Monday, February 18, 2008

Teknikkurin gloymdur í ferðslutrygdini

Ferðsla er eitt samfelagsligt fyribrigdi. Eins og flest onnur samfelagsligu fyribrigdi er talan um eitt samanspæl av tøkniligum fyritreytum og menniskjuligum atburði. Hesin atburður verður eisini róptur “ferðslumentan”.

Men tíverri er verður hendan ferðslumentanin alt ov ofta hugsað sum ein spurningur um moral hins einstaka. Í allari moraliseringini hava vit lyndi til at gloyma, at ferðslumentanin í nógv størri mun er eitt úrslit av teimum tøkniligu umstøðum, ið hon má fyrihalda seg til.

Tá eitt ferðsluóhapp hevur verið – til dømis á Kaldbaksvegnum – verður sum oftast fokuserað upp á møguligan skeivan atburð. Hevði førarin gloymt trygdarbeltið? Koyrdi hann ov skjótt? Var førarin troyttur ella kanska ávirkaður? Ella var tað kanska ein ungur, óroyndur bilførari, ið royndi at bremsa og snara samstundis?

Slíkir spurningar eru sjálvandi sera relevantir, tí skeivur atburður kann fáa ógvusligar avleiðingar, ikki bara fyri ein sjálvan, men eisini fyri onnur. Tí er tað ein sjálvsøgd moralsk aversión móti “at taka kjansir” í ferðsluni, og tað er sum so í lagi.


Tekniska trygdin á dagsskrá!

Men tað er spell, at moraliseringin av ferðsluni tykist káva útyvir tann tøkniliga spurningin. Orsøkin til at hetta er spell, er at við at seta fokus á hvussu óhapp skulu eftirmetast og revsast, so verður fokus flutt frá hvussu man kundi forðað fyri óhappum. Tað verður ov lætt hjá politikarunum at renna sær undan ábyrgd og í staðin koma við ókeypis tosi um moral og atburð.
Hví verður so lítið tosað um sjálvar vegirnar, ið eru fyritreytin fyri atburðinum hjá bilførarunum? Tað finnast ein rúgva av tekniskum átøkum, ið kundu økt ferðslutrygdina munandi – summi bílig, onnur dýr. Felags fyri hesi átøk er, at tey beina burtur mótstríðandi rationalir í ferðsluni, ið gera ferðsluna minni streymlinjaða. Og tað er jú logiskt, at jú meiri streymlinjað ferðslan gongur, tess minni vilja váðarnir fyri óhappum vera.

Í hesi tíðargrein verður víst á nakrar fáar trupulleikar við føroysku vegunum, og víst verður á møguligar støðutakanir til hvørjir batar eiga at gerast. Hetta er á ongan hátt nøkur tøknilig kanning – undirritaði er ikki verkfrøðingur – men heldur ein roynd at seta ein burturtagdan part av ferðslutrygdini á dagsskrá.


Frákoyringar-breytir gerast

Tann kanska størsti trupulleikin á vegunum í dag eru nógvu frákoyringarnar. Dømi eru frákoyringarnar til Hvítanes, Kaldbaks, Hósvíkar, Skálafjarðar og Kambsdal, ið allar hava til felags, at ein frákoyrandi bilur vil forða bilunum, ið eru aftanfyri. Bilurin má sjálvandi slakka ferðina fyri at kunna snara, og tá tað ikki er pláss fyri hinum bilunum at koyra framvið, so mugu hesir eisini slakka. Um nógv ferðsla er, so kann lættliga henda, at fleiri bilar standa í bíðistøðu og at ein ferðsluproppur harvið tekur seg upp.

Ymsastaðni hevur Landsverk syrgt fyri vinstra-frákoyringar-breytum. Til dømis við Hvítanes, Kaldbaksbotn, Nesvík, Norðskála og við Gøtudal. Men flesta staðni eru ongar slíkar breytir.
Umvent vinstra-frákoyringar-breytirnar eru høgra-frákoyringar-breytirnar nógv færri í tali. Ein er við Nesvík og ein er í Gøtudali. Sostatt er ein tann frægasti krossvegur í dag í Gøtudali, tí her eru bæði høgra- og vinstra-frákoyringar-breytir. Umvent vantar tó ein høgra-frákoyringar-breyt, tá komið verður úr Leirvíkstunlinum og snarað verður norður eftir móti Kambsdali og Fuglafirði.

Bæði høgra- og vinstra-frákoyringar-breytir kosta nakað at gera, serliga um tær (helst) verða gjørdar so langar, at bilarnir ikki nýtast at slakka av fyrr enn inni í frákoyringar-breytini.
Um mett verður, at ikki er ráð til hesa teknisku uppstigingina, so er tó ein onnur loysn, ið millum annað hevur verið roynd við Sandvíkarhjalla. Har er ein breyt úti í vegjaðaranum, ið ger tað møguligt hjá bilum at sleppa framvið, hóast bilar standa og bíða eftir at sleppa inn á Sandvíkarhjalla. Hendan loysnin er neyvan líka góð sum frákoyringar-breytirnar, men hóast alt frægari enn einki.


Betri merktir vegir

Á miðjuni á vegnum eru nakrar strikur, ið eru ymiskar frá staði til stað. Sumstaðni er talan um stuttar strikur við longum millumrúmi. Aðrastaðni er talan um langar strikur við stuttum millumrúmi. Og ymsastaðni eru enntá óbrotnar strikur uttan millumrúm.

Strikurnar siga okkum fyri tað fyrsta frá, at talan er um tvær koyribreytir við hvør sínum koyrirætningi. Men harumframt siga tær okkum í hvønn mun tað er váðalítið at yvirhála (stuttar strikur), váðamikið at yvirhála (langar stirkur) ella bannað at yvirhála (óbrotnar strikur).
Onkustaðni eru enntá tvær strikur á miðjuni. Til dømis kunnu langar strikur vera øðrumegin miðjuna og stuttar strikur hinumegin miðjuna. Hetta merkir, at øðrumegin er váðamikið at yvirhála, meðan hinumegin er váðaminnni at yvirhála.

Tíverri tykist Landsverk at vilja spara upp á málingina, tí alt ov nógvastaðni er einans ein miðlinja. Og í Føroyum er ofta soleiðis, at er tað gott at yvirhála ein veg, so er tað ofta ringt at yvirhála hin vegin. Men í staðin fyri at vísa hetta við tveimum ymiskum linjum, verður ein meðalloysn vald, ið ofta hvørki er fuglur ella fiskur.


Meiningsleys forboð

Serliga galið er tað, tá talan er um óbrotnar strikur og harvið um fullkomið bann móti yvirháling. Tað er ikki ókent, at nøkur støð eru, har tað er fullkomiliga ógjørligt at yvirhála tann eina vegin, men fleiri kilometra frítt sýni hin vegin. Eitt dømi er við norðara munna á Kollfjarðartunlinum. Her er sjálvandi ógjørligt at yvirhála stutt áðrenn farið verður inn í tunnilin, men umvent er frítt sýni, teir næstu tveir kilometrarnar, tá komið verður út úr tunnilsmunnanum.

Men av tí at fleiri hundrað metrar verða tiknir av hesum teininum, mugu bilførarar bíða við at yvirhála – kanska til ein púra váðaleys yvirhálingarstøða hevur ment seg til eina meiri ivasama yvirhálingarstøðu.

At gjørt neyvari ferðslustrikur, hevði verið ein rímiliga bíligur háttur at økt fyritreytirnar fyri skilagóðari koyring. Tað slepst ikki undan, at við nógvum stórum akførum á vegunum, ið koyra spakuligari enn hini akførini, er neyðugt við góðum og tryggum strekkjum at yvirhála á. Hví ikki ráðgeva førarunum at velja røttu loysnirnar?


Seyður og fótgangarar

Eitt tað mest undunarverda við føroysku landsvegunum er, at teir ikki fult og heilt eru hegnaðir av móti seyði og øðrum óynsktum gestum. Umframt hetta er tað undrunarvert, at tað er møguligt hjá fótgangarum at ganga fram við vegunum. Viðvíkjandi seyðunum er tað ein trupulleiki, ið átti at verið loystur sum skjótast, í minsta lagi á stóru tvísporaðu landsvegunum. Har tað er neyðugt kunnu rør leggjast undir vegirnar, soleiðis at seyðurin sleppur oman- og niðanum vegirnar.

Viðvíkjandi fótgangarum má loysnin partvíst vera at gera gongutunlar undir vegirnar, soleiðis at børn og vaksin trygt kunnu fara har tey nú skulu – í kirkju, í skúla ella oman í bátahylin.
Har landsvegur verður førdur gjøgnum bygdir, má ein endalig loysn finnast, soleiðis at landsvegurin verður skorin frá økjunum, har fólk skulu ganga, súkla og spæla. Einasta møguliga inngongdin frá landsvegnum til bygdina skal vera ein høvuðsinnkoyring við rulliportri.
Í síðsta enda hevði hevði hetta eisini skapað betri og tryggari bústaðarøki. Tí væl eru landsvegirnir lívsæðrirnar hjá flestu bygdum, men samstundis eru landsvegirnir ein stór váðakelda í mun til spælandi børn og tílíkt.


Landsferðsla fyri motorakfør einans!

Sjálvandi kann Landsverk lættliga koma og siga, at talan jú er um kommunalar vegir við einum lægri ferðahámarki, og at tað tí ikki er ein landsuppgáva. Men tað er milt sagt moralskt ivasamt at kalla eitt vegastrekki, har landsferðla verður førd ígjøgnum, fyri annað enn landsveg. Eitt eru lógarkarmarnir – eitt annað er praktiski veruleikin. Og her lekur álvarsliga millum teori og praksis!

Rætti hugsunarhátturin átti at verið, at als eingin seyður, súklistar ella børn eru úti á vegum, har landsferðsla er. Har sum tað er neyðugt við gongurásum og súklurásum millum bygdir – til dømis á strekkjunum Hvítanes-Hoyvík, Kvívík-Leynar, Streymnes-Oyrarbakki, Søldarfjørður-Glyvrar og so framvegis, eiga ræsur at verða gjørdar, antin sum frálíka rásin millum Gøtugjógv og Norðragøtu ella sum ein rás fram við høvuðsvegnum – við autoverju og hegni millum. Hendan síðsta loysnin krevur sjálvandi eitt samarbeiði millum Landsverk og kommunurnar, so tað helst meiri enn trupult at gjøgnumføra.

Tað finnast nógv dømi um ábøtur á føroysku landsvegirnar – summi dýr og summi minni dýr. Tað kundu verið skrivað langar rapportir bert um hetta evnið. Tíverri eru tað fleiri politisk poeng í at seta nýggjar verkætlanir í gongd enn at uppgradera verandi bygnaðin. Um ábøtur skulu gerast fyri landsvegirnar, so tykist tað nærum sum mugu lík á borðið fyrst.

Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur

Valið millum arbeiði og frítíð

Prentað sum kronikk í Dimmalætting 4. august 2017 Í løtuni hava nógvir føroyingar summarfrí. Dagligu pliktirnar eru lagdar til síðis na...