Skip to main content

Útoyggjarnar – er nøkur framtíð fyri tær?

Tað eru nú tíggju ár síðani kjakið um útoyggjarnar veruliga varð sett á breddan. Í 1999 var ein fólkafundur í Fugloy – oynni, har eg eri ættaður frá – og nøkur ár seinnið koma sonvenda Útoyggjaálitið, har ein rúgva av uppskotum og tilmælum vórðu orðað. Seinni sama árið varð Útoyggjafelagið setta á stovn, og tað hevur roynt at kunnað, setta eina dagsskrá og samskipað ymisk tiltøk og knýtt sambond til frama fyri útoyggjarnar.

Eg ætli mær ikki at taka støði í teimum tilmælum og uppskotum, ið vórðu orðað í útoyggjaálitinum. Nógv av hesum uppskotum snúgva seg um at tryggja eitt gott alment tænastustøði á útoyggj, herundir eisini at skapa eitt størri fjølbroytni í arbeiðsplássum. Umframt hetta skuldu útoyggjar stuðlast beinleiðis peningaliga í sambandi við ymisk vinnulig og mentanarlig initiativ.

Alt hetta kostar pengar, og vit vit at í dag er pengatrot í landinum. Men heldur ikki í góðum tíðum hevur eyðnast at fingið vent keðiligu gongini. Eg ætli her fyrst koma inn á nøkur av rákunum, ið hava flutt útoyggjarnar longur burtur frá bjarging enn í 1999, tá lunnar vórðu lagdir undir hendan frálíka siðin við útoyggjastevnu. Síðani taki eg samanum og komi við nøkrum hugrákum um hvat skal til fyri at útoyggjunum skal vera lív lagað.

Kvinnurnar flyta burtur

Í 80’unum var eitt rímiliga gott kynsbýti á útoyggjunum, tó at fleiri røddir longu tá dugdu at síggja hvat fór at henda við útoyggjunum um ikki so langa tíð. Miðskeiðis í 1990’unum byrjaði tann fyrsta stóra katastroftan fyri útoyggjanar: Kvinnurnar byrjaðu at rýma, meðan menninir í størri mun valdu at verða verandi. Eitt ávíst uppihald var fyri umleið 10 árum síðani, tá útoggjarnar vórðu settar á dagsskrá og ein ávís vón birtist um eina betri framtíð. Men hetta vardi bert stutta tíð, tí eftir hetta hevur kvinnufráflytingin tikið uppaftur størri dyk á seg. Hesi seinastu 10 árini eru vit eisini komin inn í eina aðra fasu, nevniliga at mannfólk eisin byrja at søkja burtur frá útoyggjunum.

Børnini fækkast

Talið á børnum hevur sum vera man nógv at gera við talið á konufólki. Sum heild kann sigast, at fram til miðskeiðis í 90’unum var ein vøkstur í talinum á børnum undir 10 ár, seint í 90’unum stagnerar barnatalið, og síðani byrjar at rapa, soleiðis at barnatalið í dag skjótt einans er ein triðingur av miðskeiðis í 90’unum.

Í Svínoy og Skúgvi var ein øgiligur barnavøkstur í 90’unum, men síðani 99 er barnatalið minkað niður í nærum einki. Sama skilið er í Mikladalið, tó at niðurtúrurin longu byrjaði her tíðliga í 90’unum. Eisini Mykines – og í ávísan mun Hestur – fylgja hesum mynstrinum.

Trøllanes – ið hevði ring kor í 90’unum – fekk eina stutta vakstraperiodu í 90’unum og inn í 00’ini, men eisini her er talið á børnum minkað nógv aftur. Kirkja er nærum umvent av Trøllanesi – hevur eina góða periodu í 80’unum, fer so heilt niður í einki í 90’unum, men hevur fingið eina nýggja uppblóming seinastu 10 árini – ein av suksesøgunum, ið Útoyggjafelagið hevur at vísa á. Tíverri fer tað helst at gangast á Kirkju sum tað er gingist á Trøllanesi. Børnini vaksa, og síðani kemur eitt áratíggju uttan børn, og síðani kemur – kanska eitt áratíggju afturat við børnum. Hjá hinari bygdini í Fugloy gekk galið longu í 90’unum, og einki bendir á, at Hattarvík stendur at bjarga – uttan so at nakað heilt serligt hendir – á sama hátt sum Dímun fór frá barnloysi til nú at hava fleiri børn í oynni.

Størsta suksesøgan er Húsar, ið hevur havt ein støðugan barnavøkstur frá seinast í 80’unum til umleið 1999. Tíverri er tað byrjað at ganga skeivan vegin aftur seinastu 10 árini – á sama hátt sum við Syðradali. Hetta hevur eisini nakað við fólkatalsbylgjur at gera, men bendir í hvussu er eisini á, at tað ikki er ein støðug tilflyting av fólki til økið.

Men hóast ávísir glottar eru at hóma – serliga í Kalsoynni – og partvíst á Kirkju, so er yvirskipaða gongdin tann, at ein vøkstur í 90’unum er avloystur av einari støðugari minking í barnatali síðani 1999. Og man má meta, at tað eru børn úr sjálvari oynni, ið mest sannlíkt ynskja at búseta seg á givnu oynni, og um barnloysið gerst permanent, so koma oyggjarnar í besta føri at enda í kategori saman við Koltri og Dìmun – sum hús við stórum hava – ella í ringasta føri at doyggja út.

Samferðslan er relativt versnað

Ein triðji faktorur, ið spælir inn er, at við stóru infrakervisútbyggingunum, ið Føroyar hava upplivað seinastu árini. Aðrar bygdir hava fingið vegir, tunlar og byrgingar. Vit síggja eisini hvussu væl samanlíkniligu oyggjarnar Kunoy og Kalsoy hava ment seg ymiskt síðani Kunoy fekk tunnil og byrging, meðan Kalsoy framhaldandi mátti klára seg við einum lítlum strandfarabáti. Nú er støðan nakað batnað fyri Kalsoynna, tó at fast samband til einuhvørja tíð er betri enn ferjusamband.

Mín meting er, at relativa stagnatiónin í ferðasambandi er størsta hóttanin mótvegis útoyggjunum. Og tað er ikki av tilvild, at júst Kalsoy – útoyggin við frægasta ferðasambandinum – klárar seg frægast av útoyggjunum.

Skatturin er hækkaður munandi

Umframt hetta er skatturin hækkaður munandi á útoyggj seinastu árini. Serliga stendst hetta av kommunalu samanleggingunum seinnu árini, ið hava ført við sær, at skattatrýstið á útoyggjunum er tillagað til skattatrýstið hjá stórkommununum. Hetta ger sjálvandi, at fíggjarligi fyrimunurin við at búgva á útoyggj minkar.

Framhaldandi frælsu útoyggjakommunurnar - Fugloyar, Húsa og Skúvoyar kommunur hava munandi lægri kommunuskatt enn stórar kommunur. Fugloyar og Húsa kommunur hava eisini sera høgan barnafrádrátt. Fugloy hevur lægsta skattin og hægsta barnafrádráttin.

Mín meting er, at hækkingin í skattatrýstinum er næststørsta hóttanin mótvegis útoyggjunum – eftir vánaliga ferðasambandið.

2009

Komm.sk.%

Kirkju sk.%

Barnafrádr.

Fugloyar

16

0,6

7.000

Klaksvíkar

21,75

0,6

4.000

Húsa

18

0,6

6.000

Sørvágs

20,5

0,6

4.000

Sands

23,5

0,6

6.000

Skálavíkar

21

0,6

4.000

Skúvoyar

16

0,6

3.000

Tórshavnar

19,75

0,7

5.500

Kelda: Taks


Frá fríum kommunum til staðbundnar nevndir

Tað, at kommunurnar eru lagdar saman hevur eisini verið ein smeitur fyri útoyggjarnar hvat viðvíkur tí fyrisitingarliga. Tað, at útoyggjarnar ikki longur hava beinleiðis atgongd til skattapengar, men mugu á biddaragongd til kommunustýrini, um okkurt bráðfeingis er áfatt, er sjálvandi ein ávísur vansi. Hóast útoyggjarnar hava sínar staðbundnu nevndir, má tað ásannast, at hesar meiri eru til pynt enn til veruligt gagn. Tað hevur neyvan verið gott fyri útoyggjamenningina, at tær hava lagt saman við størri kommunur.

Valdømini eru avtikin

At enda er vert at nevna, at síðani valdømini eru avtikin, er tað vorðið uppaftur longri frá politiska viljanum á útoyggj til politiska viljan hjá løgtinginum.

Øll hesi tingini hava bygnaðarliga verið við til at gjørt útoyggjamenningina uppaftur truplari enn hon longu er. Tey farnu 10 árini hava heilt greitt verið vánalig fyri útoyggjarnar.

Samanumtikið

Oyggin, ið í ár hýsir Útoyggjastevnuni, er helst útoyggin við frægastu fyritreytunum. Hetta av tveimum orsøkum: 1) Kalsoy hevur gott ferðasamband og 2) hon liggur nær við Klaksvík og onnur størri øki í landinum. Ein onnur oyggj, ið atti at havt góð perspektiv er Hestur. Hendan oyggin er munandi minni enn Kalsoy, men hevur eisini gott ferðasamband og er nær við høvuðsstaðin. Trupulleikin er, at hon nú er ein partur av høvuðsstaðarkommununi – við einum høgum skattatrýsti sum avleiðing. Harvið kann Hestur ikke fungera sum skattaskjól í mun til Havnina, eins og Húsar er eitt skattaskjól í mun til Klaksvík.

Allar hinar oyggjarnar hava sera vánaligt ferðasamband og eru sera fjarstaddar. Koltur og Dímun eru serligar í hesum høpi, tí tær fylgja ikki nøkrum mynstri, men eru baseraðar á hugin hjá ávísum familjum at hava eitt lív har. Eftir eru so Fugloy, Svínoy, Mykines og Skúgvi – fýra oyggjar, ið fyri ikki so langari tíð síðan vóru livandi lokalsamfeløg við stórum fólkatali.

Hesar oyggjarnar kunnu ikki integrerast við restina av landinum uttan so at tað verða framdar órímiliga stórar íløgur. Her hugsi eg um íløgur sum tunlar, undirsjóvartunlar, ferjur ella stórar havnir við brimgørðum. Ferðatrygdin má í hásæti, um tað skal gerast áhugavert at búgva og reka vinnulív í Fugloy, Svínoy, Mykinesi og í Skúgvi. Og hevur fíggjarliga sperdi vælferðarstaturin Føroyar ráð til hetta, serliga tá veljaragrundarlagið er so lítið?

Umvent – verður einki gjørt – so enda hesi økini sum summar- og heystbýli. Tað eru tey í stóran mun longu, og mín spádómur er, at hetta fer at henda innanfyri tey næstu áratíggjuni. Antin hetta, ella at oyggjarnar gerast einfamiljuoyggjar – eins og Koltur og Dímun eru í dag. Alt gott um tað. Í slíkum føri høvdu útoyggjarnar væntandi bygt sín búskap upp á kjøtlandbúnað, ferðavinnu og útleigu av náms- og arbeiðshentleikum, har friður, góður matur og gott veður vil vera besti kappingarfyrimunurin. Alt gott um hetta, men hetta krevur framvegis, at vit varðveita eitt gott ferðasamband til útoyggjarnar. Eg síggi fyri mær, at um nøkur áratíggju verða postruturnar kanska niðurlagdar og einans tyrlur koma at røkja útoyggjarnar – undantikið Kalsoy og Hestur.

Perspektiv: Eru útoyggjarnar heildarsamfeløg?

Í Útoyggjaálitinum verður eitt serligt hugtak nevnt: “Heildarsamfelagið bygdin”, har ein serlig symbiosa millum eitt siðbundið og eitt modernað lív verður skapað. Her er talan um eitt livandi lokalsamfelag, ikki um eitt “kunstugt” samfelag, ið verður hildið saman gjøgnum dýran planbúskap.

Trupulleikarnir eru nógvir. Hvussu kann tað forsvarast at land og/ella kommunur nýta forholdsvíst nógv fleiri pengar upp á útoyggjarnar enn upp á meginlandið? Má argumentið vera, at tað hóast alt eru so fáar útoyggjar, at hetta í fíggjarhøpi má síggjast sum ein bagatell, og tað umhvørvið, ið vit fáa afturfyri, uppvigar tær útreiðslurnar, ið standast av teimum?

Spurningurin er, um Føroyar hava ráð til eitt slíkt eksperiment.

Ein annars trupulleiki er hvussu man fær veitt hesar veitingarnar. Hvør skal veita veitingarnar? Skulu tað vera fastbúgvandi, ið skulu framleiða veitingarnar, ella skulu fólk ferðast av meginlandinum at veita útoyggjafólki tænastur? Og hvussu tryggja vit ein eftirspurning av veitingum á útoyggj?

Tað finnast ymiskir hættir at økja um samanberiliga kappingarførið hjá útoyggjunum. T.d. um tær allar vórðu lagdar í eina felags kommunu – við lægri vælferðarkrøvum enn vanligu kommunurnar. Harvið hevði skatturin kunnað verið settur niður, og fólk høvdu havt eina góða orsøk at búð á útoyggj. Um vælferðin skal lækkast og loyvi skal gevast til munandi lægri kommunuskatti, krevur hetta tó eina serstaka útoyggjalóg, ið skal avloysa kommunulógina hvat viðvíkur útoyggjunum. Neyvan ein góð politisk søluvøra!

Í eini útoyggjalóg kundi eisini staðið, at búsitandi á útoyggja skulu rinda minni í inntøkuskatti. Her verður hugsað um eina skipan, ið minnir um skattafrádráttin fyri fiskimenn. Men hetta er neyvan heldur ein góð politisk søluvøra.

Týðningarmesta arbeiðið hjá útoyggjunum liggur í grundini í at sannføra restina av landinum um, at tær eru nakrar samfelagsligar perlur, ið geva eitt íkast til samfelagið og eiga at varðveitast sum eitt stað, har fólk kunnu søkja aftur til røturnar hjá einum Føroyum, ið eru broyttar ómetaliga nógv seinastu 100 árini. Útoyggjarnar standa sum varðar frá eini tíð, tá landbúnaður framvegis var í hásæti. Hóast bráðbúskaparligi ágóðin av landbúnaðinum í dag er lítil, skerst ikki burtur, at útoyggjarnar hava eina estetiska atdráttarmegi í mun til allar fimm sansir – sjón, lukt, smakk, hoyrnd og rørslu. Eg síggi ikki útoyggjarnar sum eitt heildarsamfelag, har nógvar vinnur eru umboðaðar, men sum eitt av mongum produktum í upplivingarsamfelagnum.

Comments

Popular posts from this blog

Er Kommunuvalskipanin nøktandi?

Í Tórshavnar kommunu fekk Javnaðarflokkurin 41,3% av atkvøðunum til kommunuvalið, men hetta gav heili 53,8% av býráðslimunum. Orsøkin liggur í sonevnda d’Hondt-uppgerðarháttinum, ið gevur størri flokkum betri sømdir enn smáum. Hesin vansin gjørdist í ár serliga týðiligur í Tórshavnar kommunu, men eisini aðrastaðni, t.d. í Fuglafjarðar kommunu hendi tað sama.
Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur, 14. nov. 12
Hendan greinin snýr seg ikki um hvørt hesir listar hava uppiborið teirra nývunna absolutta meiriluta, tí tað hava teir, tí soleiðis er vallógin. Men hvat er tað nú lógin í grundini sigur?
“§ 19. Stk. 2. Fyrst skal verða avgjørt, hvussu nógv valevni skulu verða vald fyri hvønn valevnislista. Samlaða atkvøðutalið fyri hvønn valevnislista verður at býta við 1, 2 3 o.s.fr., til hvørt atkvøðutalið er býtt við tali eins stórum og talið á sessum, sum avvarðandi valevnislisti kann hugsast at fáa í mesta lagi. Hægsta býtingartalið, sum soleiðis kemur fram, gevur tí lista, sum fær tað …

Føroyskur politikkur – moralpolitikkur

Føroyskur politikkur hevur søguliga verið lýstur við tveium ásum: vinstra/høgra og loysing/samband. Men seinastu tíðina hevur nógv verið tosað um, at vit nú byrja at síggja enn ein “etiskan” ás í føroyska politiska landslagnum, ið meiri byggir á moralskar spurningar enn á konkret valdsforhold og ræðisrætt á málsøkjum.

Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur

Ein “etiskur ásí” er í ávísan mun við at taka skap í føroyskum politikki. Moralur fyllir alsamt meiri í politiska landslagnum, og her er í seinastuni komið til skarpskeringar millum “moralkonservativ” og “moralprogressiv”, m.a. í víðagitna málinum um §266b. Tó er tað serliga tann konservativi (serliga religiøst-konservativi) bógvurin, ið hevur trinið inn á politiska landslagið, meðan tað saknast eitt "progressivt" alternativ.

Í Danmørk finst ein slíkur etiskur ási, har Dansk Folkeparti tekur at kalla somu
fremmandra- og framburðs-ivasomu støðu sum Miðflokkurin í Føroyum (tó er DF nationalt-konservativur, meðan MF er reli…

Útlendskar kvinnur í Føroyum - ein javnstøðutrupulleiki – og –møguleiki

Grein við støði í framløgu fyri Javnstøðunevndina á Fólkafundinum í Hoyvíkar skúla 21. Sept. 2012.
Føroyingar hava søguliga ikki havt serliga nógvar útlendingar, um sæð verður burtur frá dønum, ið hava búsett seg í Føroyum. Útlendingur skal vanliga skiljast sum ein, ið er føddur aðrastaðni enn í Føroyum, men í hesi greinini viðgeri eg einans útlendingar frá ikki-Norðurlondum.
Rákið seinastu árini hevur verið, at tað koma alsamt fleiri útlendskar kvinnur til Føroya, og hesar eru nú við at verða ein týðandi samfelagsbólkur í ymiskum pørtum av landinum. Vit vita sera lítið um tær, men í stóran mun verða tær giftar við føroyskum monnum. Til ber at siga, at fráflytandi føroysku kvinnurnar skapa eitt tómrúm, ið í ávísan mun verður fylt av hesum útlendskum kvinnum.
Hvar koma útlendingarnir so frá? Við fyriliti fyri, at hagtølini tíverri eru sera ófullfíggjað, hómast tó nøkur mynstur. Flestu útlendingar koma frá “Europa annars”, tvs. Europa uttan Norðurlond, og her eru menn í yvirtali seinnu…