Thursday, November 19, 2009

Sosial úrveljing – ein grundtreyt í liberala samfelagnum

Fyrilestur hildin fyri studentslesandi í Hoydølum 19. novembur 2009


Ræðusøgur

Tá vit hoyra orðið úrveljing – ella uppaftur verri: sosiala úrveljing – verða tankarnir mangan leiddir yvir á Nazi-týskland. Hugsjónin um rasureinsing, um at tað finst eitt harrafólk, at tey sterkastu skulu yvirliva... Nazistarnir vóru sannførdir um, at teir vóru útvaldir og harvið betri enn onnur fólkasløg.

Og í nýggjari tíð verður hugsað um at týna mannafostur, ið bera brek – tí tað ber til tøkniliga. Tá vit hugsa um úrveljing, eru vit á løgnan hátt komin at hugsa um aktivar, diskriminerandi handlingar.

Men vit hugsa minni um alla ta diskriminering, ið fer fram ótilvitað. Um alla ta diskriminering, ið ikki er beinleiðis aktørbaserað, men verður góðtikin av okkum øllum – kanska sum nakað “náttúrligt”. Til dømis, at nøkur eru rík, meðan onnur einki eiga. Arvur er í sær sjálvum ein samfelagslig diskriminering, ið tey fægstu tora at siga nakað ímóti – serliga ikki tey av borgarligum observansi.

Men í einum heimi við avmarkaðum tilfeingi vilja, privilegii fyri nøkur altíð innibera vanbýti fyri onnur.


Sosialt rættvísi

John Lennon skrivaði í 1971 ein sang, ið nevnist Imagine. Hetta er ein klassikari av teimum heilt stóru, og Lennon syngur her um ein heim, har øll liva í friði og náðum. Eg skal sitera nøkur brot úr sanginum. Hann endar fyrsta vers við hesum orðunum:

“Imagine all the people
Living for today”

Ímyndið tykkum, at øll fólk livdu fyri dagin í dag. Síðani útgreinar hann sín boðskapi í næstu ørindunum:

“Imagine there's no countries
It isn't hard to do
Nothing to kill or die for
And no religion too
Imagine all the people
Living life in peace”

“Imagine no possessions
I wonder if you can
No need for greed or hunger
A brotherhood of man
Imagine all the people
Sharing all the world”

Ja, hetta er sjálvandi ein illa duldur kommunistiskur slagsangur. Ein vakur, men utopiskur tanki um at øll kapping millum einstaklingar og lond hvørvir og at “øll liva sum ein” – “and the world will live as one”. Trupulleikin er bara, at hetta er veruleikafjart. Í minsta lagi síðani kommunistiski eysturheimurin fall og síðani sokallaða ”kommunistiska” landið Kina av álvara er vorðið eitt kapitalistiskt samfelag, er tað trupult at varðveita ein dreym um at øll skulu vera líka. Veruleikin er, at í dag kappast einstaklingar móti hvørjum øðrum, eins og lond kappast móti hvørjum øðrum. Tað er ein avmarkað nøgd av virðum í heiminum, og man er noyddur at gera ein innsats fyri at fáa lut í hesum virðunum. Gaman í hava semi-sosialistisku Norðurlondini í dag skipanir, ið tryggja nøkur grundlivikor fyri sínar borgarar, men framvegis noyðast eisini Norðurlondini at vinna pening at fíggja vælferðina við.

Eg ivist onga løtu í, at nógv av tykkum her í salinum í dag liva eftir Carpe Diem tankagongdini – ”living for today”. Tað gjørdi eg í hvussu er sjálvur, tá eg gekk í student. Tað hevði meiri at siga hvat hendi í dag enn hvat fór at henda í morgin. Eitt ella annað stað er miðnámsskúlin eisini eitt stað, har ungfólk skulu sleppa at mala í blindum til tey at enda vakna. Eg ásanni fult og heilt, at man lærir nógv av at gera feilir og at knalla høvdið inn í forðingar. Tit fara nokk at uppdaga, at tað hevur avgerandi týðning fyri tykkara lívsleið at hugsa um morgindagin – og ikki einans dagin í dag. Um tit ikki uppdaga tað, so kann tað vera, at Frelsunarherurin tekur væl móti tykkum niðri á nýggja Herberginum...

Men hyggja vit víðari eftir boðskapinum hjá Lennon, so ímyndar hann sær at øll lond skulu hvørva, soleiðis at einki verður at berjast fyri; at øll fólk í heiminum skulu liva í friði. Eingin skal eiga nakað, øll skulu hava jøvn livikor og deila øll virði heimsins.

Tit kunnu sjálvandi vóna, at heimurin fer at broytast, soleiðis at tit kunnu fáa mannsømilig kor uttan at gera ein innsats. Men eg hevði ikki satsað upp á tað, tí hví skulu tey, ið eiga heimin, frásiga sær síni privilegiir? Tað kann ikki henda uttan drúgvan og miðvísan politikk av sosialistiskum karakteri. So leingi tað varar mugu tit góðtaka, at um tit ikki knappliga arva fleiri miljónir ella vinna í einum lottaríi, so vil besti kjansurin hjá tykkum vera at menna nakrar førleikar, ið gjøgnum arbeiði kunnu vekslast til ein støðugan inntøkufloym.


Javnrættur og javnstøða

Fyri tíðina er sokallaða javnstøðukjakið nógv uppi at venda. Eg skal sjálvur halda almennan fyrilestur um hetta evnið komandi mikukvøld á Søgu- og samfelagsdeildini. Í hesum viðfangi verður eisini gjørdur munur á javnstøðu og javnrætti.

Javnstøða merkir, at fólk hava jøvn kor – javnar lønir, javnar bústaðamøguleikar o.s.fr.

Javnrættur merkir hinvegin, at fólk hava somu grundtreytir – møguleika at fáa somu løn og møguleika at fáa somu útbúgvingar.

Javnrættur er ein fyritreyt fyri javnstøðu, men er als ikki nøkur garanti fyri javnstøðu. Í Føroyum í dag hava vit í stóran mun fingið javnrætt. Fólk verða ikki beinleiðis forðað í at taka sær ávísar útbúgvingar. Man er ikki føddur inn í eina stætt, eins og tað formliga heldur ikki finnast mannfólkastørv og konufólkastørv longur – partvíst undantikið militerið, sjálvandi.

Men hóast tað er javnrættur á m.a. arbeiðs- og útbúgvingarmarknaðinum, so ger javnstøða seg ikki galdandi. Summi størv og summar útbúgvingvar verða dominerað av kvinnum, onnur av monnum. Tað eru jú tit sjálvi her inni, ið fremja nøkur val. Tað er ikki soleiðis, at akkurát 50% av øllum kvinnum verða tvingaðar til at arbeiða sum flogskiparar ella at 50% av øllum monnum verða tvingaðir til at arbeiða sum pedagogar. Tit velja tykkum inn á útbúgvingar og størv, ið hóska til tykkara talentir og áhugar. Men tit velja tykkum eisini inn á størv og útbúgvingar, ið samfelagsins normar spora tykkum inn á.

Tað eru jú tit sjálvi, ið avgera hvørja útbúgving og hvat arbeiði tit fara at fáa tykkum. Og tykkara val kemur at fáa avgerandi týðning fyri tykkara livikor og inntøkumøguleikar í framtíðini. Longu her í studentaskúlanum hava tykkara val (ella vantandi val) týðning fyri tykkara framtíðar lívsleið. Við at velja ávísar vallærugreinir frá, velja tit eisini nakrar útbúgvingarmøguleikar frá. Við at velja skúlating frá og Carpe Diem til, fáa tit eisini lægri karakterir og skerja harvið eisini tykkara útbúgvingarmøguleikar.

Líkamikið um tit velja til ella velja frá, so vil sosiala úrveljingin fara fram undir øllum umstøðum. Har er eingin vegur uttan um.

“You may say that I'm a dreamer” syngur Lennon víðari í niðurlagnum. Jú, takk, tað er vist og sagt. Lennon var ein droymari, ið megnaði at tjena pengar fyri at syngja um sínar dreymar. Men tit skulu ikki halda, at tað er nøkur stórvegis dýpd í hansara boðskapi.


Sosial selektión í studentaskúlanum

Selektión fer eisini fram her á studentaskúlanum. Nøkur av tykkum klára seg óivað væl her á staðnum. Tit gera tykkara ting til lítar. Lesa upp á hvørju ferð. Brúka neyðuga tíð og orku til uppgávur. Møta væl uppløgd til undirvísingina. Nýta tíð upp á at reflektera lærdómin í mun til tykkara lív annars. Tit verða lønt við høgum støðumetum, og hesi støðumet eru eitt beinleiðis atgongumerki til tær bestu og mest gevandi útbúgvingarnar. Men góðu støðumetini fjala eisini útyvir, at tit eru dugnaligir og disciplineraðir persónar, ið megna at fyrihalda seg til krøvini, ið umhvørvið setir tykkum. Og ikki minst: tit duga at prioritera hvat hevur týðning her í lívinum.

Ímyndið tykkum ein studentaskúla uttan støðumet... Ímyndið tykkum, at líkamikið hvussu nógv tey dugnaligu her í salinum stríddust, so hevði tann ódugnaligi fingið líka góðar treytir í mun til víðari lesnað? Gaman í høvdu tit dugnaligu havt betri førleikar og tískil klára tykkum betri í framhaldandi lestrinum. Men um tað ongantíð varð gjørdur munur millum skitt og kanel, so hevði tað eisini verið truplari hjá tykkum at avkoða hvat er rætt og skeivt, gott og vánaligt í mun til ta vitan og teir førleikar, ið skulu til fyri at røkja ymiskar positiónir í samfelagnum.

Dugnaskapur og úrveljing ganga hond í hond í einum meritokratiskum samfelagi. Skúlagongd snýr seg ikki um at sita á afturpartinum bara fyri at sleppa víðari í lívinum. Skúlagongd snýr seg um at sosialisera seg inn í tey krøv, ið samfelagið setur til dugnaskap. Tí tað eru ikki einans tykkara framtíðar lestrarstovnar ella arbeiðsgevarar, ið skulu úrvelja tykkum. Tað er í minst líka stóran mun tit sjálvi, ið gjøgnum prioriteringar velja tykkum sjálvum eina framtíð. Við at stríðast fyri søkini kunnu tit gera tykkum nærum óundansleppilig á arbeiðsmarknaðinum. Við at stríðast fyri søkini kunnu tit koma í eina støðu, har arbeiðsgevarar kappast um at sleppa at seta tykkum í starv.

Umvent: um tit ikki stríðast fyri søkini, verða tað tit, ið noyðast at kappast við onnur ódugnalig um at sleppa inn á arbeiðsmarknaðin – ofta til lægst loyvdu løn.

Latum okkum síggja tað í eyguni. Hóast tað kanska er ein vakur tanki, at øll fáa somu livikor – líkamikið talentir, dugnaskap og arbeiðssemi – so er veruleikin ein annar. Veruleikin er, at talent, dugnaskapur og arbeiðssemi er við til at tryggja góð og trygg arbeiðskor, góða løn og høga prestisju í samfelagnum. Og tað eru fyrst og fremst hvør einstakur tykkara, ið hevur skyldina, um tit ikki megna at úrvelja tykkum sjálvi.


Sámal Matras Kristiansen,
samfelagsfrøðingur

No comments:

Valið millum arbeiði og frítíð

Prentað sum kronikk í Dimmalætting 4. august 2017 Í løtuni hava nógvir føroyingar summarfrí. Dagligu pliktirnar eru lagdar til síðis na...