Skip to main content

Posts

Showing posts from October, 2008

Húsafígging og moralur

Tað er vorðið alsamt meiri vanligt í Føroyum at tosa opið um moral. Moralur er – eitt sindur einfaldað – atburðsregulering. Ofta tosa vit um rætt og rangt, tá vit tosa um moral, men undir øllum umstøðum sigur moralur okkum hvat vit skulu gera og hvat vit ikki skulu gera. Moralur er so at siga ein óskrivað lóg – ein lóg, ið er galdandi, uttan at hon er niðurskrivað.Í Føroyum hava vit enntá eitt rák, har summir politikarar ynskja at “umseta” moral til lógir, t.d. við at banna samkyndum parlagi, seta pornofiltur á føroyskt Internet – ella øvut at forða fyri diskriminatión av samkyndum ella loyva føroyskum bryggjaríum at bryggja sterkt.Her skal ikki takast støðu til hvørt konservativur, liberalur ella kanska sosialistiskur moralur eru best ella verst. Her skal hinvegin vísast á, at tað er eitt alternativ til moral – nevniliga amoralur. At vera amoralskur er stutt sagt at vera líkaglaður og bara lata fólk gera sum tey gera. Hetta ljóðar í fyrstu syftu frálíkt, tí á hendan hátt verða allir …