Skip to main content

Slagið um Landnyrðingsføroyar

Fara Landnyrðingsføroyar at síggja soleiðis út í 2015?


Kommunusamanlegging: Um Eysturkommuna verður veruleiki, so verður hetta bert aðru ferð, at nøkulunda javnbjóðis kommunur leggja saman í eina størri eind. Fyrstu ferð var, tá smáu kommunurnar kring Sundalagið slóu seg saman. Og hetta fær stórar avleiðingar fyri hvussu kommunusamanleggingin framyvir fer at hátta sær.

Sámal Matras Kristiansen

Í skjótt 40 ár hevur tað ikki longur verið loyvt at skilja sundur bygdir, ið ikki vildu vera í somu kommunu, í minni kommunur. Seinasta dømið um kommunusundurskiljing var uppbýtið av Nes Sóknarkommunu í ávikavíst Runavíkar- og Nes kommunur, tí at fólkið á Toftum og Nesi kendi seg illa viðfarið av teimum innan av Glyvrum og Saltangará.

Annars hava at kalla allar kommunusundurskiljingar verið í fyrru helvt av tjúgundu høld. Nógvar av hesum sundurskiljingum hava ført við sær nærum ólekjandi splitur millum bygdirnar, ið enn í dag er við til at gera kommunusamanlegging, serliga í Eysturoynni, til eitt nærum “ógjørligt puslispæl”. Ikki skal farast longur niður í tær søguligu orsøkirnar til hetta splitrið, ið ikki einans ger seg galdandi viðvíkjandi kommununum, men eisini viðvíkjandi prestagjøldunum og nú eisini viðvíkjandi barnaverndarøkjunum.

Alt hetta er ein partur av einum stórum strategiskum spæli, har tað ræður um hjá kommununum ikki at “selja seg” og harvið at koma í vanda fyri at verða yvirfusaðar.


Ávísur samanleggingarhugur

Tó eru einstøk ljóspunkt at hóma. Nógvu smáu kommunurnar í Sundalagnum hava dugað at staðið saman og eru nú lagdar saman í eina stóra kommunu. Áhugavert er, at tær báðar stóru kommunurnar í økinum, Kollafjarðar- og Eiðis kommunur ikki eru partur av hesi slóðbrótandi samanlegging, men eru gingnar fullkomiliga hvør sín veg: Kollafjarðar kommuna hevur lagt seg innundir høvuðsstaðin og Eiðis kommuna hevur isolerað og nú einans hevur ein samanleggingarmøguleika, um tosið um “natúrligar landafrøðiligar eindir” skal geva nakra meining.

Men eitt annað ljós er at hóma í teimum klandursherjaðu Landnyrðingsføroyum. Leirvíkar og Gøtu kommunur eru tvær kommunur, ið sjáldan hava verið í stórvegis stríði. Hetta tí tær hvør sær hava havt úr at gera við at halda Fuglafjarðar kommunu við hornunum, serliga í framhaldsdeildar- og sløkkiliðshøpi, har frustratiónirnar hava verið stórar millum gøtufólk og leirvíkingar.

Hesar báðar fara í næstum væntandi at leggja saman í Føroya fyribils fjórðstørstu kommunu – Eysturkommunu. Harvið verða tær saman størri enn Fuglafjarðar kommuna.
Mett verður, at hetta hjúnabandið er gott fyri báðar partar, tí at talan er um javnbjóðis kommunur. Men aftanfyri hetta hómast ein vaksandi konflikt:


Eysturkommuna liggur í smørholinum

Latum okkum fyrst gera eitt lop norður aftur í Sunda kommunu. Sunda kommuna hevur verið eitt kærkomið symbol fyri samanhaldi í einum landi, har splitur annars er gerandiskostur. Tað hevur tó víst seg, at hetta samanhald hevur verið treytað av einum felags fígginda: teimum stóru kommununum í suðri og í norðri. Samstarvið millum tær smáu kommunurnar hevur í veruleikanum verið ein roynd at standa Kollafjarðar kommunu og – serliga – Eiðis kommunu kurl. Og eftir at kommunurnar hava lagt saman, eru tær nú knappliga stóribeiggi í einum øki, har tær áður vóru lítlibeiggjar.

Tað er júst tað sama, ið fer at henda, um Leirvíkar og Gøtu kommunur leggja saman í eina stóra Eysturkommunu. Bæði Leirvíkar og Gøtu kommunur hava leingi kent seg trýstar serliga norðanífrá (úr Fuglafirði), men eisini sunnanífrá (úr Runavík) og í seinastuni eisini eystanífrá (úr Klaksvík).

Gøta og Leirvík liggja í einum strategiskum smørholi millum hesar tríggjar búskaparligu svervektararnar í Landnyrðingsføroyum. Hetta merkir, at Gøta og Leirvík fáa ein ókeypis ágóða burturúr teirra geografisku plasering.

Men hóast teir nógvu fyrimunirnar við at liggja millum tríggjar búskaparligar svervektarar, so hevur verið ringt hjá Gøtu- og Leirvíkar kommunum at sláa ígjøgnum í tí meiri yvirskipaða politikkinum. Hetta hevur verið serliga týðiligt í sambandi við eyðmýkjandi viðferðini hjá landsmynduleikunum í sambandi við farleiðina gjøgnum Leirvík.

Við einari stórari Eysturkommunu er talan tó knappliga um ein sjálvstøðugan svervektara, ið ikki so lættliga kann verða skúgvaður til viks. Hetta stendst partvíst av, at Eysturkommuna í sjálvum sær verður meiri ábar á Føroyakortinum, men serliga av tí at ein so stór kommuna fer at kunna hava eina meiri professionella umsiting, ið kann standa miðfyrisitingini kurl.


Eysturkommuna – vakstrarøki og miðstaður

Men ikki bara í mun til ta meiri politisku og fyrisitingarligu navigeringina er Eysturkommuna ein
fyrimunur. Eysturkommuna kemur við tíðini at gerast ein búskaparligur svervektari í sjálvum sær. Tað er eingin orsøk at halda, at Gøta og Leirvík í framtíðini einans fara at vera “uppland” hjá sínum stóru grannakommunum, ella at nýggja Eysturkommunan fer at góðtaka at vera lítisvird sum “smábygdir, man bara koyrir ígjøgnum” (úttalilsi hoyrt í Klaksvík).

Við tí fólkavøkstri, ið Gøta/Leirvík – eins og Sundalagið – hevur upplivað hesi seinastu árini, er orsøk at halda, at hesar báðar bygdirnar koma at gerast einki minni enn miðstaðir í Landnyrðingsføroyum. Hetta verður ein leiklutur, ið man vera ringur hjá nógvum at ímynda sær í dag, og ein herskin biti hjá serliga fuglfirðingum og klaksvíkingum at slúka. Men í veruleikanum avspeglar hetta bara, at yvirskipaði samfelagsbygnaðurin er í stórari broyting.

Tað eru nevniliga ikki longur tær góðu vágirnar og firðirnir, ið skapa fyritreytir fyri vøkstur. Orsøkin til at Fuglafjørður, Klaksvík og “Kongshavn” hava havt so stóran fólkavøkstur, er tí at her eru tær góðu havnirnar. Men hvørki í Gøtu ella í Leirvík eru serliga góðar havnir í mun til tyngri sjóferðslu. Men hesar bygdirnar hava nakað annað: eitt serstakliga gott samferðslukervi.
Samferðslumøguleikarnir eru nevniliga tað, ið í størstan mun hevur myndað búsetingarmynstrið hesi nógvu seinastu árini. Tað er ei longur neyðugt at búgva á sama staði har ein arbeiðir. Í staðin hava føroyingar ment eina umfatandi pendlimentan, ið millum annað kann avlesast í einum alsamt vaksandi ferðsluvøkstri á føroysku landsvegunum. Alt hetta merkir, at tað gevur minni meining at tosa um teir núverandi býirnar sum stakar búskaparligar eindir. Í staðin eru Føroyar, ella rættari: Meginlandið, vorðnar ein stórur Netverksbýur, har tað hevur minni at siga hvussu geografiska forholdið millum arbeiði, bústað og frítið er háttað.


Samanlegging snýr seg um lokalar fyrimunir

At nógvar kommunur ikki vilja leggja saman, er ivaleyst tí at hesar ikki vilja góðtaka tann nýggja veruleikan. Heldur velja tær at klára seg sjálvar sum frægast. Jú meiri man fær skavað til sín av skúlabygningum, ítróttarhallum og líknandi, tess betur. Hetta er serliga galdandi fyri samanleggingaræddar kommunur sum Eiðis, Sjóvar, Nes og Fuglafjarðar kommunur, ið royna at skava sum mest til sín áðrenn tær møguliga verða yvirfusaðar av teimum størru grannunum.
Og umvent er samanleggingin av Gøtu og Leirvíkar kommunum júst ein mótreaktión móti at stóru kommunurnar hava verið dekan ov imperialistiskar í teirra samstarvshátti. Seinast hevur so borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu, Steinbjørn Jacobsen, verið úti at royna at lokka Leirvíkingar til sín. Borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu rør uppundir, at hetta bara fer at hava við sær, at leirvíkingar verða “lumpaðir” inn í eina stóra Eysturoyar kommunu, har teir so verða “bakgarður hjá Eysturoyar kommunu”*:

- Sum kunnugt fær ein kommuna bert tann eina kjansin at taka seg sjálva av. Eg mæli tí leirvíkingum til at taka fleiri møguleikar upp til viðgerðar, áðrenn avgerðarrættur leirvíkinga verður “seldur”, skrivar borgarstjórin, og leggur harvið upp til, at leirvíkingar eru í ferð við at selja seg sjálvar í stórar kommunusamanleggingardystinum.

Seinni í greinin grundgevur hann ríkiliga fyri hví tað hevði loyst seg betri hjá leirvíkingum at vent sær til Klaksvíkar enn til Gøtu. Hann nevnir nógv ting, men serliga nógv ger hann burturúr útstykkingarmøguleikunum í Leirvík:

- Ein kann rokna við, at ein samanløgd Klaksvíkar og Leirvíkar kommuna heilt nátúrliga hevði plaserað partar av sínum útbyggingum í Leirvík, men - spyr hann retoriskt:
- Fer ein stór og víð Eysturoyar Kommuna at gera tað sama!

Atkvøðugreiðslan um samanlegging av Gøtu og Leirvíkar kommunum fer at sýna um leirvíkingar fara at lata seg lokka av Klaksvíkar kommunu, ella um teir heldur vilja stevna móti framtíðini saman við gøtufólki.


Hvørjar verða kommunurnar í 2015?

Men eg loyvi mær at ivast í um ein stór “Eysturoyar kommuna” verður veruleiki í bræði, eins og borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu sær fyri sær. Í staðin vil eg loyva mær at gita at vit í staðin fara at síggja hesar kommunurnar í Landnyrðingsføroyum hesi komandi áratíggjuni (sí eisini talvu): Norðoya kommuna (allar Norðoyggjar), Fuglafjarðar kommuna (sum nú), Eysturkommuna (Gøtu- og Leirvíkar kommunur), Skálafjarðar kommuna (núverandi Runavíkar kommuna, men íroknað Funnings kommunu), Nes og Sjóvar kommuna og Sunda kommuna (íroknað núverandi Eiðis kommunu).

Hetta eru sjálvsagt bara gitingar, men leggið til merkis, at minsta kommunan sambært hesi hugmynd er Fuglafjarðar kommuna við sínum 1.566 íbúgvum (2005). Allar hinar kommunurnar liggja frá 2.000 íbúgvum og uppeftir. Og tað er júst tað minstamarkið, ið Kommununevndin í 1998 setti fyri framtíðar føroyskar kommunur. Enn ein orsøk til at eg vænti, at Fuglafjarðar kommuna sleppur at halda fram sum sjálvstøðug kommuna, er tí at Sandoyggin neyvan verður løgd saman við aðrar kommunu heldur, og har búgva færri fólk enn í Fuglafirði, í løtuni einans 1.467 fólk – íroknað Skúgvi og Dímun.

Ivaleyst sleppa Fuglafjarðar og Sandoyar kommuna at vera tey bæði undantøkini, ið staðfesta regluna frá 1998 um at kommunur skulu hava fleiri enn 2.000 íbúgvar. Um vit so hyggja eftir nýggju barnaverndarøkjunum, ið upprunaliga skuldu leggjast út í tær nýggju samanløgdu kommunurnar, so er markið her sett til 1.500 íbúgvar (undantikið Sandoy, ið sleppur við 1.000 íbúgvum), og tað er ikki sett sum krav, at hesi øki skuldu vera samanhangandi.

* Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri, hevur broytt yvirskrivtina á lesarabrævinum frá “Í fremstu røð saman við Klaksvík ella bakgarður hjá Eysturoyar Kommunu” (á heimasíðuni hjá Norðlýsinum í farnu viku) til “Saman við Klaksvík verður Leirvík í fremstu røð”( í Dimmalætting mánakvøldið). Ivaleyst fyri ikki at virka og neiligur.





Høvuðsgrundgevingarnar fyri samanleggingini eru hesar:

- at kommunurnar skulu gerast betri førar fyri at veita borgarunum eina góða tænastu.
- at samskipa umsitingina og raksturin av kommununum.
- at kommunurnar verða betur førar fyri at taka av nýggjum avbjóðingum í
framtíðini.
- at samskipa íløgurnar, so at betri nytta fæst burtur úr íløgum, og at forða fyri óneyðugum
íløgum.
- at skapa betri karmar fyri øktum virksemi í økinum.

Brot úr sáttmálanum millum Gøtu- og Leirvíkar kommunu um samanlegging











Kommuna
1995
2005
2015
Norðoya
kommuna
5724
5995
6279
Fuglafjarðar
kommuna
1452
1566
1689
Eysturkommuna
1638
1922
2255
Skálafjarðar
kommuna
3269
3642
4058
Nes og Sjóvar
kommuna
2007
2257
2538
Sunda
kommuna
1963
2280
2648
Landnyrðingsføroyar
16053
17662
19467

Fara hetta at verða kommunurnar í Landnyrðingsføroyum í 2015? Tað ber sjálvandi
ikki til at siga, men um ikki landsmynduleikarnir fara inn og tvinga nakrar yvirskipaðar samanleggingar ígjøgnum, so man hetta vera eitt gott boð. Fólkatalið í 2015-kolonnuni er framroknað út frá at fólkavøksturin verður tann sami frá 2005 til 2015 sum frá 1995 til 2005.

Comments

Popular posts from this blog

Er Kommunuvalskipanin nøktandi?

Í Tórshavnar kommunu fekk Javnaðarflokkurin 41,3% av atkvøðunum til kommunuvalið, men hetta gav heili 53,8% av býráðslimunum. Orsøkin liggur í sonevnda d’Hondt-uppgerðarháttinum, ið gevur størri flokkum betri sømdir enn smáum. Hesin vansin gjørdist í ár serliga týðiligur í Tórshavnar kommunu, men eisini aðrastaðni, t.d. í Fuglafjarðar kommunu hendi tað sama.
Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur, 14. nov. 12
Hendan greinin snýr seg ikki um hvørt hesir listar hava uppiborið teirra nývunna absolutta meiriluta, tí tað hava teir, tí soleiðis er vallógin. Men hvat er tað nú lógin í grundini sigur?
“§ 19. Stk. 2. Fyrst skal verða avgjørt, hvussu nógv valevni skulu verða vald fyri hvønn valevnislista. Samlaða atkvøðutalið fyri hvønn valevnislista verður at býta við 1, 2 3 o.s.fr., til hvørt atkvøðutalið er býtt við tali eins stórum og talið á sessum, sum avvarðandi valevnislisti kann hugsast at fáa í mesta lagi. Hægsta býtingartalið, sum soleiðis kemur fram, gevur tí lista, sum fær tað …

Føroyskur politikkur – moralpolitikkur

Føroyskur politikkur hevur søguliga verið lýstur við tveium ásum: vinstra/høgra og loysing/samband. Men seinastu tíðina hevur nógv verið tosað um, at vit nú byrja at síggja enn ein “etiskan” ás í føroyska politiska landslagnum, ið meiri byggir á moralskar spurningar enn á konkret valdsforhold og ræðisrætt á málsøkjum.

Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur

Ein “etiskur ásí” er í ávísan mun við at taka skap í føroyskum politikki. Moralur fyllir alsamt meiri í politiska landslagnum, og her er í seinastuni komið til skarpskeringar millum “moralkonservativ” og “moralprogressiv”, m.a. í víðagitna málinum um §266b. Tó er tað serliga tann konservativi (serliga religiøst-konservativi) bógvurin, ið hevur trinið inn á politiska landslagið, meðan tað saknast eitt "progressivt" alternativ.

Í Danmørk finst ein slíkur etiskur ási, har Dansk Folkeparti tekur at kalla somu
fremmandra- og framburðs-ivasomu støðu sum Miðflokkurin í Føroyum (tó er DF nationalt-konservativur, meðan MF er reli…

Útlendskar kvinnur í Føroyum - ein javnstøðutrupulleiki – og –møguleiki

Grein við støði í framløgu fyri Javnstøðunevndina á Fólkafundinum í Hoyvíkar skúla 21. Sept. 2012.
Føroyingar hava søguliga ikki havt serliga nógvar útlendingar, um sæð verður burtur frá dønum, ið hava búsett seg í Føroyum. Útlendingur skal vanliga skiljast sum ein, ið er føddur aðrastaðni enn í Føroyum, men í hesi greinini viðgeri eg einans útlendingar frá ikki-Norðurlondum.
Rákið seinastu árini hevur verið, at tað koma alsamt fleiri útlendskar kvinnur til Føroya, og hesar eru nú við at verða ein týðandi samfelagsbólkur í ymiskum pørtum av landinum. Vit vita sera lítið um tær, men í stóran mun verða tær giftar við føroyskum monnum. Til ber at siga, at fráflytandi føroysku kvinnurnar skapa eitt tómrúm, ið í ávísan mun verður fylt av hesum útlendskum kvinnum.
Hvar koma útlendingarnir so frá? Við fyriliti fyri, at hagtølini tíverri eru sera ófullfíggjað, hómast tó nøkur mynstur. Flestu útlendingar koma frá “Europa annars”, tvs. Europa uttan Norðurlond, og her eru menn í yvirtali seinnu…