Tuesday, January 16, 2007

Royking er harðskapur

Sámal Matras Kristiansen, ikki-roykjari

Enn einaferð er eldur festur í kjakið um royking á almennum støðum. Grundgevingarnar eru nógvar bæði fyri ella ímóti, og ikki skulu hesar grundgevingar gjøgnumgangast í hesum brævi.Tó vil eg gjarna greiða frá míni støðu til royking.

Fyri meg at síggja er royking harðskapur. Royking er ikki einans skaðilig, tað er so nógv annað eisini. Avgerandi trupulleikin er, at tá roykt verður, har onnur eru til staðar, tá fremur roykjarin harðskap móti hinum. Í minsta lagi eigur roykjarin altíð at spyrja, um tað er í lagi, at harðskapurin verður framdur. Tað er greitt, at hjá øðrum, ið roykja, kennist royking ikki sum harðskapur, men hjá nógvum ikki-roykjarum er talan um sera grovan ágang.


At roykja og at sláa

Øll munnu vera samd um, at tað er skeivt at sláa onnur í einum handli, á eini skrivstovu, í einum bili – ja eisini í privata heiminum. Øll munnu vera samd um, at talan er um harðskap, ið í størri ella minni mun skaðar ofrið.Færri munnu geva sær gætur um, at tá fólk roykja í einum handli, á eini skrivstovu, í einum bili – ja eisini í privata heiminum – tá fremja hesi harðskap móti teimum, ið ikki ynskja hendan roykin. Og í summum førum er tað helst eitt størri brotsverk at blása tubbaksroyk á ein annan persón enn tað er at sláa ein annan persón. Tubbaksroykur kann jú í longdini føra til ræðuligar sjúkur, og hetta er vert at hugsa um hjá einum pápa, ið blæsur tubbaksroyk á børnini hjá sær. Ein slíkur pápi eigur at skilja, at hann spælir hazard við heilsuna hjá børnum sínum.

At roykja meðan onnur eru hjástødd er ágangur, harðskapur og ómetaliga sjálvsøkin atburður. Men hvat ein roykjari ger, tá viðkomandi ikki er saman við øðrum, er líkamikið. Tað finst jú heldur eingin lóggáva móti at sláa seg sjálvan...

Valið millum arbeiði og frítíð

Prentað sum kronikk í Dimmalætting 4. august 2017 Í løtuni hava nógvir føroyingar summarfrí. Dagligu pliktirnar eru lagdar til síðis na...