Skip to main content

Posts

Showing posts from July, 2010

Misvísandi yvirskriftapolitikkur í Kringvarpinum (og øðrum miðlum)

Eg mundi fingið kaffið skeivt í hálsin, tá eg trýsti meg inn á kringvarp.fo í morgun (1. juni 2010). “1000 krameinssjúklingar kundu verið bjargaðir” stóð at lesa. Halga trý, hvussu kann tað passa? Tað doyggja ikki so nógv fólk í Føroyum árliga, so hatta eru kanska søgulig tøl fyri seinastu 20-30 árini, hugsaði eg. Eitt sekund seinni havi eg lisið meg fram til, at talan er um donsk tøl, og so gevur tað alt nógv betri meining.

Men hví stendur tað so undir innlandstíðindum?

Tá eg fari inn á Kringvarp.fo, trýsti eg altíð beinleiðis yvir á knøttin ”Innanlands”, soleiðis at eg sorteri lættkeypta portal-inspireraða telegrammjournalistikkin og copy-paste journalistikkin frá. Tað, ið Kringvarpið skrivar um uttanlandsviðurskifti er vanliga á so vánaligum støði, at eg tulki tað sum bera ífyllu fyri at fáa eitt sindur av flow á heimasíðuna. Men hetta er sjáldan serliga lesivert, tí eg havi ofta lisið hetta aðrastaðni fyrr. Tað er so einfalt, at Kringvarpið hevur trupult at kappast við útlendskir mi…