Friday, June 19, 2009

Útoyggjarnar – er nøkur framtíð fyri tær?

Tað eru nú tíggju ár síðani kjakið um útoyggjarnar veruliga varð sett á breddan. Í 1999 var ein fólkafundur í Fugloy – oynni, har eg eri ættaður frá – og nøkur ár seinnið koma sonvenda Útoyggjaálitið, har ein rúgva av uppskotum og tilmælum vórðu orðað. Seinni sama árið varð Útoyggjafelagið setta á stovn, og tað hevur roynt at kunnað, setta eina dagsskrá og samskipað ymisk tiltøk og knýtt sambond til frama fyri útoyggjarnar.

Eg ætli mær ikki at taka støði í teimum tilmælum og uppskotum, ið vórðu orðað í útoyggjaálitinum. Nógv av hesum uppskotum snúgva seg um at tryggja eitt gott alment tænastustøði á útoyggj, herundir eisini at skapa eitt størri fjølbroytni í arbeiðsplássum. Umframt hetta skuldu útoyggjar stuðlast beinleiðis peningaliga í sambandi við ymisk vinnulig og mentanarlig initiativ.

Alt hetta kostar pengar, og vit vit at í dag er pengatrot í landinum. Men heldur ikki í góðum tíðum hevur eyðnast at fingið vent keðiligu gongini. Eg ætli her fyrst koma inn á nøkur av rákunum, ið hava flutt útoyggjarnar longur burtur frá bjarging enn í 1999, tá lunnar vórðu lagdir undir hendan frálíka siðin við útoyggjastevnu. Síðani taki eg samanum og komi við nøkrum hugrákum um hvat skal til fyri at útoyggjunum skal vera lív lagað.

Kvinnurnar flyta burtur

Í 80’unum var eitt rímiliga gott kynsbýti á útoyggjunum, tó at fleiri røddir longu tá dugdu at síggja hvat fór at henda við útoyggjunum um ikki so langa tíð. Miðskeiðis í 1990’unum byrjaði tann fyrsta stóra katastroftan fyri útoyggjanar: Kvinnurnar byrjaðu at rýma, meðan menninir í størri mun valdu at verða verandi. Eitt ávíst uppihald var fyri umleið 10 árum síðani, tá útoggjarnar vórðu settar á dagsskrá og ein ávís vón birtist um eina betri framtíð. Men hetta vardi bert stutta tíð, tí eftir hetta hevur kvinnufráflytingin tikið uppaftur størri dyk á seg. Hesi seinastu 10 árini eru vit eisini komin inn í eina aðra fasu, nevniliga at mannfólk eisin byrja at søkja burtur frá útoyggjunum.

Børnini fækkast

Talið á børnum hevur sum vera man nógv at gera við talið á konufólki. Sum heild kann sigast, at fram til miðskeiðis í 90’unum var ein vøkstur í talinum á børnum undir 10 ár, seint í 90’unum stagnerar barnatalið, og síðani byrjar at rapa, soleiðis at barnatalið í dag skjótt einans er ein triðingur av miðskeiðis í 90’unum.

Í Svínoy og Skúgvi var ein øgiligur barnavøkstur í 90’unum, men síðani 99 er barnatalið minkað niður í nærum einki. Sama skilið er í Mikladalið, tó at niðurtúrurin longu byrjaði her tíðliga í 90’unum. Eisini Mykines – og í ávísan mun Hestur – fylgja hesum mynstrinum.

Trøllanes – ið hevði ring kor í 90’unum – fekk eina stutta vakstraperiodu í 90’unum og inn í 00’ini, men eisini her er talið á børnum minkað nógv aftur. Kirkja er nærum umvent av Trøllanesi – hevur eina góða periodu í 80’unum, fer so heilt niður í einki í 90’unum, men hevur fingið eina nýggja uppblóming seinastu 10 árini – ein av suksesøgunum, ið Útoyggjafelagið hevur at vísa á. Tíverri fer tað helst at gangast á Kirkju sum tað er gingist á Trøllanesi. Børnini vaksa, og síðani kemur eitt áratíggju uttan børn, og síðani kemur – kanska eitt áratíggju afturat við børnum. Hjá hinari bygdini í Fugloy gekk galið longu í 90’unum, og einki bendir á, at Hattarvík stendur at bjarga – uttan so at nakað heilt serligt hendir – á sama hátt sum Dímun fór frá barnloysi til nú at hava fleiri børn í oynni.

Størsta suksesøgan er Húsar, ið hevur havt ein støðugan barnavøkstur frá seinast í 80’unum til umleið 1999. Tíverri er tað byrjað at ganga skeivan vegin aftur seinastu 10 árini – á sama hátt sum við Syðradali. Hetta hevur eisini nakað við fólkatalsbylgjur at gera, men bendir í hvussu er eisini á, at tað ikki er ein støðug tilflyting av fólki til økið.

Men hóast ávísir glottar eru at hóma – serliga í Kalsoynni – og partvíst á Kirkju, so er yvirskipaða gongdin tann, at ein vøkstur í 90’unum er avloystur av einari støðugari minking í barnatali síðani 1999. Og man má meta, at tað eru børn úr sjálvari oynni, ið mest sannlíkt ynskja at búseta seg á givnu oynni, og um barnloysið gerst permanent, so koma oyggjarnar í besta føri at enda í kategori saman við Koltri og Dìmun – sum hús við stórum hava – ella í ringasta føri at doyggja út.

Samferðslan er relativt versnað

Ein triðji faktorur, ið spælir inn er, at við stóru infrakervisútbyggingunum, ið Føroyar hava upplivað seinastu árini. Aðrar bygdir hava fingið vegir, tunlar og byrgingar. Vit síggja eisini hvussu væl samanlíkniligu oyggjarnar Kunoy og Kalsoy hava ment seg ymiskt síðani Kunoy fekk tunnil og byrging, meðan Kalsoy framhaldandi mátti klára seg við einum lítlum strandfarabáti. Nú er støðan nakað batnað fyri Kalsoynna, tó at fast samband til einuhvørja tíð er betri enn ferjusamband.

Mín meting er, at relativa stagnatiónin í ferðasambandi er størsta hóttanin mótvegis útoyggjunum. Og tað er ikki av tilvild, at júst Kalsoy – útoyggin við frægasta ferðasambandinum – klárar seg frægast av útoyggjunum.

Skatturin er hækkaður munandi

Umframt hetta er skatturin hækkaður munandi á útoyggj seinastu árini. Serliga stendst hetta av kommunalu samanleggingunum seinnu árini, ið hava ført við sær, at skattatrýstið á útoyggjunum er tillagað til skattatrýstið hjá stórkommununum. Hetta ger sjálvandi, at fíggjarligi fyrimunurin við at búgva á útoyggj minkar.

Framhaldandi frælsu útoyggjakommunurnar - Fugloyar, Húsa og Skúvoyar kommunur hava munandi lægri kommunuskatt enn stórar kommunur. Fugloyar og Húsa kommunur hava eisini sera høgan barnafrádrátt. Fugloy hevur lægsta skattin og hægsta barnafrádráttin.

Mín meting er, at hækkingin í skattatrýstinum er næststørsta hóttanin mótvegis útoyggjunum – eftir vánaliga ferðasambandið.

2009

Komm.sk.%

Kirkju sk.%

Barnafrádr.

Fugloyar

16

0,6

7.000

Klaksvíkar

21,75

0,6

4.000

Húsa

18

0,6

6.000

Sørvágs

20,5

0,6

4.000

Sands

23,5

0,6

6.000

Skálavíkar

21

0,6

4.000

Skúvoyar

16

0,6

3.000

Tórshavnar

19,75

0,7

5.500

Kelda: Taks


Frá fríum kommunum til staðbundnar nevndir

Tað, at kommunurnar eru lagdar saman hevur eisini verið ein smeitur fyri útoyggjarnar hvat viðvíkur tí fyrisitingarliga. Tað, at útoyggjarnar ikki longur hava beinleiðis atgongd til skattapengar, men mugu á biddaragongd til kommunustýrini, um okkurt bráðfeingis er áfatt, er sjálvandi ein ávísur vansi. Hóast útoyggjarnar hava sínar staðbundnu nevndir, má tað ásannast, at hesar meiri eru til pynt enn til veruligt gagn. Tað hevur neyvan verið gott fyri útoyggjamenningina, at tær hava lagt saman við størri kommunur.

Valdømini eru avtikin

At enda er vert at nevna, at síðani valdømini eru avtikin, er tað vorðið uppaftur longri frá politiska viljanum á útoyggj til politiska viljan hjá løgtinginum.

Øll hesi tingini hava bygnaðarliga verið við til at gjørt útoyggjamenningina uppaftur truplari enn hon longu er. Tey farnu 10 árini hava heilt greitt verið vánalig fyri útoyggjarnar.

Samanumtikið

Oyggin, ið í ár hýsir Útoyggjastevnuni, er helst útoyggin við frægastu fyritreytunum. Hetta av tveimum orsøkum: 1) Kalsoy hevur gott ferðasamband og 2) hon liggur nær við Klaksvík og onnur størri øki í landinum. Ein onnur oyggj, ið atti at havt góð perspektiv er Hestur. Hendan oyggin er munandi minni enn Kalsoy, men hevur eisini gott ferðasamband og er nær við høvuðsstaðin. Trupulleikin er, at hon nú er ein partur av høvuðsstaðarkommununi – við einum høgum skattatrýsti sum avleiðing. Harvið kann Hestur ikke fungera sum skattaskjól í mun til Havnina, eins og Húsar er eitt skattaskjól í mun til Klaksvík.

Allar hinar oyggjarnar hava sera vánaligt ferðasamband og eru sera fjarstaddar. Koltur og Dímun eru serligar í hesum høpi, tí tær fylgja ikki nøkrum mynstri, men eru baseraðar á hugin hjá ávísum familjum at hava eitt lív har. Eftir eru so Fugloy, Svínoy, Mykines og Skúgvi – fýra oyggjar, ið fyri ikki so langari tíð síðan vóru livandi lokalsamfeløg við stórum fólkatali.

Hesar oyggjarnar kunnu ikki integrerast við restina av landinum uttan so at tað verða framdar órímiliga stórar íløgur. Her hugsi eg um íløgur sum tunlar, undirsjóvartunlar, ferjur ella stórar havnir við brimgørðum. Ferðatrygdin má í hásæti, um tað skal gerast áhugavert at búgva og reka vinnulív í Fugloy, Svínoy, Mykinesi og í Skúgvi. Og hevur fíggjarliga sperdi vælferðarstaturin Føroyar ráð til hetta, serliga tá veljaragrundarlagið er so lítið?

Umvent – verður einki gjørt – so enda hesi økini sum summar- og heystbýli. Tað eru tey í stóran mun longu, og mín spádómur er, at hetta fer at henda innanfyri tey næstu áratíggjuni. Antin hetta, ella at oyggjarnar gerast einfamiljuoyggjar – eins og Koltur og Dímun eru í dag. Alt gott um tað. Í slíkum føri høvdu útoyggjarnar væntandi bygt sín búskap upp á kjøtlandbúnað, ferðavinnu og útleigu av náms- og arbeiðshentleikum, har friður, góður matur og gott veður vil vera besti kappingarfyrimunurin. Alt gott um hetta, men hetta krevur framvegis, at vit varðveita eitt gott ferðasamband til útoyggjarnar. Eg síggi fyri mær, at um nøkur áratíggju verða postruturnar kanska niðurlagdar og einans tyrlur koma at røkja útoyggjarnar – undantikið Kalsoy og Hestur.

Perspektiv: Eru útoyggjarnar heildarsamfeløg?

Í Útoyggjaálitinum verður eitt serligt hugtak nevnt: “Heildarsamfelagið bygdin”, har ein serlig symbiosa millum eitt siðbundið og eitt modernað lív verður skapað. Her er talan um eitt livandi lokalsamfelag, ikki um eitt “kunstugt” samfelag, ið verður hildið saman gjøgnum dýran planbúskap.

Trupulleikarnir eru nógvir. Hvussu kann tað forsvarast at land og/ella kommunur nýta forholdsvíst nógv fleiri pengar upp á útoyggjarnar enn upp á meginlandið? Má argumentið vera, at tað hóast alt eru so fáar útoyggjar, at hetta í fíggjarhøpi má síggjast sum ein bagatell, og tað umhvørvið, ið vit fáa afturfyri, uppvigar tær útreiðslurnar, ið standast av teimum?

Spurningurin er, um Føroyar hava ráð til eitt slíkt eksperiment.

Ein annars trupulleiki er hvussu man fær veitt hesar veitingarnar. Hvør skal veita veitingarnar? Skulu tað vera fastbúgvandi, ið skulu framleiða veitingarnar, ella skulu fólk ferðast av meginlandinum at veita útoyggjafólki tænastur? Og hvussu tryggja vit ein eftirspurning av veitingum á útoyggj?

Tað finnast ymiskir hættir at økja um samanberiliga kappingarførið hjá útoyggjunum. T.d. um tær allar vórðu lagdar í eina felags kommunu – við lægri vælferðarkrøvum enn vanligu kommunurnar. Harvið hevði skatturin kunnað verið settur niður, og fólk høvdu havt eina góða orsøk at búð á útoyggj. Um vælferðin skal lækkast og loyvi skal gevast til munandi lægri kommunuskatti, krevur hetta tó eina serstaka útoyggjalóg, ið skal avloysa kommunulógina hvat viðvíkur útoyggjunum. Neyvan ein góð politisk søluvøra!

Í eini útoyggjalóg kundi eisini staðið, at búsitandi á útoyggja skulu rinda minni í inntøkuskatti. Her verður hugsað um eina skipan, ið minnir um skattafrádráttin fyri fiskimenn. Men hetta er neyvan heldur ein góð politisk søluvøra.

Týðningarmesta arbeiðið hjá útoyggjunum liggur í grundini í at sannføra restina av landinum um, at tær eru nakrar samfelagsligar perlur, ið geva eitt íkast til samfelagið og eiga at varðveitast sum eitt stað, har fólk kunnu søkja aftur til røturnar hjá einum Føroyum, ið eru broyttar ómetaliga nógv seinastu 100 árini. Útoyggjarnar standa sum varðar frá eini tíð, tá landbúnaður framvegis var í hásæti. Hóast bráðbúskaparligi ágóðin av landbúnaðinum í dag er lítil, skerst ikki burtur, at útoyggjarnar hava eina estetiska atdráttarmegi í mun til allar fimm sansir – sjón, lukt, smakk, hoyrnd og rørslu. Eg síggi ikki útoyggjarnar sum eitt heildarsamfelag, har nógvar vinnur eru umboðaðar, men sum eitt av mongum produktum í upplivingarsamfelagnum.

Wednesday, June 10, 2009

Skúli, vitan og hugburður

Upplegg hildið á pallborðstiltaki um skúlagongd í Hvalvíkar skúla juni 2009

Skúlin er gjøgnum seinastu øldina vorðin ein alsamt týðningarmeiri partur av føroyska samfelagnum, eisini av føroysku bygdunum. Frá at skúlaskapur einans var neyðugur fyri samfelagselituna hava vit gjøgnum 20. øld fingið ein fólkaskúla, har skúlatíðin alsamt er vorðin longd – seinast frá 7 árum til 9 ár. Harumframt liggur tað í kortunum at flest allir borgarar í framtíðini skulu hava onkra miðnámsútbúgving – antin almenna, handilsliga ella verkliga.

Vit hava sostatt í dag ein fólkaskúla, ið gjøgnum almenna/kommunala fígging væl at merkja, er ogn fólksins. Gaman í hava vit í dag sett hol á rákið við privatskúlum, men yvirskipað hava vit í dag eitt samfelag, ið verður sosialiserað gjøgnum fólkaskúlan. Tað er ikki ein smávegis ábyrgd, og tað kann tykjast sjálvsagt, at ábyrgdin í ávísan mun er løgd út til fólkið – út til tey sokallaðu skúlastýrini. Men tað er synd at siga, at fólkið hevur tikið av ábyrgdini. Royndin at skapa ein demokratiskan fólkaskúla er í grundini miseyðnað, og tí verður nú arbeitt at skapa ein nýggjan bygnað[1].

Tað stendur greitt, at vit í dag ikki hava ein fólkaskúla í orðsins sanna týðningi, men at skúlin í alt ov stóran mun er ein institutión, ið er relativt leysrivin frá samfelagnum. Hetta kundi man sjálvandi valt at góðtikið. Hví ikki bara lata lærarar og onnur útbúgvingarprofessionell taka sær av hesum, meðan foreldrini so kunnu konsentrera seg um arbeiðið tey hava? Prinsipielt vil eitt størri arbeiðsbýti jú alt annað líka skapa ein størri effektivitet, tí fólk nýta meiri tíð og størri orku til tað tey eru góð til, heldur enn at fabrikera meiningar og hugburðir í rímiliga amatørkendum skúlastýrum, har einasta førleikakravið er, at man eigur børn.

Ja, hví ikki bara lata pedagogarnar fáa alt vald yvir ein triðing av lívinum hjá børnunum? Er tað ikki tað vit gjalda skatt til? Trupulleikin við hesi fatan er, at tá vil fólkaskúlin ikki longur vera ein fólkaskúli, men ein barnaskúli. Ein fólkaskúli er ikki einans ein skúli fyri børnini, men ein skúli fyri fólkið – tvs. fyri bæði børn og foreldur – og í grundini fyri abbar og ommur við. Alt ov ofta hoyra vit fólk tosa um skúlan sum eina barnaansingarskipan, sum um skúlin er eitt framhald av barnagarðinum. Eitt stað har børnini kunnu vera, meðan foreldrini eru til arbeiðis.

Men vit hava lyndi til at gloyma, at skúlin er meiri enn eitt “frælst fongsul” fyri okkara ungdómar. Fólkaskúlin er landsins týðningarmesti vitanarstovnur – ikki tann hægsti, men nógv tann størsti, tá roknað verður við tali á brúkarum og hvussu nógv hann verður brúktur hvønn einasta dag. Fólkaskúlin er eitt stað, har børn verða uppald til vaksin. Eitt stað har tey læra grundleggjandi mentan, grundleggjandi atburð og eisini ogna sær fakliga vitan um nógv samfelagstengd viðurskifti.

Fólkaskúlin er fortreytin fyri víðari læring, og hevur yvirtikið leiklutin hjá foreldrum og familju sum útbúgvarar. Nýggju “foreldrini” eru undirvísarar og námsfrøðingar, ið bæði skulu aktivera børnini, men eisini eftirkanna um tey hava lært nakað av aktiveringini.

Vandin er, at lívfrøðiligu foreldrini missa áhugan fyri læringini hjá børnunum. Vandin er, at foreldrini skúgva ábyrgdina frá sær og lata professionellu foreldrini taka yvir. Einki kundi verið meiri skeivt, og hetta av minst trimum orsøkum: 1) Harvið fáa foreldrini vantandi føling við læringini. 2) Foreldrini missa møguleikan at læra av skúlanum. 3) Vantandi viðurkenning millum skúlar og heim sleppur at halda fram.

Vantandi føling við læringini

Hóast skúlin hevur yvirtikið nógv størsta partin av uppalingini av børnunum, eru tað framvegis foreldrini, ið hava ábyrgdini av børnunum. Í síðsta enda inniber hendan ábyrgd bert, at børnini ikki verða kriminell og at tey ikki verða illa viðfarin ella misnýtt. Men flest øll rættsiktað foreldur hava hægri ambitiónir enn sum so. Flestu foreldur ynskja at síggja síni børn menna seg til góðar samfelagsborgarar, og um hetta skal eyðnast, so mugu børnini læra nógv í uppvøkstrinum, soleiðis at læringin í tjannárunum og í tjúgunum ikki verður alt ov møtumikil. Jú meiri børnini hava lært í fólkaskúlanum, tess betri læriførleikar vilja sum heild hava seinni í lívinum.

Gaman í finst eisini argumentið, at skúlatengd læring er spill av tilfeingi og í síðsta enda skaðilig fyri lokalsamfelagið. Fyri tað fyrsta kostar tað nógv at byggja skúlarbygningar og at seta lærarar og pedagogar í starv, “ið einki gera til nyttu og bara sita og drekka kaffi allan dagin”.

Harumframt er avleiðingin av lærdómi, at tey ungu flyta burtur, tí teirra vitan ikki í nóg stóran mun kann brúkast í lokalsamfelagnum. Tað er ikki óvanligt, at eldri ættarliðini gremja seg um, at tá tey ungu fáa eina útbúgving, so flyta tey av landinunm ella til Havnar í staðin fyri at búseta seg í heimbygdini.

Men burtursæð frá, at tað finnast fólk, ið ikki neyðturviliga síggja læring sum nakað positivt, so duga tey flestu foreldur at innsíggja, at modernaða samfelagið krevur eina ávísa formliga førleikamenning, ið einans kann røkkast gjøgnum skúlaskap. Men framvegis hoyrist tann hugburðurin ov ofta, at læringin er eitt “neyðugt óndi” fyri at røkka einum máli. Hetta er eisini ein sera avmarkandi tankagongd, tí vitan er sanniliga ikki bara eitt atgongumerki til eina betri tilveru. Vitan er ein førningur, ið eigur at búgva í hvørjum einstøkum, sum ein sokallaður “mentanarligur kapitalur”, ið kann brúkast í nógvum ymiskum samanhangum og sum – og hetta er tað týðningarmesta – fungerar sum ein platformur fyri víðari læring.

Mentanarligur kapitalur fungerar grundleggjandi øðrvísi enn búskaparligur kapitalur. Búskaparligur kapitalur kann tjenast og investerast. Hann kann vaksa og minka í stødd. Men mentanarligur kapitalur kann ikki uppgerast í nøgdum, eins og t.d. pengar. Mentanarligur kapitalur er ein rúgva av vitan, ið er tengd saman á allar møguligar tilvitaðar og ótilvitaðar hættir. Læring snýr seg langt frá altíð um at læra nýggj ting. Í nógv flestu førum snýr læring seg um at tengja verandi vitan saman á nýggjar, kreativar hættir. Fyri at hetta skal bera til er sjálvandi neyðugt, at man hevur eina ávísa grundvitan, soleiðis at man hevur nakað at tengja saman. Men at halda, at vitan er ein spurningur um “áfylling” – eins og man fyllir bensin í ein bil fyri at hann skal koyra – er grundleggjandi skeivt.

Tað er eisini skeivt at halda, at vit einans læra í skúlanum, og síðani sleppa vit undan “hesum fjasinum”. Ein persónur má læra nakað nýtt allatíðina fyri at kunna fungera væl ár arbeiðsmarknaðinum og í lívinum sum heild. Tað mesta av hesi læring er ótilvitað, men sumt er tilvitað – eftirútbúgvingarskeið, hobbylesnaður o.a. Hetta kallast eisini fyri “lívslong læring”, og er eitt hugtak, ið hevur gjøgnumsúrgað norðurlendska læringskjakið seinastu árini.

Tað er neyðugt, at foreldrini sýna læringini hjá børnunum áhuga. Bæði soleiðis at tey sjálvi fáa innlit í læringina hjá børnunum, men eisini soleiðis at børnini fáa ta viðurkenning, ið í stóran mun er drívmegin hjá teimum til at gera sær ómak. Foreldrini mugu viðurkenna tað arbeiðið, ið børnini gera í skúlanum, tí hvussu skulu børnini annars skilja, at hetta er betri vitan enn tann vitan tey kunnu fáa alla aðrastaðni?

Alternativið er, at børnini á ein alt ov tilvildarligan hátt súgva vitan til sín gjøgnum sjónvarp, Alnetið, popptónleik, samkomur, ítróttarfeløg o.s.fr. Tað er als ikki soleiðis, at øll onnur vitan enn skúlatengda vitanin er vánalig vitan. Men tað er avgerandi, at foreldrini eru við til at læra børnini at skilja millum betri og verri vitan. Øll vitan er ikki líka góð, og tað, ið definerar góða vitan er fyrst og fremst umhvørvið, ið eftirspyr vitanina. Men hvussu skulu børn uttan lívsroyndir hava skil fyri hvat er meiri relevant enn annað? Her er tað so sera avgerandi, at foreldrini uppala børnini til ta vitan tey koma at hava tørv á seinni lívinum.

Foreldrini kunnu eisini læra nakað

Perspektivið í hesum er, at tað skúlin ikki einans er ein stovnur, har børn og ung vónandi kunnu læra nakað. Skúlin átti eisini at verið eitt stað, har foreldrini lærdu nakað. Ikki endiliga at læringin skal vera á høgum støði, men heldur, at foreldrini fáa eitt innlit í læringina hjá børnunum. Hetta gevur teimum bæði eitt størri innlit í hvussu langt børnini eru komin, og sostatt eisini betri førleikar at geva pedagogum og faklæarum eitt betri mótspæl. Umframt hetta átti veruleikin hjá húsarhaldunum í størri mun verið drigin inn í Fólkaskúlan, soleiðis at læringin fekk eitt meiri realistiskt perspektiv, soleiðis at næmingarnir ikki verða kvaldir í teorium og abstraktiónum. Serliga dreingir hava sambært hagtølunum trupult við at fáa skúlan at hanga saman, og ein háttur at fingið truplar næmingar betri við vildi verið við at gjørt undirvísingina meiri relevanta fyri tað umhvørvið, ið næmingarnir vaksa upp í uttanfyri skúlan.

Og mest av øllum er tað týðningarmikið, at foreldrini uppbyggja eina felags tilsipingarrammu við børnini. Tað er ikki eitt ókent fyribrigdi, at børn við vælútbúnum foreldrum hava munandi betri fyritreytir fyri at klára seg væl í skúlanum, enn børn við óútbúnum foreldrum. Í m.a. Danmørk sæst hetta aftur í, at børn í býum við nógvum høgtútbúnum – eg mundi sagt: sjálvandi – klára seg nógv betri enn børn í býum við nógvum arbeiðarum. Tað er neyvan heldur nøkur tilvild, at børn í skúlunum í Havn klára seg betri í pisa-kanningini enn børn í skúlunum í fiskivinnubýnum Klaksvík, har formlig útbúgving er nógv lægri í kursi. Tað er her hugtakið “mentanarligur kapitalur” eisini vísir seg ikki bert at hava eina sosiala, men eisini geografiska fordeiling.

Men hví skulu foreldur, ið ongantíð hava nomið sær eina formliga útbúgving, brúka orku upp á at læra seg nøkur ting, tey ikki hava áhuga í? Svarið er einfalt, at tey mugu gera tað fyri barnanna søk. Tað vil vera at sleppa børnini upp á pláss, um tey ikki fáa ein lut í tí mentanarliga kapitalinum, ið Fólkaskúlin er við til at spjaða út til fólkið. Enn ber til at vera ófaklærdur í Føroyum, men talið á ófaklærdum arbeiðsplássum fækkar í hvørjum, og korini hjá teimum ófaklærdu gerast verri og meiri ótrygg. Hetta krevur eitt sindur av foreldrunum, men um tey ikki megna at hjálpa sínum børnum við skúlatingunum, so eiga tey í minsta lagi at sína læringini hjá børnunum áhuga og virðing. Er tað nakað, ið hevur týðning fyri læringina hjá børnum, so er tað viðurkenning.

Her síggi eg ein møguligan vansa við at leggja skúlarnar saman í stórar skúlaeindir. Um ikki verður rætt atborið, verða summi húsarhald ikki einans geografiskt, men eisini sosialt fjarstaddari frá skúlanum enn tey longu eru.

Vantandi viðurkenning millum heim og skúla

Viðurkenning er sum heild eitt fyribrigdi, ið kann vera trupult at síggja í fólkaskúlanum. Javnan hoyrast søgur um hvussu vánaligir lærararnir eru, hvussu vánaligur læraraskúlin er o.s.fr. Tað verður lagt upp til, at lærararnir eru teir seku í flestu trupulleikunum, ið næmingarnir hava í dag. Uttan iva er okkurt um tað, men tað er ein alt ov einføld frágreiðing.

Tað átti at verið gjørd ein kanning um forholdið millum næmingar, heim og skúla í Føroyum. Tað eru uttan iva nógvir samangangir, ið hvørki lærarar ella foreldur gera sær far um. Men meðan vit bíða eftir eini kanning, skaðar tað ikki at kjakast um evnið. Nógv spurnatekin kunnu setast hesum viðvíkjandi:

Er tað ein gjógv millum vitanarfatanina hjá foreldrum og lærarum? Hava foreldrini eina øðrvísi grundleggjandi fatan av hvussu vitan fungerar? Hava foreldrini eina øðrvísi fatan av hvat er týðandi at læra? Eru hugsjónarligir og átrúnaðarligir munir á hvussu foreldur og lærarar meta heimin hanga saman?

Er tað ein gjógv millum uppalingarvirðini hjá foreldrum og lærarum? Í hvønn mun verður ynskt, at børn skulu akta, vera sjálvstøðug, duga at samstarva, duga at arbeiða einsamøll o.s.fr.

Er tað ein gjógv millum fatanirnar hjá foreldrum og lærarum um hvussu uppalaraleiklutirnir skulu býtast? Eru foreldur og lærarar ymisk á máli um hvørji konkret gerandisting hoyra heima ávikavíst í skúla og í heiminum? Er tað ein kapping millum foreldur og lærarar um viðurkenningina frá børnunum, ið ger, at foreldrini kenna seg noydd at niðurgera lærararnar fyri sjálvi at standa sterkari í mun til barnið?

Ivaleyst er samspælið millum heim og skúla nógv meiri tabuiserað enn vit geva okkum far um.

Hugburðurin til vitan

Fyrr í vár hevði eg eitt grundskeið í búskaparfrøði í Studentaskúlanum í Hoydølum. Í sambandi við hetta skeiðið vóru nakrar smærri uppgávur, ið næmingarnir í ávísan mun fingu møguleika at loysa í skúlanum. Millum annað skuldu næmingarnir rokna prosenttøl og indekstøl út, fyri at fáa eitt innlit í ta ofta kvantitativu tankagongdina, ið ger seg galdandi innanfyri búskap.

Undirvísingin er skipað soleiðis, at næmingarnir sita tveir og tveir og arbeiða við Excel-arki, tá knappliga brestir úr eini gentu, at tey sanniliga ikki høvdu væntað at skula sita og rokna, tá tey høvdu valt Samfelagsfrøði Hástig. Eg segði við tey, at talan var um sera einfalda matematikk, ið var munandi lættari enn tað tey høvdu havt á grunstigi í 1. student. Gentan – ein málslingur – svaraði, at tað kundi væl vera, men tey høvdu langtsíðani lagt matematikkin afturum seg og vildu ongantíð síggja tað aftur.

Hugburðurin hjá hesi gentuni hevur argað meg líka síðani. Matematikk var nakað, ið tey vóru tvingað gjøgnum, men sum tey absolutt ikki høvdu nakran áhuga í at læra. Eg fann síðani eisni út av, at nógvir av næmingum í flokkinum høvdu botnkarakterir í matematikk. Tað forargiliga er partvís teirra vantandi grundførleiki í matematikk, nakað, ið ger tað truplari hjá teimum at skilja búskaparfrøði – enn eitt dømi um, at tað er neyðugt við grundførleikum fyri at man skal kunna kombinera hesar til nýggja vitan, í hesum føri búskaparliga vitan. Men uppaftur meiri forargiligt er tað, at næmingar ikki seta prís upp á tað tey læra, sum um læringin er teimum óviðkomandi. Eitt er tað, at tað koma næmingar í studentaskúlan, ið duga illa at rokna og at skriva, men verri er, at tey ikki hava uppbygt ein hugburð um, at vitanin er ein partur av teimum sjálvum – ikki eitt óreint krav frá umheiminum.

Her hava bæði skúlarnir og foreldrini eina stóra ábyrgd. Skúlin skal vera miðdeplin í einum vitanarsamfelagi, har formlig vitan er í miðdeplinum í øllum lívsins viðurskiftum, ikki bert eitt barnaansingartilboð, har børnini skulu vera til tey sleppa út í veruliga lívið.

Sámal Matras Kristiansen,
samfelagsfrøðingur

Monday, June 1, 2009

Bók við nýggjum vinklum til nýggja kommunala veruleikan

Bókaummæli.


„Kommunupolitikkur“ er ein bók, ið átti at verið pliktpensum hjá øllum, ið varða av føroysku kommununum. Bókin er eitt spennandi og hart tiltrongt savn av nýggjum vinklum til tann nýggja kommunala veruleikan, har føroysku kommunurnar leggja saman og fáa fleiri umsitingarlig økir at røkja.

Les alla greinina í Frøði 2009/1, p. 54-57.



Valið millum arbeiði og frítíð

Prentað sum kronikk í Dimmalætting 4. august 2017 Í løtuni hava nógvir føroyingar summarfrí. Dagligu pliktirnar eru lagdar til síðis na...