Sunday, February 28, 2010

Fyrst førleikar – síðani vald!












Fyrsta grein av trimum

“Um kvinnur skulu hava ávirkan innanfyri privat vinnulív, so mugu tær eisini hava eitt meiri ambitiøst starvsval, ið gevur teimum førleikar til privatar oddasessir.”

Tað eru søguliga mannfólkini, ið hava dominerað føroyska vinnulívið. Samfelagið er heilt upp til eftir 2. heimsbardaga bygt upp eftir einum siðbundnum leisti við manninum í forsyrgjaraleiklutinum. Kvinnur arbeiða meðan tær eru ungar, men eftir at tær verða giftar, gerast arbeiði til heimaarbeiði, meðan teirra leiklutur í pengabúskapinum meiri at kalla verður hjáputur.

Hyggja vit eftir tølunum, síggja vit, at vit framvegis ikki heilt eru komin burtur úr hesum mynstri, hóast tað er gingið rætta vegin. Miðskeiðis í 80’unum fáa kvinnurnar einans knapt 28 % av samlaðu lønarinntøkunum. Í 2008 er hetta talið komið upp á næstan 38 % av samlaðu lønarinntøkunum, hóast langt er eftir, áðrenn javnstøða er í lønarlagnum.

Kvinnur velja tryggleika

Gongdin gongur sostatt javnt, men sera spakuliga, mótvegis javnstøðu á lønarøkinum, men relativt sæð er tað betri fyri kvinnurnar, tá tíðirnar ikki eru so góðar. Ein av orsøkunum til hetta er uttan iva tað markanta tryggleikaelementið í teirra starvsvali.

Meðan menn hava lyndi at velja meiri váðafull arbeiði innanfyri ymiskar privatar vinnur, velja kvinnur ofta tey tryggaru almennu størvini. Hesi eru góð í ringum tíðum, men gerast vanliga lønarlagsligir eftirbátar í góðum tíðum.

Hyggur man nærri eftir tølunum, sæst, at kvinnur kláraðu seg relativt verri í uppgangstíðunum seinast í 90’unum og síðani aftur í uppgangsárunum 2006-7. Umvent kláraðu kvinnur seg relativt betri í kreppuni í 90’unum og aftur nú í verandi kreppu. Í ringum tíðum eru tað í størri mun menninir, ið enda í arbeiðsloysi.

Verður hugt eftir nýggjum tølum frá ALS, sæst eisini týðiliga, at kvinnur fylla relativt minni í arbeiðsloysishagtølunum, nú tíðirnar verða verri.

Mótsetningur millum javsntøðu og framburð?

Tað er ein trupulleiki, um javnstøðan skal hava gagn av, tá tíðirnar eru minni góðar. Hetta er ikki eitt gott grundarlag fyri javnstøðukjakið, tí tá íkemur ein mótsetningur millum javnstøðu og framburð.

Um tað skal vera soleiðis, at javnstøða krevur ein lægri vøkstur – t.d. við relativt sæð at flyta størv frá tí almenna til tað privata, so mugu vit umhugsa um hetta er ein gongd leið. Tí ríkidømið hjá einum opnum búskapi sum Føroyum er treytað av okkara kappingarføri mótvegis øðrum londum, og vit eru – um vit vilja tað ella ei – í harðari kapping við onnur lond um inntøkurnar og harvið vælferðina.

Vit eiga eisini at gera upp við okkum sjálvi, um vit ynskja eina statsdrivna ella eina marknaðardrivna javnstøðu. Skal javnstøðan – sum nú – í høvuðsheitum berast fram gjøgnum økt skattatrýst? Ella skal javnstøðan heldur berast fram av at kvinnur í størri mun gerast váðafýsnar á privata arbeiðsmarknaðinum? Hetta kann vera ein provokerandi mótsetningur, tí harvið verður javnstøðukjakið møguliga eitt kjak um javnað kontra framburð, og tað kann um nakað skapa split í javnstøðustrembanini.

Um man ynskir eina marknaðardrivna javnstøðugongd, so er neyðugt at menna kvinnulig talent innanfyri allar vinnur – her er upplýsing og útbúgving ein avgerandi táttur. Um man hinvegin ynskir eina meiri statsdrivna javnstøðugongd, so eru vit á rættari leið. Vit hava í dag ein stóran, almennan umsorganargeira, ið hevur gjørt konufólk meiri aktiv á arbeiðsmarknaðinum. Frá at veita ólønta umsorgan í heimunum, fáa kvinnur nú løn fyri at veita umsorgan.

Góðu tíðindini eru undir øllum umstøðum, at arbeiðsfrekvensurin hjá kvinnum eftirhondini er komin heilt upp á 48,5%, ið harvið ger, at javnstøða væl og virðiliga er rokkin. At inntjeningin sum áður nevnt ikki heilt fylgir við er so ein onnur søk.

Eisini javnstøða á botninum

Tað finnast ymiskar frágreiðingar um hví kvinnur hava lyndi at velja tey tryggu og fleksiblu størvini í tí almenna – serliga innanfyri umsorganarvinnur og uppalingarvinnur. Eg skal ikki fara niður í lív- og sálarfrøðiligar grundgevingar her, men einans staðfesta, at kvinnur og menn hava ymiskt forhold til samfelagið.

Valið hjá hvørjum einstaklingi er í sjálvum sær við til at skapa akkumuleraðar ymiskleikar millum kynini. Faktum er, at kynini eru ymisk, og hetta hevur helst nógv meiri at gera við mentan (herundir sjálvundirkúging) enn við aktiva undirkúging, ið verður framd av “óreinum, maskulinum antagonistum”.

Vit eiga av røttum at spyrja, um kvinnur ikki áttu at tikið seg um reiggj heldur enn at grenja um undirkúging.

Hví skulu kvinnur krevja sæti í privatum nevndum innanfyri framleiðslu- ella flutningsektorin, tá tær ikki skoyta um størvini niðast í hesum sektorunum? Áðrenn kvinnur kunnu krevja javnrætt innanfyri privatar leiðslur og nevndur, kundi tað verið eitt hugskot at uppbygt eina javnari kvinnuliga umboðan heilt frá í neðra og upp.

Sum nú er hava kvinnur ein semi-sosialistiskan vinkul upp á samfelagið – tað er gjøgnum tað almenna, at sigrarnir skulu vinnast, og gjarna frá í erva og niður. Hetta er sjálvandi ein møguleiki, men eftir mínum tykki er tað ivasamt hvussu gagnlig hendan strategi í grundini er.

Sjálvandi er tað í lagi at promovera kvinnur í politikki og annars at styrkja støðuna hjá kvinnum innanfyri almenna sektorin. Men javnstøðuhugtakið átti at verið breitt út til eisini at styrkt diskursivu og praktisku fatanina av, at kvinnur eisini kunnu – og eiga at – átaka sær váða og harvið gerast ein partur av privatum vinnum. Hetta er truplari, tí privati sektoruruin ikki sum almenni sektorurin kann regulerast til størri javnstøðu, men onkursvegna er tað hálvhjartað – fyri ikki at siga óseriøst – ikki eisini at fokusera á privata sektorin.

Liberalistisk ella sosialistisk javnstøða?

Tað finnast í høvuðsheitum tveir hættir at tala fyri javnstøðu. Tann eini er tann liberalistiski, ið sigur, at kvinnur – ella aðrir bólkar – ikki skulu forðast í at gera tað teimum lystir í samfelagnum. Tann seinni er tann sosialistiski – reyðsokkafeministiski – ið sigur, at kvinnur – ella aðrir bólkar – beinleiðis skulu hjálpast at gerast javnbjóðis partar av samfelagnum. Onkuntíð verða hugtøkini javnrættur og javnstøða nýtt til at skilja millum hesar báðar týðningarnar.

Tekur man eitt liberalistiskt sjónarmið, so skal tað vera upp til kúgaðu bólkarnar at reisa seg í mun til aðrar bólkar. Við at arbeiða seg upp úr neðra, kann man arbeiða seg upp úr ongum og gerast nakað stórt. Í praksis merkir hetta ikki, at øll skulu metast líka, men at eingin skal vera fyri mismuni vegna ósakligar grundgevingar – t.d. húðarlit, átrúnað, kyn o.a. Í staðin fyri fordómar, traditión og nepotismu, hugsar liberalistiski javnstøðufortalarin um hvat fólk duga – ikki hvørji tey eru. Tað skal vera dugnaskapur, ið avger hvørji fólk røkka hægstu sessunum í samfelagnum.

Tað at áseta kvotur fyri hvussu nógvar kvinnur skulu vera í privatum fyritøkum, er ein stór uppgerð við liberalistiska tankagongd og hinvegin ein sigur fyri sosialistiska tankagongd. Sostatt kemur ein ikki uttan um, at javnstøðukjakið eisini er eitt hugsjónarligt kjak. Øðrumegin eru liberalistar og sosialistar, ið eru samdir um javnstøðumálið, men ikki um háttin at náa málinum. Hinumegin eru tey javnstøðu-konservativu, ið per definitión ikki ynskja javnstøðu.

Niðurstøða

Oddasetningurin var: “Um kvinnur skulu hava ávirkan innanfyri privat vinnulív, so mugu tær eisini hava eitt meiri ambitiøst starvsval, ið gevur teimum førleikar til privatar oddasessir”. Men um hetta skal vera satt, er neyðugt at leggja seg á eitt liberalistiskt javnstøðuhugtak. Hevur man konservativ ella sosialistik sjónarmið, kann útsøgnin helst ikki nýtast til nakað serligt, tí so er man antin ósamdur við málið ella metoduna.

Undir øllum umstøðum má javnstøðukjakið eisini síggjast út frá einum hugsjónarligum sjónarmiði. Tað er grundleggjandi óseriøst at diskutera javnstøðu, uttan eisini at avklára hvat slag av búskaparskipan vit skulu hava.

Sámal Matras Kristiansen,
samfelagsfrøðingur

Valið millum arbeiði og frítíð

Prentað sum kronikk í Dimmalætting 4. august 2017 Í løtuni hava nógvir føroyingar summarfrí. Dagligu pliktirnar eru lagdar til síðis na...