Skip to main content

Posts

Showing posts from December, 2007

Bleytu virðini eiga tørn

“Føroya løgting hevur í ár samtykt at brúka nærum eina milliard krónur til tunnilsgerð. Eingin vón er fyri at hesir pengarnir kunnu koma aftur við nýtslugjaldi ella á annan hátt, og hetta er okkara tingmanning væl vitandi um.

Samstundis enda vit næstan aftast í Pisa kanningunum hvørja ferð, Studentaskúlin í Hoydølum er ein ruin og játtanin til Fróðskaparsetur Føroya er skorin niður frá at vera láturlig til at vera syndarlig.

Úrslitið verður at vit í 2015 fara hava verðsins besta tunnilsverk, men ongan eftir sum hevur ráð ella vit til at koyra ígjøgnum.

Undirritaðu vilja við hesum mótmæla at alt føroya ríkiømi verður brúkt til at bora hol við."

Soleiðis stendur á heimasíðuni*, har tað frá 5. desembur í ár var gjørligt at sýna sýna ónøgd móti “ørvitistunlunum”, ið nýggjastu tunnilsætlanirnar hava fingið navn millum manna. Fleiri enn 2.500 hava skrivað undir hetta mótmælið, og alt bendir á, at stríðið millum hørð og bleyt virði kemur at standa høgt á dagsskránni til komandi løgtingsval.


Læran hjá Laksáfoss vinnur

Magni Laksáfoss hevur einans verið landsstýrismaður í fíggjarmálum í gott eitt hálvt ár, men hóast hetta hevur hann megnað at kollvela politisku skipanina. Summi elska hann og summi orka ikki fyri honum. Hann verður mettur at vera ein erligur politikari – ein, ið torir at siga tingini bart út. Men hetta er jú í sjálvum sær ósambæriligt við tann partin av føroyskum politikki, ið snýr seg um rossahandlar og duldar dagsskráir.

Magni Laksáfoss fekk eitt rættiliga gott fólkatingsval, ið kann benda á eitt líknandi gott val til løgtingsvalið. Um populariteturin hjá honum verður staðfestur við eitt løgtingsval, so er neyvan nakar ivi um, at hann framyvir telist millum sterku menninar í Sambandsflokkinum. Verður lagt afturat, at Sambandsflokkurin møguliga verður størsti flokkur á tingi, so er Magni Laksáfoss nærum óundansleppiligur í einum komandi landsstýri.

Tí hava fleiri av mótstøðumonnum hansara hesa seinastu tíðina roynt at kasta runu á hvítu skjúrtuna hjá Magna Laksáfoss. Hann og hansara m…

X-mas 1888 – Vetrarøl við køldum smakki

Føroya Bjór fyllir 120 ár komandi ár. Hetta ynskir bryggjaríið at hátíðarhalda við eini alternativari jólabryggj, ið hevur fingið navnið X-mas 1888, har navnið sipar aftur til árið, tá Føroya Bjór varð grundað av gamla bakaranum Símuni í Vági.

Tað er altíð áhugavert at smakka bryggjroyndir frá Føroya Bjór, tí støðið er vanliga høgt. Og at sita og njóta eina vælskonkta fatøl undir jólaperunum á Jinx vil altíð vera ein upplýsandi løta í einum annars myrku novembur-mánaði.

At talan er um eina jólabryggj, ber sjálvt etikettan brá av: Jólamaður, jólatræ, jólagávur, kavi – ja, og so ein bannari við boðskapinum “Gleðilig jól”. Etikettan er sera løgin og minnir mest um eina sodavatnsetikett – til dømis Sqviiz – og er harumframt beinleiðis barnslig.

Men innihaldið hevur als ikki sama stíl sum etikettan.

Ølin er vøkur á at líta. Hon hevur ein flottan, myrkareyðan lit sum ein gimsteinur. Av útsjónd er hon sera jólalig. Hon angar tó ikki nakað serligt og tykist sum heild tung – sum eitt glas av sirup…