Skip to main content

Posts

Showing posts from October, 2007

Eitt valdømi – bæði góðar og ringar avleiðingar

So hendi tað. Føroyar verða til komandi val eitt valdømi. Summi fegnast, meðan onnur óttast, men undir øllum umstøðum má staðfestast, at talan er um eina politiska broyting, ið fer at fáa umfatandi samfelagsligar avleiðingar. Talan er jú um einki minni enn eina politiska kollvelting. Teir flestu gomlu (lokalu) valdsbygnaðarnir fara í framtíðini at verða skúgvaðir til viks, og nýggir (nationalir) valdsbygnaðir byrja so spakuliga at spíra fram.

Men er talan um eina góða ella ringa broyting í vallógini? Ja, tað veldst sjálvandi um eygað, ið sær. Summi síggja tað sum eina vanlukku, meðan onnur hinvegin hava hildið tey sjey valdømini vera eina vanlukku.

Tað finnast sjálvsagt hundraðtals ymiskar avleiðingar av at broyta vallógina, og tað skal ikki dyljast fyri, at tað kennist løgið, at so fáar av hesum avleiðingum hava verið uppi at venda í almenninginum og á formliga, politiska pallinum. Málið hevur fingið alt ov grunna viðgerð, og hevði viðgerðin verið meiri umfatandi, hevði møguliga verið …

Sandoyingar móti øllum hinum

Tað er nú einaferð soleiðis, at tilfeingi er ein knøpp vøra. Inntøkan er knøpp. Skattapengarnir eru knappir. Arbeiðsmegin er knøpp. Infrakervið er knapt.

Um tilfeingið ikki var knapt: um inntøkan var endaleys, um skattapengarnir vóru endaleysir, um arbeiðsmegin var endaleys og um infrakervið kundi borið óendaliga nógvari ferðslu við óendaliga høgari ferð, so hevði ikki verið trupult at skapað eitt rættvíst samfelag, men av tí at tilfeingið er knapt, er órættvísi eisini ein innbygd fyritreyt í einumhvørjum samfelagi við einum ávísum kompleksiteti – sum Føroyar hóast alt eru.

Rættvísi og órættvísi vil altíð vera ójavnt býtt. Men í einum demokratiskum samfelagi er idealið, at tað hóast alt fer ein ávís útjavning fram millum áhugamálini. Millum annað kann fólkaræðið tryggja, at vanliga marknaðarmegin verður korrigerað, soleiðis at fleiri pengar flóta yvir til tey fátøku í samfelagnum, ella at fleiri íløgur verða framdar á økjum, ið annars høvdu duttið niður í millum, um “ósjónliga hondin” …