Skip to main content

Posts

Showing posts from December, 2006

Føroyskur politikkur – moralpolitikkur

Føroyskur politikkur hevur søguliga verið lýstur við tveium ásum: vinstra/høgra og loysing/samband. Men seinastu tíðina hevur nógv verið tosað um, at vit nú byrja at síggja enn ein “etiskan” ás í føroyska politiska landslagnum, ið meiri byggir á moralskar spurningar enn á konkret valdsforhold og ræðisrætt á málsøkjum.

Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur

Ein “etiskur ásí” er í ávísan mun við at taka skap í føroyskum politikki. Moralur fyllir alsamt meiri í politiska landslagnum, og her er í seinastuni komið til skarpskeringar millum “moralkonservativ” og “moralprogressiv”, m.a. í víðagitna málinum um §266b. Tó er tað serliga tann konservativi (serliga religiøst-konservativi) bógvurin, ið hevur trinið inn á politiska landslagið, meðan tað saknast eitt "progressivt" alternativ.

Í Danmørk finst ein slíkur etiskur ási, har Dansk Folkeparti tekur at kalla somu
fremmandra- og framburðs-ivasomu støðu sum Miðflokkurin í Føroyum (tó er DF nationalt-konservativur, meðan MF er reli…

Rock All Wheat Bear – tá øl og djús gerast eitt

Ummæli

Føroya Bjór hevur skapt nógv góð ølsløg gjøgnum árini. Slupp, Black Sheep, Green Island Stout eru nøkur av teimum heilt góðu. RockAll Brown Ale var hampilig, og nú hevur Føroya Bjór so lanserað enn eina øl við navninum RockAll, nevniliga eina hveitiøl – Rock All Wheat Bear.

Talan er um eina royndarøl, ið í fyrstu syftu einans verðu seld sum fatøl. Um hon verður ein sukse, so er ætlanin eisini at selja hana á fløsku. Hendan greinin skal snúgva seg um hvørt hetta er eitt gott hugskot ella ei.

Niðurstøðan er ógreið. Svarið er bæði ja og nei. Rock All Wheat Bear er – samanborið við útlendskar ølgudar sum t.d. Hoegaarden og Franziskaner – ein absoluttur píningur. Tað er enntá ivasamt, um talan yvirhøvur er um hveitiøl, tí við einans 40 prosentum av hveitimalti (og 60 prosentum byggmalti!!!), livir tað als ikki upp til bayersku góðskukrøvini, ið siga, at hveitiøl eigur at hava millum 50 og 75 % av hveitimalti. Tað minnir eitt sindur um kjakið um føroyska "rugbreyðið", ið hevur…

Sólarmessa – Nýggj fløga við føroyskum og útlendskum kórtónleiki

Húsakórið í Keypmannahavn hevur seinasta árið arbeitt við eini fløgu við føroyskum kórtónleiki. Fløgan hevur fingið heitið eftir verkinum “Sólarmessu” hjá tónasmiðinum Paula Hansen – eitt verk sum er skrivað beinleiðis til og ognað Húsakórinum. Fløgan er at fáa í sølubúðunum upp undir jól.

Umframt nýggja verkið Sólarmessa, sum á fyrsta sinni er innspælt á hesi fløguni, eru á fløguni nýggjur og gamal kórtónleikur, bæði føroyskur og útlendskur. Millum tað nýggja kann nevnast sangurin “Nú líður móti summartíð”, ið Sámal Matras Kristiansen hevur skrivað til kórið. Av kendum kórklassikarum eru m.a. “Skip á Havnini” hjá Regini Dahl í útseting Paula í Sandagerðis og “Tá ið teir sóu landið” hjá Hans Jacob Højgaard.

Upptøkurnar eru gjørdar í Samuelskirkjuni á Nørrebrúgv, har føroyska meinigheitin í Keypmannahavn heldur til. Danski tónameistarin Torsten Jessen hevur tikið upp og lagt fløguna til rættis, og grafikarin Høgni Egholm Magnussen hevur gjørt húsan.


Sera virkið útisetakór

Húsakórið varð st…