Saturday, July 28, 2007

Gerið Sandoyartunnilin áðrenn Skálafjarðartunnilin

Ávaringarljósini blunka. Búskapurin er ovurupphitaður. Arbeiðsloysið er stórt sæð burtur. Samfelagshjólini koyra við fullari ferð, og í besta 80’ara-stíli kappast føroyskir politikarar nú um at nýta so nógv sum møguligt av pengum, so leingi vit hava teir – til tunlar, sjálvandi, akkurát sum í 80’unum...

Stríðið stendur í løtuni millum tey, ið vilja hita búskapin enn meiri og tey, ið vilja køla búskapin av. Men stríðið stendur eisini ímillum tvær risaverkætlanir, Skálafjarðartunnilin og Sandoyartunnilin, ið heldur skulu gerast í dag enn í morgin. Tað er eingin ivi um, at talan í báðum førum er um tvær stak visjónerar og samfelagsgagnligar verkætlanir, ið koma at knýta samfelagið enn meiri saman og harvið at økja bæði arbeiðs- og bústaðarmarknaðin.

Við hesum báðum verkætlanum verða Føroyar uppaftur meiri knýttar saman. Við hesum báðum tunlum búgva 90 % av øllum føroyingum minni enn ein tíma frá hvørjum øðrum, og 85 % av øllum føroyingum búgva minni enn ½ tíma frá Tórshavn. Tá eru Føroyar (minus Suðuroy) ein stórur býur. Bygdirnar og býirnir eru tá býlingar í stóra og dynamiska føroyska “netverksbýnum”.

Bæði Skálafjarðartunnilin og Sandoyartunnilin eiga at verða gjørdir. Spurningurin er bara nær.


Sandoyartunnlin meiri átroðkandi

Tað er ein avgerandi munur á Sandoyartunlinum og Skálafjarðartunlinum. Skálafjarðartunnilin er í stóran mun ein luksusverkætlan, ið ikki er átroðkandi, men sum er “nice to have”. Sandoyartunnilin er hinvegin ein “need to have” verkætlan, ið við 100 % vissu* kann bjarga einum avbyrgdum lokalsamfelagi, ið í dag liggur í andaleypi.

Út frá einum rættvísissjónarmiði er eingin ivi um, at Sandoyartunnilin – sjálvandi – skal koma áðrenn Skálafjarðartunnilin, um ábyrgdarfullir politikara koma til ta niðurstøðu, at samfelagsbúskapurin ikki tolir báðar verkætlanir í senn. Harumframt er tvingandi neyðugt, at Sandoyartunnilin verður gjørdur, áðrenn Føroyar møguliga verða lagdar saman í eitt valdømi. Verða Føroyar eitt valdømi, verður væntandi munandi truplari at fremja risaverkætlanir til gagns fyri útjaðaraøki, snøgt sagt tí tað væntandi verða færri útjaðarapolitikarar.


Sandoy kann økjast í virði

Men tað eru eisini aðrar orsøkir, ið tala fyri, at Sandoyartunnilin eigur at gerast skjótast gjørligt. Tað eina er, at ein flogvøllur í Søltuvík harvið kemur at liggja sera nær við høvuðsstaðin, soleiðis at Tórshavnar kommuna sleppur undan øllum tonkum um at lata dýrabara lendið í Kirkjubøhaga til ein larmandi og plásskrevjandi flogvøll. Kirkjubøhagi verður nógv betri nýttur sum framtíðar bústaðarøki og frítíðarøki.

Eitt annað er, at Sandoyggin – serliga Skopun – í sær sjálvum verður eitt frálíkt uppland til Tórshavnar kommunu. Tað er eitt faktum, at tað er sera stórur bústaðartørvur í Tórshavn, og at hetta skapar eina príslegu, ið trýstir fólk út úr Havnini – tann sokallaða “push-effektin”.

Skopun kemur at vera nærri við Tórshavn enn Kollafjørður, og av tí at Tórshavnar kommuna eftir øllum at døma ikki hevur áhuga í at menna Kollafjørð á bústaðarøkinum, vil menningin náttúrliga fara suður um Skopunarfjørð**. Sum nú er gera kommunur sum Sandavágs, Kvívíkar og Sunda kommunur sær dælt av push-effektini frá Tórshavnar kommunu, men við einum Sandoyartunli verður Sandoy – serliga Skopun – knappliga tann mest upplagda “forstaðskommunan”. Umframt hetta verður gjørligt at menna vinnulívið í Sandoynni munandi, hóast ein stórur partur av sandoyingum væntandi koma at arbeiða í Tórshavn.

Hetta kemur í sær sjálvum at merkja, at húsa- og lendisprísir fara at økjast munandi, og at grundstykki fara at ganga sum heitt breyð, um kommunurnar væl at merkja megna at útstykkja nóg skjótt. Tað er neyvan av leið at meta, at fastognarvirðið á Sandoynni kann meiri enn tvífaldast – helst bæði trý- ella ferfaldast – um Sandoyartunnilin verður veruleiki, serliga tí at fleiri øki verða bygd, men eisini tí at prísurin økist. Væntandi fara bæði úrtøkan og fólkatalið í oynni samsvarandi at eksplodera, serliga í Skopun, ið sjálvandi kemur at verða høvuðsstaður í Sandoynni. Verður Sandoyartunnilin gjørdur, er tað einans ein spurningur um fá áratíggju, áðrenn Skopun er vorðin býur***.

Íløgan í Sandoyartunnilin kemur at vinna seg innaftur gjøgnum eina markanta virðisøking av Sandoynni. Sandoyartunnilin er ein vinningur fyri Føroyar sum heild.


Skálafjarðartunnilin eisini góð íløga

Sandoyartunnilin eigur at gerast áðrenn Skálafjarðartunnilin. Men hetta merkir ikki, at Skálafjarðartunnilin ikki eisini er ein frálík íløga. Um búskapurin toldi tað, høvdu Føroyar havt stóran vinning av hesi verkætlan, hóast vinningurin als ikki er so markantur sum vinningurin við Sandoyartunlinum.

Tey økini, ið koma at vinna mest við Skálafjarðartunlinum, eru økini sunnast á Skálafirði, men eisini eystari partur av Eysturoy og Norðoyggjar vinna nógv við hesum tunlinum. Men partvíst hava hesi økini longu nú fast samband við Havnina, og partvíst klára hesi økini seg væl uttan Havnina. Eysturoy og Norðoyggjar eru búskaparligu lokomotivini í føroyskum búskapi, og samlað sæð er alt hetta økið ein býur í sær sjálvum, ið nærum er sum Tórshavn til støddar. Tað er eingin vanlukka fyri Landnyrðingsføroyar, um Skálafjarðartunnilin bíðar eini 10 ár. Men tað er ein vanlukka fyri Sandoynna, um Sandoyartunnilin ikki kemur skjótast gjørligt.

Sandoyartunnilin er “need to have”. Skálafjarðartunnilin er “nice to have”. Hetta eiga politikararnir at ásanna, og raðfestingin av verkætlanunum eigur at fremjast sambært hesum rationali.


* 100 % vissu, um so er, at Føroyar sum heild ikki fáa ein búskaparligan niðurtúr.

** Alt eftir hvussu høgt nýtslugjaldið fyri tunnilin verður.

*** Ein váði er, at sandoyingar byrja at stríðast innanhýsis um hvørt Skopun ella Sandur skal vera høvuðsstaður í Sandoynni – á sama tápuliga hátt sum tvørámenn og vágbingar stríðast innanhýsis. Hetta stríðið kann forða fyri framburðinum í oynni. Hóast Sandur søguliga er høvuðsstaður í Sandoy, er eingin ivi um, at sandoyingar framyvir eiga at satsa upp á Skopun.


Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur

No comments:

Valið millum arbeiði og frítíð

Prentað sum kronikk í Dimmalætting 4. august 2017 Í løtuni hava nógvir føroyingar summarfrí. Dagligu pliktirnar eru lagdar til síðis na...