Skip to main content

Hulduheimar úr mannaminni

Silvitni: Huldusøgurnar taka útgangsstøði úr heimstaðinum, og tey, ið vænta, at vitjanin í undirheiminum snýr seg um nakað yvirnáttúrligt, fara skeiv. Silvitni er ein søga um hvussu huldufólk liva og um hvussu fantasiin um undirheimin støðugt hálar í okkum “yvirmenniskju”.

Sámal Matras Kristiansen

“Dansur, sangur, tónleikur, sjónleikur í einum íbygdum heimi.” Soleiðis stendur á lýsingini, ið hongur uttanfyri Mentanarhúsið í Fuglafirði. Fólk bíða spent eftir at sleppa inn í hulduheyggin, ið hylir seg inni í mannbygda mentaskálanum. Tað kundi ikki verið betri. Fjørðurin liggur í silvitni handan húsini. Tað eru slíkar dagar at yvirmenniskjan fær ró á sær sjálvari til at droyma seg burtur til undirtilviskunnar tølandi landsløg.

Tá trinið verður innar í salin, verður eygað fangað av alskyns nótum, ið hanga niður úr loftinum – kanska sum spinnilvev niðurúr heygstromini. Niður úr nótunum dryppa glasdropar og bera boð um, at vit eru undir jørð. Vælkomin til undirheimin.


Fyrr var lív undir hvørjum steini

Tá kemur ein gamal maður í føroyskari troyggju gangandi við fjallstavi, sum oman fjallalíð. Hugagóður, men hugsunarsamur. Her byrja frásagnirnar um huldufólkini. Frits Johannesen er kanska huldumaður sjálvur, ella kanska ein yvirmenniskja, ið kennir seg tølaða av huldu verunum, ið liva eitt heilt lív uttanvert ásjón okkara.

- So mangan vit hoyra, at einki var sum fyrr. Fyrr var lív undir hvørjum steini, greiður Frits frá.

- Tá trúðu fólk uppá huldufólk!

Og hendan trúgvin – pátrúgvin – legði nakrar heimar opnar fyri okkum, ið ikki eru at skoða fyri eyguni hjá rationellu nútíðarmenniskjuni.

- Onkur segði fyri mær, at huldufólkini hvurvu, tá ið elljósini komu. Fyrr livdu heyggjarnir, túvurnar... og ikki minst... grásteinur og svartiklettur, minnist Frits.

Tað er sum kemur onkur ímynd úr barnaminninum fram í minnið, tá slíkar frásagnir um huldufólk verða sagdar. Kanska eru tað staðarnøvnini, ið gera tað so heimligt... ja hulduligt. Tað er okkurt við hesum gráa, hesum myrka og spøkilsiskenda, ið er lokkandi fyri øll, ið tora at kenna annað enn sítt egna Superego.

-Tá var lív í hvørjum steini, sigur Frits, og við hesum vakna duldu verurnar og byrja at dansa. Ikki myrkar, skitnar og ódámligar, eins og vit kenna tær úr okkara fantasiloysi. Nei: litfagrar, livandi og vakrar, men... sera, sera øðrvísi.

Og tó!


Lívsglað huldufólk

Við tónleiki og dansi sýndu huldufólkini hóskvøldið, at tey kanska ikki eru so nógv øðrvísi enn vit yvirmenniskju. Huldufólkini, eins og tey trinu fram í samspæli við frálíka tónleikin av Ben-Jammin, eru ikki grá og “ónd”, men lívsglað og sera, sera ymisk.

Tó var tað ikki so gott flow millum frásagnirnar øðru megin og dansin og tónleikin hinumegin sum man kundi ynskt. Hin eftirhondini klassiski skróvandi hátalarin í Mentanarhúsinum var eisini irriterandi. Men sum framførslan menti seg, kom eisini betri samanhangur í. Kanska tí at sjónleikurin frá at hava lýst brotmyndir úr lívi huldfólkanna nú gjørdist meiri dramatiskur. Frits førkaði seg alsamt longur frá sínum yvirmenniskjuliga frásagnarleikluti og gjørdist eitt við hulduheimin, byrjaði at spæla saman við huldufólkini.

Men er sjónleikurin Silvitni áhugaverdur og forvitnisligur – serliga fyri fuglfirðingar, ið kenna hesar staðbundnu frásagnirnar aftur – so er hann tó ikki fantastiskur (hóast evnið er fantastiskt). Men til tey, ið vilja vita hvussu huldfólk í veruleikanum hóreiggja sær: farið í Mentanarhúsið og síggið sjónleikin Silvitni – og takið børnini við. Hugaligt er, at eitt slíkt tiltak kann fáast upp at standa av so nógvum ungum fólkum. Tað boðar frá góðum.

Silvitni verður framførdur klokkan 20:00 fríggjakvøldið og leygarkvøldið í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.

Comments

Popular posts from this blog

Er Kommunuvalskipanin nøktandi?

Í Tórshavnar kommunu fekk Javnaðarflokkurin 41,3% av atkvøðunum til kommunuvalið, men hetta gav heili 53,8% av býráðslimunum. Orsøkin liggur í sonevnda d’Hondt-uppgerðarháttinum, ið gevur størri flokkum betri sømdir enn smáum. Hesin vansin gjørdist í ár serliga týðiligur í Tórshavnar kommunu, men eisini aðrastaðni, t.d. í Fuglafjarðar kommunu hendi tað sama.
Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur, 14. nov. 12
Hendan greinin snýr seg ikki um hvørt hesir listar hava uppiborið teirra nývunna absolutta meiriluta, tí tað hava teir, tí soleiðis er vallógin. Men hvat er tað nú lógin í grundini sigur?
“§ 19. Stk. 2. Fyrst skal verða avgjørt, hvussu nógv valevni skulu verða vald fyri hvønn valevnislista. Samlaða atkvøðutalið fyri hvønn valevnislista verður at býta við 1, 2 3 o.s.fr., til hvørt atkvøðutalið er býtt við tali eins stórum og talið á sessum, sum avvarðandi valevnislisti kann hugsast at fáa í mesta lagi. Hægsta býtingartalið, sum soleiðis kemur fram, gevur tí lista, sum fær tað …

Føroyskur politikkur – moralpolitikkur

Føroyskur politikkur hevur søguliga verið lýstur við tveium ásum: vinstra/høgra og loysing/samband. Men seinastu tíðina hevur nógv verið tosað um, at vit nú byrja at síggja enn ein “etiskan” ás í føroyska politiska landslagnum, ið meiri byggir á moralskar spurningar enn á konkret valdsforhold og ræðisrætt á málsøkjum.

Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur

Ein “etiskur ásí” er í ávísan mun við at taka skap í føroyskum politikki. Moralur fyllir alsamt meiri í politiska landslagnum, og her er í seinastuni komið til skarpskeringar millum “moralkonservativ” og “moralprogressiv”, m.a. í víðagitna málinum um §266b. Tó er tað serliga tann konservativi (serliga religiøst-konservativi) bógvurin, ið hevur trinið inn á politiska landslagið, meðan tað saknast eitt "progressivt" alternativ.

Í Danmørk finst ein slíkur etiskur ási, har Dansk Folkeparti tekur at kalla somu
fremmandra- og framburðs-ivasomu støðu sum Miðflokkurin í Føroyum (tó er DF nationalt-konservativur, meðan MF er reli…

Útlendskar kvinnur í Føroyum - ein javnstøðutrupulleiki – og –møguleiki

Grein við støði í framløgu fyri Javnstøðunevndina á Fólkafundinum í Hoyvíkar skúla 21. Sept. 2012.
Føroyingar hava søguliga ikki havt serliga nógvar útlendingar, um sæð verður burtur frá dønum, ið hava búsett seg í Føroyum. Útlendingur skal vanliga skiljast sum ein, ið er føddur aðrastaðni enn í Føroyum, men í hesi greinini viðgeri eg einans útlendingar frá ikki-Norðurlondum.
Rákið seinastu árini hevur verið, at tað koma alsamt fleiri útlendskar kvinnur til Føroya, og hesar eru nú við at verða ein týðandi samfelagsbólkur í ymiskum pørtum av landinum. Vit vita sera lítið um tær, men í stóran mun verða tær giftar við føroyskum monnum. Til ber at siga, at fráflytandi føroysku kvinnurnar skapa eitt tómrúm, ið í ávísan mun verður fylt av hesum útlendskum kvinnum.
Hvar koma útlendingarnir so frá? Við fyriliti fyri, at hagtølini tíverri eru sera ófullfíggjað, hómast tó nøkur mynstur. Flestu útlendingar koma frá “Europa annars”, tvs. Europa uttan Norðurlond, og her eru menn í yvirtali seinnu…