Skip to main content

Sólarmessa – Nýggj fløga við føroyskum og útlendskum kórtónleiki

Húsakórið í Keypmannahavn hevur seinasta árið arbeitt við eini fløgu við føroyskum kórtónleiki. Fløgan hevur fingið heitið eftir verkinum “Sólarmessu” hjá tónasmiðinum Paula Hansen – eitt verk sum er skrivað beinleiðis til og ognað Húsakórinum. Fløgan er at fáa í sølubúðunum upp undir jól.

Umframt nýggja verkið Sólarmessa, sum á fyrsta sinni er innspælt á hesi fløguni, eru á fløguni nýggjur og gamal kórtónleikur, bæði føroyskur og útlendskur. Millum tað nýggja kann nevnast sangurin “Nú líður móti summartíð”, ið Sámal Matras Kristiansen hevur skrivað til kórið. Av kendum kórklassikarum eru m.a. “Skip á Havnini” hjá Regini Dahl í útseting Paula í Sandagerðis og “Tá ið teir sóu landið” hjá Hans Jacob Højgaard.

Upptøkurnar eru gjørdar í Samuelskirkjuni á Nørrebrúgv, har føroyska meinigheitin í Keypmannahavn heldur til. Danski tónameistarin Torsten Jessen hevur tikið upp og lagt fløguna til rættis, og grafikarin Høgni Egholm Magnussen hevur gjørt húsan.


Sera virkið útisetakór

Húsakórið varð stovnað í 1970 og hevur hildið til í Føroyahúsinum síðani tá. Tað hevur verið stjórnað av so kendum kórleiðarum sum Christian Wahl, Marianne Clausen og Sunleif Rasmussen. Síðani 2001 hevur Tórður á Brúnni stjórnað kórið. Tórður hevur eisini gjørt fleiri nýggjar útsetingar av kórtónleiki, sum kórið syngur. Fleiri av hesum eru at hoyra á fløguni.

Í 2004 fór kórið á konsertferð til Føroya, og hetta var fyrsta kórferðin heim á klettarnar, hóast kórið hevur 36 ár á baki. Kórferðin eyðnaðist sera væl, og í 2005 varð farið undir at fyrireika og taka upp hesa fløguna, sum nú er útkomin.


Myndatekstur: Nýggja fløgan hjá Húsakórinum ber heitið “Sólarmessa” eftir høvuðsverkinum á fløguni, ið Pauli Hansen hevur komponerað til kórið

Comments

Popular posts from this blog

Er Kommunuvalskipanin nøktandi?

Í Tórshavnar kommunu fekk Javnaðarflokkurin 41,3% av atkvøðunum til kommunuvalið, men hetta gav heili 53,8% av býráðslimunum. Orsøkin liggur í sonevnda d’Hondt-uppgerðarháttinum, ið gevur størri flokkum betri sømdir enn smáum. Hesin vansin gjørdist í ár serliga týðiligur í Tórshavnar kommunu, men eisini aðrastaðni, t.d. í Fuglafjarðar kommunu hendi tað sama.
Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur, 14. nov. 12
Hendan greinin snýr seg ikki um hvørt hesir listar hava uppiborið teirra nývunna absolutta meiriluta, tí tað hava teir, tí soleiðis er vallógin. Men hvat er tað nú lógin í grundini sigur?
“§ 19. Stk. 2. Fyrst skal verða avgjørt, hvussu nógv valevni skulu verða vald fyri hvønn valevnislista. Samlaða atkvøðutalið fyri hvønn valevnislista verður at býta við 1, 2 3 o.s.fr., til hvørt atkvøðutalið er býtt við tali eins stórum og talið á sessum, sum avvarðandi valevnislisti kann hugsast at fáa í mesta lagi. Hægsta býtingartalið, sum soleiðis kemur fram, gevur tí lista, sum fær tað …

Føroyskur politikkur – moralpolitikkur

Føroyskur politikkur hevur søguliga verið lýstur við tveium ásum: vinstra/høgra og loysing/samband. Men seinastu tíðina hevur nógv verið tosað um, at vit nú byrja at síggja enn ein “etiskan” ás í føroyska politiska landslagnum, ið meiri byggir á moralskar spurningar enn á konkret valdsforhold og ræðisrætt á málsøkjum.

Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur

Ein “etiskur ásí” er í ávísan mun við at taka skap í føroyskum politikki. Moralur fyllir alsamt meiri í politiska landslagnum, og her er í seinastuni komið til skarpskeringar millum “moralkonservativ” og “moralprogressiv”, m.a. í víðagitna málinum um §266b. Tó er tað serliga tann konservativi (serliga religiøst-konservativi) bógvurin, ið hevur trinið inn á politiska landslagið, meðan tað saknast eitt "progressivt" alternativ.

Í Danmørk finst ein slíkur etiskur ási, har Dansk Folkeparti tekur at kalla somu
fremmandra- og framburðs-ivasomu støðu sum Miðflokkurin í Føroyum (tó er DF nationalt-konservativur, meðan MF er reli…

Útlendskar kvinnur í Føroyum - ein javnstøðutrupulleiki – og –møguleiki

Grein við støði í framløgu fyri Javnstøðunevndina á Fólkafundinum í Hoyvíkar skúla 21. Sept. 2012.
Føroyingar hava søguliga ikki havt serliga nógvar útlendingar, um sæð verður burtur frá dønum, ið hava búsett seg í Føroyum. Útlendingur skal vanliga skiljast sum ein, ið er føddur aðrastaðni enn í Føroyum, men í hesi greinini viðgeri eg einans útlendingar frá ikki-Norðurlondum.
Rákið seinastu árini hevur verið, at tað koma alsamt fleiri útlendskar kvinnur til Føroya, og hesar eru nú við at verða ein týðandi samfelagsbólkur í ymiskum pørtum av landinum. Vit vita sera lítið um tær, men í stóran mun verða tær giftar við føroyskum monnum. Til ber at siga, at fráflytandi føroysku kvinnurnar skapa eitt tómrúm, ið í ávísan mun verður fylt av hesum útlendskum kvinnum.
Hvar koma útlendingarnir so frá? Við fyriliti fyri, at hagtølini tíverri eru sera ófullfíggjað, hómast tó nøkur mynstur. Flestu útlendingar koma frá “Europa annars”, tvs. Europa uttan Norðurlond, og her eru menn í yvirtali seinnu…