Skip to main content

Posts

Showing posts from May, 2010

Nøvn, heiti og nyttuvirði í einum atlasi

Upplegg til kjakfund um nýtt føroyskt atlas í Miðlahúsinum 19. mai 2010Hvat skal eitt atlas kunna? Nógv fólk hava eina meining um hetta, og tað er frálíkt. Men tíverri eru fólk sera ymisk á máli um hvat meiningin við einum atlasi er. Vit, ið vara av landfrøðini, hava eina rímiliga greiða fatan av, at eitt atlas er ein hondbók, ið skal stuðla uppundir læring um ymisk viðurskifti, ið skapa tey ymisku umhvørvini á jørðini. Eitt kort sigur sum kunnugt meiri enn 1.000 orð. Eitt gott atlas skal kunna veita skjóta vitan um landfrøðiligar samanhangir – bæði á einum yvirskipaðum støði og møguliga eisini á einum meiri eksemplariskum støði. Staðarnøvnini eru fyrst og fremst ein háttur at lokalisera tey landfrøðiligu fyribrigdini – t.d. veðurlag, streymar, jarðskjálvtar, jarðbotn o.s.fr.Umvent eru onnur, ið ganga meiri upp í at brúka atlasið til at staðfesta hvar t.d. býir, lond o.s.fr. eru í heiminum. Hesi eru meiri orienterað móti landalæru – tvs. at læra um lond – og her er uttanatslæra av sta…