Saturday, December 1, 2007

X-mas 1888 – Vetrarøl við køldum smakki

Føroya Bjór fyllir 120 ár komandi ár. Hetta ynskir bryggjaríið at hátíðarhalda við eini alternativari jólabryggj, ið hevur fingið navnið X-mas 1888, har navnið sipar aftur til árið, tá Føroya Bjór varð grundað av gamla bakaranum Símuni í Vági.

Tað er altíð áhugavert at smakka bryggjroyndir frá Føroya Bjór, tí støðið er vanliga høgt. Og at sita og njóta eina vælskonkta fatøl undir jólaperunum á Jinx vil altíð vera ein upplýsandi løta í einum annars myrku novembur-mánaði.

At talan er um eina jólabryggj, ber sjálvt etikettan brá av: Jólamaður, jólatræ, jólagávur, kavi – ja, og so ein bannari við boðskapinum “Gleðilig jól”. Etikettan er sera løgin og minnir mest um eina sodavatnsetikett – til dømis Sqviiz – og er harumframt beinleiðis barnslig.

Men innihaldið hevur als ikki sama stíl sum etikettan.

Ølin er vøkur á at líta. Hon hevur ein flottan, myrkareyðan lit sum ein gimsteinur. Av útsjónd er hon sera jólalig. Hon angar tó ikki nakað serligt og tykist sum heild tung – sum eitt glas av siruppi nærmast. Omaná er eitt tunt lag av kremhvítum skúmi. Í fyrstuni setur tað seg vakurt eftir glasinum, meðan man drekkur, men stutt aftaná er hendan “kavaeffektin” horvin.

Hóast talan er um eina at síggja til friðarliga øl, so er hon ikki so friðarlig, tá man kavar undir vatnskorpuna. Fær man sær ein lesk av drykkinum, fær man eina óvæntaða kenslu av tostasløkking. Ølin er snøgt sagt kølin, bæði viðvíkjandi temperaturi, men eisini viðvíkjandi smakki. Ølin hevur ein undarligan, lættan og kaldan smakk, ið ger hana lekra og vetrarliga.


Munnskol og Gammel Dansk

Men hesin kaldi smakkurin er eisini ein vansi, tí hann hevur tað við at doyva tann fjølbroytta smakkin, ið annars er í ølini. Vegna stóru nýtsluna av humlu – tað eru nýtt ikki færri enn trý sløg av humlu – koma kryddini í ølini ikki til sín rætt, eins og tann fólksligi maltsmakkurin nærum er fráverandi, hóast ølin er bryggjað við fýra maltsløgum!

Tað er líka við, at ølin hevur eina fyllu, ið mest av øllum kann samanberast við munnskol – munnskol við ølsmakki. Tað ljóðar kanska vemmiligt, men er faktiskt jaliga hugsað.

Tó – situr man nóg leingi við ølini, so fær man eina kenslu av góða smakkinum, ið minnir um okkurt slag av bitter, til dømis av Gammel Dansk. Væntandi kann hendan ølin tykjast eitt sindur vamlislig hjá tí óvanda øldrekkaranum, men fyri tey, ið vilja nakað meiri enn tað vanliga, er talan heilt víst um eitt áhugavert upplivilsi.

Kanska er ølin tó dekan ov áhugaverd, serliga hvat viðvíkur eftirsmakkin. Smakkurin setir seg í góman og á tunguna og hongur við og gerst á ein hátt næstan irriterandi. Men sum sagt er ølini harumframt svalandi og leskandi og tískil eitt fragd at drekka – um man væl at merkja ikki er smásárur og kennir seg frástoyttan av kraftigu humluni.

Sum heild er X-mas 1888 ikki nóg “hugnalig” til at vera ein jólaøl. Hon er meiri ein kølin vetrarøl, ið er eitt kærkomið alternativ til søta, klassiska jólabryggið hjá Føroya Bjór. Hóast X-mas 1888 er eitt sindur “kaotisk”, so er talan um eitt deiligt, tungukitlandi síðuspring í einum alt ov sukursøtum desembur-mánaði.

No comments:

Valið millum arbeiði og frítíð

Prentað sum kronikk í Dimmalætting 4. august 2017 Í løtuni hava nógvir føroyingar summarfrí. Dagligu pliktirnar eru lagdar til síðis na...