Monday, October 9, 2006

Sigrun Valbergsdóttir – Føroyavinur setur upp leik um Edith Piaf

Tá stórbæri sjónleikurin “Piaf” eftir Pam Gems verður frumframførdur 14. oktober, er tað eftir langt og miðvíst arbeiði frá nógvum sjónleikarum og hjálparfólkum. Men serliga forkunnugt er kanska, at Sjónleikarahúsið hevur fingið roynda íslendska leikstjóran Sigrun Valbergsdóttir at koma við listarligum íblástri.

Sigrun Valbergsdóttir er ikki hvør sum helst, men ein leikstjóri við hollari útbúgving og drúgvum royndum innan nærum alt, ið hevur við sjónleik at gera. Hon varð í 1970 útbúgvin av Þjóðleikhúsinum, áðrenn hon fór til Týsklands at útbúgva seg víðari. Hon vendi aftur til Íslands í 1978, har hon átók sær nógvar týðandi uppgávur sum leikhússtjóri í Alþýðuleikhúsinum og seinni – í 1983 – sum dagligur leiðari fyri Bandalag Íslendskra Leifelaga, har hon eisini tók upp leikstjórn. Síðani tá hevur hon leikstjórnað fleiri enn 40 stykki av alskyns slagi, bæði við áhugaleikarum og yrkisleikarum. Hetta umframt at hon hevur skrivað og umsett fleiri leikrit sjálv.

Umframt hetta hevur Sigrun Valbergsdóttir tikist við mentanarumsiting, millum annað í íslendska mentamálaráðnum og sum leiðari fyri útlendsku tiltøkini, tá Reykjavík var evropeiskur mentanarbýur ár 2000. Síðani hetta hevur hon arbeitt sum kunningarstjóri í Borgarleikhúsinum í Reykjavík, men seinasta árið hevur hon aftur fingist við leikstjórn burturav.

- At vera leikstjóri er tað starvið, sum krevur mest, sigur Sigrun Valbergsdóttir, ið tosar mest sum fullkomið føroyskt – við einstøkum íslendskum orðum inn ímillum.

- Men tað er eisini tað, ið gevur mest, vísir hon á.


Seta lívið handan pallin á pall

Tað er heldur ikki ein lítið krevjandi sjónleikur, Havnar Sjónleikarfelag hevur sett sær fyri at framføra. “Piaf” er ein drúgvur og krevjandi leikur, ið varar umleið hálvantriðja tíma, og tá krevur tað sína kvinnu at koma niður á botn við øllum tilfarinum. Ein sjónleikur kann tykjast einfaldur á at líta, tá hann eftir drúgva venjing verður framførdur. Men handan tær lættglíðandi rørslurnar og replikkirnar liggur eitt hart arbeiði við at venda og tulka hvørjum evarska lítla aspekti í leikinum. Alt skal venjast út í æsir, og leikararnir skulu skilja hvat teir framføra.

- Man skal fara inn í kjarnin av leikinum og finna út av hvønn boðskap hann hevur. So leingi man ikki kann siga við einum setningi, hvat leikurin snýr seg um, tá kann man ikki fara í gongd.
Men Sigrun Valbergsdóttir metir, at tey hava funnið rætta formulin at seta leikin upp eftir:

- Leikurin er eitt róp eftir eyðnusemi og eftir at fólk skulu elska teg, sigur Sigrun Valbergsdóttir og sipar til harðbalna lívið hjá Edith Piaf.

Edith Piaf var ein kvinna av fátækum korum, fødd í 1915 á eini gøtu í París. Pápin var gøtusjónleikari, mamman hevði eina fortíð sum gøtusangari, og Edith Piaf sjálv byrjaði at syngja á gøtuni sum fimtan ára gomul, áðrenn hon í tríatiárunum legði heimin undir sínar føtur. Men saman við drykkjuskapi, rúsevnismisnýtslu og tilvildarligum kærleika var sangurin eisini ein flýggjan frá veruleikanum og inn í ein vakrari heim. Harða lívið førdi við sær, at hennara misnýtsla gjørdist alsamt meiri umfatandi, og longu í 1963 – einans 47 ára gomul – doyði hon í heimi sínum í París.

- Alt lívið hjá Edith Piaf var eitt róp, og hon var eyðnusamast, tá hon sang, sigur Sigrun Valbergsdóttir.


Hugtikin av føroyska samfelagnum

Sigrun Valbergsdóttir er føroyavinur burturav. Ikki bara tosar hon føroyskt, nei hon hevur somuleiðis ein tokka til føroyska samfelagið og føroysku mentanina. Hon hevur eisini arbeitt í Føroyum áður; í 1989, tá hon leikstjórnaði sjónleikin “Framá” í sambandi við at Ítróttarsamband Føroya fylti 50 og í 1994, tá hon leikstjórnaði barnasjónleikin “Óvitar” eftir Guðrun Helgadóttir. Báðir leikirnir eru – eins og “Piaf” settir upp av Havnar Sjónleikarafelagi.

Nú er hon so aftur í Føroyum, og er hon framvegis eins hugtikin av landinum og áður.

- Eg havi verið øgiliga glað fyri at koma til Føroya, sigur hon.

- Tit hava eina sera hugkveikjandi mentan. Málið er so hugkveikjandi og flott, sigur Sigrun
Valbergsdóttir, ið heldur at tað riggar væl at framføra leikin á føroyskum.

Her hevur Sigrun Valbergsdóttir rósur at bera Hans Tórgarð, ið hevur týtt leikin til føroyskt og Jytte Joensen, ið hegnisliga hevur týtt sangirnar í leikinum úr fronskum. Hon heldur, at Hans Tórgarð hevur megnað at latið leikin í eitt føroyst málsnið, ið ikki bara er innihaldsliga neyvt, men somuleiðis liggur væl í munninum. Hetta ger tað sjálvandi lættari hjá einum leikstjóra at táa leikin at hanga saman.

- Tann størsti trupulleikin er, tá leikir skulu umsetast, tí málið hevur altíð ein innbygdan mentalitet, og tað er ringt at umseta mentalitet. Man formidlar nógv meiri í eini replikk enn tað, man sigur. Man formidlar eisini tað man hugsar og tað undirtilvitaða.

Sjónleikurin “Piaf” verður framførdur í Sjónleikarhúsinum í Havn frá 14. oktobur til 10. novembur.

No comments:

Valið millum arbeiði og frítíð

Prentað sum kronikk í Dimmalætting 4. august 2017 Í løtuni hava nógvir føroyingar summarfrí. Dagligu pliktirnar eru lagdar til síðis na...