Monday, March 1, 2010

“Javnstøða fyri Yuppie-kvinnur!”










- Onnur grein av trimum

“Javnstøða merkir í dag ikki, at kvinnur sum heild skulu hava meiri politiskt vald, men at ungar, vælútbúnar kvinnur skulu hava meiri politiskt vald.”

Í almenna kjakinum verða kvinnur sum tað mest sjálvsagda nevndar sum ein bólkur. Tað tykist vera undirskilt, at kvinnur per definitión umboða kvinnur. Soleiðis er tað bara, og tað kann ikki diskuterast. Men tað er neyðugt at seta spurnatekin við, um tað yvirhøvur er gyldugt at umtala kvinnur sum ein felags áhugabólk. Er talan ikki meiri um eitt retoriskt trick, ið diskursivt skal lokka “undirkvinnur“ til at atkvøða fyri “yvirkvinnum”?

Mobiliseringin av kvinnum sum felags áhugabólkur hevur eyðnast rímiliga væl, og tað er kanska eisini neyðugt í eini skiftistíð. Men eins og í øllum øðrum áhugabólkum eru “summar kvinnur meiri líka enn aðrar”. Tað eru nakrar idealtypur av kvinnum, ið eru meiri rættar enn aðrar, og hesar idealtypur havi eg til hetta høvið valt at kalla “Yuppie-kvinnur”. Orðið tykist eitt sindur kensluborið og kanska eisini eitt sindur niðrandi. Men í grundini er talan um eitt orð, ið hevur ein heilt serligan týðning. “Yuppie” merkir “Young Urban Professional”, og “Yuppie-kvinnur” eru harvið bert eitt popput orð fyri “ungar, væútbúnar kvinnur í býunum”.

Man kann ímynda sær idealtypuna: Ung, vøkur á at líta, stílrein, sminkað, nýfriserað, leðurstúlvar, niðurdeilur, sólbrillur uppi í hárinum, gucci-tasku o.s.fr. Hon arbeiðir kanska sum fulltrúi innan tað almenna ella sum leiðari í einari privatar fíggjarfyritøku.

Hetta eru tær røttu kvinnurnar; tær, ið kvinnur veruliga kunnu vera bekendar. Koyr vekk við flakakvinnum, bóndakonum, kassadamum, sjúkrasystrum, pedagogum, lærarinnum, heimagangandi húsfrúm og øllum hasum keðiliga. Hesar “lægristandandi” normalkvinnurnar kunnu sleppa at atkvøða fyri teimum frálíku idealkvinnunum... men gud hjálpi mær um nógvar av hesum undirkúgaðu normalkvinnunum atkvøða fyri monnum í staðin fyri at hjálpa sínum systrum fram í lívinum.

Yuppie-javnstøða. Umboða kvinnur kvinnur?

Í heyst kom fram í sambandi við danska kommunustýrisvalið, at kvinnur framvegis heldur vilja lata seg umboða av monnum enn av kvinnum. Hetta hevur gaman í nakað at gera við, at kvinnur sum heild hava minni áhuga í politikki enn menn, og tað merkir av sær sjálvum, at færri kvinnulig talent vilja koma fram. Men framvegis er tað soleiðis, at relativt færri kvinnur verða valdar enn stilla upp, so vantandi uppstillingin kann ikki forklára allan samanhangin. Vantandi álitið á kvinnur spælir eisini inn. At kvinnur ikki velja kvinnur, men heldur lata seg umboða av monnum, er ein atburður, ið uttan iva er hugstoytandi fyri javnstøðufortalarar.

Kanningin sigur einki um hví kvinnur hava hendan javnstøðuógagnliga atburðin, men onkursvegna má tað merkja, at kvinnur ikki altíð kenna seg so væl umboðaðar av øðrum kvinnum. Man kann eisini retoriskt spyrja hvør umboðar heimagangandi línumanskonuna betri: mannligi útgerðarmaðurin í Klaksvík ella kvinnuligi fulltrúin í vælferðarstovninum í Havn. Vit eiga ikki at síggja allar kvinnur sum einstaklingar í sínum egna rætti. Flestu kvinnur eru júst ein partur av eini størri familjuheild, ið sum vera man hevur størri týðning fyri tær enn hendan meiri abstrakta og yvirskipaða bólkingin “kvinnur”.

Kvinnuliga umboðanin er eisini problematisk í føroyskum politikki, har “Yuppie-kvinnurnar” hava sett seg á fleskið. Verður hugt eftir verandi politisku skipan (løgting og landsstýri) sæst, at “yvir meðal lønt almenn starvsfólk búsitandi í Suðurstreymoy” dominera politiska landslagið – og at um vit isolerað hyggja eftir kvinnunum, verður hetta rákið uppaftur eyðsýndari. Einans ein kvinna hevur eintýðugar røtur í tí privata, og viðkomandi býr eisini á bygd – nevniliga Rósa Samuelsen. Í løtuni eru hon og Eyðgunn Samuelsen einastu kvinnurnar, ið ikki búgva í Suðurstreymoy. Nevnast skal tó, at eisini Bergtóra Joensen hevur partvísar røtur í tí privata.

Tað er nakað grundleggjandi galið við javnstøðuni í dag. Javnstøðan er snøgt sagt ov eliter, og tað hevði havt munandi betri effekt um man eisini royndi at stuðla upp undir tær kvinnur, ið arbeiða seg inn í samfelagið úr neðra.

Eru javnstøða og førleikar sameinilig?

Sum nevnt í fyrstu greinini í hesi greinarøð má menningin eisini koma úr neðra. Kvinnurnar mugu uppbyggja førleikar, áðrenn tær kunnu átaka sær vald. Og hesir førleikar koma ikki úr ongum. Neyðugt er við praksis og innliti í teir samanhangir man ynskir at sleppa at stýra.

Sjálvandi hjálpir formlig (t.d. akademisk) útbúgving nógv, men tað er eisini týðandi, at man uppbyggir førleikar, kunnleika og netverk. Við at uppbyggja sína støðu á arbeiðsmarknaðinum, vil alt hitt við tíðini koma av sær sjálvum.

Tað er ein grund til, at flestu kvinnurnar í landspolitikki í dag eru komnar onkustaðni úr almenna sektorinum. Tí hendan sektorin dominera kvinnur longu nú um hugt verður úr neðra, og tað byrjar nú eisini at sláa ígjøgnum á leiðarastigi. Løgmansstjórin er kvinna, og tað vil neyvan vera leingi, áðrenn onkur kvinna eisini fær ein aðalstjórasess. Eisini finnast fleiri prominentir kvinnuligir, almennir stjórar. Ein risastovnur sum Nærverkið hevur í dag næstan reina kvinnuleiðslu.

Javnstøða niðrifrá og upp er gongda leiðin, eisini tá tað snýr seg um fíggjargeiran, privata tænastugeiran, privata framleiðslugeiran, flutningsgeiran og eisini fiskivinnugeiran. Kvinnur mugu tora at arbeiða seg upp gjøgnum organisatiónirnar.

Tí at krevja at fáa nevndarsessir bara tí man er kvinna er ein stokkutur hiti. Tað vil alt annað líka merkja, at vinnulívið risikerar at fáa minni kompetenta stýring, og tað kann eingin fyritøka liva við, ið støðugt noyðist at taka atlit til botnlinjuna.

Nepotisman – ikki meritokratiið – er fíggindin

Eitthvørt virksemi – privat sum alment – krevur kompetenta arbeiðsmegi og kompetenta stýring.

Kompetansa hevur meiri at siga enn onnur aspekt sum limaskapur í samkomu, flokki, familju – ella hvørja bygd, hvat kyn ella hvørja rasu ein hoyrir til. Her er hugtakið “meritokrati” grundleggjandi. Hetta merkir, at priviligeraðar positiónir í samfelagnum eiga at fella til tey, ið eru mest kompetent til hesar positiónir.

Vesturlendsku samfeløgini byggja (ideelt) á ein samfelagsbygnað, ið er demokratiskur og meritokratiskur, meðan onnur samfelagslig grundvirði fylla minni. Men framvegis er tað soleiðis, at onnur virði – herundir nepotisma – gera seg galdandi.

Hugsar man meritokratiskt, er tað sostatt ikki í lagi at seta kvinnur í ávís størv, fyrst og fremst tí tær eru kvinnur – eins og tað ikki er í lagi at taka t.d. baptistar, javnaðarfólk, tvøráfólk, ella “etniskar” føroyingar framum t.d. ateistar, fólkafloksfólk, vágbingar, heimasandsfólk ella danskar føroyingar. (alt bert tilvildarlig dømi). Á sama hátt má tað sjálvandi heldur ikki vera soleiðis, at menn verða valdir fram um, bert tí at teir eru menn – tí at man metir, at starvið ikki er hóskandi til eina kvinnu.

Tað er nepotisman í breiðasta týðningi, ið er størsti fíggindin hjá javnstøðuni. Men meðan nepotisma má roknast sum ein trupulleiki, má meritokrati roknast sum ein fyrimunur fyri læring og talentmenning í eini fyritøku. Og sum áður nevnt er neyðugt at fylgja við fyri at standa seg í kappingini.

Javnrættur er ikki at býta sól og vind líka. Javnrættur snýr seg um at skilja millum skitt og kanel við støði í relevantum, fakligum grundgevingum. Eg arbeiði sjálvur dagliga við at sortera menniskju. Og ein sortering er neyðug, soleiðis at tryggjað verður, at fólk koma á sína røttu hyll og fáa ment síni talentir á ein skilagóðan hátt.

Niðurstøða

Oddasetningurin var: “Javnstøða merkir í dag ikki, at kvinnur sum heild skulu hava meiri politiskt vald, men at ungar, vælútbúnar kvinnur skulu hava meiri politiskt vald”.

Tá tað kemur til politikk er okkurt, ið bendir á, at hetta er rætt. Hetta merkir ikki, at tað beinleiðis verður mótarbeitt, at kvinnur í breiðari høpi verða valdar inn, men heldur, at hetta sjónarmið hevur trupult at vinna frama.

Tað er spell, at tað ikki í størri mun verður arbeitt móti at fáa kvinnur fram úr ymiskum landslutum og ymiskum búskaparsektorum. Tað er langt eftir á mál í javnstøðutilgongdini, men eftir mínum tykki má leggjast á annan bógv enn higartil.

* http://www.videnskab.dk/content/dk/samfund/kvinder_foretrakker_mand_i_politik

No comments:

Valið millum arbeiði og frítíð

Prentað sum kronikk í Dimmalætting 4. august 2017 Í løtuni hava nógvir føroyingar summarfrí. Dagligu pliktirnar eru lagdar til síðis na...