Skip to main content

Posts

Showing posts from September, 2010

Talgilt undirvísingartilfar til talgilda veruleikan

Tá Johannes Gutenberg í 15. øld prentaði sína fyrstu bíblu, var hetta eitt risaframbrot fyri modernitetin. Við hesi nýggju tøknini gjørdist møguligt at distribuera vitan bæði skjótari og neyvari enn tað áður hevði verið gjørligt.
Ádrenn tað var neyðugt at distribuera vitan munnliga, t.d. frá prestsins prædikustóli, av tingsins røðarapalli ella millum manna í fólksliga almenninginum. Munnlig informatión hevur fleiri vansar, bædi tað at samsvarið millum sendara og móttakara lættliga verdur avskeplað, men serliga tað, at einans fá kunnu móttaka kunningina samstundis, tí tað er neyðugt at flyta vitanarberan fyri at kunna flyta vitanina. Við bókum og bløðum hevur tað gjøgnum modernitetin verið møguligt at distribuera vitan til alsamt fleiri fólk, ja til heildar tjóðir og nú eisini kring allan heimin.
Prentaðu miðlarnir eru síðani vorðnir yvirhálaðir av aðrari kunningartøkni, millum annað útvarpi og sjónvarpi. Hesi hava víst seg at vera uppaftur meiri effektiv enn prentaða tilfarið, og tað mu…