Skip to main content

Posts

Showing posts from April, 2008

Tøl skapa veruleikan

Seinastu tíðina hevur verið ómetaliga nógv tosað um umhvørvi. Tað er nakað nýtt, tí føroyingar eru ikki tiltiknir fyri at geva umhvørvinum stórvegis ans. Men nú er vent í holuni. Nú er umhørvi nakað øll kunnu tosa við um. Fjølmiðlarnir vísa dúgliga á hvussu orka kann sparast. Og í skúlum kring landið verður umhvørvið sett á breddan sum ongantíð fyrr. Og orsøkin til at umhørvið er komið á móta er sjálvandi nær tengt at stóru, altjóða umhvørvisráð-stevnuni TACC – Trans Atlantic Climate Conference.

Ein slík ráðstevna er við til at seta eitt ómetaligt fokus á tað evni hon skal viðgera. Ein ráðstevna er ein hópur av vitan, ið verður savnaður á einum staði, og hendan vitan vil eisini smitta á kring-liggjandi samfelagið og vónandi eisini broyta samfelagið. Vitan kann tó eisini elva til kjak ella enntá “mót-vitan”, men sum heild vil vitan skapa eitt betri grundarlag til at taka avgerðir.

Vitan finst í nógvum formum, men er vanliga bundin at orðum ella tølum. Oftast vil tann teljiliga ella hagfr…