Thursday, July 1, 2010

Misvísandi yvirskriftapolitikkur í Kringvarpinum (og øðrum miðlum)


Eg mundi fingið kaffið skeivt í hálsin, tá eg trýsti meg inn á kringvarp.fo í morgun (1. juni 2010). “1000 krameinssjúklingar kundu verið bjargaðir” stóð at lesa. Halga trý, hvussu kann tað passa? Tað doyggja ikki so nógv fólk í Føroyum árliga, so hatta eru kanska søgulig tøl fyri seinastu 20-30 árini, hugsaði eg. Eitt sekund seinni havi eg lisið meg fram til, at talan er um donsk tøl, og so gevur tað alt nógv betri meining.

Men hví stendur tað so undir innlandstíðindum?

Tá eg fari inn á Kringvarp.fo, trýsti eg altíð beinleiðis yvir á knøttin ”Innanlands”, soleiðis at eg sorteri lættkeypta portal-inspireraða telegrammjournalistikkin og copy-paste journalistikkin frá. Tað, ið Kringvarpið skrivar um uttanlandsviðurskifti er vanliga á so vánaligum støði, at eg tulki tað sum bera ífyllu fyri at fáa eitt sindur av flow á heimasíðuna. Men hetta er sjáldan serliga lesivert, tí eg havi ofta lisið hetta aðrastaðni fyrr. Tað er so einfalt, at Kringvarpið hevur trupult at kappast við útlendskir miðlar um útlendsk tíðindi. Sjálvur lesi eg heldur útlendskar miðlar, um eg vil vita nakað um hvat hendur kring um í heiminum, tí her eru fólk sett av til bert at fokusera á hesi málini og harvið fáa góðsku og góðar vinklar inn í greinarnar.

Feskar misvísandi yvirskriftir

Aftur til yvirskriftina. Eg rokni við at tað var ein hendiligur feilur, at journalisturin legði hesi donsku tíðindi inn undir innanlandstiðindi. Men vánaligar og misvísandi yvirskriftir eru ikki hendiligir feilir, men nakað, ið kemur fyri næstan dagliga. Eg kann nevna nøkur av nýggjastu dømunum av heimasíðuni hjá Kringvarpinum:

· “Njósningin fer ikki at skaða viðurskiftini” (30. juni 2010, Kringvarpið). Hvørja njósning er talan um? Hvørji lond tosa vit um?

· ”Krevja 60 milliardir í trygd fyri oljuleiting” (30. juni 2010, Kringvarpið). Hvør krevur trygd fyri oljuleiting? Amerikanarar? Føroyingar? Grønlendingar?

· ”Handilsavtala fyri 600 milliardir” (29. juni 2010, Kringvarpið). Hvørji lond hava undirskrivað handilsavtalu? Amerikanarar? Europearar? Kinesarar? Hendan yvirskriftin stendur eisini undir ”Innanlands”. Enn eitt hendiligt mistak? Í hvussu er en ein kaffið-skeivt-í-hálsin-løta fyri meg, tí við hvønn undirskriva Føroyar eina handilsavtalu fyri 600 miljardir?

· ”Skuldsett fyri at hava njósnast fyri Russland” (29. juni 2010, Kringvarpið). Er talan um danir? Bretar? Amerikanarar?

· ”Fíggjarætlanin skal skerjast eina helvt” (28. juni 2010, Kringvarpið). Fíggjarætlanin hjá hvørjum? Dønum? Íslendingum? Amerikanarum? Bretlandi? Suðurafrika?

· ”Tokvanlukka kravdi 12 mannalív” (24. juni 2010, Kringvarpið). Hvar var hendan vanlukkan? Í India? Í Turkalandi? Í Suðurafrika? Í Spania?

· ”Flóttafólk fara ikki heimaftur” (15. juni 2010, Kringvarpið). Hvør hevur hesar trupulleikarnar? Danmark? USA? ES?

Eg vóni, at Kringvarpið í framtíðini fer at gera sær betri ómak við sínum yvirskriftum. Tað hevur stóran týðning fyri eini tíðindi ”hvør” hevur gjørt ”hvat” við ”hvønn”, ”hvar” og ”nær”.

Trupulleikin galdandi fyri føroyska fjølmiðlaheimin sum heild

At enda vil eg viðmerkja, at hetta við vánaligu yvirskriftunum sjálvandi ikki einans er galdandi fyri Kringvarpið. Aðrir miðlar hava eisini misvísandi yvirskriftir. Um hetta er av ósketni ella fyri at lokka fólk til at trýsta seg inn á søgurnar, kann eg bert gita um. Tó meti eg, at Kringvarpið hevur eina serliga ábyrgd at veita tíðindi, ið eru álítandi, soleiðis at fólk ikki – sum eg – noyðast at lesa heimasíðuna við støðugum fyrivarnum.

Eg kann viðmerkja, at tá eg eitt skifti arbeiddi sum journalistur, var tað eitt ósagt krav at levera fangandi yvirskriftir, ið kundu selja. Stundum datt eg sjálvur í ta grøvina at skriva yvirskriftir, ið vóru tambaðar dekan ov nógv í mun til innihaldið. Eg kann ímynda mær, at hetta rationalið í stóran mun er við til at skapa tær misvísandi yvirskriftirnar, ið florera í føroyska miðlalandslagnum í dag.

Ein onnur orsøk til misvísandi yvirskriftir er, at journalistar stytta yvirskriftirnar mest møguligt. Fyrst og fremst tí at vit vita, at nógv fólk ikki orka/tíma at lesa langar setningar, men hjá bløðunum eisini so man kann prenta tær við størri skrift.

Við vón um bata,
Sámal Matras Kristiansen,

No comments:

Valið millum arbeiði og frítíð

Prentað sum kronikk í Dimmalætting 4. august 2017 Í løtuni hava nógvir føroyingar summarfrí. Dagligu pliktirnar eru lagdar til síðis na...