Skip to main content

Tøl skapa veruleikan

Seinastu tíðina hevur verið ómetaliga nógv tosað um umhvørvi. Tað er nakað nýtt, tí føroyingar eru ikki tiltiknir fyri at geva umhvørvinum stórvegis ans. Men nú er vent í holuni. Nú er umhørvi nakað øll kunnu tosa við um. Fjølmiðlarnir vísa dúgliga á hvussu orka kann sparast. Og í skúlum kring landið verður umhvørvið sett á breddan sum ongantíð fyrr. Og orsøkin til at umhørvið er komið á móta er sjálvandi nær tengt at stóru, altjóða umhvørvisráð-stevnuni TACC – Trans Atlantic Climate Conference.

Ein slík ráðstevna er við til at seta eitt ómetaligt fokus á tað evni hon skal viðgera. Ein ráðstevna er ein hópur av vitan, ið verður savnaður á einum staði, og hendan vitan vil eisini smitta á kring-liggjandi samfelagið og vónandi eisini broyta samfelagið. Vitan kann tó eisini elva til kjak ella enntá “mót-vitan”, men sum heild vil vitan skapa eitt betri grundarlag til at taka avgerðir.

Vitan finst í nógvum formum, men er vanliga bundin at orðum ella tølum. Oftast vil tann teljiliga ella hagfrøðiliga vitanin virka sterkari, tí hon ikki er so løtt at afturvísa. Al Gore hevur í síni umhvørvis-herferð “An Inconvenient Truth” nýtt hagfrøðiliga vitan til at gjøgnum-trumfa síni argumentir um umhvørvis-vernd. Umvent hava umhvørvis-skeptikarar sum Bjørn Lomborg eisini nýtt hagfrøðiliga vitan til at mótprógva Al Gore. Men undir øllum umstøðum fáa vit við hesum kjaki tøl á borðið, og við hesi vitan verður tað alsamt truplari at ignorera umhørvis-trupulleikarnar.


Orkukjak og cool cash

Millum vanligar føroyingar er umhvørvis-kjakið nær knýtt at orku-kjakinum. Føroyar eru eitt sera dálkandi íðnaðar-samfelag og mobilitets-samfelag. Men tað at føroyingar nú byrja at síggja ein fyrimun við at hugsa orku-sparandi, byggir sjálvandi eisini á, at orkan er vorðin so dýr.

Føroyingar verða vanliga roknaðir sum sera konservativir, og tað sama er galdandi á umhvørvis-økinum. Tað er lættari at halda fast við eina orku-tøkni man kennir og ið er prógvað at rigga. Í dag finnast tó nógvar aðrar alternativar orku-keldur, ið lættliga kunnu nýtast í Føroyum. Ein trupulleiki er, at hendan tøknin er relativt nýggj og tískil eisini dekan ov dýr. Men størsti trupulleikin er helst, at fólk ikki duga at síggja hvussu nógv kann sparast við at umleggja orku-keldurnar. Vitanin er enn ikki rokkin út í breiða almenningin.

Tað gleðiliga við umhvørvis-dilluni er, at hetta fær fólk fram við vitnis-burðum um royndir við alternativum orku-keldum. Vindmyllur, hitapumpur og sólpanelir vísa seg at vera ein góð forrætning, og jú hægri olju- og elprísirnir verða, tess betri loysir tað seg at hugsa alternativt. Og økta samfelagsliga vitanin um alternativa orku vil sjálvandi fáa fólk at taka avgerð um at ogna sær hesi nýggju tólini.

Alt gott um tað, men tað hevði verið betri, um fólk vóru skjótari at taka tað nýggja til sín. Og her er tað, at hagtølini koma innaftur. Um tað í Føroyum varð granskað meiri í orkusparing, so hevði samfelagið havt betri og skjótari hagtøl um evnið, og fólk høvdu skjótari kunnað komið til eina nýmennandi niðurstøðu.


Hagtøl eru samfelagsskapandi

Tað er nú einaferð soleiðis, at menniskjur ikki kunnu siga nakað skilagott uttan vitan. Alt málið byggir á vitan, eins og málið er ein fortreyt fyri vitan. Fyri at nýmenna samfelagið er tað so ómetaliga týðandi at fáa nýggj orð og hugtøk inn í málið. Orðini og hugtøkini eru gróðrar-botnurin fyri at vitan yvirhøvur kann spíra. Og tøðið, ið kann betra um gróðrar-botnin, er júst gransking og hagtøl. Eitt hugtak er jú ongantíð tikið úr leysari luft, men byggir á okkurt, ið kann mátast og lýsast. Og hugtøk, ið eru væl mátað og lýst verða sjálvandi meiri áhugaverd hjá fólki at taka til sín. Tey verða bókstaviliga sagt meiri meiningsfull.

Tí eru hagtøl samfelags-skapandi. Hóast alt samfelagið (sjálvandi) er til, so er ikki alt samfelagið til-vitað. Tað er minni parturin av samfelagnum, ið er sjónligur fyri breiða almenningin, meðan restin er krógvað í einum skugga av ikki-vitan ella smalari serfrøði-vitan. Við at fara inn og máta tey duldu tingini í samfelagnum, verða hesi ting sjónlig og kunnu harvið geva meining. Harvið verða tey áhugaverd fyri fjøldina og kunnu enntá gerast hugtøk, ið øll kenna og duga at nýta.

Enn einaferð er umhvørvið besta dømið um ein part av samfelagnum, ið áður var duldur, men sum í dag stendur í fullum blóma av tilvitsku.


Meiri tøl um lesiførleikan

Men tað eru so nógv onnur dømi um ting, ið liva eina skugga-tilveru.

Í 2006 fingu føroyingar ein kvøkk, ið seint verður gloymdur. Tá fingu vit at vita, at lesi-førleikin hjá føroyskum næmingum er sambæriligur við lond sum Mexico og Brazil. Talan var um sokallaðu PISA-undankanningina, ið við hørðum hagtølum meiðslaði stoltu sjálv-tilvitskuna hjá føroysku tjóðini. Alt ov leingi høvdu føroyingar livað í eini trúgv upp á mentanarligan framkomin-leika. Men alt ov sjáldan var hesin framkomin-leiki mátaður og samanborin við onnur lond.

Nú verður lesi-førleikin mátaður, og tað er eisini við til at økja um tilvitskuna hjá foreldrum um at ein góður skúli ikki bara kemur av sær sjálvum. Tað vil altíð vera munur á dygdini á skúlum, og tá hendan vitan verður hagtald, so verður eisini lættari hjá foreldrum at seta krøv til skúlarnar. Tað sama vil vera galdandi fyri aðrar stovnar sum ellis- og røktarheim og barnagarðar. Við hagtølum fáa brúkararnir møguleika fyri at seta krøv. Harvið vilja hagtølini umvegis vera við til at skapa betri stovnar.


Hvørji fólk búgva hvar?

Í eini kommunu búgva nógv ymisk fólk. Hesi fólk búgva í ymisku býlingum ella bygdum, og hesi støð eru eisini innanhýsis ymisk. Men kommunur hava havt eitt lyndi til at føra ein politikk sambært hvør rópar harðast, meðan tað hevur verið hugsað minni um at planleggja breitt fyri ymiskleika. Fáar kommunur hava holla vitan um hvussu samansetingin av borgarum er. Hvørji størv hava borgararnir? Hvussu nógv arbeiða í øðrum kommunum og eru harvið pendlarar? Hvussu nógvar barnafamiljur eru og hvussu stórar eru tær? Hvussu nógvir tilflytarar eru og hvussu nógv eru innfødd?

Tá kommunurnar ikki hagtelja hvørji ymisk fólk búgva í kommununum, verður eisini truplari at finna út av hvat er best at raðfesta. Um tað hinvegin finnast hagtøl fyri bygdir og býlingar, so kunnu bæði politikarar og borgarar betri argumentera fyri sínum ynskjum og krøvum. Fólk vita hvat tey sjálvi vita, men vita sjáldan hvussu nógv onnur eru av somu meining. Við góðum hagtølum um samansetingina av borgarunum, ber knappliga til at mobilisera politiskar rørslur fyri einum ávísum máli. Kann tað til dømis staðfestast, at í einari bygd ella býlingi búgva nógvir akademikarar, so kunnu einstakir borgarar lættari argumentera fyri, at barnagarðurin sjálvandi skal hava eitt gott barna-bókasavn.


Skjótari og betri samfelag

Við at styrkja hagtals-grundarlagið verða betri avgerðir tiknar skjótari. Og ofta vilja skjótar loysnir vera ein kvalitetur í sær sjálvum. Í staðin fyri panikkloysnir í ellvinta tíma kunnu skilagóðar avgerðir takast, áðrenn tær gerast ov átroðkandi.

Tí er tað gleðiligt, at ætlanir eru um at seta á stovn altjóða vitanarstovnin “TransAtlantic Climate Institute” - TACIT. Hetta fer at fasthalda føroyingar í umhvørvis-diskursini, ið eisini kann vísa seg at gerast eitt avgerandi kappingar-parametur bæði viðvíkjandi fiskivinnu og ferðavinnu. Tað er neyðugt, at ikki einans ein smøl elita skilir teir umhvørvisligu samanhangirnar, men at talan er um eina breiða, fólksliga vitan. Vitanin skal gerast ein sjálvsagdur partur av tí fólksligu, føroysku mentanini.

Umframt hetta er Hagstovan farin í gongd við arbeiðið at gera eina fólkateljing. Tað verður gagnligt at fáa betri tøl um føroyska samfelagið, og her áttu serliga kommunurnar at spælt við fyri at fingið so nógvar sosialar og mentanarligar upplýsingar inn í fólkateljingina sum gjørligt.

Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur

Comments

Popular posts from this blog

Er Kommunuvalskipanin nøktandi?

Í Tórshavnar kommunu fekk Javnaðarflokkurin 41,3% av atkvøðunum til kommunuvalið, men hetta gav heili 53,8% av býráðslimunum. Orsøkin liggur í sonevnda d’Hondt-uppgerðarháttinum, ið gevur størri flokkum betri sømdir enn smáum. Hesin vansin gjørdist í ár serliga týðiligur í Tórshavnar kommunu, men eisini aðrastaðni, t.d. í Fuglafjarðar kommunu hendi tað sama.
Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur, 14. nov. 12
Hendan greinin snýr seg ikki um hvørt hesir listar hava uppiborið teirra nývunna absolutta meiriluta, tí tað hava teir, tí soleiðis er vallógin. Men hvat er tað nú lógin í grundini sigur?
“§ 19. Stk. 2. Fyrst skal verða avgjørt, hvussu nógv valevni skulu verða vald fyri hvønn valevnislista. Samlaða atkvøðutalið fyri hvønn valevnislista verður at býta við 1, 2 3 o.s.fr., til hvørt atkvøðutalið er býtt við tali eins stórum og talið á sessum, sum avvarðandi valevnislisti kann hugsast at fáa í mesta lagi. Hægsta býtingartalið, sum soleiðis kemur fram, gevur tí lista, sum fær tað …

Føroyskur politikkur – moralpolitikkur

Føroyskur politikkur hevur søguliga verið lýstur við tveium ásum: vinstra/høgra og loysing/samband. Men seinastu tíðina hevur nógv verið tosað um, at vit nú byrja at síggja enn ein “etiskan” ás í føroyska politiska landslagnum, ið meiri byggir á moralskar spurningar enn á konkret valdsforhold og ræðisrætt á málsøkjum.

Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur

Ein “etiskur ásí” er í ávísan mun við at taka skap í føroyskum politikki. Moralur fyllir alsamt meiri í politiska landslagnum, og her er í seinastuni komið til skarpskeringar millum “moralkonservativ” og “moralprogressiv”, m.a. í víðagitna málinum um §266b. Tó er tað serliga tann konservativi (serliga religiøst-konservativi) bógvurin, ið hevur trinið inn á politiska landslagið, meðan tað saknast eitt "progressivt" alternativ.

Í Danmørk finst ein slíkur etiskur ási, har Dansk Folkeparti tekur at kalla somu
fremmandra- og framburðs-ivasomu støðu sum Miðflokkurin í Føroyum (tó er DF nationalt-konservativur, meðan MF er reli…

Útlendskar kvinnur í Føroyum - ein javnstøðutrupulleiki – og –møguleiki

Grein við støði í framløgu fyri Javnstøðunevndina á Fólkafundinum í Hoyvíkar skúla 21. Sept. 2012.
Føroyingar hava søguliga ikki havt serliga nógvar útlendingar, um sæð verður burtur frá dønum, ið hava búsett seg í Føroyum. Útlendingur skal vanliga skiljast sum ein, ið er føddur aðrastaðni enn í Føroyum, men í hesi greinini viðgeri eg einans útlendingar frá ikki-Norðurlondum.
Rákið seinastu árini hevur verið, at tað koma alsamt fleiri útlendskar kvinnur til Føroya, og hesar eru nú við at verða ein týðandi samfelagsbólkur í ymiskum pørtum av landinum. Vit vita sera lítið um tær, men í stóran mun verða tær giftar við føroyskum monnum. Til ber at siga, at fráflytandi føroysku kvinnurnar skapa eitt tómrúm, ið í ávísan mun verður fylt av hesum útlendskum kvinnum.
Hvar koma útlendingarnir so frá? Við fyriliti fyri, at hagtølini tíverri eru sera ófullfíggjað, hómast tó nøkur mynstur. Flestu útlendingar koma frá “Europa annars”, tvs. Europa uttan Norðurlond, og her eru menn í yvirtali seinnu…