Friday, October 12, 2007

Sandoyingar móti øllum hinum

Tað er nú einaferð soleiðis, at tilfeingi er ein knøpp vøra. Inntøkan er knøpp. Skattapengarnir eru knappir. Arbeiðsmegin er knøpp. Infrakervið er knapt.

Um tilfeingið ikki var knapt: um inntøkan var endaleys, um skattapengarnir vóru endaleysir, um arbeiðsmegin var endaleys og um infrakervið kundi borið óendaliga nógvari ferðslu við óendaliga høgari ferð, so hevði ikki verið trupult at skapað eitt rættvíst samfelag, men av tí at tilfeingið er knapt, er órættvísi eisini ein innbygd fyritreyt í einumhvørjum samfelagi við einum ávísum kompleksiteti – sum Føroyar hóast alt eru.

Rættvísi og órættvísi vil altíð vera ójavnt býtt. Men í einum demokratiskum samfelagi er idealið, at tað hóast alt fer ein ávís útjavning fram millum áhugamálini. Millum annað kann fólkaræðið tryggja, at vanliga marknaðarmegin verður korrigerað, soleiðis at fleiri pengar flóta yvir til tey fátøku í samfelagnum, ella at fleiri íløgur verða framdar á økjum, ið annars høvdu duttið niður í millum, um “ósjónliga hondin” (sí faktaboks) einsamøll slapp at ráða.


Infrakervið skapar møguleikar

Nakrar av best umtóktu íløgunum í føroyska samfelagnum eru íløgurnar í infrakervið – serliga tann partin av infrakervinum, ið er gjørdur av grúsi, betongi og asfalti. At byggja vegir, brýr, tunlar, havnir og lendingar hevur verið ein avgerandi partur av moderniseringini av føroyska samfelagnum. Fyrst varð landið bundið saman við rutubátum. Síðani við vegum og brúm, har bilarnir kundu koyra. Seinni komu tunlar og føst sambond tvørturum firðir og sund. Og seinastu skotið á stammuni eru risaverkætlanirnar Norðoyatunnilin og Vágatunnilin.

Infrakervið skapar møguleikar: búskaparligar vakstrarmøguleikar, búsetingarmøguleikar, ferðavinnumøguleikar og mangt annað. Men tað, ið var modernað fyri 30 árum síðani er ikki altíð modernað í dag. So hvørt sum møguleikarnir verða betri, verða krøvini til betraðar møguleikar betri. Modernisering er ein skrúva uttan enda. Um framburður skal tryggjast, so er ikki nóg mikið at byggja á tað farna. Neyðugt er at fylgja rákinum, um man skal gera seg galdandi.

Og tað er nú einaferð logiskt – alt annað líka – at jú betri infrakervi, tess betri verða eisini møguleikarnir fyri at byggja lokalsamfeløgini út. Sigast skal tó, at møguleikar og menning eru ikki tað sama. Hóast betraðir møguleikar eru fyri menning, um t.d. ein tunnil kemur til eina oyggj, so er menningin nakað, ið lokalsamfelagið skal bera fram. Tað er blóðskeivt at halda, at bara infrakervið batnar, so kemur menningin av sær sjálvari.


Svíkja suðuroyingar Sandoynna?

Út frá einum liberalum sjónarhorni vil ein íløga í ein tunnil til Sandoynna vera ein møguleiki at frígera sandoyingar frá fortíðini. Út frá einum rættvísissjónarmiði kann harumframt sigast, at tað er órættvíst, at sandoyingar skulu liva í eini ferjutíð, tá 85 % (skjótt 90 %) av fólkinum eru samanbundin í ein stóran mobilan netverksbý. Hinvegin skal eisini sigast, at tað sjálvandi eisini kann sigast at vera órættvíst, at Nólsoy, Hestur, Koltur, Skúgvi, Dímun, Kalsoy, Svínoy, Fugloy, Mykines – ja og nú mundi eg næstan gloymt Suðuroy – ikki eisini hava fast samband.

Velur man eitt jante-kent rættvísishugtak kann man tí sjálvandi siga: “um vit ikki fáa ein undirsjóvartunnil, so skulu sandoyingar heldur ikki hava”. At ein Fynd-kanning í Sosialinum bendir á, at ei heldur suðuroyingar stuðla sandoyingum í teirra ynski um undirsjóvartunnil sum skjótast, kann møguliga hava nakað at gera við ta tiltiknu øvundina, ið so leingi hevur eyðkent suðuroyingar, og ið eisini tykist gera tað fullkomiliga ógjørligt hjá suðuroyingum at samstarva innanhýsis. Enn ikki fótbóltin kunnu suðuroyingar vera felags um, so hvussu skal tað vera, tá tey tungu, politisku evnini koma á borðið?

Men orsøkirnar til, at tað eisini í hinum føroysku økjunum er so stórur mótvilji móti sandoyartunlinum, eru nógvar og ymiskar. Her skulu nevnast nakrar av orsøkunum, ið kunnu hugsast at gera seg galdandi. Tað hevði verið meiri áhugavert, um Sosialurin fekk Fynd at gera eina kanning av hví fólk eru ímóti at raðfesta Sandoyartunlinum, enn einans at staðfesta hvussu nógv eru fyri ella ímóti at útseta tunnilin.


Ymiskur mótvilji móti Sandoyartunlinum?

Tað er ikki løgið, at vágafólk eru ímóti sandoyartunlinum. Um sandoyartunnilin kemur, tykjast sannlíkindini at økjast fyri at flogvøllur verður bygdur í Søltuvík. Hóast hesin flogvøllurin neyvan fær ta longdina, ið vinnumálaráðharrin ynskir, kennist Sandoyartunnilin ivaleyst sum ein hóttan móti flogvøllinum í Vágunum, ið er ein avgerandi partur av búskapinum í Vágunum.

Tað er so galið, at uppgangstíðir hjá kreppuraktu Sandoynni harvið kunnu verða óbeinleiðis fíggjaðir við einum ógvusligum niðurtúri hjá Vágunum. Harumframt kemur Sandoyggin at kappast beinleiðis við Vesturstreym og Sundini um allar teir íbúgvarnar, ið Tórshavn ikki megnar at hýsa. Sandoyggin er jú við einum undirsjóvartunli nærri við Havnina enn bæði Vágarnar, Sundini og Vesturstreymur eru.

Harvið er mótstøðan frá Vesturtreymi og Sundunum eisini givin. Hesi økini koma at vaksa minni enn tey høvdu gjørt uttan ein sandoyartunnil. Harumframt skumpar íløgan í sandoyartunnilin eisini íløgur í nýggj almenn størv í Tórshavn út í framtíðina; størv ið eru vælumtókt millum fólk í Norðurstreymi. Harvið minkar sandoyartunnilin eisini um arbeiðsmøguleikarnar hjá fólki í Norðurstreymi – ikki minst tá sandoyingar byrja at eftirspyrja arbeiðspláss í Tórshavn.

Harvið er orsøkin til illviljan úr Suðurstreymi eisini eyðsýnd. Íløgan í sandoyartunnilin er samstundis ein niðurraðfesting av íløgum í høvuðsstaðin, t.d. í “bleyt virði” sum heilsuverkið ella skúlaverkið. Harumframt eru eisini nógv í Suðurstreymi, ið ynskja ein flogvøll á Glyvursnesi, á Kirkjubøreyni, ella – halt tær fast – í Nólsoy. Um Sandoyartunnilin kemur, kann tað fyri meiniga mannin tykjast meiri sannlíkt, at flogvøllurin í Søltuvík verður gjørdur.

Eftir eru so Norðoyggjarnar og Eysturoy, ið sjálvandi ikki ynskja Sandoyartunlin gjørdan áðrenn Skálafjarðartunnilin, tí tað harvið vil leingja um tíðina, til ferðingin til Havnar verður stytt við eini helvt og at húsaprísirnir í økjunum harvið fara flúgvandi uppeftir.


Sandoyggin ongan góðan

Vit standa í eini støðu, har Sandoyggin eftir øllum at døma ongan góðan eigur. Rættvísið strekkir ikki til sandoyingar, um vit skulu trúgva kanningini hjá Sosialinum. Tað, ið kann undra, er at tað ikki er meiri solidaritetur sunnanífrá. Hví suðuroyingar ikki stuðla sandoyingum í teirra modernisering er løgið, og átti at verið kannað nærri.

Bæði Suðuroy og Sandoy eru útjaðarar, og hava tað til felags, at tær liggja í syðru helvt av landinum. Tað kann undra, at suðuroyingar og sandoyingar ikki langt síðani eru gingnir saman í strategiskt samstarv um at menna hendan partin av landinum. Sera lítið samstarv er millum oyggjarnar báðar, og tað er løgið, tá hugsað verður um at oyggjarnar hava sera líkar trupulleikar at dragast við. Báðar oyggjarnar eru avskornar frá meginlandinum, og týðningarmesta moderniserings-strategiin snýr seg tí um at betra um undirstøðukervið og harvið um at fáa líknandi møguleikar fyri menning sum Meginlandið.

Men modernisering kostar, og tað er ikki bara sum at siga tað at fremja risaíløgur, ið ikki geva eitt beinleiðis peningarligt avkast sum Skálafjarðartunnilin væntandi hevur. Moderniseringin av Sandoy og Suðuroy er ein betran av menningarmøguleikarnar hjá oyggjunum tey komandi 100 árini. Argumentið snýr seg tískil ikki um búskap, men um rættvísi: um man framhaldandi vil hava menning sunnanfyri Skopunarfjørð – ella ikki. Núverandi ættarliðini megna enn at halda tørn, men eingin kann vænta, at ungdómurin tímir at byggja á slitnar herðar, tá møguleikarnar eru so nógv betri aðrastaðni.


Suðurføroya valdømi

Kanska er tíðin í grundini komin til at leggja Suðuroyar og Sandoyar valdømi saman, soleiðis at oyggjarnar báðar kunnu stríðast saman sum ein maður móti yvirvøldini fyri norðan. Neyðugt er at tvinna saman rationalini fyri bæði økini, soleiðis at eisini menningin av infrakervinum fylgir einum felags reyðum tráði.

Hví hava suðuroyingar ongantíð hugsað, at Sandoyartunnilin kanska er frægasti vegurin fram fyri at betra um sambandið til Suðuroynna? Hví tosa suðuroyingar ikki um eina stutta farleið av Hvalba á Sand? Hví tosa suðuroyingar og sandoyingar í heila tikið ikki meiri saman?!?


Faktaboks

“Ósjónliga hondin” er eitt kent metafor hjá enska búskaparfrøðinginum Adam Smith (1723-1790), ið segði, at strembanin hjá einstaklingum eftir vælferð eisini – sum ein ósjónlig hond – skapar eina samlaða vælferð fyri alt samfelagið. Ein annar búskaparfrøðingur – John Stuart Mill (1806-1876) segði, at samfelagið eigur at tryggja mest møguliga samlaða “nyttu” fyri hvønn einstakan, soleiðis at flest møgulig fáa mest møguligt eyðnusemi. Men hóast hetta kann ljóða vakurt, er tað soleiðis, at nógv ikki megna at fáa lut í vælferðini og eyðnuni, og tí eru nógv, ið halda “rættvísi” vera eitt minst líka týðandi prinsipp sum “nytta”.



Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur

No comments:

Valið millum arbeiði og frítíð

Prentað sum kronikk í Dimmalætting 4. august 2017 Í løtuni hava nógvir føroyingar summarfrí. Dagligu pliktirnar eru lagdar til síðis na...