Skip to main content

Posts

Showing posts from December, 2008

Spurningar til Jústinus Eidesgaard um kommunukanning

Tað er púra víst eitt grafiskt flott temablað – “Frá bygd til bý”, ið Hellurnar.com við Jústinus Leivsson Eidesgaard (hereftir JLE) hava latið úr hondum. Men innihaldið tykist mær heldur svikaligt, serliga tann parturin, ið byggir á eina heldur obskura Gallup-kanning. Eg kundi hugsað mær at spurt JLE um nøkur rættiliga ítøkilig ting viðvíkjandi Gallup-kanningini og viðgerðina av henni í temablaðnum.Fyrstu spurningarnir snúgva seg um sjálvt hagfrøðiliga trúvirðið á kanningini, meðan seinnu spurningarnir snúgva seg um niðurstøðurnar, ið JLE ger sær burtur úr svikaligu hagtølunum. Hesir spurningar skulu serliga haldast upp móti kortinum á síðu 3 í blaðnum og fylgjandi niðurtøðu í sjálvum tekstinum á somu síðu:“Kommunala landslagið fer helst at síggja soleiðis út: Norðoyggjar verða ein kommuna. Eysturoyggin og streymoyarparturin av Sundakommunu gerast ein kommuna. Vestmanna og Kvívík leggja saman við Vágunum. Sandoyggin og Skúvoyggin og Stóra Dímun saman við Tórshavnar kommunu, og Suðuroy…