Skip to main content

Posts

Showing posts from October, 2006

Landsliðið - vánaligast í Evropa

Lat tað vera sagt beinanvegin. Tað er ikki stuttligt at hyggja eftir føroyska landsliðnum í løtuni. Liðið spælir vánaligari enn nakrantíð og hevur somuleiðis verri úrslit enn nakrantíð. Føroyska landsliðið telist nú millum absolutt vánaligastu landsliðini í Evropa, og er í vanda fyri at enda sum eitt nýtt San Marino - sum eitt lið, ið stórt sæð ongantíð fær stig, líkamikið hvussu ússalig mótstøðan er.
Seinastu fýra dystirnar hevur føroyska liðið tapt 4 dystir á rað og hevur ein málmun á -20. Einans (surprise!) San Marino er vánaligari við málmuninum -20 fyri einans 2 dystir, meðan Andorra hevur ein málmun á -18 fyri 4 dystir.
Um fótbóltur snúði seg um at enda aftast, so lógu føroyingar í oddinum, og oddurin í evropeisku landsliðadeildini hevði sæð út sum á talvu A.
Undir øllum umstøðum er føroyska landsliðið nú í stórum vanda at vinna sær tann ivasama heiður at gerast vánaligasta evropeiska landslið av øllum. Og tá er spurningurin hvørja nyttu vit sum land hava av okkara landsliði. Eftir…

Sigrun Valbergsdóttir – Føroyavinur setur upp leik um Edith Piaf

Tá stórbæri sjónleikurin “Piaf” eftir Pam Gems verður frumframførdur 14. oktober, er tað eftir langt og miðvíst arbeiði frá nógvum sjónleikarum og hjálparfólkum. Men serliga forkunnugt er kanska, at Sjónleikarahúsið hevur fingið roynda íslendska leikstjóran Sigrun Valbergsdóttir at koma við listarligum íblástri.

Sigrun Valbergsdóttir er ikki hvør sum helst, men ein leikstjóri við hollari útbúgving og drúgvum royndum innan nærum alt, ið hevur við sjónleik at gera. Hon varð í 1970 útbúgvin av Þjóðleikhúsinum, áðrenn hon fór til Týsklands at útbúgva seg víðari. Hon vendi aftur til Íslands í 1978, har hon átók sær nógvar týðandi uppgávur sum leikhússtjóri í Alþýðuleikhúsinum og seinni – í 1983 – sum dagligur leiðari fyri Bandalag Íslendskra Leifelaga, har hon eisini tók upp leikstjórn. Síðani tá hevur hon leikstjórnað fleiri enn 40 stykki av alskyns slagi, bæði við áhugaleikarum og yrkisleikarum. Hetta umframt at hon hevur skrivað og umsett fleiri leikrit sjálv.

Umframt hetta hevur Sigrun V…