Skip to main content

Posts

Showing posts from November, 2007

Tórshavn – strembanin eftir góða býnum

Hvat er ein góður býur? Tað er ikki ein einfaldur spurningur at svara, og kanska júst av teirri orsøk halda ymiskir fakbólkar, ið fáast við býir, at hesin spurningur er verdur at setas ferð eftir ferð.

Leygardagin 17. novembur hevði Føroya Arkitektafelag bjóðað inn til almennan fyrilestur í Nóatúni við heitinum “Strategisk býarplanlegging í Evropa – hvat kann Havnin taka til sín”. Human-geografurin Gilli Trónd, ið eisini hevur útbúgving í býarplanlegging úr Rotterdam, var gestarøðari, og hann legði upp til eitt kjak um hvussu man kann hugsa býarplanlegging í høvuðsstaði Føroya av nýggjum.

Í hesi grein verða nøkur av teimum evnum, ið vórðu høvd á lofti á fyrilestrinum, viðgjørd. Talan er ikki um eitt referat av fyrilestrinum, men um eina egna viðgerð, ið tekur støði í arbeiðinum hjá øðrum. Talan er harvið fyrst og fremst um eina popularisering av fakinum býarplanlegging, men samstundis eisini eitt kjak um støðuna hjá Tórshavnar miðbýi. Nógv av tilfarinum í greinini er tískil egnar metin…