Skip to main content

Posts

Showing posts from September, 2006

Slagið um Landnyrðingsføroyar

Fara Landnyrðingsføroyar at síggja soleiðis út í 2015?

Kommunusamanlegging: Um Eysturkommuna verður veruleiki, so verður hetta bert aðru ferð, at nøkulunda javnbjóðis kommunur leggja saman í eina størri eind. Fyrstu ferð var, tá smáu kommunurnar kring Sundalagið slóu seg saman. Og hetta fær stórar avleiðingar fyri hvussu kommunusamanleggingin framyvir fer at hátta sær.

Sámal Matras Kristiansen

Í skjótt 40 ár hevur tað ikki longur verið loyvt at skilja sundur bygdir, ið ikki vildu vera í somu kommunu, í minni kommunur. Seinasta dømið um kommunusundurskiljing var uppbýtið av Nes Sóknarkommunu í ávikavíst Runavíkar- og Nes kommunur, tí at fólkið á Toftum og Nesi kendi seg illa viðfarið av teimum innan av Glyvrum og Saltangará.

Annars hava at kalla allar kommunusundurskiljingar verið í fyrru helvt av tjúgundu høld. Nógvar av hesum sundurskiljingum hava ført við sær nærum ólekjandi splitur millum bygdirnar, ið enn í dag er við til at gera kommunusamanlegging, serliga í Eysturoynni, til eitt næ…