Skip to main content

Posts

Showing posts from March, 2010

Javnstøða fyri øll – ikki einans kvinnur!

- Triðja grein av trimum“Javnstøða hyggur ikki einans eftir kynsgjónni, men eftir eini ørgrynnu av sosialum gjáum í samfelagnum.” Ein trupulleiki við javnstøðukjakinum er, sum nevnt í undanfarnu grein, at kynini ikki einans verða sett á sama støði, men at tey eisini skulu vera líka.Javnstøða er í ov stóran mun vend móti at fáa kvinnur at vera sum menn – og at fáa menn at vera sum kvinnur. Men er tað í grundini hetta, javnstøða skal snúgva seg um? Er javnstøðuhugtakið ikki vorðið eitt moraliserandi hugtak, heldur enn ein roynd at ávirka samfelagið ein ávísan veg út frá einum yvirskipaðum, hagfrøðiligum grundarlagi. Mín fatan er, at javnstøða nettup ikki skal vera eitt háttalag, men eitt yvirskipað mál. Tað skal ikki vera soleiðis, at kvinnur, ið ikki hava hug at átaka sær valdspostar, skulu niðurgerast í mun til “Yuppie-kvinnurnar”. Og tað skal heldur ikki vera soleiðis, at menn, ið hava hug at átaka sær valdspostar, skulu síggjast sum ein hóttan móti Yuppie-kvinnunum.Menniskju eru ymis…

“Javnstøða fyri Yuppie-kvinnur!”

- Onnur grein av trimum“Javnstøða merkir í dag ikki, at kvinnur sum heild skulu hava meiri politiskt vald, men at ungar, vælútbúnar kvinnur skulu hava meiri politiskt vald.” Í almenna kjakinum verða kvinnur sum tað mest sjálvsagda nevndar sum ein bólkur. Tað tykist vera undirskilt, at kvinnur per definitión umboða kvinnur. Soleiðis er tað bara, og tað kann ikki diskuterast. Men tað er neyðugt at seta spurnatekin við, um tað yvirhøvur er gyldugt at umtala kvinnur sum ein felags áhugabólk. Er talan ikki meiri um eitt retoriskt trick, ið diskursivt skal lokka “undirkvinnur“ til at atkvøða fyri “yvirkvinnum”?Mobiliseringin av kvinnum sum felags áhugabólkur hevur eyðnast rímiliga væl, og tað er kanska eisini neyðugt í eini skiftistíð. Men eins og í øllum øðrum áhugabólkum eru “summar kvinnur meiri líka enn aðrar”. Tað eru nakrar idealtypur av kvinnum, ið eru meiri rættar enn aðrar, og hesar idealtypur havi eg til hetta høvið valt at kalla “Yuppie-kvinnur”. Orðið tykist eitt sindur kenslubor…