Tuesday, March 2, 2010

Javnstøða fyri øll – ikki einans kvinnur!










- Triðja grein av trimum

“Javnstøða hyggur ikki einans eftir kynsgjónni, men eftir eini ørgrynnu av sosialum gjáum í samfelagnum.”

Ein trupulleiki við javnstøðukjakinum er, sum nevnt í undanfarnu grein, at kynini ikki einans verða sett á sama støði, men at tey eisini skulu vera líka.

Javnstøða er í ov stóran mun vend móti at fáa kvinnur at vera sum menn – og at fáa menn at vera sum kvinnur. Men er tað í grundini hetta, javnstøða skal snúgva seg um? Er javnstøðuhugtakið ikki vorðið eitt moraliserandi hugtak, heldur enn ein roynd at ávirka samfelagið ein ávísan veg út frá einum yvirskipaðum, hagfrøðiligum grundarlagi.

Mín fatan er, at javnstøða nettup ikki skal vera eitt háttalag, men eitt yvirskipað mál. Tað skal ikki vera soleiðis, at kvinnur, ið ikki hava hug at átaka sær valdspostar, skulu niðurgerast í mun til “Yuppie-kvinnurnar”. Og tað skal heldur ikki vera soleiðis, at menn, ið hava hug at átaka sær valdspostar, skulu síggjast sum ein hóttan móti Yuppie-kvinnunum.

Menniskju eru ymisk – allir menn eru ikki líka – og allar kvinnur eru ikki líka. Javnstøða má eisini merkja, at menn við góðari samvitsku kunnu gerast pedagogar og sjúkrasystrar og at kvinnur við góðari samvitsku kunnu gerast skiparar og lastbilførarar.

Javnstøða sum møguleiki – ikki ein skylda

Javnstøða merkir eftir míni fatan, at tað finnast javnbjóðis møguleikar, og at kynini meiri ella minni troyta hesar møguleikar í sama mun. Hetta merkir ikki, at allar kvinnur skulu vera karrierukvinnur. Hetta merkir heldur ikki, at allir menn skulu skifta blæur og støvsúgva. Tað finnast nógvar kvinnur, ið gjarna vilja nýta tindarnar av sínum lívi til at uppala eina familju. Og er nakað galið við tí? Tað finnast eisini nógvir menn, ið gjarna vilja nýta tindarnar av sínum lívi til at tjena eina rúgvu av peningi til húsarhaldið. Og tað sigur seg sjálvt, at her kann talan vera um tveir persónar, ið hóska væl saman sum par.

Umvent – og hetta er fullkomiliga avgerandi fyri javnstøðukjakið – eigur tað ikki at verða sæð niður á teir menn, ið munnu hava hug til at vera heimagangandi, ansa eftir børnum, gera mat – og kanska fáast við seyð og gæs ella pjøssast upp á hús og urtagarð. Normarnir í verandi samfelagi høvdu sett ein slíkan mann í ringt ljós. Man hevði kallað hann tuflaðan ella eina fiasko. Kanska enntá eitt sindur smáklikkaðan...

Javnstøða snýr seg júst um eisini at loyva monnum at átaka sær teir leiklutir, ið søguliga hava verið tengdir at kvinnunum. Og hondina á hjartað: vil tað ikki vera perfekt fyri eina hartarbeiðandi karrierukvinnu at hava ein heimagangandi mann, ið tekur sær av tí mesta í heiminum?

Undirkúgaðu menninir

Tað er púra greitt, at í síni heild – hagrøðisliga sæð – eru kvinnur meiri undirkúgaðar enn menn – bæði heima í Føroyum, men í uppaftur størri mun um farið verður til minni framkomin lond. Men meðan vit taka so synd í kvinnunum, eiga vit heldur ikki at gloyma, at tað eisini finnast kúgaðir menn*.

Ein víðgongdur feministur hevði kanska hildið hetta verið gott – kanska sum okkurt slag av søguligum rættvísi. Men tey, ið fyrihalda seg nøkulunda seriøst til javnstøðu mugu eisini fyrihalda seg til tann veruleika, at eisini menn koma illa fyri í samfelagnum, serliga tí teir hava trupulleikar í mun til útbúgvingarskipanina. Tað finnast ikki so nógv tøl um hetta í Føroyum, men tøl vísa týðiliga, at í fólkaskúlanum eru nógv fleiri dreingir enn gentur, ið hava trupulleikar í skúlanum og tískil hava tørv á serligum tilboðum.

Eisini siga tey, ið hava vitan um lesifrálæru, at tað er munandi tyngri at fáa dreingir at sýna skúlagongdini áhuga.

Hetta skal ikki síggjast sum ein háttur at skáka sær undan trupulleikanum við kvinnukúgan, men ein háttur at vísa á, at javnstøða má hugsast báðar vegir. Tíverri er tað framvegis rættiliga tabuiserað at tosa um javnstøðu til frama fyri menn. Danski mobilitetsgranskarin Martin Munk kemur inn á hetta í eina samrøðu við Politiken 24. oktobur 2009 (mín leysliga umseting)**:

”Eingin tosar um tað – og slettis ikki feministarnir”

“Men Danmørk er í fullari ferð at skapa eitt stórt proletariat av monnum uttan lestrarprógv ella arbeiði, ið verða avvístir av bæði arbeiðsgevarum og kvinnum og sum leggja trýst á Mændenes Hjem og almennu kassarnar. Tað er tíðarinnar nógv størsti javnstøðutrupulleiki. Hóast hetta leggja elitufeministarnir meiri dent á, at teirra egnu døtur fáa møguleika at fáa ein nevndarsess í vinnulívinum.”(...)

”Menn eru bæði á tindunum og í botninum. Poengið er, at frástøðan millum teir, ið klára seg væl og illa, er munandi størri millum menn enn millum kvinnur. Dugnaligu menninir fara framhaldandi at gerast stjórar, og framtíðarinnar hjúnabandsmarknaður fer at gerast eitt sjálvtøkuborð fyri teir. Men menninir í botninum tapa. Hvørki arbeiðsgevarar ella kvinnur vilja hava teir, og teir verða útihýstir frá felagsskapunum.”

Tørvur á betri hagtølum

Vit hava ikki sama góða hagtalsgrundarlag í Føroyum sum í Danmørk, men tá samfelagið verður alsamt meiri avíðnaðargjørt, vil tað verða truplari hjá óútbúnum monnum at finna ein hóskandi leiklut í einum samfelagi, har nærum øll arbeiði krevja eina ávísa førleikamenning. Hetta kundi eisini verið hóskandi at fingið fram í komandi mann... ups eg meini fólkateljingini í 2011.

Skulu vit fáa eitt meiri kvalifiserað javnstøðukjak, er tað neyðugt við størri hagfrøðisligari vitan um nógvar ymiskar partar av javnstøðumálinum. Tað er nógv lættari at leggja dent á viðurskifti, ið eru væl dokumenterað, og serliga um tey eru kvantitativt dokumenterað. Inntil víðari má supplerast við kvalitativum tulkingum ella enntá leysligum hillingum. Vónandi síggja teir ymisku javnstøðufremjandi aktørarnir hvussu týðandi tað er at framleiða óundansleppiliga vitan um javnstøðumálið.

Oddasetningurin var: “Javnstøða hyggur ikki einans eftir kynsgjónni, men eftir eini ørgrynnu av sosialum gjáum í samfelagnum.” Hetta tykist ikki at vera satt. Hóast javnstøða í prinsippinum er eitt kynsneutralt hugtak í Javnstøðulógini, so er trupult at síggja tiltøk til frama fyri monnum, eins og tað sjáldan hoyrast javnstøðurøddir, ið verja kvinnur, ið veruliga hava hug at satsta upp á familjuuppaling. Tað er spell, at javnstøða nærum er vorðin eitt slag av “Miðflokki við umvendum fortegni”, tí tað eru nógv sera umráðandi mál, ið kundu verið innfangað av javnstøðuhugtakinum.

Sosial og geografisk javnstøða

Javnstøða snýr seg um so nógv annað enn at veita “Yuppie-kvinnum” valdspostar. Tað finnast nógvir aðrir undirkúgaðir samfelagsbólkar enn teir kynstengdu. Vit hava seinastu árini havt eina nevnd, ið skuldi arbeiða fyri øktum kvinnuleikluti í politikki. Navnið er “Demokratia”, og tað er í grundini eitt misvísandi heiti, tá undirheitið meiri sigandi er “Nevndin fyri øktum kvinnuleikluti í politikki”. Eg kundi ímyndað mær eina nýggja endamálsorðing fyri Demokratia, ið snýr seg um at breiða út demokratiska valdið til so nógvar samfelagsbólkar sum gjørligt. Tað eru nógvir aðrir bólkar enn kvinnur, ið eru undirumboðaðar í politikki:

Um eitt geografiskt øki í landinum er undirumboðað, so átti at verið arbeitt fyri at tryggja hesum økjum luttøku. Enn er geografiska skeiklanin ikki serliga stór, men nú valdømini eru avtikin, er tað stórur vandi fyri, at ávís geografisk øki við tíðini koma at verða fyri vanbýti í politisku skipanini. Og í grundini hava vit longu nú eitt stórt geografiskt vanbýti, tí tá tað kemur til kvinnuumboðan, er hon als ikki geografiskt jøvn. Her eru tað – sum áður viðgjørt – serliga Yuppie-kvinnur úr Streymoynni, ið gera seg galdandi, meðan nógv onnur øki als ikki eru umboðaðar av kvinnum.

Um ein búskaparligur sektorur í landinum er undirumboðaður, so átti at verið arbeitt fyri at fáa hendan sektor betri umboðaðan. Sum dømi kann eg her nevna flakakvinnur, ið einki umboða hava á tingi í dag. Hvør skal umboða flakakvinnuna, er trupult at vísa á. Men man kann í hvussu er argumentera fyri, at ein fiskimaður úr sama øki sum flakakvinnan hevur fleiri áhugamál til felags við flakakvinnan enn alment setta Yuppie-kvinnan hevur.

Eisini aldursbólkar kunnu vera undirumboðaðir. Til dømis eru pensjónistar og lesandi als ikki umboðað í politisku skipanini.

Kynskvotur – kanska ein loysn?

Tosað hevur verið um sokallaðar kynskvotur, ið skulu tryggja, at kvinnur í størri mun koma á ting. Tað kundi verið eitt hugskot, men umvent: nú hava vit avtikið valdømini, so tað vil vera sera dupultmoralskt at seta á stovn tvey “kynsvaldømi” í staðini fyri tey geografisku valdømini.

Tá vit framvegis høvdu valdømini, spældi eg mær við tankanum um at innføra kynskvotering innanhýsis í valdømunum, og mín fatan er framvegis, at hetta hevði verið tann optimala loysnin. T.v.s. at innføra valdømini aftur, men hesaferð við kravi um at tey umdømisvaldu verða býtt javnari millum kynini. Harvið høvdu vit ikki bara fingið økta kvinnuluttøku, men eisini økt møguleikarnar fyri, at aðrar enn “Yuppie-kvinnurnar” koma til valdið.

Umvent eri eg skeptiskur viðvíkjandi privatum nevndarsessum, tí her er tað júst avgerandi, at kvinnurnar fyrst byrja at gera seg galdandi í teimum ymisku sektorunum og síðani byrja at krevja sín rætt út frá teimum førleikum, tær tá hava uppbygt. Tað er munur á politikki og vinnulívi.

Vinnulív má fyrst og fremst uppala fólk við nøktandi førleikum til at taka sær av teimum ymisku uppgávunum, ið organisatiónin krevur. Men í politikki eru førleikar ikki alt. Her er tað av minst líka stórum týðningi, at ymisk áhugamál verða umboðað.

Tað finst eingin háttur fullkomiliga at kombinera frælsi og javnað. Talan vil altíð vera um tvey mótstríðandi grundvirði. Men í einum demokratiskum samfelagi setur man prís upp á bæði og má tí royna at náa ein gyltan millumveg, hóast tað kann vera frustrerandi ikki bæði at kunna uppnáa reint frælsi og reinan javnað.

Og her at enda: Hvussu nógv frælsi hava vit hug til at ofra á javnstøðualtarinum? Hvar skal markið ganga? Tað finst neyvan nakað einfalt svar.

* http://fpn.dk/liv/article1861948.ece

** http://politiken.dk/debat/article815366.ece

No comments:

Valið millum arbeiði og frítíð

Prentað sum kronikk í Dimmalætting 4. august 2017 Í løtuni hava nógvir føroyingar summarfrí. Dagligu pliktirnar eru lagdar til síðis na...