Tuesday, December 18, 2007

Bleytu virðini eiga tørn

“Føroya løgting hevur í ár samtykt at brúka nærum eina milliard krónur til tunnilsgerð. Eingin vón er fyri at hesir pengarnir kunnu koma aftur við nýtslugjaldi ella á annan hátt, og hetta er okkara tingmanning væl vitandi um.

Samstundis enda vit næstan aftast í Pisa kanningunum hvørja ferð, Studentaskúlin í Hoydølum er ein ruin og játtanin til Fróðskaparsetur Føroya er skorin niður frá at vera láturlig til at vera syndarlig.

Úrslitið verður at vit í 2015 fara hava verðsins besta tunnilsverk, men ongan eftir sum hevur ráð ella vit til at koyra ígjøgnum.

Undirritaðu vilja við hesum mótmæla at alt føroya ríkiømi verður brúkt til at bora hol við."

Soleiðis stendur á heimasíðuni*, har tað frá 5. desembur í ár var gjørligt at sýna sýna ónøgd móti “ørvitistunlunum”, ið nýggjastu tunnilsætlanirnar hava fingið navn millum manna. Fleiri enn 2.500 hava skrivað undir hetta mótmælið, og alt bendir á, at stríðið millum hørð og bleyt virði kemur at standa høgt á dagsskránni til komandi løgtingsval.


Tíð til bleyt virði

Og sambært eini veljarakanning, ið Fynd gjørdi í farnu viku, so er als eingin ivi um, at tað nú er tíð upp á at taka tey bleytu virðini framum tey hørðu virðini, sum í kanningini eru avmarkað til “betong og asfalt”, t.e. anlegsíløgur í breiðastu merking.

Heili 89 % av veljarunum, ið hava tikið støðu, halda, at landið eigur at taka tey bleytu virðini fram um betong og asfalt.

Tað er breið semja í millum veljarar hjá øllum flokkum um, at soleiðis eigur at vera, hóast fólkafloksveljarar eru nakað lægri umboðaðir, meðan miðfloks-, miðnámsfloks- og sjálvstýrisveljarar eru nakað hægri umboðaðir. Takast skal tó sum fyrivarni, at tølini fyri hesar smáu flokkarnar eru rættiliga smá og tískil ivasom.

Men serliga Sjálvstýrisflokkurin og Miðnámsflokkurin hava beinleiðis profilerað seg sum ein anti-tunnils flokkar, meðan Fólkaflokkurin partvíst hevur profilerað seg sum ein pro-tunnils flokk hesa seinastu tíðina, serliga við at sterki maðurin í flokkinum, Anfinn Kallsberg, legði fram uppskotið um tunnil norður um fjall á Borðoynni – eitt uppskot, ið tó gjørdist jólatrøll sum so mong onnur mál.

Eigur landið at taka tey bleytu virðini fram um betong og asfalt?
Siga seg velja
Ja
Nei
Fólkaflokkin
83%
17%
Sambandsflokkin
87%
13%
Javnaðarflokkin
91%
9%
Sjálvstýrisflokkin
95%
5%
Tjódveldisflokkin
90%
10%
Midflokkin
96%
4%
Miðnámsflokkin
100%
0%
Einans tey, ið hava tikið støðu eru grundarlag undir prosentunum


Kvinnur, Suðurstreymoy og bleyt virði

Tað kemur ikki óvæntað, at kvinnur í størri mun enn menn vilja framraðfesta bleyt virði. Bleyt virði verða jú eisini stundum kallað “kvinnulig” ella “feminin” virði. Men munurin er ikki so avgjørdur. Umleið 93% av kvinnunum ynskja hesa raðfestingina, meðan umleið 85% av monnunum ynskja hana.

Eigur landið at taka tey bleytu virðini fram um betong og asfalt?
Kyn
Ja
Nei
Kvennkyn
93%
7%
Kallkyn
85%
15%
Einans tey, ið hava tikið støðu eru grundarlag undir prosentunum

Veruleikin er, at tað serliga eru fólk í Suðurstreymoy, ið trekkja ja-síðuna upp. Her eru tað heili 94%, ið halda tíðina vera komna til at framraðfesta tey bleytu virðini. Suðuroy, Vágar og Eysturoy liggja kring miðal, meðan Norðoyingar og Norðstreymoyingar eru minni avgjørdir hesum viðvíkjandi. Her kunnu tað vera lokal áhugamál, ið spæla inn: Norðoyingar vilja møguliga hava tunnil norður um fjall umframt eina loysn á farleiðini um Leirvík. Og vestmenningar ynskja sær ivaleyst eisini ein tunnil.

Illar tungur vilja vera við, at orsøkin til mótsøðuna hjá serliga høvuðsstaðarfólki móti betongi og asfalti, er at tað tekur fokus burtur frá øllum teimum “bleytu” íløgunum, ið annars kundu verið gjørdar. Suðurstreymoyingar munnu ivaleyst kenna tað sum at teirra súrt goldnu skattapengar verða “oyðslaðir” burtur til ónyttug ting, heldur enn at koma til sjóndar aftur í øktari vælferð.

Umvent er tað tí heldur ikki løgið, at tað eru sandoyingar, ið eru minst samdir í at raðfesta bleyt virði framum betong og asfalt. Einans uml. 7 av 10 halda at hetta er rætt. Hjá sandoyingum vil sandoyartunnilin jú vera ein søgulig vælferðarøking – ein vælferðarkollvelting, ið fær avgerandi týðning fyri alt samfelagslívið. Ikki einans fyri vinnulívið.

Eigur landið at taka tey bleytu virðini fram um betong og asfalt?
Øki
Ja
Nei
Suðuroy
91%
9%
Sandoy
71%
29%
Suðurstreymoy
94%
6%
Norðurstreymoy
82%
18%
Vágar
87%
13%
Eysturoy
89%
11%
Norðoyggjar
78%
23%
Einans tey, ið hava tikið støðu eru grundarlag undir prosentunum


Harðar íløgur og bleytur rakstur?

Tað er trupult at koma til eina eintýðuga fatan av hvat “bleytt” og “hart” merkir í føroyskum politikki í dag. Veljarakanningin gevur tó nakrar ábendingar um hvat vit ikki vita um hesi hugtøkini, ið ferð aftaná ferð verða blakað út í kjakið uttan nærri frágreiðing.

Spurdir vórðu millum annað tveir spurningar, ið liggja rættiliga tætt upp at hvørjum øðrum:

· Eigur landið at taka tey bleytu virðini fram um betong og asfalt?

og

· Eigur landið heldur at spara í almenna rakstrinum enn í íløgum í vegir og tunnlar?

Tað er longu staðfest, at ein øgiligur meiriluti vil hava bleytu virðini á breddan. Men tað sama er ikki galdandi fyri hvar tað almenna eigur at spara í uppgangstíðum. Nógv tey flestu halda, at “bleytu virðini” skulu raðfestast, men tá tað kemur til almenna útreiðslutálman, fær pípan eitt annað ljóð. Einans 6 út av 10 ynskja at tálmast skal við at steðga íløgur í vegir og tunlar, meðan samsvarandi 4 út av 10 ynskja at sparast skal í rakstrinum.

Spurningur
Ja
Nei
Eigur landið at taka tey bleytu virðini fram um betong og asfalt?
89%
11%
Eigur landið heldur at spara í almenna rakstrinum enn í íløgum í vegir og tunnlar?
38%
62%
Einans tey, ið hava tikið støðu eru grundarlag undir prosentunum

Sostatt eru tað næstan 9 av 10, ið taka undir við at framraðfesta bleytu virðini, men einans gott 6 av 10, ið halda, at landið eigur at spara við at útseta íløgur í vegir og tunlar. Hetta merkir, at knapt 3 av 10 bæði vilja framraðfesta bleytu virðini og spara í almenna rakstrinum.

Hetta má antin merkja, at hesi fólkini ikki eru avklárað um hvat bleyt virði eru, ella hava tey eina greiða – men heilt aðra – fatan av hvat bleyt virði eru. Tað er jú eingin náttúrulóg, ið sigur, at bleyt virðu nýtast at definerast sum “almennur rakstur”.

Ella kanska vilja summi gjarna raðfesta “bleyt virði”, uttan at tað gongur út yvir “hørðu virðini”. Tað er uttan iva soleiðis, at fleiri veljarar helst vilja siga ja til alt, uttan at hugsa tingini í ein størri samanhang. At vera “jaligur” er jú ein populerur eginleiki nógvastaðni í landinum.

Undir øllum umstøðum má staðfestast, at tørvur er á, at “bleytu virðini” verða kannað og definerað. Tí sum nú er hanga tey nærum í leysari luft sum eitt slag av moralskum boðskapi uttan nágreiniligt innihald.


Hvat eru bleyt virði?

Trupulleikin við hugtakinum “bleyt virði”, er at tað ikki er so lætt at avmarka hvat hetta merkir. Merkir tað “alt annað enn betong og asfalt”? Og hví verður tað nevnt sum bleyt virði at byggja skúlar og barnagarðar? Krevja slíkar verkætlanir ikki eisini eina rúgvu av betongi og asfalti?

Ella er tað heldur soleiðis, at “bleyt virði” eru tey økini, ið krevja beinleiðis umsorganarligt samband við onnur menniskju, til dømis sjúkrahúsverkið, almannaverkið og undirvísingarverkið?

Men hví eru tað ikki eisini bleyt virði, at samferðslan riggar sum hon skal, at fysisku arbeiðskarmarnir eru nøktandi, og at bústaðirnir eru sniðgivnir við atliti til lokalar veðurlagstreytir og í samspæli við umhvørvið annars? Øll hesi tingini hava avgerandi týðning fyri at gerandisdagurin hjá fólki skal vera optimalur.

Alt samanumtikið er tað ringt at avgera hvat fólk meina við, tá tey tosa um hørð og bleyt virði. Og tað er ein trupulleiki. Løgtingsvalstríðið kann ikki liva við, at fokus verður flutt frá veruligum evnum til eitt hálvmoralskt kjak um “harðar pakkar” og “bleytar pakkar”. Neyðugt er at finna út av hvat er í hesum spennandi pakkunum, ið verða lagdir undir tað politiska jólatræið í hesum tíðum.

* http://www.gopetition.com/online/15622.html

1 comment:

billajenny said...

Eg haldi meg kenna hesa kanningina aftur:D

Valið millum arbeiði og frítíð

Prentað sum kronikk í Dimmalætting 4. august 2017 Í løtuni hava nógvir føroyingar summarfrí. Dagligu pliktirnar eru lagdar til síðis na...