer fram í hesum tíðum, ella enn betri: stuðla og skunda uppundir hesa strukturellu broytingina? Ella skulu vit heldur varðveita teir gomlu fyristingarligu strukturarnar, so hesir kunnu royna at tálma strukturellu broytingina, ella laga hana til tey lokalu viðurskiftini? Tað tykist mær eyðsýnt, at tað er hetta tey royna í Klaksvík, og tað er eftir mínum tykki bæði gott og ringt.

Hetta er ein avgerandi spurningur, ið føroyingar eiga at spyrja seg sjálvar. Er tað ikki best at lata marknaðarkreftirnar ráða, soleiðis at vit fáa ein meiri dynamiskan búskap á Meginlandinum, ella er tað kanska heldur sum Rani Nolsøe, býráðslimur í Klaksvík, segði í 5’aranum 2.novembur 2005, at stórur partur av føroyska búskapinum (her hugsi eg serliga um lokalu búskapirnar í t.d. Norðoyggjum og í Suðuroynni) er ein marginalbúskapur, og at hesin búskapur fer at kollapsa ella kanska rættari: ”implodera”, um ikki hann verður stuðlaður sosialt, politiskt og fyrisitingarligt? Er tað ikki so, at búskapurin í t.d. Klaksvík er bygdur uppá ”reint treiskni” (”sheer defiance”), ið samfelagsfrøðingurin Gestur Hovgaard (Local restructuring – The case of Klaksvík: 2002: 115-22) hevur víst, og ikki uppá marknaðartreytir? Og um so er, hvussu skal Klaksvík klára seg, um Meginlandið verður umskapað til tað eg fyrr í hesi grein nevndi ein ”allokeringsmarknað”?

Endaligi spurningurin er: Hvussu leingi fara klaksvíkingar at megna at standa ímóti strukturella trýstinum? Hvussu leingi kann tann ”reina treisknið” tvíhalda um ein lokalt baseraðan búskap? Trupulleikin er, at klaksvíkingar bæði vilja integrerast í Meginlandið, men samstundis vilja varðveita teir lokalu strukturarnar. Men ber tað til í longdini?  

Sámal Matras Kristiansen,
samfelagsfrøðingur



Nakrar keldur:

·         Manuel Castells: ”The Rise of the Network Society”, Oxford/Malden: Blackwell Publishers Ltd, 1996
·         Bergmann Finnsson: ”Samling og splittelse”, Roskilde Universitetscenter: Integreret speciale i Geografi og Historie, 2005
·         Jørgen Ole Bærenholdt: ”En krise eller nye muligheder fro bygderne?”, í Sámal T. F. Johansen o.a. (ritstj.): ”Krisen på Færøerne, problemstillinger og perspektiver”, Roskilde Universitetscenter: NORS-skrifter nr.26, Publikationer fra Institut for Geografi, Samfundsanalyse og Datalogi, 1993
·         Rolf Guttesen: ”13 Klaksvík – de nordlige øers hovedstad”, í Rolf Guttesen: ”Topografisk Atlas Færøerne”, København: C.A. Reitzels Forlag, 1996
·         Dennis Holm: ”Fjarferðing í Føroyum”, Granskingardepilin fyri økismenning: Arbeiðsrit nr. 8, 2004
·         Gestur Hovgaard: ”Local restructuring – The case of Klaksvík”, í Richard Apostle o.a.: ”The Restructuration of the Faroese Economy”, Frederiksberg: Samfundslitteratur Press, 2002
·         Kommununevndin: ”Nýggj kommunal skipan”, Tórshavn: Kommununevndin, 1/1, 1997;  1/2, 1998; 2, 1998 
·         Kaj Lemberg: ”Landsplanlægning på Færøerne”, í Byplan 4, 1962, Dansk Byplanlaboratorium, 1962
·         Sámal Matras Kristiansen: ”Forestillingen om bostedet”, Roskilde Universitetscenter: Integreret speciale i Socialvidenskab og Geografi, 2005
·         Ole Nielung: ”Bygdetyper på Færøerne”, í Kulturgeografiske skrifter 2, Kulturgeografisk Institut, Aarhus Universitet, 1968

Tuesday, November 1, 2005

Føroyar – glæstrimynd ella brotmynd?


”- Tað verður tjóð okkara til vanlagnu, at myndugleikar landsins stuðla uppundir at góðtaka homoseksuellan levnað sum nakað nátúrligt.”
Jógvan á Lakjuni, mentamálaráðharri, 22.august í Sosialinum

Í summar var (enn einaferð) mikið kjak um tey samkyndu og teirra pláss í samfelagnum. Mótstøðan var – enn einaferð – nógv móti at tey samkyndu skuldu sleppa at gerast ein partur av samfelagnum, ella rættari: at góðtakast sum ein partur av samfelagum. Hinvegin vóru eisini sera nógv, ið sýndu teimum samkyndu stuðul á hendan ella handan hátt.

Men hetta kjakið hevur verið fyrr, og tað fer at koma upp aftur ferð eftir ferð, og fer at koyra í somu foyru ár eftir ár, um ikki fólk so smátt byrja at kjakast um nakað djypri enn bert prinsipielt ”fyri ella ímóti skrásettum paralagi”. Kjakið um tey samkyndu er í grundini eitt symptom uppá nakað nógv størri – sum eisini felag teirra samkyndu, Bogin, saman við Hans Paula Strøm, landsstýrismanni, royndi at vísa á: Støða teirra samkyndu er eitt symptom uppá støðuna í samfelagnum, og varð samanlíkningin eisini gjørd við tiltikna kanariufuglin í kolanáminum, ið varð nýttur sum tekin um iltmangul í kolanáminum. Um erkvisni kanariufuglurin knappliga datt niður av sínum pinni, merkti hetta, at iltmongdin í náminum var um at sleppa upp, og at nú vóru stundir at taka til rýmingar.

Eisini hava kanningar úr útlondum víst, at í einum samfelagi, har tey samkyndu ikki trívast og tískil ”detta av pinninum”, er nakað álvarsligt áfatt. Vantandi trivnaðurin hjá samkyndum (ella øðrum marginalum minnilutum) er eitt symptom uppá eina samfelagssjúku, ið onkursvegna noyðist at lekjast sum skjótast gjørligt, áðrenn sjúkan fær fastatøkur og gerst ein inngrógvin partur av samfelagskroppinum. Læknarnir, ið skulu lekja sjúka samfelagið, eru teir fólkavaldu politikararnir, ið skulu eitast at tora at taka avgerðir, ið kunnu tykjast beiskar í fyrstuni, men sum fara at hava eitt heilsufremjandi árin við tíðini, um málið skal vera at skapa eitt gott samfelag fyri tey flestu og ikki bara tey fáu.

Tíverri tykist sum um tað er ringt hjá teimum fólkavaldu í einum so lítlum landi at leggja seg út í tabu-evni. Lættari er bara at lata evnið fara framvið; at royna at tiga tað burtur, og vóna at tað ikki stingur seg uppaftur enn á sinni. Men henda ræðslan fyri at nerta við tabuiserað evni er í sjálvum sær ein trupulleiki, ja í grundini ein prinsipiellur, fólkaræðisligur trupulleiki. Við øðrum orðum leggja tveir grundleggjandi samfelagstrupulleikar seg uppat hvørjum øðrum: 1) ”illviljin móti at taka ímóti tí nýggja” og 2) ”ræðslan fyri at nerta við tabu-evni”. Hetta merkir á ein keðiligan hátt, at ”tað nýggja” hevur lyndi at verða tabuiserað, bara tí tað er nýtt, og tað sigur seg sjálvt, at hesum kann einki framkomið land liva við í longdini.

Eg ætli mær tískil at hjálpa politikarunum á veg við einari diagnosu uppá hvussu man vera statt í føroyska samfelagnum. Tað vit síggja í dag, er at samfelagið á einum bógvi gerst alsamt meiri fragmenterað, t.v.s. einstaklingagjørt, men á hinum bógnum samstundis leitar sær aftur í meiri siðbundnar samanhangir og í nøkrum førum enntá leitar aftur í eina veruliga fundamentalismu, ið í føroyskum høpi mest av øllum verður til ”kristna fundamentalismu”, men eisini í nøkrum førum gerst til eina ”tjóðskaparliga fundamentalismu” – t.v.s. nationalismu.


Í hernað móti modernitetinum


Fyrsti spurningurin, ið er neyðugur at spyrja, er um tað er ein røtt eygleiðing, at samfelagið er við at detta frá sær sjálvum, serliga tá veruleikin er at heimurin verður alsamt betri samanknýttur við vegum, telesambandi, interneti o.s.fr. Men líkamikið hvat svar vit mega finna, so er tað ein sannroynd, at heimurin fyri mong missir sín innara, sjálvsagda samanhang; sín ”faktisitet”. Heimurin er ikki longur tað sama fyri allar borgarar. Hóast tað ikki altíð verður gjørt, so er møguleikin til staðar at velja øðrvísi sjónarmið og øðrvísi hættir at síggja og skilja heimin. Í hesum fragmenteraða høpi verða tey samkyndu sædd sum ein trupulleiki, ja ein hóttan ella ein ”vanlagna”, fyri samfelagsliga samanhangin, tí at tey ikki hóska inn ímillum ”normalføroyingarnar”.

Annar spurningurin er, um tey samkyndu so veruliga eru ein trupulleiki, ella kanska heldur eitt symbol uppá ein annan trupulleika. Tað kann lættliga staðfestast, at tey samkyndu neyvan kunnu vera ein hóttan móti samfelagnum, tí hvussu kann tað skaða ein ”triðja persón”, at ”fyrsti persónur” hevur kynsligt samband við ein ”annan persón” av sama kyni? Einasti persónur, ið kundi verið skaddur av hesum vildi verið sjálvur ”annar persónur”, men av tí at hesin fríviljað hevur valt eitt parlag við ”fyrsta persón”, so er tað beinleiðis órímiligt at nýta hetta sum eina grundgeving. Sostatt má niðurstøðan sjálvandi vera, at samkynt parlag ikki skaðar onnur, og tískil ikki er ein ”veruligur trupulleiki”. Men hóast hetta verða samkynd framvegis sædd sum ein trupulleiki av ávísum ”triðju persónum”, og hendan ótta eiga vit at taka í álvara, hóast hann grundleggjandi er fullkomiliga órímiligur.[1] Pseudo-trupulleikar eru jú eisini trupulleikar, og kunnu ikki skavast innundir teppið sum um einki er hent.

Vit liva undir refleksivum treytum. Vit eru øll somul fordømd til at hugsa frítt, og tey, ið ikki duga nóg væl at hugsa, megna ikki at gerast ein partur av teirri rúkandi menningini, ið heimurin støðugt er í. Alt er umbroytiligt, og um ein ikki megnar at skilja broytingarnar, so er man noyddur at vóna tað besta – ella kanska fylkjast aftanfyri onkrum (einum førara ella profeti), ið tykist ”kenna leiðina”. Øll eru noydd at velja, og øll hava møguleikan at velja frítt, men júst hetta merkir samstundis, at nógv eisini nýta hetta frælsi til ikki at velja frítt.

Á ein paradoksalan hátt kunnu vit tískil tosa um ein ”refleksivan anti-refleksivitet”. Nógv fólk velja ikki at velja, ella rættari: tey taka eitt endaligt val, sum so má bera ella bresta, og í føroyskum høpi er hetta valið mangan ”kristin-fundamentalisma”. Hetta gevur hesum fólkum møguleikan at varðveita eina samanhangandi glæstrimynd av heiminum, og soleiðis sleppa tey eisini undan at skula taka ábyrgd fyri alt millum himmal og jørð. Hetta kann Gud (ella Guds sendiboð á jørð) gera fyri tey. Sagt verður eisini, at trúgvandi fólk gerast minni stressað og minni deprimerað – ja, gera færri sjálvmorð enn meiri  sjálvrefleksiv fólk. Sæð frá tí sjónarhorninum noyðist ein at staðfesta, at tað at vera trúgvandi veruliga er ein lívsstrategi, ið hevur nakað at bjóða uppá. At ákæra trúgvandi fyri býttiskap má sigast at vera beinleiðis skeivt, tí tey trúgvandi hava framt eitt val, og í nógvum førum er hetta eisini eitt gott val.


Siðbundni ella modernitetur?


Undir øllum umstøðum vil eg tó í restini av hesi grein tosa um ávikavíst ”siðbundin” (t.d. trúgvandi) og ”modernað” fólk. Hesi seinnu umfata øll tey, ið trúgva upp á rationalitetin og individualismuna (at einhvør er sær sjálvum næstur). Modernaða menniskjað er einstaklingakent og velur at hugsa frítt, og sær heimin sum ein støðug rúgva av valum, ið skulu gerast. Sjálvandi kunnu menniskju ikki býtast so fýrkantað upp, tí tey flestu (eisini eg) velja at samantvinna tað modernaða og tað siðbundna, fyri harvið at finna fram til eina sunna lívsleið, ið hvørki búrar seg inni í fortíðini ella starir seg fasta í framtíðini.

Men skjótt er at falla í ta einu ella aðru grøvina. Ringt er at halda seg á rásini uttan at snáva, og tí er mentanin av góðum grundum sera vinglandi. Summi hella móti teirri einu síðuni, og summi móti hinari, og í øllum hesum tvídráttinum finna vit tað fyribrigdið vit nevna ”virðispolitikk”. Virðispolitikkur er avgerandi øðrvísi enn ”býtispolitikkur” (tað at býta tilfeingið í samfelagnum), tí at hann fæst ikki við ”verulig ting”, men spælir við okkara innastu kenslur. Virðispolitikkurin snýr seg um at arbeiða fyri eini ávísari lívsfatan, t.d. eisi kristnari lívsfatan, eini konservativari lívsfatan, eini liberalari lívsfatan ella kanska eini tjóðskaparligari lívsfatan.

Um t.d. tey siðbundnu síggja eitt moralsk og eitt persónligt forfall í einstaklingagerðini – og harvið fragmenteringini av samfelagnum, so mugu tey siðbundnu sigast at hava eina moralska skyldu til at kunngera hinum, at tey eru á vandaleið. Tí ikki at prædika tað góða er jú sum kunnugt amoralskt, og um tey siðbundnu ikki royna at prædika teirra lívsfatan fyri øðrum, so eru tey jú í grundini at meta sum amoralsk. Trupulleikin stendst, um prædikumenninir gerast ”inkvisitorar” og heldur enn at prædika velja at tvinga tey ”vantrúgvnu” á rætta leið, t.d. við at ”lekja” tey samkyndu ella at læra vinstrahent at skriva við høgru hond. Tá er strembanin eftir tí góða knappliga vorðin ónd, tí tá er tann siðbundna lívsfatanin knappliga vorðin eitt álop á ein ávísan samfelagsbólk, heldur enn at vera eitt dømi um hvussu ”tað góða lívið” skal livast.


Hvat er frælsi?


Frælsið at velja snýr seg ikki um at kunna taka sjálvstøðugar avgerðir. Hetta er ein utopi, ið einans er galdandi um tú eitur Robinson Crusoe og býrt á einari oyðnari oyggj uttan samband við umheimin. Fullkomiligt frælsi krevur, at tu ert avskorin frá øllum sosialum sambondum, tí í tí løtu tú gerst ein partur av einum sosialum bólki, so hevur tú valt at avmarka títt frælsi. Frælsi merkir, at ein ikki verður tvingaður at hoyra til ein ávísan sosialan bólk, tað veri seg av átrúnaðarligum, politiskum ella øðrum ávum. Frælsi merkir, at tú sjálvur hevur tikið tær frælsi at velja tín sosiala samanhang. Og júst í tí sosiala samanhanginum er tað at tú kanst heysta fruktirnar av tí veruliga frælsinum; nevniliga at tú gjøgnum sømiligan atburð kanst vinna tær eina sterka sosiala støðu at handla út frá.

Paradoksalt sæð økist frælsið samsvarandi við mongdina av sosialum bindingum í lívinum. Tínir handlingsmøguleikar eru jú – um tú so vilt tað ella ei – treytaðir av at tú hevur eitt burðardygt netverk at handla ígjøgnum. Og hetta netverkið kann m.a. finnast gjøgnum statin, gjøgnum bygdina ella gjøgnum samkomuna, tú ert limur í.

Men um tú hevur valt at gerast ein partur av einum sosialum bólki, so krevur hetta eisini, at tú livir eftir nøkrum normum og lógum, ið hesin bólkur skapar. Um tú ert ”ov langt úti”, so kanst tú ikki góðtakast av bólkinum, og verður útstoyttur.Um tú – sum einstaklingur – livir eitt lív, ið tykist moralskt forkastiligt hjá onkrum øðrum, so er tín atburður at meta sum ein hóttan móti tí, ið skapar sosiala samanhangin. Um sosiali bólkurin (t.d. tjóðin, bygdin ella samkoman) er stýrd av fundamentalum persónum ella flokkum, so er minni pláss til at vera ”øðrvísi” enn um valdsharrarnir sýna toleransu móti minnilutum, t.d. samkyndum ella fremmandum. Um tú so ikki hóskar inn í tann sosiala bólkin, so kanst tú at enda verða noyddur at flýggja av bygdini ella heilt av landinum.


Liberalisma vs fundamentalismu


Ein grundleggjandi liberal tesa er, at alt er loyvt, so leingi tað ikki skaðar onnur”, og harvið er ein handling einans at metast sum kriminell, um handlingin skaðar onnur, og tað væl at merkja beinleiðis. Men um ein einstaklingur handlar á tí moralska markinum, og við sínum handlingum er við til at flyta nøkur moralsk og etisk mørk, so er hesin í yvirførdum týdningi við til at skaða fundamentalistin, ið hevur start seg fastan  á nakrar grundleggjandi – og ”sannar” – premissir.

Um fundamentalistarnir hava stórt vald í samfelagnum, so er tann liberali og hansara møguligu handlingar eitt álop á ta hegemonisku yvirvøldina, men um fundamentalistarnir bert eru ein partur av samlaða samfelagnum, so er tann liberali bert ein rivalur millum mangar, ið kappast um valdið. Fundamentalisturin vil vanliga leggja seg eftir at seta á stovn eitthvørt ”absolutt” stýri (t.d. eitt teokrati), ið skal dominera samfelagið fullkomiliga gjøgnum hegemoniskar stýrihættir. Men í einum fólkaræði vilja vanliga eisini vera aðrir bólkar, ið ikki vilja vita av fundamentalismuni, serliga tí at fundamentalisman mangan hevur lyndi at vera anti-demokratisk.

Um t.d. tann liberali í eini slíkari støðu (sum t.d. í Føroyum) megnar at flyta tey moralsku mørkini, so hevur hesin ”skatt” fundamentalistin og søk hansara, tí at fundamentalisman er vorðin enn meiri perifer í samfelagnum og harvið hevur fundamentalisman mist bæði status og vald. Sæð frá hesum sjónarhorni gerast tey samkyndu ein trupulleiki í einum samfelagi, har summi ynskja at leita aftur til nøkur fundamental (kristin?) virði, har tingini hanga saman í eini absoluttari eind. Kanska eru tey samkyndu bert eitt symbol uppá eitt samfelag í forfalli, men undir øllum umstøðum verða tey samkyndu sædd sum ein hóttan ímóti teirri føroysku ”siðvenjuni”, ið júst krevur, at fólk hava ein líknandi atburð og eina líknandi lívsfatan.

Nógvir føroyingar halda, at tað at vera samkyndur ikki kann góðtakast í Føroyum, tí at hetta fer at føra við sær, at føroyingar fara at missa sín felags samleika sum kristin tjóð. Møguliga hava hesi fólk grein í sínum máli. Kanska er tað ein trupulleiki fyri Føroyar um samfelagið fragmenterast og einhvør bara kann liva sítt egna lív og gera síni egnu val útfrá egnari lívsfatan, so leingi sum hann/hon ikki skaðar onnur. Óttin er har, og óttin skal takast fyri fult, eisini hóast hann mangan verður órímiligur og ”inkvisitoriskur”. Trupulleikin er, at inkvisitión av minnilutum ikki er sameiniligt við tað demokratiska samfelagi, og tí vil fundamentalisman í nógvum førum vera eitt álop á sjálvt fólkaræðið, um hon ikki alla tíðina verður mótmælt av meiri tolerantum politikarum.


Fundamentalistiska sjúkan


Fundamentalisman er ein sjúka, ið øll samfeløg tykjast at líða av viðhvørt. Kanska er talan – sum Albert Einstein vildi vera við – um eina samfelagsliga ”barnasjúku” (her sipaði hann til týsku tjóðarfundamentalismuna; nazismuna), men møguliga er talan heldur um eina afturvendandi influenzu, ið rakar samfelagskroppin, tá samfelagsímyndin tykist ov fragmenterað. Um so er, er fundamentalisman ein virus, ið kann raka eitthvørt samfelag um spenningarnir gerast nóg stórir, og óttin í fólkinum gerst størri enn álitið á samfelagsskipanina.

Tvinnir eru tá møguleikarnir í eini slíkari støðu, tá ið samfelagslig fremmandlikam stinga seg upp: Antin stoytir samfelagið fremmandlikamini út, ella megnar samfelagið at innkorporera fremmandlikamini og gera tey til ein part av samfelagskroppinum. Í Føroyum í dag tykjast nógv at royna at útihýsa tað fremmanda av ótta fyri at tað fremmanda kann bera við sær siðloysi, men kanska høvdu Føroyar verið eitt nógv betri samfelag, um vit dugdu at taka væl ímóti tí fremmanda og at gera tað til ein part av okkum sjálvum. Kanariufuglurin hevur tað ikki gott í Føroyum í dag, og vónin má vera, at hann ikki fer at kvalast av mentanarligum iltmangli.

Spurningurin er so, um politikararnir tora at nema við tabu-evnini…


[1] Her skal stutt nevnast, at ræðslan mótvegis teimum samkyndu bert eru eitt dømi um ”bólkahatur”. Í øðrum londum og til aðrar tíðir kundi tað besta dømið heldur verið ”jødahatur”, ”svartrahatur”, ”muslimahatur”, ”heksahatur” (t.v.s. kvinnuhatur) – ja sjálvandi eisini ”kristnahatur”.

Valið millum arbeiði og frítíð

Prentað sum kronikk í Dimmalætting 4. august 2017 Í løtuni hava nógvir føroyingar summarfrí. Dagligu pliktirnar eru lagdar til síðis na...