Skip to main content

Kvinnur og kommunalur mentanarpolitikkur

Nógvir føroyingar hava eitt romantiskt forhold til bygdir. Ikki minst í hesum tíðum – tá fjøllini kortsíðani hava verið gingin og øll mentanin kring slaktið hevur staðið í fullum blóma – er ímyndin um bygdina full av nostalgi. Tað er okkurt heimligt, okkurt familjert, okkurt trygt við hesi ímyndini – sum um vit við hesum droyma okkum aftur í ein heim, ið ikki var so trupul og torskildur sum heimurin í dag.

Men hetta er sjálvandi ein illusión. Fyri tað fyrsta var føroyska bygdin munandi truplari at liva í í hesi ”heilagu fortíðini”, og fyri tað næsta varar heystið einans fáar vikur, áðrenn kaldi veruleikin aftur ger um seg við sínum kravi um píkadekk, tá koyrast skal til og frá arbeiði á hálu landsvegunum í Eysturoynni.

Summi av tykkum arbeiða ivaleyst í heimbygdini. Men nógv av tykkum arbeiða helst í onkrum øðrum bygdum. Klaksvík? Leirvík? Gøtu? Runavík? Ella kanska arbeiða summi av tykkum í Havn? Nógv av tykkum hava ein gerandisdag, ið verður hildin saman við hjálp av bilinum. Nógv av tykkum hava ein gerandisdag, ið strekkir seg yvir minst tvær og kanska tríggjar ella fleiri bygdir. Hvar er tann romantiska fatanin av einum siðbundnum framleiðslufelagsskapi í hesum? Tað hava tit einans tíð til í heystferiuni og kanska eitt sindur um vikuskiftini. Men týðandi parturin av tykkara lívi verður til í eini sambinding millum ymiskar bygdir.


Netverksbýurin og funktiónsbýtið

Eysturoy – ja í grundini alt tað føroyska meginlandið – er í dag ein býur. Gaman í ein sera spjaddur býur og ikki ein samanhangandi mongd av húsum. Men hóast tað – kanska serliga her í Eysturoy – er langt millum húsini, so skerst ikki burtur, at Eysturoy hevur eit sterkt funktiónsbýti millum bygdir. Summar bygdir hava ítróttarhallir, aðrar hava svimjihallir, onkrar hava fótbóltsvallir, aðrar hava bygdarhús, summi hava mentanarhús, onnur hava samkomuhús, ein hevur rúsdrekkasølu, aðrar hava gistingarhús, fáar hava grillbarrir, nógvar hava kioskir, summar hava flakavirki, aðrar hava heilsølur, summar hava handlar, aðrar hava skúlar, summar hava bensinstøðir, aðrar hava posthús.

Soleiðis kann man halda fram. Eingin bygd í Eysturoy er nóg stór til at kunna bjóða út allar funktiónir. Tí eru bygdirnar noyddar at býta funktiónirnar millum sín. Summar hava styrkir á nøkrum økjum – kanska vegna ein djúpan, tryggan fjørð. Aðrar hava styrkir á øðrum økjum – kanska tí tær liggja beint við høvuðsvegin. Neyðugt er sjálvandi hjá einihvørji bygd at meta um hvørjar styrkir hon hevur – og satsta upp á tær.


Hvat er bygdarmentan í dag?

Fólk fara ofta skeivt í býin, tá tey tosa um bygdarmentan. Tey tosa sum um eginleikarnir, ið gera seg galdandi í heystferiuni, eru eginleikar, ið eru í bygdini alt árið. Tey tosa sum um felagsskapskenslan, ið stendst av samstarvinum um seyð og slakt, er til staðar alt árið. Tey tosa sum um fólk í bygdunum framhaldandi hava beinleiðis ”mekaniskan” tørv á hvørs annans tænastum.

Í dag er klassisk, føroysk bygdarmentan nærum horvin – undantikið í ávísan mun í summum smábygdum, har primervinnan framvegis er dominerandi. Man kann ikki tosa um bygdarmentan uttan eisini at tosa um primervinnu. Primervinna er landbúnaður og fiskivinna, ið framvegis verða rikin á einum hondverksligum grundarlagi. Í Fuglafirði er lítið eftir av slíkum virksemi. Nakrir knæbøndur stríðast við sítt, nakrir útróðrarmenn stima framvegis móti rákinum. Men í dag arbeiða tey flestu innanfyri íðnað og tænastur – innanfyri sekundervinnurnar og tertiervinnurnar.

Hetta merkir víðari, at mentan á bygd í dag er vorðin borgarlig. Fólk á bygd eru ikki longur bygdafólk, men býarfólk. Fólk á bygd fara á tiltøk, hyggja eftir fótbóltsdystum, ganga á matstovu, spæla bingo, ganga í bindiklubba, spæla innandurðafótbólt og so framvegis og so framvegis. Kvæði og skjaldur hoyrist lítið til. Mammur sita ikki og læra ommudøturnar at kæra. Páparnir læra ikki synirnar at binda knútar ella at telgja. Abbar sita ikki og fortelja abbasynum søgur um trøll og huldufólk. Ommur sita ikki og kara og syngja gamlar kingosálmar. Børnini venja við ÍF ella Flog. Og so skulu tey spæla Playstation ella hyggja eftir teknifilmi. Gamla føroyska bygdamentanin – samspælið millum húsarhald og búskap – og millum ættarliðini – er ikki longur. Børnini eru parkerað í skúlum og í barnagørðum. Tey gomlu sita upp í Vesturstovu. Konurnar eru úti og arbeiða, og hava ikki tíð at halda hús á sama hátt sum tær gjørdu fyrr. Nú má serfrøði til at røkja hesar gomlu húsarhaldsmentanarligu uppgávurnar.


Forstaðsmentan og vælferð

Ein bygd er í dag at meta sum ein býlingur. Bygdir eru vorðnar suburbanar. Her eru flottar girðingar millum húsini. Vegirnir eru snórabeinir, asfalteraðir og við gonguteigum. Ymsastaðni eru spælipláss og sparkivallir. Bilar standa parkeraðir fram við vegin ella í garasjum. Hvat er munurin á Fuglafirði og onkrum býlingi í Havn ella í Ballerup? Kanska at tað er brattari, men so heldur ikki nógv meiri. Tað eru eingir leysir hundar, ið renna aftaná traktorunum. Tað eru ongar leysar gæs, ið spáka sær runt millum húsini og eta tulipanirnar hjá frú Abrahamsen. Tað eru fáir konur, ið hava veltu uttanfyri húsini og fáir seyðir, ið eru stikaðir inni millum húsini. Í forstaðnum Fuglafirði eru havarnir bert til pynt – eitt forlongilsi av fínustovu og samtalukøkinum – og vónandi ein kandidatur til urtagarðssendingina hjá Kringvarpinum. At fáa vitjan av Bergljót er jú tað størsta, ið kann henda her í lívinum – aftaná at vinna fulla plátu í bingo, sjálvandi…

Vælferðarstaturin leingi livi! Hann er jú eisini komin til Fuglafjarðar. Her tjena fólk tjúkt upp á íðnað og tænastur. Her er ráð til eina nýggja Weber-grill á hvørjum ári – og eina fartelefon til dótrina – og eina Liverpool-troyggju til sonin. Her osar av vælferð og ríkidømi. Flatskíggjar, leðursofur, eikiborð, espressomaskinur. Alskyns luksusvørur skulu stappast inn í flottu, nýmálaðu húsini.


Ein post-materiell bygd við ráðaríkum kvinnum

Men sjálvt í Fuglafirði er pláss til mentan. Tá man hevur tað so gott og ikki kann finna upp á meiri luksus at keypa, so er tíð upp á at gerast post-materiellur. Hvat skal man geva henni, ið hevur alt? Tað kann man hugsa leingi um, men einfalda svarið er, at eitt kvøld í býin er eitt gott hugskot. Kanska ein sjónleikur ella ein konsert eru á skránni í mentanarhúsinum, Atlantis ella í Norðurlandahúsinum. Ella kanska kann man ganga til yoga saman? Ella hvussu við einum kreativum skriviskeiði?

Ja, tit merkja hvussu tit ordiliga sita ovast á tindinum á tørvspyramiduni. Tað er sjálvrealisering hetta snýr seg um. Tit skulu finna tykkara innara, sanna ego. Summar av tykkum ætla enntá upp í politikk – hóast Bill Justinussen staðiliga hevur víst á hvussu skaðiligt hetta kemur at vera fyri moralska kjølfestið í samfelagnum. Nei, kvinnur, fylgið ráðini hjá teimum kristin-konservativu: haldið tykkum til heimið og syrgið fyri at trútta ein strangan, kristnan moral niður í tykkara børn og tykkara menn. Og fremst av øllum: haldið tykkum burtur frá almenninginum, har tit bara skapa forvirring og moralskt forfall.

Nei, skemt til viks. Sjálvandi mugu konufólk gerast ein virknari partur av politikkinum. Tað hevur sjálvandi nakað við sjálv-realisering at gera, men tað er hinvegin neyðugt fyri at hava eitt ektað demokrati, at flestir partar av samfelagnum eru umboðaðir. Og kvinnur umboða hóast alt næstan helvtina av fólkinum. Har er einki at rafla um, um man ynskir at styrkja fólkaræðið.


Mentan – ein ”bleyt” vinnugrein

Nógv beklaga seg um hesi – sokallaðu – bleytu virðini. Hvat er tað fyri nakað fjas at brúka pengar til? Hví ikki hava tað sum í gomlum døgum. Tá var einasta institutionaliseraða mentanin kirkjan. Restin av mentanini vóru húsarhaldsbundnar tænastur, og tær vóru sjálvandi óløntar. Síðani komu skúlar og fótbóltsvallir. Seinni komu eisini barnagarðar og ungdómshús.

Tað er eftirhondini langt síðani at tað almenna – í hesum føri tað kommunala – byrjaði at taka sær av teimum bleytu málunum. Men tey bleytu málini eru farin at fylla meiri – bæði á budgettunum og í sinnunum. Nú á døgum hugsa kommunur ikki bara um skúlar og barnagarðar, men um listasøvn, bókasøvn, spælistøð. Ella kanska parkir, grøn øki, golfbanar og annað slíkt náttúrutengt frítíðarvirksemi.

Enn einaferð: borgarliga býarmentanin ger alsamt meiri um seg!

Tað má sláast fast, at mentan er eitt slag av tænastuvinnu. Mentan er ikki bara nakað, ið bara er har. Mentan skal framleiðast, eins og hoyggj og krov skulu framleiðast, eins og fiskur og nótir skulu framleiðast, eins og hús og vegir skulu framleiðast. Mentan er ongantíð bara bara. Mentan verður altíð framleidd. At man so ikki er tilvitaður um hesa framleiðslu, er so ein heilt onnur søk. Tríva vit aftur í siðbundna landbúnaðarsamfelagið, so var „mentan“ oftast eitt hjáprodukt hjá primervinnuni. Mentan var nakað, ið varð til samstundis sum neyðsynjarvørurnar vórðu framleiddar. Mentan var ikki ein tilvitað framleiðsla, men nakað, ið var ósundurskiljiliga tengt at, tí man var noyddur framleiða. Mentan var búskapur – og búskapur var mentan.


Mentanarvinnurnar – serliga fyri kvinnurnar?

At vit í dag tosa so nógv um bleyt virði, er tí at vit í alt størri mun uppliva eina sundurskiljing millum mentan og búskap – ella rættari: eina búskapargerð av mentanini. Við tað at mentanin gerst eitt fyribrigdi í egnum mátti, verður hon knappliga eisini nakað verd og fer tí at kosta. Mentan er ikki longur bert ein hjáveiða, men nakað, ið krevur pening og lønta arbeiðsmegi. Í dag arbeiða sera nógv fólk við mentan av øllum møguligum slagi. Bæði pedagogar, lærarar, venjarar, skrivstovufólk og nógv onnur arbeiða burturav við at fáa mentanina at koyra. Mentan – serliga tann meiri basali parturin av mentanini, ið vit kalla umsorgan ella uppaling – er vorðin størsta vinnugreinin í samfelagnum. Hvønn morgun fara túsundtals føroyingar avstað til teirra arbeiði við mentanarskapan og mentanarformidling. Hvønn morgun fara hundraðtals fuglfirðingar avstað til slík størv. Og tað er nú einaferð ein sannroynd, at tað eru konufólkini, ið í størstan mun hava sett seg á hesi størv. Um tað er tað mentanarliga, umsorganarliga og uppalingarliga innihaldið, ið dregur – ella um tað er tryggleikin við einum almennum/kommunalum starvi, ið dregur – er so ein góður spurningur, ið átti at verið kannaður

Møguliga hevur tað nakað at gera við, at í farnum tíðum umsat kvinnan í stóran mun uppaling og umsorgan, meðan maðurin var í fjøllunum, í bjørgunum og á havinum. Tað er sera sannlíkt, at starvspreferansurnar hjá kvinnum í dag eru ein avspegling av teimum normum, ið gjørdu seg galdandi í siðbundna landbúnaðarsamfelagnum.


Almenn ella privat mentan?

Men ikki øll mentan verður alment framleidd. Mentan er eisini marknaðar- ella sivilsamfelagstengd. Hugsið bara um skótaliðini, ítróttarfeløgini, samkomurnar, sangkórini, sjónleikarafeløgini, hornorkestrini, rockorkestrini, bindiklubbarnar (eg ivist tó í hvussu nógv tit binda, tá tað kemur til stykkis) og allar hinar fríviljaðu felagsskapirnar, ið taka sær av at framleiða mentan. Og hugsið um listafólkini, rithøvundarnar, tónleikararnar, designararnar, fyrilestrarhaldararnar og øll hini, ið selja mentan sambært marknaðartreytum.

Tit hava kanska longu uppdagað, at tann marknaðartengda mentanin stendur munandi veikari enn tann almenna/kommunala og tann sivilsamfelagsliga. Og hetta av góðum grundum. Sivilsamfelagsliga mentanin verður gjørd fríviljað, t.v.s. at peningur verður vanliga ikki kravdur fyri arbeiðið. Hetta gongur sjálvandi bara so leingi undirtøka er fyri arbeiðnum og eldsálirnar kenna, at tær fáa onkran ikki-peningaligan ágóða afturfyri ómakin. Almenna/kommunala mentanin verður hinvegin goldin gjøgnum almennar kassar, so har ber væl til at hava eitt stabilt útboð – so leingi skuldin ikki fer upp um eina álíkning...

Men marknaðartengda mentanarútboðið krevur ein ávísan marknað. Og jú fleiri fólk búgva á einum staði, tess størri mentanarútboð vil man fáa. Sjálvandi hjálpir tað eisini, um talan er um eitt ríkt stað. Jú størri og ríkari staðið er, tess størri er tann potentielli mentanareftirspurningurin. Man kann sjálvandi eisini ímynda sær støð, har áhugin fyri at keypa privatar mentanartænastur ikki er serliga stórur, men fyritreytin fyri einum stórur mentanarútboði vil undir øllum umstøðum vera ein stórur mentanareftirspurningur. Fyri at fáa live-tónleik, er neyðugt at hava eitt spælistað, og fyri at eitt spælistað kann bera seg, er neyðugt at fólk koma og lurta. Og um fólk ikki koma at lurta nóg ofta – kanska tí Gekkurin er so ótrúliga spennandi – so er ikki grundarlag fyri spælistaðnum, og harvið vil tað ikki vera grundarlag fyri live-tónleiki…


Bygdir við stórbýarambitiónum

Men Fuglafjørður – og øll onnur støð í Eysturoy – er eitt lítið stað við einum avmarkaðum eftirspurningi eftir mentan. Og sjálvt um øll Eysturoy verður tikin sum ein eind, so er talan framvegis um eitt lítið øki. Um man vil hava eitt øki við einum sterkum mentanarligum profili, er tað tískil neyðugt at satsa upp á at styrkja ta almennu/kommunalu mentanina og ta sivilsamfelagsligu mentanina.

Eg nevndi fyrr, at bygdafólk í dag eru at meta sum býarfólk, og hetta merkir, at bygdafólk eisini gjarna vilja konsumera borgarliga býarmentan. Tað er sjálvandi fullkomiliga ógjørligt at royna at matcha støð sum Keypmannahavn ella London, men minni kann eisini gera tað.

Og her er tað vit koma inn á kommunala mentanarpolitikkin. Nógvar kommunur hava ásannað, at tað ikki longur einans eru góðir arbeiðsmøguleikar, ið draga fólk til, men eisini góðir frítíðarmøguleikar. Hóast tit ivaleyst kenna, at tit arbeiða alla somlu tíðina, so er støðan tann, at tit hava nógv meiri frítíð enn tykkara forfedrar høvdu.


Mentan – men hvat slag av mentan?

Av hesi orsøk er ein sterkur mentanarpolitikkur avgerandi fyri framburðin hjá hesum suburbanu forstaðarkommununum, ið Fuglafjørður eisini telist millum. Her er neyðugt at satsa breitt. Alt frá barnaansing og skúlum til ítróttaranlegg og mentanarhús hava týðning. Men mentan verður framvegis sæð sum luksus – sum tað leskiliga, men í grundini óneyðuga kremið á kommunalu køkuni. Skal tað sparast, so verður fyrst hugt eftir mentanarliga ”fløtaskúminum”.

Summar smærri kommunur nýta enntá ikki meiri til mentan enn tað lógarfest neyðuga. Og um pengar skulu brúkast til mentan, so skulu teir helst brúkast til ítrótt – allarhelst fótbólt. Tað hevur víst seg, at í nógvum kommunum í Eysturoy eru tíggjutals miljónir farnar niður í fótbóltsvallir hesi seinnu árini – millum annað vegna herdu krøvini hjá UEFA. Men tað er greitt, at hetta má taka pengar frá øðrum møguligum íløgum í samfelagnum. Tað er ikki tí at tað er nakað galið við fótbólti. Ein fótbóltsvøllur er eitt framúr spælipláss, har børn kunnu savnast og renna bæði frustratiónir, hormonir og kaloriur av sær. Spurningurin er bara um íløgurnar í fótbóltin eru farnar ov vítt. Er tað veruliga rætt, at smápláss sum Fuglafjørður, Gøta, Streymnes og Eiði nýta so nógvan pening til at tryggja fáum úrvalsspælarum møguleika at spæla í Formuladeidini? Man kundi gjørt so nógv annað fyri hesar pengarnar, ið kundi komið so nógvum fólki til góðar. Hvussu við einum ungdómshúsi? Hvussu við mentanarhúsinum? Hvussu við eini viðalund við spæliplássi? Hvussu við gongurásum í høgunum?

Man kann so mótmæla og siga, at tað ikki er nóg nógvur áhugi fyri slíkum. Men eg spyrji tykkum so: hvussu veit man tað?


Kennir kommunan borgaran?

Ein trupulleiki er, at kommunurnar vita ikki hvat borgararnir vilja hava. Mentanarpolitikkur gongur fyri tað fyrsta út upp á at liva upp til lógina og harnæst at nøkta bráðfeingis tørvir, ið mega stinga seg upp. Í triðja føri snýr tað seg so um at prioritera millum tey ynski, ið teir mest ágangandi og hartrópandi áhugabólkarnir seta fram. Men at spyrja borgararnar hvat teir halda seg hava tørv á – tað verður als ikki gjørt. Onkur nøgdsemiskanning hevur verið gjørd, men tað finnast ongar kanningar av hvørjar fatanir borgararnir hava av tí góða lívinum. Tað hevði verið ynskiligt, um kommunur í størri mun nýttu orku til at savna inn systematiska vitan um lívsformarnar og lívsstílarnar hjá sínum borgarum. Tað kundi verið at kommunurnar settu starvsfólk, ið sjálvi høvdu førleika fyri at stíla fyri slíkum kanningum. Tað kundi eisini verið, at kommunufelagið hevði ein tilknýttan persón, ið kundi gera slíkar kanningar fyri kommunurnar. Tað kundi eisini verið Fróðskaparsetrið ella Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning, ið stóð fyri slíkum kanningum.

Tí hvat er leikluturin hjá kommununum? Sjálvandi eru kommunurnar stovnar, ið skulu loysa nakrar konkretar uppgávur. Men harumframt eru kommunurnar til fyri at skapa ein nærleika millum borgaran og tað almenna. Her er tað, at kommunurnar svíkja so dyggiliga. Samskiftið millum kommunur og borgarar er út av lagi vánaligt. Fáar kommunur hava yvirhøvur ein trivnaðarstjóra ella trivnaðarleiðara. Og uppaftur færri kommunur hava ein kunningarleiðara. Tað tykist viðhvørt sum suksekriteriið hjá kommununum er, at borgararnir bara ikki skulu gera ov nógv vrøvl.

Men kommunurnar kunnu eisini vera tilelvandi og ikki einans renna aftan á borgarunum. Kommunurnar kunnu skapa karmar fyri at fólk síggja nýggjar møguleikar á mentanarøkinum. Kommunurnar kunnu vera við til at økja um mentanarligu tilvitskuna í lokalsamfelagnum.


Betri samskifti millum borgarar og kommunu

Tað, at kommunurnar ikki miðvíst sýna áhuga fyri hvussu borgararnir fata tað góða lívið, ger at kommunustýrislimirnir og teir sterkastu áhugabólkarnir seta seg á kommunalpolitikkin. Millum teirra, ið hava ringt við at koma til orðanna eru tit konufólk, ið nú enn einaferð hava tikið stig til at stilla upp á einum felags lista her í Fuglafjarðar kommunu. Seinast fingu tit einans eitt umboð, og tað er at vóna, at fleiri kvinnur verða valdar inn á hesum sinni – ikki einans fyri kvinnulistan, men eisini á flokslistunum.

Nú er Fuglafjørður ikki ringast fyri á mentanarliga økinum. Her er eitt mentanarhús, ið kann brúkast til mangt og hvat. Men tað ræður um at fáa nýggju ”mentanar- og menningardeildina” hjá kommununi upp at virka best gjørligt. Eg skal ikki avgera fyri tykkum hvørji ting fuglfirðingar eiga at prioritera á tí mentanarliga økinum, men eg vil heita á tykkum um at styrkja sambandið millum borgarar og kommunu munandi. Tað er neyðugt fyri trivnaðin í kommununi, at fólk hava eina kenslu av at tey verða hoyrd og at kommunan ikki einans eru nøkur løgin fólk, ið sita og klandrast í teirra egnu lítlu verð – rópa ókvæmisorð eftir hvørjum øðrum ella hvat man annars kann uppliva í einum kommunustýri.

Tað besta við at fáa fleiri kvinnur inn í kommunustýrið er ikki, at tit hava betri meiningar enn menninir. Tað besta er, at fólkið verður breiðari umboðað, umframt at tað verður skapt ein øðrvísi og meiri avbalanserað politisk mentan.

Vónandi verður ikki tørvur á einum Kvinnulista til kommunuvalið 2012. Vónandi verða tit kvinnur tá valdar inn gjøgnum flokslistarnar.

* Greinin er ein fyrilestur hildin hóskvøld 6. novembur á valfundi hjá Kvinnulistanum til býráðvalið í Fuglafirði 2008. Greinin inniheldur element av ironi og skemti, og lesarin verður vinarliga biðin um at hugsa um hetta. 

Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur

Comments

Popular posts from this blog

Er Kommunuvalskipanin nøktandi?

Í Tórshavnar kommunu fekk Javnaðarflokkurin 41,3% av atkvøðunum til kommunuvalið, men hetta gav heili 53,8% av býráðslimunum. Orsøkin liggur í sonevnda d’Hondt-uppgerðarháttinum, ið gevur størri flokkum betri sømdir enn smáum. Hesin vansin gjørdist í ár serliga týðiligur í Tórshavnar kommunu, men eisini aðrastaðni, t.d. í Fuglafjarðar kommunu hendi tað sama.
Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur, 14. nov. 12
Hendan greinin snýr seg ikki um hvørt hesir listar hava uppiborið teirra nývunna absolutta meiriluta, tí tað hava teir, tí soleiðis er vallógin. Men hvat er tað nú lógin í grundini sigur?
“§ 19. Stk. 2. Fyrst skal verða avgjørt, hvussu nógv valevni skulu verða vald fyri hvønn valevnislista. Samlaða atkvøðutalið fyri hvønn valevnislista verður at býta við 1, 2 3 o.s.fr., til hvørt atkvøðutalið er býtt við tali eins stórum og talið á sessum, sum avvarðandi valevnislisti kann hugsast at fáa í mesta lagi. Hægsta býtingartalið, sum soleiðis kemur fram, gevur tí lista, sum fær tað …

Føroyskur politikkur – moralpolitikkur

Føroyskur politikkur hevur søguliga verið lýstur við tveium ásum: vinstra/høgra og loysing/samband. Men seinastu tíðina hevur nógv verið tosað um, at vit nú byrja at síggja enn ein “etiskan” ás í føroyska politiska landslagnum, ið meiri byggir á moralskar spurningar enn á konkret valdsforhold og ræðisrætt á málsøkjum.

Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur

Ein “etiskur ásí” er í ávísan mun við at taka skap í føroyskum politikki. Moralur fyllir alsamt meiri í politiska landslagnum, og her er í seinastuni komið til skarpskeringar millum “moralkonservativ” og “moralprogressiv”, m.a. í víðagitna málinum um §266b. Tó er tað serliga tann konservativi (serliga religiøst-konservativi) bógvurin, ið hevur trinið inn á politiska landslagið, meðan tað saknast eitt "progressivt" alternativ.

Í Danmørk finst ein slíkur etiskur ási, har Dansk Folkeparti tekur at kalla somu
fremmandra- og framburðs-ivasomu støðu sum Miðflokkurin í Føroyum (tó er DF nationalt-konservativur, meðan MF er reli…

Útlendskar kvinnur í Føroyum - ein javnstøðutrupulleiki – og –møguleiki

Grein við støði í framløgu fyri Javnstøðunevndina á Fólkafundinum í Hoyvíkar skúla 21. Sept. 2012.
Føroyingar hava søguliga ikki havt serliga nógvar útlendingar, um sæð verður burtur frá dønum, ið hava búsett seg í Føroyum. Útlendingur skal vanliga skiljast sum ein, ið er føddur aðrastaðni enn í Føroyum, men í hesi greinini viðgeri eg einans útlendingar frá ikki-Norðurlondum.
Rákið seinastu árini hevur verið, at tað koma alsamt fleiri útlendskar kvinnur til Føroya, og hesar eru nú við at verða ein týðandi samfelagsbólkur í ymiskum pørtum av landinum. Vit vita sera lítið um tær, men í stóran mun verða tær giftar við føroyskum monnum. Til ber at siga, at fráflytandi føroysku kvinnurnar skapa eitt tómrúm, ið í ávísan mun verður fylt av hesum útlendskum kvinnum.
Hvar koma útlendingarnir so frá? Við fyriliti fyri, at hagtølini tíverri eru sera ófullfíggjað, hómast tó nøkur mynstur. Flestu útlendingar koma frá “Europa annars”, tvs. Europa uttan Norðurlond, og her eru menn í yvirtali seinnu…