Skip to main content

Føroyskur politikkur – moralpolitikkur

Føroyskur politikkur hevur søguliga verið lýstur við tveium ásum: vinstra/høgra og loysing/samband. Men seinastu tíðina hevur nógv verið tosað um, at vit nú byrja at síggja enn ein “etiskan” ás í føroyska politiska landslagnum, ið meiri byggir á moralskar spurningar enn á konkret valdsforhold og ræðisrætt á málsøkjum.

Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur

Ein “etiskur ásí” er í ávísan mun við at taka skap í føroyskum politikki. Moralur fyllir alsamt meiri í politiska landslagnum, og her er í seinastuni komið til skarpskeringar millum “moralkonservativ” og “moralprogressiv”, m.a. í víðagitna málinum um §266b. Tó er tað serliga tann konservativi (serliga religiøst-konservativi) bógvurin, ið hevur trinið inn á politiska landslagið, meðan tað saknast eitt "progressivt" alternativ.

Í Danmørk finst ein slíkur etiskur ási, har Dansk Folkeparti tekur at kalla somu
fremmandra- og framburðs-ivasomu støðu sum Miðflokkurin í Føroyum (tó er DF nationalt-konservativur, meðan MF er religiøst-konservativur), meðan Radikale Venstre hevur átikið sær leiklutin sum "progressivi" flokkurin, ið sær globaliseringina sum eina avbjóðing, ikki sum eina hóttan.

Fyrr enn vit kunnu tosa um ein etiskan ella moralskan ás, er tó neyðugt við eini profilering av progressiva bógnum eisini – til dømis við einum liberalum ella libertarianskum flokki, ið stendur sum mótsetningur til Miðflokkin. Sum nú er royna nakrir av flokkunum partvíst at leggja seg eftir progressiva veljaraskaranum. Tí er tað ein møguleiki fyri, at moralski ásin verður kvaldur í føðingini og at vit í Føroyum í staðin fara at síggja núverandi tvíásaskipan segmenterast í konservativar og progressivar fraktiónir.


Moralpolitikkur – lættkeyptur politikkur

Føroyingar hava tað gott. Flestu materiellu málini eru rokkin. Fá í samfelagnum líða neyð, og tí er ikki lætt at formulera politikkir fyri sosialar betringar – nakað, ið annars hevur verið vørumerkið hjá serliga Javnaðarflokkinum og Tjóðveldisflokkinum. Heldur verða tað meiri ideologisk-moralsk mál, ið trína fram, eisini tí at hesi eru betri at fáast við í almenninginum (m.a. í kringvørpunum), tí til ber at taka moralskt-ekstremar støður, ið ein ikki nýtist at prógva sannleikavirðið av, men sum hinvegin kunnu virka sum sterk symbolir – sum litfagrir fjaðrar, ið gera politikararnar attraktivar hjá veljarunum.

Um argumentatiónin hinvegin tekur støði í statistiskum kategorium (m.a. lønarlagi, útflutningsvirði o.s.fr.), tá ber ikki líka væl til at manipulera við sannroyndunum, tí tann klóki búskapar- ella samfelagsfrøðingurin altíð kann afturvísa pástandirnar.

Moralurin er hinvegin sum voks: tað ber altíð til at skúgva sær, tá argumentini koma frá mótpartinum. Tí er tað lætt hjá meiri populistiskt-opportunistiskum politikarum (í øllum flokkum) at úttala seg um moralskar spurningar, tí fólk minnast hesi úttalilsi uttan neyvt at minnast júst hvat varð sagt.


Politikkur sum leskibitar

Tað er tó ikki rætt at halda, at økta nýtslan av moralskari argumentatión merkir, at tað eru komin fleiri “moralsk mál” inn í politiska kjakið. Hinvegin eru tað alsamt fleiri einkultsakir, ið trína inn í kjakið, soleiðis at mál, ið áður vórðu viðgjørd í síni heild nú verða viðgjørd sum moralskir trupulleikar.

Nútíðarpolitikkurin er vorðin meiri individ-orienteraður, meðan hann í gomlum døgum var meiri stættar-orienteraður. M.a. bygdi Javnaðarflokkurin á eitt stættarstríð, eins og hinir flokkarnir hvør sær bygdu á stórar sosialar bólkingar, ið tó varieraðu frá landsparti til landspart. Nú royna flokkarnir hinvegin at gera seg kendar upp á positivar einkultsakir, ja nærum "cases", ið geva veljaranum "leskibitar" av yvirskipaða politikkinum hjá flokkunum.

Politiska arbeiðið snýr seg harvið nógv um at tulka einkultsakir niður í hugsjónarligu rammuna hjá flokkinum. T.d. kempar formaður Javnaðarfloksins, Jóannes Eidesgaard, fyri at fasthalda eina nøkulunda tulkingarrammu kring ein flokk, ið annars tykist sprella í allar ættir.

Nýggjasta, vánaliga veljarakanningin – og trupulleikarnir við Gerhard Lognberg, Sylverius Jacobsen og Sverra Midjord – benda á, at løgmaður er við at missa tamarhaldið á sínum flokki. At løgmaður harumframt hevur proklamerað, at stættarstríðið er av, setur samstundis spurningin um hvat Javnaðarflokkurin yvirhøvur hevur at bjóða í dag.


Einkultmál seta dagsskránna

Spurningar, ið áður vóru statisktisk-rationellir, fara í framtíðini at gerast alsamt meiri moralskir. Man hoyrir ikki serliga nógv um yvirskipaðu bygnaðarbroytingarnar, men man hoyrir sera nógv um vanlagnur hjá einstaklingum (Lítli Petur o.l.), t.v.s. um moralskar spurningar, ið kunnu sigast at avskepla ta statistiskt-rationellu planleggingina hjá stóru landsstovnunum sum Landssjúkrahúsinum og Almannastovuni.

Flokkarnir verða meiri ávirkiligir yvirfyri skjótum niðurstøðum og løttum politiskum poengum. Í hesi vikuni hevur landsstýrismaðurin í vinnumálum, Bjarni Djurholm, m.a. nýtt høvið til at seta Landsverk upp á pláss, soleiðis at Kaldbaksfjarðarvegurin ikki verður stongdur. Ein avgerð, ið ivaleyst gevur honum nøkur góð skoðsmál, nú hann annars er í vanda at enda sum Ársins Neyðrakett, men vit eiga ikki gloyma, at landsstýrismaðurin samstundis setur tørvin hjá Landsverki til viks. Bjarni Djurholm hevur appellerað til onkran bráðfeingis moral um tað óforsvarliga við at koyra á Oyggjavegnum á vetri, men um hetta er ein røtt avgerð, tá tað verður eftirkannað við statistiskt-rationellum brillum, er so ein annar spurningur.


Kjaklig veking

Tað er ikki nakað nýtt at kjakast um moral. Tað nýggja er heldur, at moralurin er vorðin partur av formliga kjakinum. Vanlig fólk kjakast næstan bara um moralskar spurningar – tey hava ongantíð lært at kjakast statistiskt-rationelt.

Sjálvt kjakið um fiskivinnu, ið annars um nakað snýr seg um búskap, er moralskt, soleiðis at "fiskimaðurin" verður tikin fram um aðrar verkabólkar í samfelagnum. Tað eru næstan bara serfrøðingar, ið tríva í statistisk-rationell argumentir, og hesi statistiskt-rationellu argumentir verða sera ofta møtt við moralskum mótargumentum.

Áhaldandi kjakið millum fiskimenn og fiskiserfrøðingar er eitt gott dømi, har fiskifrøðingar tosa út frá statistiskt-rationellum kanningum, meðan fiskimenn nýta moralsk hugtøk sum “rættvísi” og “ikki pissað í saltan sjógv”. Tað tykist sum moralsku argumentini hava lyndi at yvirtrumfa statistiskt-rationellu argumentini.

Tað tykist tó, sum yngri fólk kjakast meiri í almenninginum enn eldri fólk. Meðan eldri fólk taka kjakið kring køksborðið, í kjallaranum ella undir neystavegginum (í fólksliga almenninginum), fara yngru fólkini meir út í formliga almenningin, m.a. í fjølmiðlarnar ella á kjaktorg sum kjak.fo. Tað tykist sum føroyingar í løtuni uppliva eina kjakliga veking. Ikki er tað altíð so vakurt at skoða, men tað er neyðugt fyri menningina av einari føroyskari kjakmentan og harvið av Føroyum sum fólkaræði.


Moralsk vitamininnspræning

Tað er eyðsæð, at eitt meiri moralskt kjak ger, at vit kunnu missa statistiska kompleksitetin burtur, ið “serfrøðingarnir” kunnu borga fyri. Moralska kjakið setur trupulleikarnar upp sum prinsippir, og hetta førir við sær, at argumentini verða sera antin/ella, heldur enn bæði/og sum statistiski rationaliteturin vil siga. Hetta ger sjálvandi, at vit við moralskari argumentatión missa margfeldnið í málunum burtur, og hetta kann í ringasta føri elva til minkandi tolsemi millum málspartarnar.

Men hetta er ikki bara ringt. Líka ringt er, um politiska skipanin verður so “teknokratisk”, at hon ikki longur er til at skilja hjá vanliga borgaranum. Tí má moralurin sigast at verða ein vitamininnspræning til fólkaræðið. Tað verður meiri litfagurt, meiri "entusiastiskt", og tað er gott.


Ikki fundamentalisma

Neyðugt er við entusiasmu í kjakinum, fyri at tað ikki skal torna upp. Men hinvegin er neyðugt at gera sær greitt, at økta nýtslan av moralskum argumentum eisini hevur við sær, at kjakið til tíðir verður eisini meiri "hysteriskt" ella svart/hvítt. Her er besta dømið ivaleyst harða kjakið um §266b, ið veruliga hevur fingið fólk at seta tingini upp sum um vit antin vóru nær við eitt moralskt syndafall ella nær við ein fundamentalistiskan talibánstát.

Aðal-etikkurin í Føroyum er uttan iva kristindómurin. Politikkur í Føroyum skal helst ikki stríða við kristindómin. Tískil skulu øll ivamál "testast" ella "filtrast" við einari kristnari tulking. Um eitt politiskt uppskot kann sigast at stríða móti kristindóminum, er sera ringt at fáa tað ígjøgnum.

Tað er freistandi at byrja at tosa um fundamentalismu, tá vit uppliva eina útbreiðslu av moralpolitikkinum. Hetta er tó at fara ov langt, men hóast tað ikki ber til at tosa um fundamentalismu, fyrr enn “moralsku meskarnir” eru vorðnir so smáir, at lítið og einki sleppur ígjøgnum, so má staðfestast, at moralpolitikkur snýr seg um at seta mørk fyri hvussu fólk í samfelagnum kunnu liva. Hetta merkir, at um “moralskir strammarar” fáa alt ov nógv vald, so er vandin avgjørt til staðar fyri at samfelagið veruliga byrjar at gerast fundamentalistiskt.


Nýhugsan av verandi ásunum

Væntandi fer loysing/samband ásin framhaldandi at vera tann sterkasti ásin i Føroyum. Hann fer tó helst at verða segmenteraður í ávikavíst konservativ og progressiv segmentir. T.d. hómast eitt kjak um hvørt einar sjálvstøðugar Føroyar skulu vera eitt modernað ella traditionelt samfelag.

Og á sama hátt kann sambandsargumentið flyta seg burtur frá eini verju av blokkstuðlinum mótvegis einum argumenti um at ríkisfelagsskapurin tryggjar Føroyar móti ávikavíst "fundamentalismu" øðru megin og "ultra-liberalismu" hinumegin.

Hinvegin er nakað, ið bendir á, at Sambandsflokkurin og Tjóðveldisflokkurin hava meiri til felags sum progressivir flokkar á “etiska ásinum” enn teir eru ymiskir “á ríkisrættarliga ásinum”, meðan konservativu flokkarnir – Fólkaflokkurin og Miðflokkurin – hinvegin mynda traditionella bógvin á “etiska ásinum”.

Javnaðarflokkurin er hinvegin vorðin eitt slag av miðflokki, ið nærum liggur á miðjuni á øllum trimum ásunum. Javnaðarflokkurin stendur harvið til at yvirtaka søguliga leiklutin hjá Sjálvstýrisflokkinum sum “kitt”, tá samgongur skulu skipast.

Klassiski høgra-vinstra ásin tykist at vera taparin í hesum spælinum. Ella rættari: tað kemur ein nýggjur høgra-vinstra ási, ið ikki einans byggir á statistiskt-rationella regulering/deregulering (javnað mótvegis frígeving av búskapinum) men eisini á moralska regulering/deregulering (moralska kontroll mótvegis persónligum frælsi).


Mótvegis moralskum flokkum


Sum nú er eru ymisku politikararnir frísettir í moralskum spurningum, og kunnu tískil atkvøða eftir teirra persónligu sannføring. Men í framtíðini kundi tað saktans hent, at moralskir spurningar gerast so týðandi fyri samleikan hjá flokkunum, at flokkarnir fara at taka felags støðu í slíkum spurningum.

Í løtuni er flokkabygnaðurin ikki gearaður til hetta, men um eini 2-3 val kann hugsast, at løgtingssamansetingin hevur gjøgnumgingið eina fullkomiliga bygnaðarliga umbroyting.
Um verandi flokkarnir hinvegin ikki megna at gera moralsku spurningarnar til avgerandi partar av flokssamleikanum, so kann hugsast, at t.d. ein liberalur ella libertarianskur flokkur stingur seg upp – ein flokkur, ið fyrst og fremst arbeiðir fyri at útbreiða boðskapin um persónligt frælsi fyri øll.

Comments

Popular posts from this blog

Er Kommunuvalskipanin nøktandi?

Í Tórshavnar kommunu fekk Javnaðarflokkurin 41,3% av atkvøðunum til kommunuvalið, men hetta gav heili 53,8% av býráðslimunum. Orsøkin liggur í sonevnda d’Hondt-uppgerðarháttinum, ið gevur størri flokkum betri sømdir enn smáum. Hesin vansin gjørdist í ár serliga týðiligur í Tórshavnar kommunu, men eisini aðrastaðni, t.d. í Fuglafjarðar kommunu hendi tað sama.
Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur, 14. nov. 12
Hendan greinin snýr seg ikki um hvørt hesir listar hava uppiborið teirra nývunna absolutta meiriluta, tí tað hava teir, tí soleiðis er vallógin. Men hvat er tað nú lógin í grundini sigur?
“§ 19. Stk. 2. Fyrst skal verða avgjørt, hvussu nógv valevni skulu verða vald fyri hvønn valevnislista. Samlaða atkvøðutalið fyri hvønn valevnislista verður at býta við 1, 2 3 o.s.fr., til hvørt atkvøðutalið er býtt við tali eins stórum og talið á sessum, sum avvarðandi valevnislisti kann hugsast at fáa í mesta lagi. Hægsta býtingartalið, sum soleiðis kemur fram, gevur tí lista, sum fær tað …

Útlendskar kvinnur í Føroyum - ein javnstøðutrupulleiki – og –møguleiki

Grein við støði í framløgu fyri Javnstøðunevndina á Fólkafundinum í Hoyvíkar skúla 21. Sept. 2012.
Føroyingar hava søguliga ikki havt serliga nógvar útlendingar, um sæð verður burtur frá dønum, ið hava búsett seg í Føroyum. Útlendingur skal vanliga skiljast sum ein, ið er føddur aðrastaðni enn í Føroyum, men í hesi greinini viðgeri eg einans útlendingar frá ikki-Norðurlondum.
Rákið seinastu árini hevur verið, at tað koma alsamt fleiri útlendskar kvinnur til Føroya, og hesar eru nú við at verða ein týðandi samfelagsbólkur í ymiskum pørtum av landinum. Vit vita sera lítið um tær, men í stóran mun verða tær giftar við føroyskum monnum. Til ber at siga, at fráflytandi føroysku kvinnurnar skapa eitt tómrúm, ið í ávísan mun verður fylt av hesum útlendskum kvinnum.
Hvar koma útlendingarnir so frá? Við fyriliti fyri, at hagtølini tíverri eru sera ófullfíggjað, hómast tó nøkur mynstur. Flestu útlendingar koma frá “Europa annars”, tvs. Europa uttan Norðurlond, og her eru menn í yvirtali seinnu…