Skip to main content

Mammurnar búgva kring alt landið


Viðhvørt verður man skakkur yvir hvørjar yvirskriftir sleppa gjøgnum nálareygað í føroysku bløðunum. Mánadagin 24. novembur stóð ein lítil grein undir yvirskriftini “Mammurnar búgva í høvuðsstaðnum”. Hetta er sjálvandi ein øgilig yvirskrift, men eisini rættiliga kryptisk. Man hetta merkja, at konufólk á bygd ikki longur fáa børn? Ella man talan vera um eina søgu um konufólk, ið eru rýmd frá monnunum og eru flutt til Havnar? Man kann ikki siga, at yvirskriftin er serliga kunnandi, men hóast hetta er hon onkursvegna lokkandi, og týsmorgun 25. novembur rangeraði hon eisini sum nummar 2 á yvirlitinum yvir “Mest sent”. Tað tykist sum hava rættiliga nógv latið seg lokka av hesi mystisku og kryptisku yvirskriftini. 

Your browser may not support display of this image. 

Men nú til innihaldið. Hvat er tað so, sum stendur í greinini? Jú, har stendur mínsann einki annað enn hvar kvinnur, ið áttu børn í 2007 búðu. Alt gott um tað; tað er sjálvandi relevant kunning. Tølini eru endurgivin í aðru kolonnu í talvuni omanfyri. Eg giti, at greinskrivarin hevur sæð hetta stóra talið fyri Tórshavn, hevur sæð seg kunna skriva eina skjóta søgu og ikki hevur hugsað meiri um tað.  

Men hví ikki heldur fara inn og spyrja hví tað í 2007 vóru relativt færri kvinnur búsitandi í Tórshavn (+Hoyvík og Argir), ið fingu børn, enn fólkatalið í økinum leggur upp til? Og hví ikki fara inn og hyggja eftir hví tað í mun til fólkatalið búðu so nógvar kvinnur við nýføðingum í Eysturoy, Norðoyggjum og Streymoy (undantikin Tórshavn) í 2007? Og hví ikki fara inn og hyggja eftir hví tað í mun til fólkatalið vóru so ekstremt fáar kvinnur við nýføðingum í Suðuroy og í Sandoy í 2007?  

Tað hevur sjálvandi fyrst og fremst nakað at gera við demografisku samansetingina av fólkinum í ymisku økjunum, men kann eisini hava nakað at gera við ymiskar hugburðir til børn. Til dømis kann væl hugsast, at religiøsiteturin er við til at økja talið á børnum í landnyrðingsføroyum. Skal tó ikki fara longur niður í hesa diskussiónina á hesum staði. 

Tølini, ið vórðu endurgivin í Dimmalætting 24. novembur, eru serstakliga áhugaverd. Men greinskrivarin hevur eftir øllum at døma ikki givið sær far um tær nógvu spennandi søgurnar, ið kundu verið skrivaðar burturúr tølunum. Í staðin hevur greinskrivarin valt ein ómetaliga keðiligan vinkul og eina beinleiðis misvísandi yvirskrift, ið tangerar “falska vørulýsing”. 

Harumframt vil eg skoyta upp í, at yvirskriftin eisini er misvísandi á ein annan hátt. Tað finnast jú túsundtals mammur kring landið, ið eiga børn, ið ikki eru fødd í 2007. Eru tær nú ikki at rokna fyri mammur longur?  
 

Sámal Matras Kristiansen,
samfelagsfrøðingur 

Comments

Popular posts from this blog

Er Kommunuvalskipanin nøktandi?

Í Tórshavnar kommunu fekk Javnaðarflokkurin 41,3% av atkvøðunum til kommunuvalið, men hetta gav heili 53,8% av býráðslimunum. Orsøkin liggur í sonevnda d’Hondt-uppgerðarháttinum, ið gevur størri flokkum betri sømdir enn smáum. Hesin vansin gjørdist í ár serliga týðiligur í Tórshavnar kommunu, men eisini aðrastaðni, t.d. í Fuglafjarðar kommunu hendi tað sama.
Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur, 14. nov. 12
Hendan greinin snýr seg ikki um hvørt hesir listar hava uppiborið teirra nývunna absolutta meiriluta, tí tað hava teir, tí soleiðis er vallógin. Men hvat er tað nú lógin í grundini sigur?
“§ 19. Stk. 2. Fyrst skal verða avgjørt, hvussu nógv valevni skulu verða vald fyri hvønn valevnislista. Samlaða atkvøðutalið fyri hvønn valevnislista verður at býta við 1, 2 3 o.s.fr., til hvørt atkvøðutalið er býtt við tali eins stórum og talið á sessum, sum avvarðandi valevnislisti kann hugsast at fáa í mesta lagi. Hægsta býtingartalið, sum soleiðis kemur fram, gevur tí lista, sum fær tað …

Føroyskur politikkur – moralpolitikkur

Føroyskur politikkur hevur søguliga verið lýstur við tveium ásum: vinstra/høgra og loysing/samband. Men seinastu tíðina hevur nógv verið tosað um, at vit nú byrja at síggja enn ein “etiskan” ás í føroyska politiska landslagnum, ið meiri byggir á moralskar spurningar enn á konkret valdsforhold og ræðisrætt á málsøkjum.

Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur

Ein “etiskur ásí” er í ávísan mun við at taka skap í føroyskum politikki. Moralur fyllir alsamt meiri í politiska landslagnum, og her er í seinastuni komið til skarpskeringar millum “moralkonservativ” og “moralprogressiv”, m.a. í víðagitna málinum um §266b. Tó er tað serliga tann konservativi (serliga religiøst-konservativi) bógvurin, ið hevur trinið inn á politiska landslagið, meðan tað saknast eitt "progressivt" alternativ.

Í Danmørk finst ein slíkur etiskur ási, har Dansk Folkeparti tekur at kalla somu
fremmandra- og framburðs-ivasomu støðu sum Miðflokkurin í Føroyum (tó er DF nationalt-konservativur, meðan MF er reli…

Útlendskar kvinnur í Føroyum - ein javnstøðutrupulleiki – og –møguleiki

Grein við støði í framløgu fyri Javnstøðunevndina á Fólkafundinum í Hoyvíkar skúla 21. Sept. 2012.
Føroyingar hava søguliga ikki havt serliga nógvar útlendingar, um sæð verður burtur frá dønum, ið hava búsett seg í Føroyum. Útlendingur skal vanliga skiljast sum ein, ið er føddur aðrastaðni enn í Føroyum, men í hesi greinini viðgeri eg einans útlendingar frá ikki-Norðurlondum.
Rákið seinastu árini hevur verið, at tað koma alsamt fleiri útlendskar kvinnur til Føroya, og hesar eru nú við at verða ein týðandi samfelagsbólkur í ymiskum pørtum av landinum. Vit vita sera lítið um tær, men í stóran mun verða tær giftar við føroyskum monnum. Til ber at siga, at fráflytandi føroysku kvinnurnar skapa eitt tómrúm, ið í ávísan mun verður fylt av hesum útlendskum kvinnum.
Hvar koma útlendingarnir so frá? Við fyriliti fyri, at hagtølini tíverri eru sera ófullfíggjað, hómast tó nøkur mynstur. Flestu útlendingar koma frá “Europa annars”, tvs. Europa uttan Norðurlond, og her eru menn í yvirtali seinnu…