Skip to main content

Hví góðtaka vit tunnilsgjald?

Hvør er munurin á tunlinum millum Leirvík og Gøtu og tunlinum millum Leirvík og Klaksvík? Annar er omanfyri sjóvar-málan og hin er niðanfyri sjóvar-málanum. Hetta er sjálvandi ein munur, ið onkursvegna er við til at geva okkum ymiskar fatanir av tunlununm. Onkursvegna er Norðoya-tunnilin “hægri í metum” enn Leirvíks-tunnilin. Gaman í er hann longri, men burtursæð frá tí er væl eingin grund-leggjandi munur á tunlunum. Ein tunnil er ein tunnil, líkamikið longd og líkamikið um hann er omanfyri ella niðanfyri sjóvar-málanum.

Men munur verður hóast hetta gjørdur á Leirvíks-tunlinum og Norðoya-tunlinum. Tunnilin omanfyri sjóvar-málan er ókeypis at koyra gjøgnum, meðan tunnilin niðanfyri sjóvar-málanum kostar.

Spurningurin er bara hví vit góðtaka, at tvey serstøk vegastrekki í landinum – Vága-tunnilin og Norðoya-tunnilin – skulu kosta fyri tann einstaka, meðan øll hini vega-strekkini skulu kosta fyri felags-skapin.


Hví brúkaragjald?

Ivaleyst var tað lætt at grundgeva fyri hví tað var eitt gott hugskot við brúkara-gjaldi fyri tey vegastrekki, ið ikki eru omanfyri sjóvar-málan. Hetta tí at undirsjóvar-tunlarnir avloystu eina almenna tænastu við brúkara-gjaldi, nevniliga ferjurnar. Onkursvegna verður tað roknað sum sjálvsagt, at tað kostar at sigla við ferjunum. Hetta kann diskuterast, men tað gevur eina ávísa meining, tí at ferjurnar einans rúma eina ávísa nøgd av bilum og fólki. Og um einki brúkara-gjald er á, er vandi fyri, at ferjurnar fyllast og tað kanska má setast ein eyka ferju í rutu fyri at nøkta tørvin. Men hesin trupulleiki ger seg ikki galdandi fyri tunlarnar, ið eru opnir í báðum endum og harumframt so langir – og harvið rúmligir, at tað einans vil vera í nærum óhugsandi førum, at teir verða fyltir upp av bilum.

Harvið fellur regulerandi elementið í brúkara-gjaldinum burtur. Tað er ikki tørvur á einum atburðs-regulerandi gjaldi, ið skal fáa borgararnar til at nýta almennu tænastuna eitt sindur minni, soleiðis at útreiðslurnar ikki ganga amokk.


Skattagrundað partabrøv?

Tað eru grundleggjandi tvinnar orsøkir til at nýta brúkara-gjald. Fyrra orsøkin er at tálma nýtsluni av vøruni ella tænastuni. Onnur orsøkin er snøgt sagt at vinna pening – brúkara-gjald er jú einki annað enn eitt serligt slag av skatti. Sjálvandi er tað sambært hesi seinnu orsøkini, at vit í dag eru endað við einum brúkara-gjaldi fyri at koyra gjøgnum Vága-tunnilin og Norðoya-tunnilin. Og tað er sjálvandi at somu orsøk, at ynski eru um brúkara-gjald fyri at koyra gjøgnum Sandoyar-tunnilin og Skálafjarðar-tunnilin.

Men viðvíkjandi Skálafjarðar-tunlinum fer man eitt fet víðari út í tað moralskt ivasama. Her er brúkara-gjaldið ikki einans at meta sum ein inntøku-kelda. Her verður brúkara-gjaldið talusett sum einki minni enn tilveru-grundarlagið undir verk-ætlanini. At tað enntá skal vera eitt privat felag, ið skal umsita hetta, merkir í grundini, at tað privata fær eitt ekstra-ordinert loyvi til at innkrevja skatt frá borgaranum.

Víðari skal hetta tulkast sum at eitt privat felag fær loyvi til at krevja inn skatt at gjalda rentur til Eik fyri og harvið at styrkja um partabræva-avkastið hjá teimum, ið eiga í Eik. At halda, at Eik fer inn í eina slíka verkætlan av idealistiskum orsøkur, er sjálvandi sera naivt.

Tað skal ikki nógv fantasi til at síggja tað undrunarverda í hesum.


Brúkaragjald minka um samfelagsvinningin

Men eitt er tað ivasama í, at privat skulu sleppa at áleggja borgarum skatt. Hetta kann møguliga góðtakast, av tí at talan ikki er um eina lívsæðr, men um ein alternativan vegatein. Tað fer sjálvandi framhaldandi at vera gjørligt at koyra ókeypis um brúnna um Streymin, um tað onkursvegna verður hildið at vera ov dýrt at koyra undir Tangafjørð. Ella man veit sjálvandi ongantíð, um brúkara-gjalds-rákið kann føra við sær, at tað eisini skal kosta at koyra um Streymin, soleiðis at inntøku-grundarlagið hjá Skálafjarðar-tunlinum verður optimerað, við at kappingin frá norðaru leiðini verður tálmað.

Í heila tikið er tað eitt skráplan, um Føroyska infra-kervið í alsamt størri mun verður tengt at brúkara-gjaldi. Brúkara-gjald geva gaman í landskassanum eina ávísa beinleiðis skatta-inntøku, men samfelagsliga vil vinningurin vera minni enn hann annars kundi verið, tí tunnilin ikki verður nýttur til fulnar.

Tað hevur hesi seinnu árini verið ein greið fatan av, at neyðugt er at integrera føroyska samfelagið geografiskt. Við Vága-tunlinum og Norðoya-tunlinum er føroyski “netverks-býurin” vaksin munandi, og hetta er í sjálvum sær við til at minka um fløskuhálsar á arbeiðs-marknaðinum. Tað, at arbeiðs-megin er vorðin meiri mobil, ger jú, at lokalt ósamsvar millum útboð og eftirspurning í ávísan mun kann javnast út. Ikki minst er tað gott, at tað er møguleiki hjá talentum í útjaðara-økjum at taka sær meiri krevjandi størv í býunum enn tey kundu hugsast at fingið í heim-økinum.

Men tað, at brúkara-gjald er á Vága-tunlinunm og Norðoya-tunlinum, tekur broddin av effektunum av verkætlanunum. Og brúkara-gjald á Skálafjarðar-tunlinum og Sandoyar-tunlinum vilja fungera á sama hátt. Hóast meiningin við brúkara-gjaldinum á Skálafjarðar-tunlinum er inntøku-skapan, so slepst jú ikki undan, at brúkara-gjaldið eisini fær eina atburðar-regulerandi effekt. Við einum brúkara-gjaldi vilja tað vera færri, ið nýta vega-teinin, enn tað annars høvdu verið.


At taka støðu mótvegis brúkaragjaldi

Men tann mest tung-tvigandi orsøkin til at vera ímóti brúkara-gjaldi, er ivasemið um tað er rætt, at bara tey, ið brúka tænastuna, skulu gjalda fyri hana. Eitt brúkara-gjald er jú – sum áður nevnd – ein alternativur skattur, ið tað almenna leggur oman á herðar borgarans. Vit hava nógv sløg av skattum í landinum, men skattatypan “avgjald” – herundir “brúkara-gjald” – hevur tann eginleika, at hon rakar tey harðast, ið hava ringast ráð. Serliga avgjalds-typan “brúkara-gjald” hevur stórar sosialar avleiðingar, tí fátæki persónurin kann verða noyddur at velja (í hesum føri) koyringina frá. Í tíðum við hækkandi oljuprísum og hækkandi rentum, kann tann fátæki verða noyddur at substituera og í staðin velja at koyra buss við øllum teimum trupulleikum og forðingum hetta førir við sær – ikki minst hjá fólki, ið hava skeivar arbeiðstíðir ella mugu eftir børnunum í barnagarðinum o.s.fr.

Spurningurin er, um samfelagið ynskir at skapa sosialan mismun gjøgnum infrakervið. Tí ein slíkur mis-munur kann føra við sær, at arbeiðs-marknaðurin verður minni integreraður í framtíðini.

Ein heilt greið støðutakan kundi verið, at vit ikki ynskja brúkara-gjald á infra-kervi. Hetta merkir sjálvandi, at vit ikki vilja leggja mesta eyka-skattin yvir á tey, ið skulu brúka tunnilin mest. Í staðin kann ein prinsipp-støða takast um, at samfelagið sum heild eigur at skapa eitt rímiligt infra-kervi á einum solidariskum grundarlagi.

Hin spurningurin, ið stingur seg upp, er um tað verður mett í lagi, at infra-kervi yvirhøvur skal vera á privatum hondum. Tann spurningurin er eisini sera spennandi og neyðugur at kjaka ígjøgnum. Men megnar politiska skipanin at taka støðu móti brúkara-gjaldi, so er spurningurin um privat infra-kervi sjálvandi eisini logiskt útihýstur.

Líkamikið hvat, so er neyðugt, at politikararnir – og Føroya fólk sum heild – semist um eitt prinsipp fyri fígging og nýtslu av almenna infra-kervinum. Vit mugu fyri tað fyrsta kalla ein spaka fyri ein spaka. Eitthvørt brúkara-gjald er reelt ein skatta-hækking. Alt annað er bara uttan-um-tos. Váðin er, at vit eru á veg inn í eitt veruligt brúkara-gjalds-samfelag, uttan at tað verður skavað samsvarandi av í inntøku-skattinum. Tá er vanligi føroyingurin jú tyngri skattaður enn hann var áðrenn, og tað sum sagt serliga tey við lægru inntøkunum, ið verða harðast rakt av brúkara-skattunum.

Comments

Popular posts from this blog

Er Kommunuvalskipanin nøktandi?

Í Tórshavnar kommunu fekk Javnaðarflokkurin 41,3% av atkvøðunum til kommunuvalið, men hetta gav heili 53,8% av býráðslimunum. Orsøkin liggur í sonevnda d’Hondt-uppgerðarháttinum, ið gevur størri flokkum betri sømdir enn smáum. Hesin vansin gjørdist í ár serliga týðiligur í Tórshavnar kommunu, men eisini aðrastaðni, t.d. í Fuglafjarðar kommunu hendi tað sama.
Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur, 14. nov. 12
Hendan greinin snýr seg ikki um hvørt hesir listar hava uppiborið teirra nývunna absolutta meiriluta, tí tað hava teir, tí soleiðis er vallógin. Men hvat er tað nú lógin í grundini sigur?
“§ 19. Stk. 2. Fyrst skal verða avgjørt, hvussu nógv valevni skulu verða vald fyri hvønn valevnislista. Samlaða atkvøðutalið fyri hvønn valevnislista verður at býta við 1, 2 3 o.s.fr., til hvørt atkvøðutalið er býtt við tali eins stórum og talið á sessum, sum avvarðandi valevnislisti kann hugsast at fáa í mesta lagi. Hægsta býtingartalið, sum soleiðis kemur fram, gevur tí lista, sum fær tað …

Føroyskur politikkur – moralpolitikkur

Føroyskur politikkur hevur søguliga verið lýstur við tveium ásum: vinstra/høgra og loysing/samband. Men seinastu tíðina hevur nógv verið tosað um, at vit nú byrja at síggja enn ein “etiskan” ás í føroyska politiska landslagnum, ið meiri byggir á moralskar spurningar enn á konkret valdsforhold og ræðisrætt á málsøkjum.

Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur

Ein “etiskur ásí” er í ávísan mun við at taka skap í føroyskum politikki. Moralur fyllir alsamt meiri í politiska landslagnum, og her er í seinastuni komið til skarpskeringar millum “moralkonservativ” og “moralprogressiv”, m.a. í víðagitna málinum um §266b. Tó er tað serliga tann konservativi (serliga religiøst-konservativi) bógvurin, ið hevur trinið inn á politiska landslagið, meðan tað saknast eitt "progressivt" alternativ.

Í Danmørk finst ein slíkur etiskur ási, har Dansk Folkeparti tekur at kalla somu
fremmandra- og framburðs-ivasomu støðu sum Miðflokkurin í Føroyum (tó er DF nationalt-konservativur, meðan MF er reli…

Útlendskar kvinnur í Føroyum - ein javnstøðutrupulleiki – og –møguleiki

Grein við støði í framløgu fyri Javnstøðunevndina á Fólkafundinum í Hoyvíkar skúla 21. Sept. 2012.
Føroyingar hava søguliga ikki havt serliga nógvar útlendingar, um sæð verður burtur frá dønum, ið hava búsett seg í Føroyum. Útlendingur skal vanliga skiljast sum ein, ið er føddur aðrastaðni enn í Føroyum, men í hesi greinini viðgeri eg einans útlendingar frá ikki-Norðurlondum.
Rákið seinastu árini hevur verið, at tað koma alsamt fleiri útlendskar kvinnur til Føroya, og hesar eru nú við at verða ein týðandi samfelagsbólkur í ymiskum pørtum av landinum. Vit vita sera lítið um tær, men í stóran mun verða tær giftar við føroyskum monnum. Til ber at siga, at fráflytandi føroysku kvinnurnar skapa eitt tómrúm, ið í ávísan mun verður fylt av hesum útlendskum kvinnum.
Hvar koma útlendingarnir so frá? Við fyriliti fyri, at hagtølini tíverri eru sera ófullfíggjað, hómast tó nøkur mynstur. Flestu útlendingar koma frá “Europa annars”, tvs. Europa uttan Norðurlond, og her eru menn í yvirtali seinnu…