Skip to main content

Posts

Showing posts from November, 2008

Mammurnar búgva kring alt landið

Viðhvørt verður man skakkur yvir hvørjar yvirskriftir sleppa gjøgnum nálareygað í føroysku bløðunum. Mánadagin 24. novembur stóð ein lítil grein undir yvirskriftini “Mammurnar búgva í høvuðsstaðnum”. Hetta er sjálvandi ein øgilig yvirskrift, men eisini rættiliga kryptisk. Man hetta merkja, at konufólk á bygd ikki longur fáa børn? Ella man talan vera um eina søgu um konufólk, ið eru rýmd frá monnunum og eru flutt til Havnar? Man kann ikki siga, at yvirskriftin er serliga kunnandi, men hóast hetta er hon onkursvegna lokkandi, og týsmorgun 25. novembur rangeraði hon eisini sum nummar 2 á yvirlitinum yvir “Mest sent”. Tað tykist sum hava rættiliga nógv latið seg lokka av hesi mystisku og kryptisku yvirskriftini.
Men nú til innihaldið. Hvat er tað so, sum stendur í greinini? Jú, har stendur mínsann einki annað enn hvar kvinnur, ið áttu børn í 2007 búðu. Alt gott um tað; tað er sjálvandi relevant kunning. Tølini eru endurgivin í aðru kolonnu í talvuni omanfyri. Eg giti, at greinskrivarin hev…

Kvinnur og kommunalur mentanarpolitikkur

Nógvir føroyingar hava eitt romantiskt forhold til bygdir. Ikki minst í hesum tíðum – tá fjøllini kortsíðani hava verið gingin og øll mentanin kring slaktið hevur staðið í fullum blóma – er ímyndin um bygdina full av nostalgi. Tað er okkurt heimligt, okkurt familjert, okkurt trygt við hesi ímyndini – sum um vit við hesum droyma okkum aftur í ein heim, ið ikki var so trupul og torskildur sum heimurin í dag.Men hetta er sjálvandi ein illusión. Fyri tað fyrsta var føroyska bygdin munandi truplari at liva í í hesi ”heilagu fortíðini”, og fyri tað næsta varar heystið einans fáar vikur, áðrenn kaldi veruleikin aftur ger um seg við sínum kravi um píkadekk, tá koyrast skal til og frá arbeiði á hálu landsvegunum í Eysturoynni.Summi av tykkum arbeiða ivaleyst í heimbygdini. Men nógv av tykkum arbeiða helst í onkrum øðrum bygdum. Klaksvík? Leirvík? Gøtu? Runavík? Ella kanska arbeiða summi av tykkum í Havn? Nógv av tykkum hava ein gerandisdag, ið verður hildin saman við hjálp av bi…