Thursday, January 24, 2008

Aftur um løgtingsvalið

Løgtingsvalið er farið afturum, og nývaldu politikararnir kunnu nú leggja fortíðina afturum seg og hyggja frameftir. Men tað er eisini áhugavert at hyggja eitt sindur longur fram enn tilstundandi valskeið Hóast broytingarnar ikki vóru markantar í tingmannabýtinum millum flokkar, so er innahýsis tingmannabýtið avgerandi broytt, og tað kann fáa stórar avleiðingar í longdini.

Fyri tað fyrsta mugu flokkarnir spyrja seg sjálvar hví í allari víðu verð teir stilla upp so nógv valevni, tá allar forsøgnir vísa, at tveir triðingar av valevnunum als ongan hagfrøðiligan møguleika hava at koma inn á ting. Serliga løgið er tað, tí tey flestu av hesum kjansaleysu valevnum beinleiðis eru við til at stjala atkvøður frá øðrum lokalum valevnum, soleiðis at tað verður truplari hjá realistisku valevnunum at røkka eitt nóg høgt tal av atkvøðum.

Sambandsflokkurin er eitt dømi um, at til ber at missa atkvøður vegna vantandi strategiska planlegging. Sambandsflokkurin hevði ikki megnað at funnið ein sterkan kandidat til Føroya triðstørsta valstað, Runavík. Í staðin fyri vórðu veljararnir spjaddir út á fleiri veik valevni. At runavíkingar ikki hava sæð perspektiv í at velja eitt veikt lokalt sambandsvalevni, ið ongan kjans hevði, hevur sannlíkt verið við til at skumpa veljarar yvir til Bill Justinusen í Miðflokkinum, ið var stóru sigursharrin í Runavík.


Tjóðveldi – Høvuðsstaðarflokkurin

Tað hevur leingi verið kent, at Tjóðveldi stendur sterkast í høvuðsstaðnum. Og hesaferð vildi lagnan tað soleiðis, at ikki færri enn 6 av 8 tjóðveldistinglimum koma úr Havn – Tórbjørn Jacobsen býr jú eisini í Havn. Um Tjóðveldi hinvegin kemur í samgongu og fær umboð í landsstýrið, eru tað tó bygdafólk, ið koma inn sum eykafólk: Páll á Reynatúgvu, Heidi Petersen og Olga Biskopstø.

Um til dømis topptinglimir Tjóðveldsins Høgni Hoydal, Annita á Fríðriksmørk og Bjørt Samuelsen enda sum landsstýrismenn, vil tað knappliga vera ein yvirvág av bygdafólki í flokkinum. Um hinvegin Tjóðveldi ikki kemur í samgongu, so kann núverandi støða vísa seg at gerast hættislig. Tað er jú fyrst og fremst flokkurin á tingi, ið myndar ein flokk úteftir. Og veljarin kann skjótt fáa ta fatan, at flokkurin hugsar ov nógv um Havnina og minni um restina av landinum.

Sæð út frá sama sjónarmiði kann tað eisini vera ein trupulleiki, um Tjóðveldi velur at seta sínar topptinglimir í eitt landsstýri. Landsstýrismenn eru jú teir best profileraðu politikararnir av øllum, og harvið vil ein slík strategi vísa seg at styrkja flokkin uppaftur meiri í høvuðsstaðnum, meðan tað verður samsvarandi trupulari hjá lokalfeløgunum at stilla upp valevni, ið kunnu bjóða havnarfólkunum av.


Fólkaflokkurin - Útjaðaraflokkurin

Umvent Tjóðveldi hevur hin stóri loysingarflokkurin, Fólkaflokkurin, víst seg at kunna víðariføra sína søguligu styrki kring um í landinum. Tá Føroyar gjørdust eitt valdømi, var metingin hjá undirritaða, at smáu flokkarnir fóru at vinna fram, og at hesin vøkstur serliga fór at stava frá eini minking hjá Fólkaflokkinum. Hetta tí at konservativi Miðflokkurin og liberali Sjálvstýrisflokkurin hugsjónarliga liggja hvør síni megin liberal-konservativa Fólkaflokkin. Fólkaflokkurin berjist sostatt á tveimum hermótum samstundis móti sínum smærru borgarligu kappingarneytum.

Veljarakanningar stóðu leingi til at vátta hesa meting, men sum so mangan áður megnaði Fólkaflokkurin at svinga seg upp úr aftur vánaligu veljarakanningunum og fáa eitt hampiligt val.

Serliga í Klaksvík, í Havn og ymsastaðni í Eysturoynni vístu smáu flokkarnir seg at eta burturav Fólkaflokkinum. Men Fólkaflokkurin megnaði umvent at fáa tað innaftur frá Javnaðarflokkinum í Suðuroy, sum hann misti í norðaru landspørtunum. (sí talvu)

Eftir við svartaperi situr sostatt Javnaðarflokkurin við einum mistum tinglimi.


Tvøroyri 2008
Tvøroyri 2004
Vágur 2008
Vágur 2004
Fólkaflokkurin

24,2 %
11,9 %
23,9 %
16,5 %
Javnaðarflokkurin
41,9 %
50,2 %
20,3 %
31,0 %

Fólkaflokkurin stendur sum heild styrktur eftir valið. Suðuroyggin – søguliga veiki liðurin hjá Fólkaflokkinum – er tikin, og tað við lít. Størsti valslúkur floksins er nú úr Suðuroy. Flokkurin varðveitir tveir mans í háborgini Norðoyggjum og varðveitir ein í Eysturoy og ein í Vágunum. Haruframt stendur Heðin Zachariassen úr Sundalagnum til at koma inn, um flokkurin fær landsstýrismenn. Harumframt hevur flokkurin tveir tinglimir úr høvuðsstaðnum, so sum heild hevur Fólkaflokkurin strategiskt sæð fingið eitt rimmar val.


Javnaðarflokkurin mist Norðurføroyar

Javnaðarflokkurin hevur søguliga verið ein suðuroyarflokkur. Her hevur flokkurin søguliga fingið tveir tinglimir. Men nú er einans Jóannes Eidesgaard eftir. Bæði Nita Næs og Mikkjal Sørensen vórðu ov stutt, ivaleyst tí at løgmaður í hesum føri var ein ov stór atkvøðumagnet.

Nakað norðanfyri hevði Javnaðarflokkurin tó eina suksesøgu í einum annars miserablum vali. Gerhard Lognberg, ið leingi hevur verið hartaður fyri ikki at hóska inn í Javnaðarflokkin, vísti seg at gerast “vinnarin millum tapararnar”. Gerhard er eitt gott dømi um, at tað lokala ikki nýtist fáa minni at siga við einum valdømi, men beinleiðis kann gerast ein styrki hjá einum valevni.

Javnaðarflokkurin stríðist eisini við nakrar av somu trupulleikunum, ið Tjóðveldi dregst við. Helvtin av tinglimum Javnaðarfloksin eru úr høvuðsstaðnum: Helena Dam á Neystabø, John Johannesen og Katrin Dahl Jacobsen.

Harumframt verjir Hans Pauli Strøm borg í Vestmanna, sum eftir øllum at døma er á veg at gerast ein partur av Tórshavnar kommunu. Hans Pauli Strøm fær eisini flestu atkvøður sínar í høvuðsstaðnum, so hóast hann býr í Vestmanna, er hann í grundini eisini ein (hálvur) høvuðsstaðarpolitikari. Harvið er Javnaðarflokkurin eins og Tjóðveldi domineraður av høvuðsstaðnum.

Tað, ið serliga má níva hjá Javnaðarflokkinum eru fadesurnar í norðara parti av landinum. Hvørki í Eysturoy ella í Norðoyggjum kláraði flokkurin at verja borg, og í Vágunum megnaði hann heldur ikki at vinna ein tinglim. Men Andrias Petersen (Eysturoy), Eyðgunn Samuelsen (Norðoyggjar) og Kristoffur Gaardlykke (Vágar) standa klár at koma á ting, um flokkurin kennir sær tørv á at styrkja seg í hesum økjunum.


Smáu flokkarnir sigursharrar

Smáu flokkarnir vóru stóru vinnararnir á valinum 2008. Í 2004 fingu smáu flokkarnir umleið 3.122 atkvøður og tríggjar tinglimir. Í 2008 fingu smáu flokkarnir umleið 5.067 atkvøður og fimm tinglimir. Atkvøðutalið og tingmannatalið hjá stóru flokkunum eru hinvegin tóðnað í mun til í 2004.

Ein av orsøkunum til at smáu flokkarnir hava tikið seg fram, er at bygnaðarliga haftið við valdømunum ikki longur er til. Smáu flokkarnir eru ei longur tvingaðir til at vera lokalir, men kunnu nú reelt fáa atkvøður úr øllum landinum. Smáu flokkarnir hava tikið seg fram í nógvum týðandi valstøðum, har teir annars ikki hava fingið nakrar serligar atkvøður – til dømis í Vági, á Tvøroyri, í Sandavági, í Vestmanna og í Kollafirði.

Spurningurin er so, um smáu flokkarnir fara at megna ein uppaftur størri vøkstur í framtíðini, nú stóru flokkarnir ikki hava tryggjaðan framíhjárætt gjøgnum valdømini. Nú er tað í hvussu er ikki longur tann lokala styrkin, ið er altavgerandi fyri valúrslitini, men heldur hvussu væl flokkarnir megna at tillaga seg til nýggj rák í samfelagnum. Her kunnu teir smáu flokkarnir vísa seg at vera kvikari at umstilla seg enn stóru flokkarnir. Vit hava jú týðiliga sæð hvussu skjótt tað var hjá Sjálvstýrisflokkinum at útskifta konservativa profilin við ein meiri liberalan profil og hvussu skjótt tað var hjá Miðflokkinum at flyta meiri fokus yvir á sosial tema heldur enn einans at byggja á moralsk tema. Í báðum førum hevur tað borið stóran ávøkstur.

Fyrimunurin hjá smáu flokkunum kann júst verða, at teir í størri mun enn stóru flokkarnir sleppa leysir frá lokaltankagongdini og heldur fáa atkvøður úr landinum sum heild.


Tillaging neyðug

Tað verður neyðugt hjá flokkunum at læra seg hvussu teir skulu vera samanhangandi landsflokkar. Valið hesaferð bar brá av, at summir flokkar dugdu væl at spjaða síni valevni kring um í landinum, meðan aðrir flokkar hava latið standa til og hava harvið miðsavnað sín tingbólk í høvuðsstaðnum.

Men tað geografiska fer framhaldandi at hava týðning millum veljarar nógv ár framyvir. Arvurin eftir valdømunum verður ikki so skjótur at broyta sum vallógin.

Flokkarnir verða noyddir at hugsa miðvíst um ikki einans at appellera til nøkur hugsjónarlig segment, men eisini til nøkur geografisk segment. Góðar og aktuellar meiningar kunnu vera mikið góðar, men tað vil ikki altíð vera nóg mikið. Tí noyðast flokkarnir støðugt at analysera hvar tað er neyðugt at styrkja flokkin. Hvar mugu lokalfeløgini styrkjast? Hvussu verður funnið fram til lokal valevni, ið kunnu røkka eitt sindur breiðari? Hvussu breitt skulu valevnini appellera fyri ikki at taka frá øðrum í flokkinum? Og hvussu stórt geografiskt yvirlapp kunnu valevnini loyva sær at hava, áðrenn tey byrja at eta ov nógv av hvørjum øðrum?

Thursday, January 10, 2008

Javni ella framburður? Rættvísi ella effektivitetur?

Fólkaræðið byggir á skattapening. Uttan inntøku frá ymisku skattum er eingin kassi, ið fólkið í felag kann stýra við atliti til tað felags besta. Kalla tað inntøku-skatt, toll, meirvirðis-gjald ella okkurt annað gjald: Talan er í øllum føri um at “tað almenna” – heimastýrið – fer avstað við einum stórum parti av inntøkuni hjá hvørjum einstøkum borgara. Sjálvandi vil altíð vera eitt áhaldandi kjak um hvussu stórur partur av samfelags-køkuni skal vera felags og hvussu stórur partur skal vera privatur. Hetta er klassiska høgra/vinstra kjakið um hvussu nógv skal vera alment og hvussu nógv skal vera privat.

Trupulleikin er bara – líkamikið hvat skattatrýstið er – at øll fáa ikki tað sama afturfyri sín goldna skatt. Barna-familjur fáa meiri enn familjur uttan børn. Pensjónistar fáa meiri enn fólk í arbeiðs-førum aldri. Brekað fáa meiri enn fullfør fólk. Miðstaðurin fær meiri enn útjaðarin. Tað er hetta vit kalla fyri solidaritet: Breiðu herðarnir bera meiri enn smalu herðarnir. Vælferðar-samfelagið byggir á at taka frá teimum ríku og geva teimum fátøku.

Men, men... har er vist okkurt galið í omanfyri-standandi broti. Hatta við barna-familjunum, pensjónistunum og teimum brekaðu ljóðar rímiligt. Men hvussu við hasum setninginum: “Miðstaðurin fær meiri enn útjaðarin”? Hatta ljóðar ikki heilt rætt. Tað hongur ikki saman, at takast skal frá útjaðaranum og gevast skal til miðstaðin. Tað er jú at taka frá teimum fátøku og gevast til tey ríku.

Tað er jú umvent Robin Hood!


Sandoyartunnilin – plástur á sárið

Og fólk, sum lesa hesa kronikkina, sita eisini og rysta á høvdinum: Hetta kann jú ikki passa. Útjaðarin hevur jú fingið mangt og mikið gjøgnum tíðirnar. Vegir, tunlar, ferjur, tyrlur, bátahylar og mangt annað, ið gjøgnum tíðirnar hevur tikið fokus frá øðrum neyðugum íløgum. Útjaðarin hevur sanniliga fingið bæði í posa og sekk, og seinasta dømið er Sandoyartunnilin.

Soleiðis munnu nógv av teimum hava hugsað, ið hava undirskrivað mótmælið móti “Ørvitistunlum” hendan seinasta mánaðin.

Men tað er ikki rætt, at miðstaðurin er fyri vanbýti mótvegis einum snúltandi og alt-uppetandi útjaðara. Heldur tvørtímóti. Taka vit Sandoy sum dømi, so letur oyggin gott og væl 100 miljónir í almennu kassarnar á hvørjum ári. Seinastu tíggju árini hevur oyggin stuðlað felags kassanum við gott og væl einari miljard góðum krónum. Meiri enn sandoyar-tunnilin væntandi fer at kosta.

Væl at merkja fær Sandoy eisini nógv aftur gjøgnum pensjóns-skipanir og ymiskar vælferðar-tænastur sum sjúkrarhús og skúlar, men skatt-gjaldandi sandoyingar fáa tilsamans munandi minni afturfyri sínar skattapengar enn skatt-gjaldarar í meginøkinum.


Vælferð – bæði tænastur og arbeiðspláss

Tá hugsað verður um “tað almenna”, verður vanliga hugsað um tær tænastur, ið tað almenna stendur fyri innanfyri millum annað útbúgvingar-, almanna- og heilsu-sektorin. Umframt hetta stendur tað almenna fyri útbygging av samfelagnum – sokallaðu “íløgunum”. Men fá fólk gáa um, at ein tann týðningarmesta effektin av vælferðar-samfelagnum eru góðu arbeiðs-møguleikarnir, ið samfelagið skapar. Í dag verða umleið 8.300 løntakandi føroyingar beinleiðis løntir av tí almenna (2006). Tað svarar til umleið 33 % av øllum løntakarum.

Serliga eru tað kvinnurnar, ið leggja seg eftir almennum størvum, møguliga tí at hesi størvini geva góðar møguleikar fyri einum samanhangandi familjulívi við síðunar av. Lønirnar hjá teimum alment settu fara síðani eisini í umfar úti í samfelagnum og skapa harvið uppaftur fleiri arbeiðspláss.

Harvið eru almennu størvini vorðin einki minni enn tilveru-grundarlagið undir sera nógvum føroyskum familjum. Ikki minst tí at tað ofta einans er annar parturin í einum húsarhaldi, ið arbeiðir innanfyri tað almenna.

Og ikki fyri at tala um allar privatu tænasturnar, ið tað almenna eftirspyr og øll arbeiðsplássini, ið koma í kjalarvørrinum av eftirspurninginum, ið almennu skattakrónurnar tilsamans skapa.

Í síðsta enda eru tað sostatt tey fáu, ið ikki onkursvegna byggja sína vælferð á almenn starvspláss.

Størsta vælferðar-effektin av vælferðar-statinum eru als ikki veitingarnar og tænasturnar, ið ymisku stovnarnir umsita. Størsta vælferðar-effektin liggur í møguleikanum fyri tryggum og javnt løntum almennum arbeiðplássum, umframt einum stórum privatum tænastusektori, ið ambætar tað almenna.


Infrakervi ella arbeiðspláss?

Útbygging av infrakervinum hevur verið ein væl dámd menningar-strategi hjá bygdum, oyggjum og økjum í Føroyum. Men tað finst ein onnur strategi, ið er minst líka effektiv: Við at spjaða almenn arbeiðspláss út um í samfelagnum, verður livi-grundarlagið munandi styrkt í veiku økjunum. Hetta kann t.d. gerast við at flyta stovnar, soleiðis sum gjørt varð við Strandfaraskipum Landsins í 2007. At flyta stovnar til Suðuroyar er jú beinleiðis ein vælferðar-øking hjá suðuroyingum, tí at fleiri stabilir arbeiðs-møguleikar verða í tænastu-geiranum – bæði tí almenna og privata.

Men eisini ein undirsjóvar-tunnil til Sandoyar er ein vælferðarøking. Um ikki fjallið kann koma til Mohammed, so má Mohammed koma til fjallið. Í staðin fyri at flyta arbeiðs-pláss til Sandoyar, verður Sandoyggin í staðin knýtt at føroyska “meginlands-býnum”, soleiðis at sandoyingar í størri mun kunnu taka arbeiði og eftirspyrja tænastur í (serliga) Tórshavn. Ein tunnil til Sandoyar er ein risastór vælferðar-øking, ið kompenserar fyri vantandi almennu arbeiðs-plássini í oynni.


Tað almenna skapar ójavnað

Mesta almenna arbeiðs-megin eru í dag miðsavnað í Streymoynni (2006). Her búgva umleið 11.900 arbeiðandi fólk, og av hesum arbeiða umleið 4.600 (38,5 %) innanfyri almenna fyrisiting og tænastur. Í restini av landinum eru umleið 13.400 arbeiðandi fólk, og her arbeiða umleið 3.700 fólk (28 %) innanfyri almenna fyrisiting og tænastur.

Millum annað í Suðuroy og Sandoy eru fá fólk innanfyri tað almenna. Í Suðuroynni arbeiða 670 (28,5 %) av teimum knapt 2400 arbeiðandi fólkunum innanfyri tað almenna, og í Sandoynni arbeiða 190 (27 %) av teimum 800 arbeiðandi fólkunum innanfyri tað almenna. Harvið er tað almenna beinleiðis við til at økja um ójavnvágina millum økini. Streymoyggin fær meiri, meðan veik øki fáa minni.

Um Sandoy hevði líka nógv fólk í almennum starvi sum Streymoy, so hevði Sandoy fingið 21 miljónir meiri í skjáttuna av stabilum, skatta-fíggjaðum lønar-krónum – 70 miljónir heldur enn 49 miljónir. Um hinvegin Streymoy skuldi havt líka fá fólk í almennum starvi sum Sandoy, skuldi føroya størsta oyggj av við umleið 360 miljónir – 830 miljónir heldur enn 1,19 miljardir! Hetta út frá tí fyritreyt, at alment sett í meðal vinna umleið 258.000,- árliga (2006).

Staðfestast má sostatt, at tað almenna ikki er nakað kupp fyri veiku økini í landinum, heldur tvørturímóti. Tí má tað síggjast sum rættvíst, tá íløgur sum Sandoyartunnilin og nýggi Smyril verða framdar. Hesar íløgur eru við til at minka um tann ójavna, ið tað almenna annars fremur.


Tað almenna og tað modernaða

Trupulleikin er bara, at tað almenna ikki einans hevur eina uppgávu at tryggja javnvág í samfelagnum – ella við øðrum orðum orðum at tryggja samfelagið út frá verandi bygnaðum. Tað almenna hevur eisini sum uppgávu at skapa ein framburð í samfelagnum. Ofta vilja javna-hugsjónin og framburðs-hugsjónin hanga saman, men aðrar tíðir vilja tær koma í andstøðu hvør við aðra.

Hetta síðsta er galdandi í Føroyum í dag, tí í dag eru Føroyar sum heild vorðnar ein útjaðari, ið krevur framburð fyri ikki at gerast eftirbátur. Og hvussu skal hevur eitt útjaðara-land sum Føroyar hava ráð til eisini at hjúkla um sín egna ytra útjaðara, tá tað illa megnar at fylgja við sum heild? Skulu Føroyum vera lív lagað sum globalt og modernað samfelag, so er neyðugt at nýggjastu samferðslu- og samskiftis-hentleikarnir úteftir verða útbygdir, soleiðis at skaðiligir fløsku-hálsar ikki íkoma.

Tí er tað millum annað sera relevant at spyrja seg sjálvan: Er tað rættari at gera íløgur í innlendis infra-kervið, ella er tað rættari fyrst at hugsa um infra-kervið út í heim, ið er ein beinleiðis fyritreyt fyri at Føroyar kunnu vera ein saman-sjóðaður partur av alheims-samfelagnum? Her verður serliga hugsað um íløgur sum fjarskiftis-kaðalar og altjóða flogvallir.

Kanska áttu føroyingar at tikið eina avgerð um, at einans tey økini, ið longu nú hava fast samband við hvørt annað, eiga framhaldandi at verða moderniserað, meðan øll onnur øki eiga at sleppast upp á fjall. Tað er sjálvandi himmalrópandi órættvíst, men ótespiligi spurningurin er hvat “útjaðarin Føroyar” hevur ráð til í hørðu kappingini við útheimin.

Onkursvegna er neyðugt at skapa eina javnvág millum javnað og framburð – millum rættvísi og effektivitet.

Valið millum arbeiði og frítíð

Prentað sum kronikk í Dimmalætting 4. august 2017 Í løtuni hava nógvir føroyingar summarfrí. Dagligu pliktirnar eru lagdar til síðis na...