Skip to main content

Varmakeldukvøða til eina mentanarbygd

Varmakeldan er ein av eldru stevnunum í Føroyum – ein av “klassikarunum”, so at siga. Tá eg var lítil – og tað er ikki so øgiliga langt síðani – vóru ikki so nógvar stevnur. Summarið byrjaði við Norðoyastevnu og endaði við Ólavsøku – og so lógu nakrar fáar stevnur spjaddar runt í juni og juli.

So er ikki longur. Hetta vikuskiftið eru fleiri stevnur – Varmakeldustevna, ullarfestivalur í Vágunum tónleikafestivalurin Asfalt í Havn, Barnafestivalur Í Havn og Barnasjónleikarastevna í Klaksvík. Soleiðis hevur verið stórt sæð hvørt vikuskifti seinasta mánaðin. Ein ørgrynna av mentanartilboðum kring tað mesta av landinum.

Hetta er fantastiskt! Man skal veruliga vera fantasileysur fyri at keða seg í Føroyum um sumrarnar.

Men tað kann eisini síggjast sum ein hóttan. Við tað at so nógvar ymiskar stevnur eru kring alt landið, kappast tær sjálvandi hvør móti aðrari. Tað krevur snøgt sagt, at stevnurnar gerast betri, og tá verður tað trupult hjá stevnunum at vera gullegg hjá ítróttarfeløgunum, eins og tær plagdu at vera.


Varmakeldan – fyri hvønn?

Men hvønn er Varmakeldan so fyri? Umframt tað, at kappróðurin á hesum ári telur við og harvið er eitt savningspunkt fyri róðrarfólk og róðraráhugað, so er nógv annað á skránni: Fleiri listaframsýningar, savsnframsýning, sølubúðir, matsøla, filmsframsýning, tivoli, skrúðgonga, fótbóltur, konsertir, kafeir, dansur, møti, upplestur... røður...

Snøgt sagt: mentanarútboð fyri fólk við ymiskum áhugum og í ymiskum aldri.

Varmakeldan er við øðrum orðum eitt satt blómutyssi av mentan av ymiskum slagi – frá ítrótt til tónleik, frá myndlist til brúkslist – og uttan iva eisini í matlist og sniðgeving. Tey flestu av tykkum, ið standa her í kvøld, hava uttan iva nýtt kvøldið upp á góðan mat og góðar drykkir. Og nógv av tykkum hava uttan iva nýtt tíð upp á at keypa nýggj klæði, fara til frisør, pussa skógvarnar o.s.fr.

Tað má gerast greitt, at tit øll, ið standa her, eru partar av hesum mentanarliga blómutyssi. Tit eru ikki einans áskoðarar, men eisini luttakarar í hesi mentanarframsýning, ið Varmakeldan er. Og tað er jú essensurin í flestallari mentanarframleiðslu: at hann inniber eitt samskifti millum tann, ið “framførir” og tann, ið sansar. At tann, ið framførir, so eisini fær ágóðan av sansingini, ger tað jú bara uppaftur betri.


Mentan og bygdasamleiki

Men um ikki so langa tíð er stevnan av, og hendan flotta samansjóðingin av mentan fánast so smátt í okkara minnum. Tað er vansin við nógvari mentan, at hon er tengd at “núnum”. Hóast summar listagreinar hava rímiliga fýrkantað produkt – bøkur, málningar o.s.fr. – so er mentan sum oftast nakað, ið ikki kann liggja á láni, men sum man má taka seg saman til her og nú. Man noyðist at motivera seg sjálvan til at sansa mentanina í tí løtu hon verður framførd. Tað kann so eyðnast meiri ella minni væl, men undir øllum umstøðum má man royna. Og jú oftari man ger ein seriøsan innsats fyri at sansa mentanartilboð, tess størri gerast sannlíknindini fyri, at man fær nógv góð mentanarupplivilsi gjøgnum lívið.

Men tað krevur ein innsats!

Og hesin innsatsur hevur sanniliga verið til staðar her í Fuglafirði seinastu tíðina. Í heilum eru tiltøk í mentanarhúsinum, framsýningar í Ribarhús, konsertir í Kirkjuni. Og serliga er vert at taka stórslignu kantatuna hjá John Højbye fram sum eitt dømi um eitt stórsligið tiltak, ið einans er møguligt gjøgnum eldhugaðan stuðul frá nógvum fólki og miðvísum arbeiði hjá dugnaligum einstaklingum.

Mentan kemur ikki av sær sjálvari. Mentan krevur ein miðvísan innsats!


Mentan sum menningarstrategi

Verður hugt aftur í tíðina, so var vanligt at tengja lokalsamfelagsmenning at vinnulívsmenning. Um tað vóru nóg nogv – og nóg stabil – arbeiðspláss, so fóru fólk av sær sjálvum at støðast ella enntá flyta til. Tað er jú hetta, ið hevur gjørt bygdir sum Tvøroyri, Klaksvík og Fuglafjørð so stórar. Hetta hava verið íðnaðarhøvuðsstaðir, ið hava gjørt sær dælt av góðum náttúruhavnum, og tað eru eisini hesar bygdirnar, ið saman við Havnini hava havt klassisku stevnurnar – Jóansøku, Norðoyastevnu, Ólavsøku o.s.fr...

Men í dag er alt broytt. Vinnulív er ikki longur ein garantur fyri framburði. Hetta av fleiri ávum:
• Fyri tað fyrsta eru vit farin frá einum íðnaðarsamfelagi til eitt tænastusamfelag, har stórur partur av arbeiðsplássunum eru alment og kommunalt fíggjað.
• Fyri tað næsta – avleitt av tí fyrsta – eru fleiri kvinnur komnar út á arbeiðsmarknaðin, soleiðis at húsarhaldini sum heild hava fleiri pengar um hendi.
• Fyri tað triðja eru vit farin frá at vera eitt arbeiðssamfelag til at gerast eitt frítíðar- og arbeiðssamfelag – í nevndu raðfylgju. Í dag hava tey flestu meiri frítíð enn arbeiðstíð – hóast tað kanska ikki altíð kennist so – og tey flestu hava eisini nóg mikið av peningi at gera spennandi ting í frítíðini.
• Fyri tað fjórða er samfelagið í dag so væl samanbundið við vegum og fjarskiftisskipanum – og samsvarandi akførum og fjarskiftistólum, at tað á ymsar hættir er vorðið stytri millum tey ymisku støðini í landinum

Alt hetta ger mentanina alsamt meiri neyðuga fyri lokalsamfeløgini. Nógv av almennu arbeiðsplássunum fáast við mentanarframleiðslu á ymiskum stigum: Barnagarðar, skúlar, miðnámsskúlar, hægri lærustovnar, kirkjur. Alt hetta eru liðir í almennu mentanarligu føðiketuni, ið skal ala ungdómin upp til at gerast vælvirkandi samfelagsborgarar við nøktandi mentanarligum kapitali. Eisini privatu tænastuvinnurnar snúgva seg í stóran mun um mentanarframleiðslu – miðlar, lýsingar, kunningartøkni, turismu o.s.fr. Og samanlagt merkir mentanarsnúgvingin á arbeiðsmarknaðinum, at gróðrarbotnurin fyri mentan í lokalsamfelagnum eisini verður gøddur: Tað verða fleiri, ið duga at arbeiða við mentan. Og fleiri, ið eftirspyrja mentan. Og ikki minst: fleiri og betri lønir, ið kunnu gjalda fyri tey mentanartiltøk, ið verða fyriskipað.

Tí latum okkum innsíggja tað: Modernað mentan kostar! Og ein partur av mentanarsnúgvingini í samfelagnum snýr seg um at nøra hugburðin um, at man sjálvandi skal gjalda fyri mentanarligar upplivingar. Ikki tí. Mentan hevur sjálvandi altíð verið. Munurin er bara, at í dag síggja vit eitt størri arbeiðsbýti millum útboð og eftirspurning av mentan, meðan mentanin fyrr var meiri sjálvsøgd og ósøgd – nakað, ið var beinleiðis tengt at sosialu sambondunum í og kring gerandislívið.


Mentan í gerandisdegnum

Í byrjanini kallaði eg Varmakelduna fyri eitt mentanarligt blómutyssi. Men vit mugu ikki gloyma, at tað skjótt aftur er gerandisdagur. Og vit mugu ikki gloyma, at mentanin skal liva víðari – um ikki í fullum blóma, so á einum sunnum gróðrarbotni. Mentan er jú ikki bara nakað serstakt, men eisini nakað gerandisligt. Mentan er nakað, ið skapar meining og trivnað í einum lokalsamfelagi. Vit kundu ímyndað okkum hvussu trivnaðurin hevði verið, um allur Fuglafjørður sá út sum havnarlagið norðureftir: Stál, asfalt og betong lagað til eftir einum búskaparligum rationali. Men tey, ið kenna Fuglafjørð, vita, at bygdin er meiri enn bara íðnaður. Bygdin hevur eitt stórt og gott vakstrarlag av mentan. Og Fuglafjørður er so heppin í mun til nógvar aðrar bygdir at hava eitt mentanarhús – ein mentanarmiðdepil, ið kann hýsa og framleiða mentan av øllum møguligum slagi. Saman við øðrum mentanarstøðum sum Piddasahandli, bókasavninum, skúlanum, kirkjuni og Siloa eru allar fyritreytir til staðar fyri at skapa eitt gott og ríkt mentanarlív.

Men at eitt lokalsamfelag er mentað merkir ikki bert, at har eru nógv tiltøk at fara til. Við at satsa upp á mentan, verður lokalsamfelagið eisini sjónligari í stórsamfelagnum. Mentan er ein háttur at “branda” eina bygd – at gera hana áhugaverda fyri vitjandi. Og her stendur Mentanarhúsið sum eitt serliga sterkt symbol – sum nakað, ið fá onnur støð í landinum megna at bjóða. Og við Mentanarhúsinum meini eg ikki einans við bygningin, men við alla organisatiónina rundan um húsið.

Tí eitt ríkt mentanarlív skapar eisini organisatoriskar møguleikar. Fólk gerast von við at fara undir størri tiltøk. Tað verður lættari at finna onkran við hóskandi know-how, ið kann hjálpa við teimum uppgávum man ikki sjálvur megnar. Summi duga eitt og onnur duga annað. Men við einum ríkum mentanarlívi fær man eitt breitt útboð av know-how, ið ger at tað ikki kenst so møtumikið at fara í holt við stórar verkætlanir.

Og í síðsta enda kann ein ríkur mentanarligur kapitalur vera við til at styrkja tann sosiala kapitalin: netverkini bæði innanhýsis í lokalsamfelagnum og úteftir til onnur øki og onnur lond. Og í besta føri vil samanrenslið av hugskotum og sambondum kunna skapa vinnulig nýbrot og harvið økonomiskan kapital.

Men mest beinleiðis búskaparliga ávirkanin stendst av, at lokalsamfelagið verður meiri attraktivt sum bústaðarpláss. Hetta gevur kommunalar skattainntøkur. Og tað er framvegis soleiðis í dag, at inntøkuskattur verður goldin eftir bústaði og ikki eftir t.d. hvar man arbeiðir ella hvar man gagnnýtir flestar tænastur.


Mentanarhúsið sum miðdepil

Vit standa her í dag frammanfyri einum av størstu aktivunum hjá Fuglafirði: Mentanarhúsinum. Tað hevur ofta siglt tungan sjógv, og tað er ikki bíligt at reka. Men bygdin megnar at lyfta uppgávuna tað er at halda og reka ein mentanarmiðdepil av hesi stødd. Men sum sagt. Tað krevur ein innsats! Tingini koma ikki av sær sjálvum.

Neyðugt er við góðari manning fyri at framleiða mentan – líkamikið um tað er í skúlahøpi, í ítróttarhøpi, í kirkjuhøpi ella í mentanarhúshøpi. Húsið hevur júst fingið ein nýggjan leiðara og hevur eina virkna nevnd og eitt kommunustýri, ið sýnir húsinum vælvild.

Eg vil nýta síðstu orð av hesi røðu til at heita á fólk um at sýna okkara mentanararbeiðarum størstu virðing. Tey hava uppiborið tað, og tey flestu av okkum eru fegin um tey felags mentanartiltøk, ið eru her í bygdini.

Eitt herðaklapp til mentanarbygdina Fuglafjørð. Og eitt herðaklapp til øll tykkum, ið stórt sum smátt skipa fyri Varmakelduni og øðrum mentanarligum tiltøkum!

Framhaldandi góða Varmakeldu!

Comments

Popular posts from this blog

Er Kommunuvalskipanin nøktandi?

Í Tórshavnar kommunu fekk Javnaðarflokkurin 41,3% av atkvøðunum til kommunuvalið, men hetta gav heili 53,8% av býráðslimunum. Orsøkin liggur í sonevnda d’Hondt-uppgerðarháttinum, ið gevur størri flokkum betri sømdir enn smáum. Hesin vansin gjørdist í ár serliga týðiligur í Tórshavnar kommunu, men eisini aðrastaðni, t.d. í Fuglafjarðar kommunu hendi tað sama.
Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur, 14. nov. 12
Hendan greinin snýr seg ikki um hvørt hesir listar hava uppiborið teirra nývunna absolutta meiriluta, tí tað hava teir, tí soleiðis er vallógin. Men hvat er tað nú lógin í grundini sigur?
“§ 19. Stk. 2. Fyrst skal verða avgjørt, hvussu nógv valevni skulu verða vald fyri hvønn valevnislista. Samlaða atkvøðutalið fyri hvønn valevnislista verður at býta við 1, 2 3 o.s.fr., til hvørt atkvøðutalið er býtt við tali eins stórum og talið á sessum, sum avvarðandi valevnislisti kann hugsast at fáa í mesta lagi. Hægsta býtingartalið, sum soleiðis kemur fram, gevur tí lista, sum fær tað …

Føroyskur politikkur – moralpolitikkur

Føroyskur politikkur hevur søguliga verið lýstur við tveium ásum: vinstra/høgra og loysing/samband. Men seinastu tíðina hevur nógv verið tosað um, at vit nú byrja at síggja enn ein “etiskan” ás í føroyska politiska landslagnum, ið meiri byggir á moralskar spurningar enn á konkret valdsforhold og ræðisrætt á málsøkjum.

Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur

Ein “etiskur ásí” er í ávísan mun við at taka skap í føroyskum politikki. Moralur fyllir alsamt meiri í politiska landslagnum, og her er í seinastuni komið til skarpskeringar millum “moralkonservativ” og “moralprogressiv”, m.a. í víðagitna málinum um §266b. Tó er tað serliga tann konservativi (serliga religiøst-konservativi) bógvurin, ið hevur trinið inn á politiska landslagið, meðan tað saknast eitt "progressivt" alternativ.

Í Danmørk finst ein slíkur etiskur ási, har Dansk Folkeparti tekur at kalla somu
fremmandra- og framburðs-ivasomu støðu sum Miðflokkurin í Føroyum (tó er DF nationalt-konservativur, meðan MF er reli…

Útlendskar kvinnur í Føroyum - ein javnstøðutrupulleiki – og –møguleiki

Grein við støði í framløgu fyri Javnstøðunevndina á Fólkafundinum í Hoyvíkar skúla 21. Sept. 2012.
Føroyingar hava søguliga ikki havt serliga nógvar útlendingar, um sæð verður burtur frá dønum, ið hava búsett seg í Føroyum. Útlendingur skal vanliga skiljast sum ein, ið er føddur aðrastaðni enn í Føroyum, men í hesi greinini viðgeri eg einans útlendingar frá ikki-Norðurlondum.
Rákið seinastu árini hevur verið, at tað koma alsamt fleiri útlendskar kvinnur til Føroya, og hesar eru nú við at verða ein týðandi samfelagsbólkur í ymiskum pørtum av landinum. Vit vita sera lítið um tær, men í stóran mun verða tær giftar við føroyskum monnum. Til ber at siga, at fráflytandi føroysku kvinnurnar skapa eitt tómrúm, ið í ávísan mun verður fylt av hesum útlendskum kvinnum.
Hvar koma útlendingarnir so frá? Við fyriliti fyri, at hagtølini tíverri eru sera ófullfíggjað, hómast tó nøkur mynstur. Flestu útlendingar koma frá “Europa annars”, tvs. Europa uttan Norðurlond, og her eru menn í yvirtali seinnu…