Wednesday, May 19, 2010

Nøvn, heiti og nyttuvirði í einum atlasi

Upplegg til kjakfund um nýtt føroyskt atlas í Miðlahúsinum 19. mai 2010

Hvat skal eitt atlas kunna? Nógv fólk hava eina meining um hetta, og tað er frálíkt. Men tíverri eru fólk sera ymisk á máli um hvat meiningin við einum atlasi er. Vit, ið vara av landfrøðini, hava eina rímiliga greiða fatan av, at eitt atlas er ein hondbók, ið skal stuðla uppundir læring um ymisk viðurskifti, ið skapa tey ymisku umhvørvini á jørðini. Eitt kort sigur sum kunnugt meiri enn 1.000 orð. Eitt gott atlas skal kunna veita skjóta vitan um landfrøðiligar samanhangir – bæði á einum yvirskipaðum støði og møguliga eisini á einum meiri eksemplariskum støði. Staðarnøvnini eru fyrst og fremst ein háttur at lokalisera tey landfrøðiligu fyribrigdini – t.d. veðurlag, streymar, jarðskjálvtar, jarðbotn o.s.fr.

Umvent eru onnur, ið ganga meiri upp í at brúka atlasið til at staðfesta hvar t.d. býir, lond o.s.fr. eru í heiminum. Hesi eru meiri orienterað móti landalæru – tvs. at læra um lond – og her er uttanatslæra av staðarnøvnum ofta í hásæti, meðan landfrøðiligu hugtøkini tykjast viga minni. Tað hevur sostatt meiri at siga hvar ein ávísur býur er, heldur enn at skilja hvørjar landfrøðiligar prosessir gera seg galdandi í økinum.

Hetta minnir eitt sindur um kjakið, ið var fyri nøkrum árum síðani, har Fuglafjarðar kommuna var í tvídrátti við Landsadressuskránna um gøtunøvnini í kommununi. Fuglafjarðar kommuna hevði havt eitt ynski um at lata gøtunøvnini avspegla forn staðarnøvn í bygdini. Við øðrum orðum lá tað eitt søguligt-fagurfrøðiligt rationali aftanfyri navnagávuni. Umvent hevði Landsadressuskráin ta fatan, at gøtunøvn fyrst og fremst skuldu vera ein hjálp til at finna vegin fram.

Mín fatan er, at tað eru tveir innfalsvinklar til ta vitan, ið eitt atlas borðreiðir: Tann fakliga-landfrøðiliga og tann fagurfrøðiliga. Tann fyrra fatanin sær staðarnøvn sum eina metodu: eina felags referansu fyri at tosa um onnur landfrøðilig viðurskifti. Tann seinna fatanin sær staðarnøvn sum eitt mál í sær sjálvum. Hendan fatanin kann samanberast við ta fatan, ið summi hava um lívfrøði: at tað snýr seg um at duga djóra-, fiska-, fugla- og plantunøvn.

Staðarnøvn í Heimsatlasi

Tað hevur gjøgnum nógv ár verðið kjakast nógv um navnagávuna í heimsatlasinum, ið kom út í 1993. Serliga hava fólk fokuserað nógv á løgin nøvn sum Grønhøvdaoyggjar, Góðvónarhøvdi og onnur slík kunstorð, ið ikki eru vanlig at nýta millum manna.

Man kann býta navnagávuna í Heimsatlasi upp á ymiskar hættir:

1) Altjóða stavseting (BGN, PCGN), serliga tá talan er um staðarnøvn, ið eru minni kent.

2) Tillagað stavseting, serliga tá talan er um kend staðarnøvn, serliga lond, øki og týðandi býir. Til dømis Rumenia, Teiland, Gujana, Mosambik, Simbabvi, Móritania og Kili. Men her kann tað undra, at man so ikki eisini skrivar Ginea, Børma, Kebekk o.s.fr. Tað tykist heldur tilvildarligt hvat sleppur upp í part og ikki.

3) Søgulig føroysk orð ella orð, ið hava verið leingi í føroyskum, t.d. Bjørgvin, Sikiloy, Borgundarhólmur, Keypmannahavn Frakland, Turkaland, Suðuroyggjar o.a.

4) Føroyskt kunstorð, ið fult umseta týðningin av orðinum og flyta hann yvir í føroyskt. Hetta riggar í summum førum stak væl og í summum førum stak illa. Til dømis eru orð sum Filipsoyggjar, Fílabeinsstrondin, Nýsæland og Stórabretland góðtikin av fólki flest í dag, meðan minni kend støð sum Grønhøvdaoyggjar ella Góðvónarhøvdi. Tosað hevur eisini verið um at umdoypa lítla landið Montenegro til Svartfjallaland, eins og íslendingar gera.

Í summum førum fær man ta fatan, at landfrøðilig navnagáva meiri er ein spurningur um føroyska tjóðarbygging enn um landfrøðiliga kunning. Hetta er sera óheppið, tí landfrøði snýr seg ikki um at definera nationalitet – tað snýr seg um at skilja landfrøðiligar prosessir og bygnaðir. Vit mugu burtur frá hesi fatan, at nøvn eru heilag. Tá tað snýr seg um landfrøði, eru nøvnini fyrst og fremst referansur. Eitt navn eksisterar ikki av fagufrøðiligum orsøkum, men fyri at geva fólki møguleika at orientera seg. At staðarnøvn so sjálvandi eisini eru vaksin burtur úr einum mentanarligum samanhangi og tí hava kensluligar og søguligar týðningar, er minni týðandi fyri landfrøði. Hjá okkum mugu vit vísa á, at eitt atlas fyrst og fremst má vera funktionelt, ikki fagurfrøðiligt.

Nøvn fyrst og fremst ein hjálp

Nú á døgum mugu vit vera pragmatiskt viðvíkjandi staðarnøvnum. Landfrøði nú á døgum snýr seg als ikki um at læra ramsur av londum, áum, høvuðsstøðum ella fjallaketum. Landfrøði og landalæra er ikki tað sama, hóast nógv framvegis tykjast halda tað. Landfrøði snýr seg um at skilja rúmlig fyribrigdi út frá tí felags referansupunktinum man nú einaferð velur. Landfrøði snýr seg um at skilja hví m.a. veðurfrøðilig, havfrøðilig, jarðfrøðilig ella landbúnaðarlig fyribrigdi relatera seg til ávís støð. Á fólkaskúlastøði og miðnámsskúlastøði verður tað mett at vera nøktandi neyvt at fyrihalda seg til staðarnøvn, men á hægri støði vil man sjálvandi arbeiða neyvari við positiónunum.

Tá hetta er sagt, hvørja navnagávu skulu vit tá velja? Av tí at staðarnøvnini eru sekunder í mun til tey landfrøðiligu fyribrigdini, má man hugsa pragmatiskt um hvussu staðarnøvnini kunnu vera ein hjálp – ikki ein forðing – fyri at finna fram til landfrøðiliga informatión. Í okkara tíð er tað nú einaferð soleiðis, at Alnetið er vorðið høvuðskelda fyri landfrøðiliga informatión. Atlasið er nú á døgum einans sekundert sum landfrøðilig vitanarkelda, men er umvent eitt gott akker í undirvísingini, tá man vil tryggja sær at næmingarnir fokusera á tað sama. Sjálvur nýti eg meiri Alnet enn Atlas í undirvísingini, serliga tí at á Alnetinum ber til at finna tað nýggjasta nýggja. Landfrøði er ein lærugrein í støðugari broyting, og tað nyttar einki at fyrihalda seg til 10-20 ára gomul data, um man vil landfrøðini tað væl.


Atlas eru fyrsta stig í landfrøðiligari vitan

Í dag eiga vit í mest møguligan mun at lata Atlasið vera ein portal inn í heimin – ikki eitt savn av uppdateraðari vitan. Eitt atlas skal ikki innihalda ov nógv tilfar, ið eldist skjótt. Eitt atlas skal partvíst vísa á nakrar yvirskipaðar samanhangir, ið man síðani kann útdjúpa við øðrum tilfari. Her er tað avgerandi, at næmingarnir kunnu finna fram til neyðugu lokalitetirnar fyri síðani at leita víðari t.d. á Alnetinum. Tí má navnagávan vera pragmatisk, soleiðis at hon optimerar møguleikarnar fyri at finna støðini á t.d. Google. Til dømis leitaði eg eftir “Grønhøvdaoyggjar” á Google. Hetta gav 1.570 leitiúrslit, harav tað fyrsta var uppslagið á tí sera føroysku Wikipedia, ið als ikki gevur tær informatiónir ein landfrøðilærari hevur tørv á. Men annars er ikki nógv góð informatión at finna gjøgnum leitiorðið “Grønhøvdaoyggjar”. Næstan alt man finnur eru kjak og kegl um sjálvt navnið. Um eg hinvegin leiti eftir “Cabo Verde”, ella “Cape Verde”, finni eg miljónir av góðum úrslitum.

Nú halda fólk kanska, at eg eri enn ein av teimum, ið vilja rakka orð sum Grønhøvdaoyggjar niður, men soleiðis er ikki. Eg haldi, at talan er um eitt rættiliga vakurt orð, ið saktans kann koma at gerast eitt náttúrligt orð – eins og Fílabeinsstrondin, Filipsoyggjar ella Nýsæland eru tað. Men heimliga navnið átti at verið sett í parantes, soleiðis at tað kundi verið ein referansa hjá fólki at fara víðari við. Nøvn sum Cabo Verde, Côte de Ivoire, Pilipinas, Belarus, Republika Hrvatska ella New Zealand eiga at standa tilskilað í parantes.

Meiri fokus á heiti á fyribrigdum

Men nógv týðningarmeiri enn navnagávan, eru tey landfrøðiligu heitini man semist um. Í Heimatlasi eru nøkur sera væl hepnað heiti, meðan onnur eru minni væl hepnað.

Millum tey minni væl hepnaðu kunnu nevnast hesi:

· “Nes” fyri “hálvoyggj”. Til dømis at Kola-hálvoyggin er eitt nes ella at Arabiska hálvoyggin er eitt nes.

· “Vík” fyri “bukt”. Hví ikki bara góðtaka orðið bukt, ið eisini er eitt føroyskt orð? Hevði tað ikki verið rættari at gjørt eina skilmarking millum vík og bukt og harvið ríkað landfrøðiliga vokabularið?

· “Høvdi” fyri “kappa”. Ikki allir kappar eru høvdar. Tað er líka rætt at kalla ein kappa fyri nes ella tanga. Og hví ikki bara innføra orðið “kappi” á føroyskum? Tað stríður jú á ongan hátt við føroyska bendingarlæru.

Millum tey betri hepnaðu kunnu nevnast hesi:

· “Miðkringur” fyri “Ekvator”.

· “Norðari sólkringur” fyri “Krabbans Vendikring”.

· “Sunnari sólkringur” fyri “Steingeitarinnar Vendikring”.

Øll sera logisk, sigandi og vøkur orð, ið eru nógv lættari at skilja enn tey útlendsku.

Tað hevur nógv størri týðning fyri føroyska landfrøði, at vit fáa nøkur sterk hugtøk knýtt at landfrøðiligu fyribrigdunum. Hetta kann bæði gerast við atlas-útgávu og við lærubókaútgávu. Neyðugt er, at hugtøkini verða so logisk og distinkt, at tey ikki køva innihaldið. Um vit ikki hava orðini á føroyskum, kann gerast neyðugt at lána orð úr útlendskum. Vit mugu undir øllum umstøðum ikki nýta orð bara tí tey longu nú finnast á føroyskum. Eitt føroyskt landfrøðiligt vokabularium má vera fremjandi fyri læring, ikki tálmandi fyri læring. Tí í síðsta enda er meiningin, at næmingarnir skulu skilja landfrøðiligar samanhangir og bygnaðir; einans sekundert at læra føroyskt.

Føroyskt fakmál má vera kappingarført

Av tí at føroysku hugtøkini skulu nýtast í sambandi við annað tilfar á útlendskum – hesum slepst ikki undan, er tað eisini neyðugt at nýta orð, ið ikki liggja ov langt frá útlendsku orðunum. Her havi eg mangan hugsað, at tað hevði verið best at farið beinleiðis yvir til fremmandorðini, men umvent upplivi eg eisini, at næmingar hava sera trupult at skilja fremmandorðini, meðan ein løtt umseting kann vera við til at fáa teir at skilja hugtøkini. Hetta kann júst vera ein háttur at styrkja føroyska málið í eirindarleysu kappingini við útlendskt.

Tí má mín boðskapur vera, at vit fyri alt í verðini ikki mugu skapa knortlut orð, ið eru kunningarforðandi. Vit mugu hava orð, ið á ein pedagogiskan hátt betra um læriprosessirnar hjá næmingunum.

Eg skal taka nøkur dømi um orð, ið nærum eru óbrúklig. Orðini eru funnin í annars frálíku bókini “Øldir og upphav” hjá Jóannes Rasmussen. Skjótast skal inn, at í bókini eru eisini nógv góð orð, men at nøkur eru heldur óheppin:

· “Miðbogageisli” og “Pólgeisli”. Hví ikki bara “Miðkringstvørmát” og “Pólatvørmát”?

· “Yvirborð jarðar”. Hví ikki bara “jarðarfløtan”?

· “Plátuvond”. Hví ikki bara “plátuflutningur”?

· “Fjallagarður”. Hví ikki bara “fjallarøð”?

· “Fjallagarðsgerð”. Hví ikki bara “fjallabygging”?

· “Hválv”. Hetta orðið plagar at sipa til nakað, ið er omanfyri eitt tómrúm. Hví ikki bara “lag”? T.d. grótlag og linlag?

· “Umskaring”. Hví ikki bara “skorpubrot” ella “skorpuriva”? Tað eru heldur ikki allar forkastingar, ið umskarast, so hetta orðið er misvísandi.

· “Sigulmagnspóllega”. Hví ikki bara “magnetpólsstøða”?

· “Grótbræðing”. Hví ikki bara “grótsmelt”?

· “Grýti”. Hví ikki bara “grót”?

Sjálvt eitt so upplagt orð sum “grýti” vísir seg at vera trupult at skilja hjá fólki uttan fortreytir. So kunnu tit ímynda tykkum hvussu trupult tað man vera at skilija meiri samansett kunstorð.

Sum áður nevnt: Tá vit skapa orð, mugu vit hugsa um, at orðini eru til fyri at maksimera kunningina, ikki av fagurfrøðiligum orsøkum. Eg eri púra samdur í, at eitt orð sum “grótbræðing” er eitt flott, mergjað og poetiskt orð, men tað er bara so nógv lættari at skilja orðið “grótsmelt” – smeltað grót.

Samanumtøka

Man kann siga, at tað at styrkja landfrøðiliga orðalagið er tað sama sum ein styrkja føroyska málið sum heild. Men hvat vil tað siga at styrkja føroyska málið? Man kann sjálvandi leggja onkra fagurfrøðiliga tulking oman á málið og meta málið sambært tí. Men mín fatan er, at styrkin hjá føroyska málinum má metast út frá hvussu nógv tað verður nýtt. Tað vil vera meiri sannlíkt, at fólk nýta orð, ið tey skilja, so tí vil tað vera ein háttur at styrkja nýtsluna av føroyska málinum, um vit skapa orð, ið standa seg í kappingini við fremmandaorð.

Tað ber væl til at skapa nýggj, føroysk orð, ið kunnu standa fremmandorðunum kurl. Tíverri hava vit lyndi at hugsa meiri um fagurfrøðina enn um effektivitet, tá vit skapa orð. Mín meting er, at vit mugu vera nógv meiri pragmatisk, tá vit skulu menna føroyskt fakmál, ið verður brúkt sum ein sjálvfylgja. Eitt føroyskt fakmál kann vera ein hent hjálp hjá teimum, ið nema sær vitan, men alt ov ofta vísir tað seg heldur at vera ein forðing, og tað er spell.

Sámal Matras Kristiansen,
undirvísir í landfrøði í Hoydølum,
formaður í námsætlanarbólkinum fyri landfrøði

No comments:

Valið millum arbeiði og frítíð

Prentað sum kronikk í Dimmalætting 4. august 2017 Í løtuni hava nógvir føroyingar summarfrí. Dagligu pliktirnar eru lagdar til síðis na...