Skip to main content

Føroyar – glæstrimynd ella brotmynd?


”- Tað verður tjóð okkara til vanlagnu, at myndugleikar landsins stuðla uppundir at góðtaka homoseksuellan levnað sum nakað nátúrligt.”
Jógvan á Lakjuni, mentamálaráðharri, 22.august í Sosialinum

Í summar var (enn einaferð) mikið kjak um tey samkyndu og teirra pláss í samfelagnum. Mótstøðan var – enn einaferð – nógv móti at tey samkyndu skuldu sleppa at gerast ein partur av samfelagnum, ella rættari: at góðtakast sum ein partur av samfelagum. Hinvegin vóru eisini sera nógv, ið sýndu teimum samkyndu stuðul á hendan ella handan hátt.

Men hetta kjakið hevur verið fyrr, og tað fer at koma upp aftur ferð eftir ferð, og fer at koyra í somu foyru ár eftir ár, um ikki fólk so smátt byrja at kjakast um nakað djypri enn bert prinsipielt ”fyri ella ímóti skrásettum paralagi”. Kjakið um tey samkyndu er í grundini eitt symptom uppá nakað nógv størri – sum eisini felag teirra samkyndu, Bogin, saman við Hans Paula Strøm, landsstýrismanni, royndi at vísa á: Støða teirra samkyndu er eitt symptom uppá støðuna í samfelagnum, og varð samanlíkningin eisini gjørd við tiltikna kanariufuglin í kolanáminum, ið varð nýttur sum tekin um iltmangul í kolanáminum. Um erkvisni kanariufuglurin knappliga datt niður av sínum pinni, merkti hetta, at iltmongdin í náminum var um at sleppa upp, og at nú vóru stundir at taka til rýmingar.

Eisini hava kanningar úr útlondum víst, at í einum samfelagi, har tey samkyndu ikki trívast og tískil ”detta av pinninum”, er nakað álvarsligt áfatt. Vantandi trivnaðurin hjá samkyndum (ella øðrum marginalum minnilutum) er eitt symptom uppá eina samfelagssjúku, ið onkursvegna noyðist at lekjast sum skjótast gjørligt, áðrenn sjúkan fær fastatøkur og gerst ein inngrógvin partur av samfelagskroppinum. Læknarnir, ið skulu lekja sjúka samfelagið, eru teir fólkavaldu politikararnir, ið skulu eitast at tora at taka avgerðir, ið kunnu tykjast beiskar í fyrstuni, men sum fara at hava eitt heilsufremjandi árin við tíðini, um málið skal vera at skapa eitt gott samfelag fyri tey flestu og ikki bara tey fáu.

Tíverri tykist sum um tað er ringt hjá teimum fólkavaldu í einum so lítlum landi at leggja seg út í tabu-evni. Lættari er bara at lata evnið fara framvið; at royna at tiga tað burtur, og vóna at tað ikki stingur seg uppaftur enn á sinni. Men henda ræðslan fyri at nerta við tabuiserað evni er í sjálvum sær ein trupulleiki, ja í grundini ein prinsipiellur, fólkaræðisligur trupulleiki. Við øðrum orðum leggja tveir grundleggjandi samfelagstrupulleikar seg uppat hvørjum øðrum: 1) ”illviljin móti at taka ímóti tí nýggja” og 2) ”ræðslan fyri at nerta við tabu-evni”. Hetta merkir á ein keðiligan hátt, at ”tað nýggja” hevur lyndi at verða tabuiserað, bara tí tað er nýtt, og tað sigur seg sjálvt, at hesum kann einki framkomið land liva við í longdini.

Eg ætli mær tískil at hjálpa politikarunum á veg við einari diagnosu uppá hvussu man vera statt í føroyska samfelagnum. Tað vit síggja í dag, er at samfelagið á einum bógvi gerst alsamt meiri fragmenterað, t.v.s. einstaklingagjørt, men á hinum bógnum samstundis leitar sær aftur í meiri siðbundnar samanhangir og í nøkrum førum enntá leitar aftur í eina veruliga fundamentalismu, ið í føroyskum høpi mest av øllum verður til ”kristna fundamentalismu”, men eisini í nøkrum førum gerst til eina ”tjóðskaparliga fundamentalismu” – t.v.s. nationalismu.


Í hernað móti modernitetinum


Fyrsti spurningurin, ið er neyðugur at spyrja, er um tað er ein røtt eygleiðing, at samfelagið er við at detta frá sær sjálvum, serliga tá veruleikin er at heimurin verður alsamt betri samanknýttur við vegum, telesambandi, interneti o.s.fr. Men líkamikið hvat svar vit mega finna, so er tað ein sannroynd, at heimurin fyri mong missir sín innara, sjálvsagda samanhang; sín ”faktisitet”. Heimurin er ikki longur tað sama fyri allar borgarar. Hóast tað ikki altíð verður gjørt, so er møguleikin til staðar at velja øðrvísi sjónarmið og øðrvísi hættir at síggja og skilja heimin. Í hesum fragmenteraða høpi verða tey samkyndu sædd sum ein trupulleiki, ja ein hóttan ella ein ”vanlagna”, fyri samfelagsliga samanhangin, tí at tey ikki hóska inn ímillum ”normalføroyingarnar”.

Annar spurningurin er, um tey samkyndu so veruliga eru ein trupulleiki, ella kanska heldur eitt symbol uppá ein annan trupulleika. Tað kann lættliga staðfestast, at tey samkyndu neyvan kunnu vera ein hóttan móti samfelagnum, tí hvussu kann tað skaða ein ”triðja persón”, at ”fyrsti persónur” hevur kynsligt samband við ein ”annan persón” av sama kyni? Einasti persónur, ið kundi verið skaddur av hesum vildi verið sjálvur ”annar persónur”, men av tí at hesin fríviljað hevur valt eitt parlag við ”fyrsta persón”, so er tað beinleiðis órímiligt at nýta hetta sum eina grundgeving. Sostatt má niðurstøðan sjálvandi vera, at samkynt parlag ikki skaðar onnur, og tískil ikki er ein ”veruligur trupulleiki”. Men hóast hetta verða samkynd framvegis sædd sum ein trupulleiki av ávísum ”triðju persónum”, og hendan ótta eiga vit at taka í álvara, hóast hann grundleggjandi er fullkomiliga órímiligur.[1] Pseudo-trupulleikar eru jú eisini trupulleikar, og kunnu ikki skavast innundir teppið sum um einki er hent.

Vit liva undir refleksivum treytum. Vit eru øll somul fordømd til at hugsa frítt, og tey, ið ikki duga nóg væl at hugsa, megna ikki at gerast ein partur av teirri rúkandi menningini, ið heimurin støðugt er í. Alt er umbroytiligt, og um ein ikki megnar at skilja broytingarnar, so er man noyddur at vóna tað besta – ella kanska fylkjast aftanfyri onkrum (einum førara ella profeti), ið tykist ”kenna leiðina”. Øll eru noydd at velja, og øll hava møguleikan at velja frítt, men júst hetta merkir samstundis, at nógv eisini nýta hetta frælsi til ikki at velja frítt.

Á ein paradoksalan hátt kunnu vit tískil tosa um ein ”refleksivan anti-refleksivitet”. Nógv fólk velja ikki at velja, ella rættari: tey taka eitt endaligt val, sum so má bera ella bresta, og í føroyskum høpi er hetta valið mangan ”kristin-fundamentalisma”. Hetta gevur hesum fólkum møguleikan at varðveita eina samanhangandi glæstrimynd av heiminum, og soleiðis sleppa tey eisini undan at skula taka ábyrgd fyri alt millum himmal og jørð. Hetta kann Gud (ella Guds sendiboð á jørð) gera fyri tey. Sagt verður eisini, at trúgvandi fólk gerast minni stressað og minni deprimerað – ja, gera færri sjálvmorð enn meiri  sjálvrefleksiv fólk. Sæð frá tí sjónarhorninum noyðist ein at staðfesta, at tað at vera trúgvandi veruliga er ein lívsstrategi, ið hevur nakað at bjóða uppá. At ákæra trúgvandi fyri býttiskap má sigast at vera beinleiðis skeivt, tí tey trúgvandi hava framt eitt val, og í nógvum førum er hetta eisini eitt gott val.


Siðbundni ella modernitetur?


Undir øllum umstøðum vil eg tó í restini av hesi grein tosa um ávikavíst ”siðbundin” (t.d. trúgvandi) og ”modernað” fólk. Hesi seinnu umfata øll tey, ið trúgva upp á rationalitetin og individualismuna (at einhvør er sær sjálvum næstur). Modernaða menniskjað er einstaklingakent og velur at hugsa frítt, og sær heimin sum ein støðug rúgva av valum, ið skulu gerast. Sjálvandi kunnu menniskju ikki býtast so fýrkantað upp, tí tey flestu (eisini eg) velja at samantvinna tað modernaða og tað siðbundna, fyri harvið at finna fram til eina sunna lívsleið, ið hvørki búrar seg inni í fortíðini ella starir seg fasta í framtíðini.

Men skjótt er at falla í ta einu ella aðru grøvina. Ringt er at halda seg á rásini uttan at snáva, og tí er mentanin av góðum grundum sera vinglandi. Summi hella móti teirri einu síðuni, og summi móti hinari, og í øllum hesum tvídráttinum finna vit tað fyribrigdið vit nevna ”virðispolitikk”. Virðispolitikkur er avgerandi øðrvísi enn ”býtispolitikkur” (tað at býta tilfeingið í samfelagnum), tí at hann fæst ikki við ”verulig ting”, men spælir við okkara innastu kenslur. Virðispolitikkurin snýr seg um at arbeiða fyri eini ávísari lívsfatan, t.d. eisi kristnari lívsfatan, eini konservativari lívsfatan, eini liberalari lívsfatan ella kanska eini tjóðskaparligari lívsfatan.

Um t.d. tey siðbundnu síggja eitt moralsk og eitt persónligt forfall í einstaklingagerðini – og harvið fragmenteringini av samfelagnum, so mugu tey siðbundnu sigast at hava eina moralska skyldu til at kunngera hinum, at tey eru á vandaleið. Tí ikki at prædika tað góða er jú sum kunnugt amoralskt, og um tey siðbundnu ikki royna at prædika teirra lívsfatan fyri øðrum, so eru tey jú í grundini at meta sum amoralsk. Trupulleikin stendst, um prædikumenninir gerast ”inkvisitorar” og heldur enn at prædika velja at tvinga tey ”vantrúgvnu” á rætta leið, t.d. við at ”lekja” tey samkyndu ella at læra vinstrahent at skriva við høgru hond. Tá er strembanin eftir tí góða knappliga vorðin ónd, tí tá er tann siðbundna lívsfatanin knappliga vorðin eitt álop á ein ávísan samfelagsbólk, heldur enn at vera eitt dømi um hvussu ”tað góða lívið” skal livast.


Hvat er frælsi?


Frælsið at velja snýr seg ikki um at kunna taka sjálvstøðugar avgerðir. Hetta er ein utopi, ið einans er galdandi um tú eitur Robinson Crusoe og býrt á einari oyðnari oyggj uttan samband við umheimin. Fullkomiligt frælsi krevur, at tu ert avskorin frá øllum sosialum sambondum, tí í tí løtu tú gerst ein partur av einum sosialum bólki, so hevur tú valt at avmarka títt frælsi. Frælsi merkir, at ein ikki verður tvingaður at hoyra til ein ávísan sosialan bólk, tað veri seg av átrúnaðarligum, politiskum ella øðrum ávum. Frælsi merkir, at tú sjálvur hevur tikið tær frælsi at velja tín sosiala samanhang. Og júst í tí sosiala samanhanginum er tað at tú kanst heysta fruktirnar av tí veruliga frælsinum; nevniliga at tú gjøgnum sømiligan atburð kanst vinna tær eina sterka sosiala støðu at handla út frá.

Paradoksalt sæð økist frælsið samsvarandi við mongdina av sosialum bindingum í lívinum. Tínir handlingsmøguleikar eru jú – um tú so vilt tað ella ei – treytaðir av at tú hevur eitt burðardygt netverk at handla ígjøgnum. Og hetta netverkið kann m.a. finnast gjøgnum statin, gjøgnum bygdina ella gjøgnum samkomuna, tú ert limur í.

Men um tú hevur valt at gerast ein partur av einum sosialum bólki, so krevur hetta eisini, at tú livir eftir nøkrum normum og lógum, ið hesin bólkur skapar. Um tú ert ”ov langt úti”, so kanst tú ikki góðtakast av bólkinum, og verður útstoyttur.Um tú – sum einstaklingur – livir eitt lív, ið tykist moralskt forkastiligt hjá onkrum øðrum, so er tín atburður at meta sum ein hóttan móti tí, ið skapar sosiala samanhangin. Um sosiali bólkurin (t.d. tjóðin, bygdin ella samkoman) er stýrd av fundamentalum persónum ella flokkum, so er minni pláss til at vera ”øðrvísi” enn um valdsharrarnir sýna toleransu móti minnilutum, t.d. samkyndum ella fremmandum. Um tú so ikki hóskar inn í tann sosiala bólkin, so kanst tú at enda verða noyddur at flýggja av bygdini ella heilt av landinum.


Liberalisma vs fundamentalismu


Ein grundleggjandi liberal tesa er, at alt er loyvt, so leingi tað ikki skaðar onnur”, og harvið er ein handling einans at metast sum kriminell, um handlingin skaðar onnur, og tað væl at merkja beinleiðis. Men um ein einstaklingur handlar á tí moralska markinum, og við sínum handlingum er við til at flyta nøkur moralsk og etisk mørk, so er hesin í yvirførdum týdningi við til at skaða fundamentalistin, ið hevur start seg fastan  á nakrar grundleggjandi – og ”sannar” – premissir.

Um fundamentalistarnir hava stórt vald í samfelagnum, so er tann liberali og hansara møguligu handlingar eitt álop á ta hegemonisku yvirvøldina, men um fundamentalistarnir bert eru ein partur av samlaða samfelagnum, so er tann liberali bert ein rivalur millum mangar, ið kappast um valdið. Fundamentalisturin vil vanliga leggja seg eftir at seta á stovn eitthvørt ”absolutt” stýri (t.d. eitt teokrati), ið skal dominera samfelagið fullkomiliga gjøgnum hegemoniskar stýrihættir. Men í einum fólkaræði vilja vanliga eisini vera aðrir bólkar, ið ikki vilja vita av fundamentalismuni, serliga tí at fundamentalisman mangan hevur lyndi at vera anti-demokratisk.

Um t.d. tann liberali í eini slíkari støðu (sum t.d. í Føroyum) megnar at flyta tey moralsku mørkini, so hevur hesin ”skatt” fundamentalistin og søk hansara, tí at fundamentalisman er vorðin enn meiri perifer í samfelagnum og harvið hevur fundamentalisman mist bæði status og vald. Sæð frá hesum sjónarhorni gerast tey samkyndu ein trupulleiki í einum samfelagi, har summi ynskja at leita aftur til nøkur fundamental (kristin?) virði, har tingini hanga saman í eini absoluttari eind. Kanska eru tey samkyndu bert eitt symbol uppá eitt samfelag í forfalli, men undir øllum umstøðum verða tey samkyndu sædd sum ein hóttan ímóti teirri føroysku ”siðvenjuni”, ið júst krevur, at fólk hava ein líknandi atburð og eina líknandi lívsfatan.

Nógvir føroyingar halda, at tað at vera samkyndur ikki kann góðtakast í Føroyum, tí at hetta fer at føra við sær, at føroyingar fara at missa sín felags samleika sum kristin tjóð. Møguliga hava hesi fólk grein í sínum máli. Kanska er tað ein trupulleiki fyri Føroyar um samfelagið fragmenterast og einhvør bara kann liva sítt egna lív og gera síni egnu val útfrá egnari lívsfatan, so leingi sum hann/hon ikki skaðar onnur. Óttin er har, og óttin skal takast fyri fult, eisini hóast hann mangan verður órímiligur og ”inkvisitoriskur”. Trupulleikin er, at inkvisitión av minnilutum ikki er sameiniligt við tað demokratiska samfelagi, og tí vil fundamentalisman í nógvum førum vera eitt álop á sjálvt fólkaræðið, um hon ikki alla tíðina verður mótmælt av meiri tolerantum politikarum.


Fundamentalistiska sjúkan


Fundamentalisman er ein sjúka, ið øll samfeløg tykjast at líða av viðhvørt. Kanska er talan – sum Albert Einstein vildi vera við – um eina samfelagsliga ”barnasjúku” (her sipaði hann til týsku tjóðarfundamentalismuna; nazismuna), men møguliga er talan heldur um eina afturvendandi influenzu, ið rakar samfelagskroppin, tá samfelagsímyndin tykist ov fragmenterað. Um so er, er fundamentalisman ein virus, ið kann raka eitthvørt samfelag um spenningarnir gerast nóg stórir, og óttin í fólkinum gerst størri enn álitið á samfelagsskipanina.

Tvinnir eru tá møguleikarnir í eini slíkari støðu, tá ið samfelagslig fremmandlikam stinga seg upp: Antin stoytir samfelagið fremmandlikamini út, ella megnar samfelagið at innkorporera fremmandlikamini og gera tey til ein part av samfelagskroppinum. Í Føroyum í dag tykjast nógv at royna at útihýsa tað fremmanda av ótta fyri at tað fremmanda kann bera við sær siðloysi, men kanska høvdu Føroyar verið eitt nógv betri samfelag, um vit dugdu at taka væl ímóti tí fremmanda og at gera tað til ein part av okkum sjálvum. Kanariufuglurin hevur tað ikki gott í Føroyum í dag, og vónin má vera, at hann ikki fer at kvalast av mentanarligum iltmangli.

Spurningurin er so, um politikararnir tora at nema við tabu-evnini…


[1] Her skal stutt nevnast, at ræðslan mótvegis teimum samkyndu bert eru eitt dømi um ”bólkahatur”. Í øðrum londum og til aðrar tíðir kundi tað besta dømið heldur verið ”jødahatur”, ”svartrahatur”, ”muslimahatur”, ”heksahatur” (t.v.s. kvinnuhatur) – ja sjálvandi eisini ”kristnahatur”.

Comments

Popular posts from this blog

Er Kommunuvalskipanin nøktandi?

Í Tórshavnar kommunu fekk Javnaðarflokkurin 41,3% av atkvøðunum til kommunuvalið, men hetta gav heili 53,8% av býráðslimunum. Orsøkin liggur í sonevnda d’Hondt-uppgerðarháttinum, ið gevur størri flokkum betri sømdir enn smáum. Hesin vansin gjørdist í ár serliga týðiligur í Tórshavnar kommunu, men eisini aðrastaðni, t.d. í Fuglafjarðar kommunu hendi tað sama.
Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur, 14. nov. 12
Hendan greinin snýr seg ikki um hvørt hesir listar hava uppiborið teirra nývunna absolutta meiriluta, tí tað hava teir, tí soleiðis er vallógin. Men hvat er tað nú lógin í grundini sigur?
“§ 19. Stk. 2. Fyrst skal verða avgjørt, hvussu nógv valevni skulu verða vald fyri hvønn valevnislista. Samlaða atkvøðutalið fyri hvønn valevnislista verður at býta við 1, 2 3 o.s.fr., til hvørt atkvøðutalið er býtt við tali eins stórum og talið á sessum, sum avvarðandi valevnislisti kann hugsast at fáa í mesta lagi. Hægsta býtingartalið, sum soleiðis kemur fram, gevur tí lista, sum fær tað …

Føroyskur politikkur – moralpolitikkur

Føroyskur politikkur hevur søguliga verið lýstur við tveium ásum: vinstra/høgra og loysing/samband. Men seinastu tíðina hevur nógv verið tosað um, at vit nú byrja at síggja enn ein “etiskan” ás í føroyska politiska landslagnum, ið meiri byggir á moralskar spurningar enn á konkret valdsforhold og ræðisrætt á málsøkjum.

Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur

Ein “etiskur ásí” er í ávísan mun við at taka skap í føroyskum politikki. Moralur fyllir alsamt meiri í politiska landslagnum, og her er í seinastuni komið til skarpskeringar millum “moralkonservativ” og “moralprogressiv”, m.a. í víðagitna málinum um §266b. Tó er tað serliga tann konservativi (serliga religiøst-konservativi) bógvurin, ið hevur trinið inn á politiska landslagið, meðan tað saknast eitt "progressivt" alternativ.

Í Danmørk finst ein slíkur etiskur ási, har Dansk Folkeparti tekur at kalla somu
fremmandra- og framburðs-ivasomu støðu sum Miðflokkurin í Føroyum (tó er DF nationalt-konservativur, meðan MF er reli…

Útlendskar kvinnur í Føroyum - ein javnstøðutrupulleiki – og –møguleiki

Grein við støði í framløgu fyri Javnstøðunevndina á Fólkafundinum í Hoyvíkar skúla 21. Sept. 2012.
Føroyingar hava søguliga ikki havt serliga nógvar útlendingar, um sæð verður burtur frá dønum, ið hava búsett seg í Føroyum. Útlendingur skal vanliga skiljast sum ein, ið er føddur aðrastaðni enn í Føroyum, men í hesi greinini viðgeri eg einans útlendingar frá ikki-Norðurlondum.
Rákið seinastu árini hevur verið, at tað koma alsamt fleiri útlendskar kvinnur til Føroya, og hesar eru nú við at verða ein týðandi samfelagsbólkur í ymiskum pørtum av landinum. Vit vita sera lítið um tær, men í stóran mun verða tær giftar við føroyskum monnum. Til ber at siga, at fráflytandi føroysku kvinnurnar skapa eitt tómrúm, ið í ávísan mun verður fylt av hesum útlendskum kvinnum.
Hvar koma útlendingarnir so frá? Við fyriliti fyri, at hagtølini tíverri eru sera ófullfíggjað, hómast tó nøkur mynstur. Flestu útlendingar koma frá “Europa annars”, tvs. Europa uttan Norðurlond, og her eru menn í yvirtali seinnu…