Skip to main content

Posts

Showing posts from July, 2007

Gerið Sandoyartunnilin áðrenn Skálafjarðartunnilin

Ávaringarljósini blunka. Búskapurin er ovurupphitaður. Arbeiðsloysið er stórt sæð burtur. Samfelagshjólini koyra við fullari ferð, og í besta 80’ara-stíli kappast føroyskir politikarar nú um at nýta so nógv sum møguligt av pengum, so leingi vit hava teir – til tunlar, sjálvandi, akkurát sum í 80’unum...

Stríðið stendur í løtuni millum tey, ið vilja hita búskapin enn meiri og tey, ið vilja køla búskapin av. Men stríðið stendur eisini ímillum tvær risaverkætlanir, Skálafjarðartunnilin og Sandoyartunnilin, ið heldur skulu gerast í dag enn í morgin. Tað er eingin ivi um, at talan í báðum førum er um tvær stak visjónerar og samfelagsgagnligar verkætlanir, ið koma at knýta samfelagið enn meiri saman og harvið at økja bæði arbeiðs- og bústaðarmarknaðin.

Við hesum báðum verkætlanum verða Føroyar uppaftur meiri knýttar saman. Við hesum báðum tunlum búgva 90 % av øllum føroyingum minni enn ein tíma frá hvørjum øðrum, og 85 % av øllum føroyingum búgva minni enn ½ tíma frá Tórshavn. Tá eru Føroyar …

Útbúgvingarskipan samfelagsins – Ummæli

Hvussu ber tað til, at vit í modernaðum samfeløgum hava útbúgving? Hví hava vit útbúgvingar, og hvat er útbúgving í grundini? Tá týski sosiologurin, Niklas Luhmann, ið serliga er kendur fyri sína “systemteori”, doyði í 1998, lá eitt handrit til eina bók um “útbúgvingarskipan samfelagsins” eftir. Bókin var ikki liðug, men varð skrivað liðug av einum starvsfelaga, og kom út í 2002. Á heysti 2006 kom bókin út á donskum við heitinum “Samfundets uddannelsessystem”. Hóast bókin í støðum tykist ov óliðug til at kunna gerast ein klassikari, so er hon krás fyri øll, ið hava áhuga í útbúgvingarsosiologi.

Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur

Hevur tú sagt “Luhmann”, so noyðist tú eisini at siga “systemteori”. Er tað nakað, ið Luhmann er kendur fyri, so er tað klassisku bókina um “sosial systemir” frá 1984. Og síðsta bókin hjá Luhmann um samfelagsligu útbúgvingarskipanina byggir á somu grundhgtøk, sum í 80’unum vóru so slóðbrótandi innanfyri samfelagsfrøði.

Hetta merkir, at Útbúgvingarskipan…