Skip to main content

Ein skúli til veruliga lívið

Tá ið heitt varð á meg um at skriva nakrar hugleiðingar um skúlan, var tað áðrenn nógv umrødda pisa-undankanningin varð almannakunngjørd í mai. Eg hevði annars ætlanir um at tríva í júst nøkur av teimum fyribrigdum, ið vístu seg at koma fram í kjakinum í kjalarvørrinum av at pisa-bumban brast.

Heldur enn revsandi hugleiðingar havi eg tískil hug at koma við nøkrum uppbyggiligum hugleiðingum; nøkrum hugleiðingum um ein part av skúlanum, ið eftir mínum tykki er alt ov undirmettur í mun til tann týdning hann kundi havt og – eftir mínum tykki – átti at havt.

Hesin partur er tann sonevnda starvspraktikkin. Alt ov mangan verður praktikkin sæð sum eitt tíðarskeið, har ein tekur sær av løttum – sum eitt slag av eyka feriu. Næmingurin sleppur av skúlabonki og sleppur undan stríðnum við skúlatingum, meðan lærarin hevur færri tímar at undirvísa, tí ein av flokkunum hjá honum av góðum grundum ikki eru í skúla.

Men tá hetta er sagt, so havi eg upplivað praktikantar, ið veruliga hava sæð praktikkina sum ein gyltan møguleika at gera seg galdandi á arbeiðsmarknaðinum, og eg havi eisini sæð seriøsar lærarar, ið hava verið úti á praktikkplássunum at hyggja eftir hvussu næmingarnar klára seg.

Eg havi enntá upplivað praktikantar, ið hava verið so ídnir og framfýsnir, at eg havi verið ovfarin av teirra arbeiðsevnum. Hesir praktikantar hava fingið okkurt munagott burturúr teirra praktikk, og teir bestu praktikantarnir hava í summum førum eisini funnið sær eitt meiri ella minni verandi bijobb afturat skúlanum ella í summarfrítíðini. Og tað besta er sjálvandi, at hesir praktikantar hava fingið sett teirra talentir í umfar og harvið eru komnir eitt fet longur í teirra lívsmenning. Teir eru búnaðir sum menniskju; eru vorðnir meiri vaksnir. Teir eru uttan iva væl fyri og harumframt motiveraðir til at velja sær ta hóskandi útbúgvingina, heldur enn at sigla ígjøgnum eina diffusa “miðnámssós” uttan mál og mið.

Men tíverri er her talan um sólskinssøgur. Tað eru langt frá allir næmingar, ið eru nóg væl mentalt fyrireikaðir til at gera seg galdandi á einum arbeiðsplássi. Tað eru langt frá allir næmingar, ið duga at umstilla seg til ta arbeiðsstøðuna, ið er so avgerandi øðrvísi enn tann meiri ella minni passiva innlæringarstøðan, ið næmingarnir eru vanir við av skúlabonkinum. Í summum førum kann innlæring sjálvandi simulera veruleikan, til dømis í verkætlanararbeiði, men tað er sjáldan at slíkir innlæringsformar verða tiknir seriøst, ella at lærarar eru, ið veruliga megna at stýra slíkar innlæringsformar. Á sama hátt sum við praktikkini endar verkætlanararbeiði ofta sum ein “lættisoppaløta”, tí at lítil ella ongin ábyrgd ella stýring er av læringini.

Tí stýring skal til í øllum lívsins viðurskiftum, bæði viðvíkjandi skúlainnlæring og læring í arbeiðnum. Hjá fult útbúnum menniskjum er henda stýring ofta tengd at sjálvstýring og sjálvdisiplin, og tað er millum annað hetta, ið ungdómar nú á døgum noyðast at klára – eisini um tey skulu skora høgt í pisa-kanningum. Fyri at vera millum tey bestu í eini pisa-kanning er ikki nóg mikið at lata seg stýra; man skal megna at stýra sær sjálvum og at skilja tey (vitanar)systemir man er ein partur av og harútfrá gera sína vitan galdandi.

Lyklaorðið er refleksivitetur.

Eitt er fakligur førleiki. Eitt annað er at læra arbeiðsligan refleksivitet. Nú á døgum krevur tað at arbeiða meiri enn at akta skiparan ella arbeiðsformannin. Flestu størv nú á døgum krevja, at man er refleksivur í mun til síni arbeiðsøki; at man megnar at nýhugsa sín leiklut á arbeiðsplássinum og tað virði man gevur fyritøkuni har man arbeiðir. “Framleiðslan” í eini modernaðari fyritøku broytist við rúkandi ferð, og tí er neyðugt allatíðina at hava fingurin á pulsinum fyri ikki at verða afturútsigldur.

Tað, ið skúlarnir áttu at verið betri til, var at geva næmingunum innlit í hvussu tann vitan – tað veri seg vitan innan lesing, skriving, matematikk ella kunningartøkni – ið tey fáa í skúlanum eisini kann relaterast og reflekterast til onnur lívsins høpi. Til dømis er tað so upplagt innanfyri tónleikaundirvísing, at málið er at koma at framføra tónleik av einumhvørjum slagi, og tað hevði verið motiverandi fyri næmingar um tann alneyðugi grundlærdómur, tey fáa í skúlanum, eisini er beinleiðis relateraður til praktiska, “veruliga” uppgávuloysing.

Her er tað, at praktikkin eigur at verða tikin meiri seriøst, bæði av næmingunum og lærarunum, men somuleiðis av foreldrum og arbeiðsplássum. Praktikkplássið eigur at verða valt við umhugsni og gjøgnum eina mánaðarlanga úrveljingartilgongd, har næmingarnir seta seg inn í hvat tær ymisku fyritøkurnar gera og standa fyri. Flokkarnir eiga at fáa undirvísing í hvat tað merkir at koma út í “veruliga lívið”. Og næmingarnir eiga at skriva uppgávur um teirra praktikk, har teir reflektera og greina teirra upplivilsi í mun til tað teir høvdu væntað frammanundan. Alt hetta eru lærutilgongdir, ið eru minst líka mennandi sum tað at læra at rokna, at lesa, at skriva og at teldast.

Kanska er tað harumframt ein tanki, ið er verdur at hugsa, at aðrir fakbólkar enn einans lærarar koma inn í skúlarnar við teirra royndum og hugskotum, men – og hetta er týðandi – eisini sum eitt slag av rollumodellum fyri næmingarnar. Persónliga síggi eg lítla meining í at halda fast í fakskilmarkaða skúlalærdóminum, tá lærdómurin í veruleikanum kemur at gera seg galdandi sum ein “handverkspakki” seinni í lívinum, har fakini verða nýtt kreativt í samspæli við hvørt annað.


Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur

Comments

Popular posts from this blog

Er Kommunuvalskipanin nøktandi?

Í Tórshavnar kommunu fekk Javnaðarflokkurin 41,3% av atkvøðunum til kommunuvalið, men hetta gav heili 53,8% av býráðslimunum. Orsøkin liggur í sonevnda d’Hondt-uppgerðarháttinum, ið gevur størri flokkum betri sømdir enn smáum. Hesin vansin gjørdist í ár serliga týðiligur í Tórshavnar kommunu, men eisini aðrastaðni, t.d. í Fuglafjarðar kommunu hendi tað sama.
Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur, 14. nov. 12
Hendan greinin snýr seg ikki um hvørt hesir listar hava uppiborið teirra nývunna absolutta meiriluta, tí tað hava teir, tí soleiðis er vallógin. Men hvat er tað nú lógin í grundini sigur?
“§ 19. Stk. 2. Fyrst skal verða avgjørt, hvussu nógv valevni skulu verða vald fyri hvønn valevnislista. Samlaða atkvøðutalið fyri hvønn valevnislista verður at býta við 1, 2 3 o.s.fr., til hvørt atkvøðutalið er býtt við tali eins stórum og talið á sessum, sum avvarðandi valevnislisti kann hugsast at fáa í mesta lagi. Hægsta býtingartalið, sum soleiðis kemur fram, gevur tí lista, sum fær tað …

Føroyskur politikkur – moralpolitikkur

Føroyskur politikkur hevur søguliga verið lýstur við tveium ásum: vinstra/høgra og loysing/samband. Men seinastu tíðina hevur nógv verið tosað um, at vit nú byrja at síggja enn ein “etiskan” ás í føroyska politiska landslagnum, ið meiri byggir á moralskar spurningar enn á konkret valdsforhold og ræðisrætt á málsøkjum.

Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur

Ein “etiskur ásí” er í ávísan mun við at taka skap í føroyskum politikki. Moralur fyllir alsamt meiri í politiska landslagnum, og her er í seinastuni komið til skarpskeringar millum “moralkonservativ” og “moralprogressiv”, m.a. í víðagitna málinum um §266b. Tó er tað serliga tann konservativi (serliga religiøst-konservativi) bógvurin, ið hevur trinið inn á politiska landslagið, meðan tað saknast eitt "progressivt" alternativ.

Í Danmørk finst ein slíkur etiskur ási, har Dansk Folkeparti tekur at kalla somu
fremmandra- og framburðs-ivasomu støðu sum Miðflokkurin í Føroyum (tó er DF nationalt-konservativur, meðan MF er reli…

Útlendskar kvinnur í Føroyum - ein javnstøðutrupulleiki – og –møguleiki

Grein við støði í framløgu fyri Javnstøðunevndina á Fólkafundinum í Hoyvíkar skúla 21. Sept. 2012.
Føroyingar hava søguliga ikki havt serliga nógvar útlendingar, um sæð verður burtur frá dønum, ið hava búsett seg í Føroyum. Útlendingur skal vanliga skiljast sum ein, ið er føddur aðrastaðni enn í Føroyum, men í hesi greinini viðgeri eg einans útlendingar frá ikki-Norðurlondum.
Rákið seinastu árini hevur verið, at tað koma alsamt fleiri útlendskar kvinnur til Føroya, og hesar eru nú við at verða ein týðandi samfelagsbólkur í ymiskum pørtum av landinum. Vit vita sera lítið um tær, men í stóran mun verða tær giftar við føroyskum monnum. Til ber at siga, at fráflytandi føroysku kvinnurnar skapa eitt tómrúm, ið í ávísan mun verður fylt av hesum útlendskum kvinnum.
Hvar koma útlendingarnir so frá? Við fyriliti fyri, at hagtølini tíverri eru sera ófullfíggjað, hómast tó nøkur mynstur. Flestu útlendingar koma frá “Europa annars”, tvs. Europa uttan Norðurlond, og her eru menn í yvirtali seinnu…