Skip to main content

Rock All Wheat Bear – tá øl og djús gerast eitt

Ummæli

Føroya Bjór hevur skapt nógv góð ølsløg gjøgnum árini. Slupp, Black Sheep, Green Island Stout eru nøkur av teimum heilt góðu. RockAll Brown Ale var hampilig, og nú hevur Føroya Bjór so lanserað enn eina øl við navninum RockAll, nevniliga eina hveitiøl – Rock All Wheat Bear.

Talan er um eina royndarøl, ið í fyrstu syftu einans verðu seld sum fatøl. Um hon verður ein sukse, so er ætlanin eisini at selja hana á fløsku. Hendan greinin skal snúgva seg um hvørt hetta er eitt gott hugskot ella ei.

Niðurstøðan er ógreið. Svarið er bæði ja og nei. Rock All Wheat Bear er – samanborið við útlendskar ølgudar sum t.d. Hoegaarden og Franziskaner – ein absoluttur píningur. Tað er enntá ivasamt, um talan yvirhøvur er um hveitiøl, tí við einans 40 prosentum av hveitimalti (og 60 prosentum byggmalti!!!), livir tað als ikki upp til bayersku góðskukrøvini, ið siga, at hveitiøl eigur at hava millum 50 og 75 % av hveitimalti. Tað minnir eitt sindur um kjakið um føroyska "rugbreyðið", ið hevur so lítið av rugi í sær, at tað í grundini er hveitbreyð enn rugbreyð.


Ein ballingarøl til konufólk

Burtursæð frá, at samanberingin við útlendsku gudadrykkirnar sjálvandi útihýsur Rock All Wheat Bear frá góða selskapinum, so er harvið ikki sagt, at hon ikki kann geberda seg í góðum selskapi. Talan er – upp á gott og ónt – um eina smooth øl, ið er góð at fylla á konufólk. Meðan eg stóð við diskin í Cafe Natúr og snerkti at hesum djúslíknandi ølskapilsinum við beiska og provokerandi eftirsmakkinum, stóðu barrkvinnurnar hinumegin diskin og murraðu vælnøgdar. Spurdur um eg ikki helt, at hendan ølin er lekkur, svaraði eg hegnisliga, at hon í minsta lagi er øðrvísi.

Tí øðrvísi er hon. Hon smakkar sum gulløl blandað við appelsindjús. Onkur helt, at hon smakkaði av ananasdjúsi. Hvat loyniliga kryddaríið – ið tíðindaskrivið reypar um – man vera, dugi eg hinvegin ikki at siga, men tað er ivaleyst okkurt appelsinkent, eins og hveitiølssiðvenjan í Belgiu býður. Ekstrema yvirgeringin ger, at einastu smakkirnir, ið reiðiliga rína við, eru frukt og alkohol.

Ivaleyst er hetta júst orsøkin til, at Rock All Wheat Bear kann gerast ein stórseljari millum ungar kvinnur, ið vilja drekka sterkt, lættglíðandi øl. Hetta er ivaleyst ein øl, ið riggar væl á Eclipse ella Cippo, har kundarnir hava tað kombineraða málið at svala sær á og at økja um promilluna. Út frá hesi analysuni er væntandi, at nýggja hveitiølið hevði selt væl.


Góður leskidrykkur

Tað løgna – og umvent tí, ið man vanliga upplivir við dygdarhveitiølum sum t.d. Hoegaarden – so verður Rock All Wheat Bear betri, tess fleiri munnar mann drekkur. Vanligt er annars, at tann fyrsti sippurin gevur tað mest jómfrúliga upplivilsið. Men í hesum føri verður tú nærum álopin av ølini, tá tú tekur hana til tín. Tá man hevur sitið við ølini eina løtu, hevur tungan tó vant seg við estetisku avbjóðingina, og eftir er tann frískligi fruktsmakkurin.

Tað er kanska lekkurt, men tað er ikki serliga gott øl. Men alt hevur sum sagt sína funktión. Eg kann t.d. væl ímynda mær, at Rock All Wheat Bear riggar væl við reyvini í runudíkinum á tjaldingarøkinum á G!, sum sólin skínur oman og niðan, og falskir guitarstreingir supplera sorgblíðar frændursangir. Men hvat man vil við eini hveitiøl á jóltíðum, tað dugi eg illa at síggja. Rock All Wheat Bear hóskar neyvan til nakað slag av mati yvirhøvur.

Sum sagt er talan um eina royndarøl, ið einans útkemur í 12 kaggum fyri fyrst. Tað er gott at vita, tí her er langt á mál til vit hava eina góða føroyska hveitiøl. Hinvegin kann tað eisini hugsast, at okkurt var galið við kagganum, ið Cafe Natúr hevði fingið.

Og til síðst: Í tíðindaskrivinum skrivar Føroya Bjór, at hetta er fyrstu ferð síðani tríatiárini, at føroyingar taka móti ófiltreraðum øli. Hetta er beinleiðis skeivt, tí bæði á Manhattan og á Hvonn Brasserie selja tey longu danska Royal Weiss, ið ikki er nakað gott øl, men munandi betri enn Rock All Wheat Bear.

Sámal Matras Kristiansen

Comments

Popular posts from this blog

Er Kommunuvalskipanin nøktandi?

Í Tórshavnar kommunu fekk Javnaðarflokkurin 41,3% av atkvøðunum til kommunuvalið, men hetta gav heili 53,8% av býráðslimunum. Orsøkin liggur í sonevnda d’Hondt-uppgerðarháttinum, ið gevur størri flokkum betri sømdir enn smáum. Hesin vansin gjørdist í ár serliga týðiligur í Tórshavnar kommunu, men eisini aðrastaðni, t.d. í Fuglafjarðar kommunu hendi tað sama.
Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur, 14. nov. 12
Hendan greinin snýr seg ikki um hvørt hesir listar hava uppiborið teirra nývunna absolutta meiriluta, tí tað hava teir, tí soleiðis er vallógin. Men hvat er tað nú lógin í grundini sigur?
“§ 19. Stk. 2. Fyrst skal verða avgjørt, hvussu nógv valevni skulu verða vald fyri hvønn valevnislista. Samlaða atkvøðutalið fyri hvønn valevnislista verður at býta við 1, 2 3 o.s.fr., til hvørt atkvøðutalið er býtt við tali eins stórum og talið á sessum, sum avvarðandi valevnislisti kann hugsast at fáa í mesta lagi. Hægsta býtingartalið, sum soleiðis kemur fram, gevur tí lista, sum fær tað …

Føroyskur politikkur – moralpolitikkur

Føroyskur politikkur hevur søguliga verið lýstur við tveium ásum: vinstra/høgra og loysing/samband. Men seinastu tíðina hevur nógv verið tosað um, at vit nú byrja at síggja enn ein “etiskan” ás í føroyska politiska landslagnum, ið meiri byggir á moralskar spurningar enn á konkret valdsforhold og ræðisrætt á málsøkjum.

Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur

Ein “etiskur ásí” er í ávísan mun við at taka skap í føroyskum politikki. Moralur fyllir alsamt meiri í politiska landslagnum, og her er í seinastuni komið til skarpskeringar millum “moralkonservativ” og “moralprogressiv”, m.a. í víðagitna málinum um §266b. Tó er tað serliga tann konservativi (serliga religiøst-konservativi) bógvurin, ið hevur trinið inn á politiska landslagið, meðan tað saknast eitt "progressivt" alternativ.

Í Danmørk finst ein slíkur etiskur ási, har Dansk Folkeparti tekur at kalla somu
fremmandra- og framburðs-ivasomu støðu sum Miðflokkurin í Føroyum (tó er DF nationalt-konservativur, meðan MF er reli…

Útlendskar kvinnur í Føroyum - ein javnstøðutrupulleiki – og –møguleiki

Grein við støði í framløgu fyri Javnstøðunevndina á Fólkafundinum í Hoyvíkar skúla 21. Sept. 2012.
Føroyingar hava søguliga ikki havt serliga nógvar útlendingar, um sæð verður burtur frá dønum, ið hava búsett seg í Føroyum. Útlendingur skal vanliga skiljast sum ein, ið er føddur aðrastaðni enn í Føroyum, men í hesi greinini viðgeri eg einans útlendingar frá ikki-Norðurlondum.
Rákið seinastu árini hevur verið, at tað koma alsamt fleiri útlendskar kvinnur til Føroya, og hesar eru nú við at verða ein týðandi samfelagsbólkur í ymiskum pørtum av landinum. Vit vita sera lítið um tær, men í stóran mun verða tær giftar við føroyskum monnum. Til ber at siga, at fráflytandi føroysku kvinnurnar skapa eitt tómrúm, ið í ávísan mun verður fylt av hesum útlendskum kvinnum.
Hvar koma útlendingarnir so frá? Við fyriliti fyri, at hagtølini tíverri eru sera ófullfíggjað, hómast tó nøkur mynstur. Flestu útlendingar koma frá “Europa annars”, tvs. Europa uttan Norðurlond, og her eru menn í yvirtali seinnu…