Skip to main content

Posts

Showing posts from July, 2009

Varmakeldukvøða til eina mentanarbygd

Varmakeldan er ein av eldru stevnunum í Føroyum – ein av “klassikarunum”, so at siga. Tá eg var lítil – og tað er ikki so øgiliga langt síðani – vóru ikki so nógvar stevnur. Summarið byrjaði við Norðoyastevnu og endaði við Ólavsøku – og so lógu nakrar fáar stevnur spjaddar runt í juni og juli.

So er ikki longur. Hetta vikuskiftið eru fleiri stevnur – Varmakeldustevna, ullarfestivalur í Vágunum tónleikafestivalurin Asfalt í Havn, Barnafestivalur Í Havn og Barnasjónleikarastevna í Klaksvík. Soleiðis hevur verið stórt sæð hvørt vikuskifti seinasta mánaðin. Ein ørgrynna av mentanartilboðum kring tað mesta av landinum.

Hetta er fantastiskt! Man skal veruliga vera fantasileysur fyri at keða seg í Føroyum um sumrarnar.

Men tað kann eisini síggjast sum ein hóttan. Við tað at so nógvar ymiskar stevnur eru kring alt landið, kappast tær sjálvandi hvør móti aðrari. Tað krevur snøgt sagt, at stevnurnar gerast betri, og tá verður tað trupult hjá stevnunum at vera gullegg hjá ítróttarfeløgunum, eins og…