Skip to main content

Útbúgvingarskipan samfelagsins – Ummæli

Hvussu ber tað til, at vit í modernaðum samfeløgum hava útbúgving? Hví hava vit útbúgvingar, og hvat er útbúgving í grundini? Tá týski sosiologurin, Niklas Luhmann, ið serliga er kendur fyri sína “systemteori”, doyði í 1998, lá eitt handrit til eina bók um “útbúgvingarskipan samfelagsins” eftir. Bókin var ikki liðug, men varð skrivað liðug av einum starvsfelaga, og kom út í 2002. Á heysti 2006 kom bókin út á donskum við heitinum “Samfundets uddannelsessystem”. Hóast bókin í støðum tykist ov óliðug til at kunna gerast ein klassikari, so er hon krás fyri øll, ið hava áhuga í útbúgvingarsosiologi.

Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur

Hevur tú sagt “Luhmann”, so noyðist tú eisini at siga “systemteori”. Er tað nakað, ið Luhmann er kendur fyri, so er tað klassisku bókina um “sosial systemir” frá 1984. Og síðsta bókin hjá Luhmann um samfelagsligu útbúgvingarskipanina byggir á somu grundhgtøk, sum í 80’unum vóru so slóðbrótandi innanfyri samfelagsfrøði.

Hetta merkir, at Útbúgvingarskipan samfelagsins (á donskum: “Samfundets uddannelsesstem”; á týskum: “Das Erziehungssystem der Gesellschaft”) ikki er nøkur slóðbrótandi bók sum so, men heldur kann síggjast sum eitt eykabind til høvuðsverk Luhmanns um sosial systemir (á donskum: “Sociale systemer”). Í hesi bókini skrivar hann m.a., at samfelagið ikki skal síggjast sum ein stór skipan, men heldur er ein samanrenning av nógvum ymiskum funktiónsskipanum, ið taka sær av ymiskum pørtum av samfelagnum. Vit hava m.a. eina búskaparskipan, eina rættarskipan, eina politiska skipan, eina trúarskipan o.s.fr., ið allar eru partvíst í stríði við hvørja aðrar.

Útbúgvingarskipanin er ein av hesum funktiónsskipanum. Útbúgving er meiri enn einans “at ganga í skúla”. Útbúgving snýr seg sambært Luhmann um alt, ið hevur við lærdóm at gera, og tískil eisini um tað, vit vanliga rópa uppaling. Útbúgving snýr seg eisini um at læra at vera borgari í samfelagnum.

- Tá tosað verður um útbúgving, verður fyrst hugsað um ein viljaðan aktivitet, ið leggur seg eftir at menna førleikan hjá menniskjum og at økja teirra sosialu tillagingarevni. (síða 43)

Fyri Luhmann er samfelagið ein samanrenning av samskifti (kommunikation). Og tá útbúgving snýr seg um at læra at virka í samfelagnum, snýr tað seg harvið eisini um at duga at samskifta.


Frá uppaling til útbúgving

Og júst hetta er ein av týðandi boðskapunum í bókini. Meðan menniskjan í eldri samfeløgum tók sær av sínum egnu børnum, t.v.s. uppaldi tey og útbúgvaði tey í eini og somu skipan, tóku modernaðu samfeløgini ábyrgdina fyri útbúgving frá foreldrunum og settu skúlar á stovn, har børnini kundu læra tað, ið samfelagið kravdi av teimum, t.d. hondverk, roknskap o.s.fr. Sambært Luhmann hendi avgerandi systembroytingin, tá samfelagið var vorðið so komplekst, at børnini skuldu læra nakað, ið foreldrini ikki dugdu.

Síðani eru samfeløgini enntá farin at taka ábyrgdina – fyri ikki einans útbúgving, men eisini fyri uppaling – frá foreldrunum. T.d. verða børnini nú í alsamt størri mun send í barnagarð, meðan foreldrini eru í arbeiði.

Alt hetta snýr seg um, at samfelagið verður “funktiónsuppbýtt”. Hetta merkir, at samfelagið verður meiri fjøltáttað og komplekst. Sostatt verður útbúgvingin eisini meiri umfatandi. Meðan fólk í gomlum døgum lærdu í “lívsins skúla”, so er tørvurin á útbúgving vorðin alsamt meiri átroðkandi í modernaðu samfeløgunum, og í mest framkomnu londunum er vanligt við 15-20 ára útbúgving. Hetta merkir, at útbúgving er eitt hugtak, ið ikki einans umfatar barnaárini, men eisini ungdómsárini og partar av vaksnraárunum.

Við hugtakinum um “lívslanga læring”, ið Luhmann eisini viðger, kemur útbúgvingarskipanin enntá at strekkja seg yvir alt lívið og verður harvið ein partur av arbeiðslívinum.


Frá menniskju til persón

Men sambært Luhmann er høvuðsendamálið við modernaðu útbúgvingarskipanum ikki at læra børnum og vaksnum teir neyðugu førleikarnar, ið skulu til fyri at arbeiða innan eina ávísa samfelagsgrein. Hetta kemur einans í aðru røð. Meiri týðandi er tað at “skapa persónar”, soleiðis at skilja, at tær sokallaðu “empirisku menniskjurnar” (man kundi kanska eisini kallað tað fyri “náttúrligu menniskjurnar”, smk) skulu skipast soleiðis at tey verða móttakilig fyri samskifti.

- Menniskjur føðast. Persónar verða til gjøgnum sosialisering og útbúgving, skrivar Luhmann m.a. (síða 65).

Og tað, ið útbúgvingin veruliga ger, er at skapa “persónligar handlingsfyritreytir”. Samfelagið skapar ymisk sløg av persónum, ið man síðani væntar uppføra seg á ein ávísan hátt. Hetta ger, at tað verður lættari fyri samfelagið at útynna neyðuga samskiftið, ið skal fáa persónarnar at arbeiða og at læra seg nýggjar førleikar, ið kunnu nýtast í arbeiðshøpi.


Vitan um vitan – frá vissu til óvissu

Ein avgerandi spurningur í einihvørjari útbúgvingarskipan er: “hvat er vitan”. Tá hesin spurningur er nøktandi svaraður, ber síðani til at kjakast um hvør vitan er hóskandi at læra, ella orðað á ein annan hátt: “hvat er góð og neyðug vitan”. Hetta er ikki so lætt at koma fram til, sum tað kann tykjast.

Hóast ávís serstøk vitan møguliga er relevant í dag, verður mett neyðugt eisini at undirvísa í breiðari, almennari vitan, ið ikki fyrireikar til nágreiniligar uppgávur, men sum heldur fyrireikar til “eitt hav av møguligum uppgávum” (kontingens). Trupulleikin er, at jú meiri man veit, tess meiri er eftir, sum man ikki veit. Hetta hevur gjørt, at tað ikki er nóg mikið at læra nøkur konkret ting, men at tað eisini er neyðugt “at læra at læra”.

Av tí at útbúgvingarskipanin ikki longur megnar at siga hvat menniskjan skal vera, kemur hugtakið “búning” (á donskum: dannelse) upp í leikin sum eitt nýtt pedagogiskt hugtak. Ikki einans skal man læra at megna at samskifta. Man skal eisini megna broyting og megna at velja í broytingartíðum.


Ein óliðug bók

“Samfundets uddannelsessystem” er ein leskibiti fyri øll, ið hava áhuga í at lesa um sosialar skipanir, um Niklas Luhmann ella neyvari: um útbúgvingarskipan samfelagsins. Men hon er í støðum torskild, hóast dugnaligi danski sosiologurin Nils Mortensen – sær líkt – hevur latið torskildu sosiologiina í ein lættflótandi og vælupplagdan danskan búna.

Orsøkin til at bókin hóast hepnu hond Nils Mortensens framvegis er torskild, er at hon ongantíð er skrivað heilt liðug. Luhmann doyðu tíverri – alt ov ungur: 70 ára gamal – áðrenn bókin varð liðug. Hetta merkist serliga væl í síðsta kapitlinum “Selvbeskrivelser”, har ovurlangar fótnotur eru í heilum. Talan er uttan iva um tilfar, ið Luhmann hevur viljað innarbeitt í analysuna, men sum ongantíð er komið longur enn til fótnotustøði.

Men samanlagt er “Samfundets uddannelsessystem” ikki nøkur fótnota innan sosiologiskar bókmentir. Hóast bókin ikki er slóðbrótandi í mun til tað, ið Luhmann annars hevur skrivað, so er hon júst ein liður í samlaðu verkum Luhmanns, og bara tað ger bókina til eitt “must” fyri allar útbúgvingarsosiologar og onnur við áhuga fyri útbúgving.


Samfundets Uddannelsessystem
Hans Reitzels Forlag 2006

Comments

Popular posts from this blog

Er Kommunuvalskipanin nøktandi?

Í Tórshavnar kommunu fekk Javnaðarflokkurin 41,3% av atkvøðunum til kommunuvalið, men hetta gav heili 53,8% av býráðslimunum. Orsøkin liggur í sonevnda d’Hondt-uppgerðarháttinum, ið gevur størri flokkum betri sømdir enn smáum. Hesin vansin gjørdist í ár serliga týðiligur í Tórshavnar kommunu, men eisini aðrastaðni, t.d. í Fuglafjarðar kommunu hendi tað sama.
Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur, 14. nov. 12
Hendan greinin snýr seg ikki um hvørt hesir listar hava uppiborið teirra nývunna absolutta meiriluta, tí tað hava teir, tí soleiðis er vallógin. Men hvat er tað nú lógin í grundini sigur?
“§ 19. Stk. 2. Fyrst skal verða avgjørt, hvussu nógv valevni skulu verða vald fyri hvønn valevnislista. Samlaða atkvøðutalið fyri hvønn valevnislista verður at býta við 1, 2 3 o.s.fr., til hvørt atkvøðutalið er býtt við tali eins stórum og talið á sessum, sum avvarðandi valevnislisti kann hugsast at fáa í mesta lagi. Hægsta býtingartalið, sum soleiðis kemur fram, gevur tí lista, sum fær tað …

Føroyskur politikkur – moralpolitikkur

Føroyskur politikkur hevur søguliga verið lýstur við tveium ásum: vinstra/høgra og loysing/samband. Men seinastu tíðina hevur nógv verið tosað um, at vit nú byrja at síggja enn ein “etiskan” ás í føroyska politiska landslagnum, ið meiri byggir á moralskar spurningar enn á konkret valdsforhold og ræðisrætt á málsøkjum.

Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur

Ein “etiskur ásí” er í ávísan mun við at taka skap í føroyskum politikki. Moralur fyllir alsamt meiri í politiska landslagnum, og her er í seinastuni komið til skarpskeringar millum “moralkonservativ” og “moralprogressiv”, m.a. í víðagitna málinum um §266b. Tó er tað serliga tann konservativi (serliga religiøst-konservativi) bógvurin, ið hevur trinið inn á politiska landslagið, meðan tað saknast eitt "progressivt" alternativ.

Í Danmørk finst ein slíkur etiskur ási, har Dansk Folkeparti tekur at kalla somu
fremmandra- og framburðs-ivasomu støðu sum Miðflokkurin í Føroyum (tó er DF nationalt-konservativur, meðan MF er reli…

Útlendskar kvinnur í Føroyum - ein javnstøðutrupulleiki – og –møguleiki

Grein við støði í framløgu fyri Javnstøðunevndina á Fólkafundinum í Hoyvíkar skúla 21. Sept. 2012.
Føroyingar hava søguliga ikki havt serliga nógvar útlendingar, um sæð verður burtur frá dønum, ið hava búsett seg í Føroyum. Útlendingur skal vanliga skiljast sum ein, ið er føddur aðrastaðni enn í Føroyum, men í hesi greinini viðgeri eg einans útlendingar frá ikki-Norðurlondum.
Rákið seinastu árini hevur verið, at tað koma alsamt fleiri útlendskar kvinnur til Føroya, og hesar eru nú við at verða ein týðandi samfelagsbólkur í ymiskum pørtum av landinum. Vit vita sera lítið um tær, men í stóran mun verða tær giftar við føroyskum monnum. Til ber at siga, at fráflytandi føroysku kvinnurnar skapa eitt tómrúm, ið í ávísan mun verður fylt av hesum útlendskum kvinnum.
Hvar koma útlendingarnir so frá? Við fyriliti fyri, at hagtølini tíverri eru sera ófullfíggjað, hómast tó nøkur mynstur. Flestu útlendingar koma frá “Europa annars”, tvs. Europa uttan Norðurlond, og her eru menn í yvirtali seinnu…