Skip to main content

Spurningar til Jústinus Eidesgaard um kommunukanning

Tað er púra víst eitt grafiskt flott temablað – “Frá bygd til bý”, ið Hellurnar.com við Jústinus Leivsson Eidesgaard (hereftir JLE) hava latið úr hondum. Men innihaldið tykist mær heldur svikaligt, serliga tann parturin, ið byggir á eina heldur obskura Gallup-kanning. Eg kundi hugsað mær at spurt JLE um nøkur rættiliga ítøkilig ting viðvíkjandi Gallup-kanningini og viðgerðina av henni í temablaðnum.

Fyrstu spurningarnir snúgva seg um sjálvt hagfrøðiliga trúvirðið á kanningini, meðan seinnu spurningarnir snúgva seg um niðurstøðurnar, ið JLE ger sær burtur úr svikaligu hagtølunum. Hesir spurningar skulu serliga haldast upp móti kortinum á síðu 3 í blaðnum og fylgjandi niðurtøðu í sjálvum tekstinum á somu síðu:

“Kommunala landslagið fer helst at síggja soleiðis út: Norðoyggjar verða ein kommuna. Eysturoyggin og streymoyarparturin av Sundakommunu gerast ein kommuna. Vestmanna og Kvívík leggja saman við Vágunum. Sandoyggin og Skúvoyggin og Stóra Dímun saman við Tórshavnar kommunu, og Suðuroyggin verður ein kommuna.”

 

Hvussu er kanningin skrúvað saman? 

·      Hvussu nógvar borgarar hevur JLE biðið Gallup um at spyrja totalt?

·      Hvussu nógv eru vorðin spurd í hvørjari kommunu?

·      Er á nakran hátt tikin hædd fyri aldursbýti, kynsbýti ella geografiskum býti innanhýsis í kommununum?

·      JLE endurgevur í temablaðnum úrslit fyri Tórshavnar kommunu, Vestmanna kommunu, Kvívíkar kommunu, allar kommunur í Vága sýslu, allar kommunur í Sandoyar sýslu – uttan Skúvoyar kommunu – og allar kommunur í Suðuroyar sýslu. Merkir hetta, at ongi úrslit fyriliggja fyri Skúvoyar kommunu, allar Norðoyggjar, alla Eysturoynna umframt Sunda kommunu? JLE nevnir sjálvur, at hann hevur biðið Gallup gjørt kanningar í einum øki samsvarandi við 30.000 íbúgvum, og svarar hetta væl til, at Norðoyggjar, Eysturoy, Sundalagið og Skúvoyar kommuna ikki eru kannað? Er hetta rætt skilt?

·      Um JLE svarar undanfarna spurningi játtandi – at hesar kanningar ikki fyriliggja – hvussu er JLE so komin til niðurstøðunar á síðu 3, at

1)      Skúvoyar kommuna ynskir tað sama sum hinar kommunurnar í Sandoyar sýslu?

2)      Norðoyggjarnar ynskja at vera ein kommuna og ikki t.d. saman við kommunum í Eysturoy?

3)      Eysturoyggin – umframt Sundalagið – ynskir at skipa seg í eina kommunu? Eru fuglfirðingar, gøtufólk, leirvíkingar, strandingar, toftafólk, eiðisfólk og sundafólk spurd um hetta?

 

Vantandi samsvar millum tøl og niðurstøður 

·      Hvussu sampakkar ein samanlegging av Sandoynni og núverandi Tórshavnar kommunu við, at 48 % av teimum spurdu í Tórshavnar kommunu ikki ynskja, at kommunan verður víðkað, meðan einans 36 % ynskja eina víðking?

·      Hvussu kemur JLE til ta hábærisligu niðurstøðu, at sandoyingar ynskja samanlegging við Tórshavnar kommunu, tá einans 20 % í Skopunar kommunu, 18 % í Sands kommunu, 28 % í Skálavíkar kommunu, 13 % í Húsavíkar kommunu og eitt óupplýst prosenttal í Skúvoyar kommunu sambært kanningini ynskja hesa samanlegging?

·      Hvussu kemur JLE til ta niðurstøðu, at suðuroyingar ynskja at skipa seg sum ein kommuna, tá 44 % av Vágbingum ynskja tvær kommunur, meðan einans 32 % ynskja eina felags kommunu fyri alla oynna?

·      Hvussu sampakkar ein samanlegging av Vestmanna og Kvívík við einari samanlagdari Vága kommunu, at einans 28 % av vestmenningum og einans 24 % av kvívíkingum halda hetta vera eina góða loysn? Meðan 23 % av vestmenningum og 26 % av kvívíkingum halda tað vera best við einari sjálvstøðugari felagsskommunu á Vesturstreymoy? Og meðan 24 % av vestmenningum og 18 % av kvívíkingum ynskja eina felags samanlegging við Tórshavn? Hevur JLE gjørt sær far um ta risastóru hagfrøðiligu óvissu, ið er innbygd í Gallup-kanningum, ið ger, at tað ikki kann dragast ein greið niðurstøða út frá tølunum?

 

Ivi um trúvirðið 

Lat meg siga sum er, at um JLE ikki svarar mær aftur innan eina viku, meti eg á ongan hátt kanningina vera trúverduga, og eiga niðurstøðurnar í temablaðnum tí ikki at takast seriøst. Øll hesi fyrivarnini, ið eg eftirspyrji í hesum lesarabrævi, eru av slíkum slagi, at tey mugu til fyri at próvfesta dygdina av kanningini. Tað haldi eg, at meinigi lesararin hava krav upp á at vita. Um JLE sjálvur veit hetta, ella um hann við vilja letur vera við at útgreina fyritreytirnar fyri kanningini, kann hann sjálvur sleppa at svara upp á.

Velur JLE at svara mær aftur privat í staðin fyri alment, tilskili eg mær við hesum loyvi til at endurgeva hansara svar í miðlunum.

Vinarliga, Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur

Comments

Popular posts from this blog

Er Kommunuvalskipanin nøktandi?

Í Tórshavnar kommunu fekk Javnaðarflokkurin 41,3% av atkvøðunum til kommunuvalið, men hetta gav heili 53,8% av býráðslimunum. Orsøkin liggur í sonevnda d’Hondt-uppgerðarháttinum, ið gevur størri flokkum betri sømdir enn smáum. Hesin vansin gjørdist í ár serliga týðiligur í Tórshavnar kommunu, men eisini aðrastaðni, t.d. í Fuglafjarðar kommunu hendi tað sama.
Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur, 14. nov. 12
Hendan greinin snýr seg ikki um hvørt hesir listar hava uppiborið teirra nývunna absolutta meiriluta, tí tað hava teir, tí soleiðis er vallógin. Men hvat er tað nú lógin í grundini sigur?
“§ 19. Stk. 2. Fyrst skal verða avgjørt, hvussu nógv valevni skulu verða vald fyri hvønn valevnislista. Samlaða atkvøðutalið fyri hvønn valevnislista verður at býta við 1, 2 3 o.s.fr., til hvørt atkvøðutalið er býtt við tali eins stórum og talið á sessum, sum avvarðandi valevnislisti kann hugsast at fáa í mesta lagi. Hægsta býtingartalið, sum soleiðis kemur fram, gevur tí lista, sum fær tað …

Føroyskur politikkur – moralpolitikkur

Føroyskur politikkur hevur søguliga verið lýstur við tveium ásum: vinstra/høgra og loysing/samband. Men seinastu tíðina hevur nógv verið tosað um, at vit nú byrja at síggja enn ein “etiskan” ás í føroyska politiska landslagnum, ið meiri byggir á moralskar spurningar enn á konkret valdsforhold og ræðisrætt á málsøkjum.

Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur

Ein “etiskur ásí” er í ávísan mun við at taka skap í føroyskum politikki. Moralur fyllir alsamt meiri í politiska landslagnum, og her er í seinastuni komið til skarpskeringar millum “moralkonservativ” og “moralprogressiv”, m.a. í víðagitna málinum um §266b. Tó er tað serliga tann konservativi (serliga religiøst-konservativi) bógvurin, ið hevur trinið inn á politiska landslagið, meðan tað saknast eitt "progressivt" alternativ.

Í Danmørk finst ein slíkur etiskur ási, har Dansk Folkeparti tekur at kalla somu
fremmandra- og framburðs-ivasomu støðu sum Miðflokkurin í Føroyum (tó er DF nationalt-konservativur, meðan MF er reli…

Útlendskar kvinnur í Føroyum - ein javnstøðutrupulleiki – og –møguleiki

Grein við støði í framløgu fyri Javnstøðunevndina á Fólkafundinum í Hoyvíkar skúla 21. Sept. 2012.
Føroyingar hava søguliga ikki havt serliga nógvar útlendingar, um sæð verður burtur frá dønum, ið hava búsett seg í Føroyum. Útlendingur skal vanliga skiljast sum ein, ið er føddur aðrastaðni enn í Føroyum, men í hesi greinini viðgeri eg einans útlendingar frá ikki-Norðurlondum.
Rákið seinastu árini hevur verið, at tað koma alsamt fleiri útlendskar kvinnur til Føroya, og hesar eru nú við at verða ein týðandi samfelagsbólkur í ymiskum pørtum av landinum. Vit vita sera lítið um tær, men í stóran mun verða tær giftar við føroyskum monnum. Til ber at siga, at fráflytandi føroysku kvinnurnar skapa eitt tómrúm, ið í ávísan mun verður fylt av hesum útlendskum kvinnum.
Hvar koma útlendingarnir so frá? Við fyriliti fyri, at hagtølini tíverri eru sera ófullfíggjað, hómast tó nøkur mynstur. Flestu útlendingar koma frá “Europa annars”, tvs. Europa uttan Norðurlond, og her eru menn í yvirtali seinnu…